Um Lindina

Lindin er kristiligt kringvarp, sum ikki er heft at nakrari ávísari samkomu. Nevndin í Lindini er ein 5 manna nevnd við limum frá ymiskum samkomum. Í nevndini eru Preben Hansen er formaður, Jenis av Rana, Símun Hansen, Sirikit Jacobsen og Jaspur Johannesen.

Hvussu verður Lindin fíggjað?

Lindin verður fíggja við stuðlum sum gjalda eina ávísa upphædd um mánaðin, gávum frá einstaklingum og virkjum.

Hvør starvast í Lindini?

Tað eru uml. 50 fólk, sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til Lindina. Størsti parturin av hesum eru sjálvboðin. Tað er 1 fulttíðarstarv og 4 fólk fáa partvís løn. Tór Arni Samuelsen er dagligur leiðari. Jógvan Sune Danielsen er teknikari.

Sendinet o.a.

Lindin hevur í dag 13 sendarar og vit røkka til uml. 92 % av føroya fólki. Lindin sendur 24 tímar um døgni.

101,0 MHz – Tórshavn, Eyggjarklettur Nólsoy    3000 w (Vertical) – (lodrætt)
103,0 MHz – Klaksvík, Klakkur                          500 w (Vertical)
105,0 MHz – Tvøroyri, Oyrnafjall                         80 w (Cirkulær)
105,5 MHz – Vági, Hesturin Hái                         500 w (Cirkulær)
98,0 MHz – Norðurstreymoy, Sornfelli               500 w (Vertical)
92,3 MHz – Sørvágur                                       80 w (Vertical)
103,4 MHz – Miðvágur, Sandavágur, Prestland     80 w (Vertical)
92,3 MHz – Vestmanna                                   80 w (Vertical)
103,4 Mhz – Skálafjørður, Gøtueiði                    100 w (Cirkulær)
103,7 Mhz – Fuglafjørður, Varmakeldueiði            80 w (Cirkulær)
103,4 Mhz – Eystan Múla, Eysturhøvdi               80 w (Cirkulær)
92,5 Mhz – Sandvík                                           80 w (Cirkulær)
103,0 Mhz – Hvalba                                           80 w (Cirkulær)

Endamálsorðing

Bíblian boðar, at himlarnir skulu kunngera dýrd Guds og at borgarar Guds Ríkisins skulu verða lærdir boð og lógir Guds. Tí hava vit, sum úrslit av inniligari bøn, har vit hava søkt vilja Guds, avgjørt at stovna eina kristiliga kringvarpsstøð í Havnini, høvuðsstaði Føroya. Henda støð verður vígd dýrd Guds og framgongd Guds Ríkisins við hesari endamálsorðing:

Op. 12:10-11 sigur, at Jóhannes hoyrdi harða rødd siga: »Nú er frelsan, mátturin og ríkið vorðin Guds okkara, og veldis hins salvaða Hansara! Tí klagari brøðra okkara er kastaður niður, hann, sum klagaði teir fyri Gudi okkara dag og nátt. Teir hava sigrað hann við blóði lambsins og við orði vitnisburðar síns…«

Høvuðsendamálið við hesi kringvarpsstøð er heilt einfalt hetta:

At føra ta Føroysku tjóðina til eina størri tilvitan um Jesu Kristi harradømi, Hansara mátt til at frelsa, grøða og seta í frælsi, navni Hansara til dýrd.

At skapa umstøður til at kunngera boðskapin um kærleika Guds, gjøgnum kristnan tónleik og bíbliugrundfesta undirvísing.

At gera Føroya fólk tilvitandi um kærleika Guds og fyrigeving syndanna ígjøgnum boðan av Orði Hansara.

At fáa eitt amboð, har Orð Guds kann verða boðað fyri fólkinum hvar og nær tey vilja lurta.

At skapa møguleika fyri at kunna vitna um tað, sum Gud ger í okkara tjóð, okkara kirkjum/samkomum og í lívinum hjá tí einstaka.

Partur av søguni um Lindina

18. juli 1989 varð í skrivi heitt á Føroya Landsstýri um loyvi at senda nærvarp í høvuðsstaðar økinum. Í hesum uppskoti, sum fleiri av samkomunum í Havn stóðu aftanfyri, varð skotið upp at sent kundi verðið í tíðarbilum har Útvarp Føroya ikki sendi.

Síðani kom støðgur í – uppskot og fyrispurningar á Løgtingi vunnu ikki frama, men á várið 1996 kom glið á.

Samstundis sum mentunnarnevnd Føroya Løgtings viðgjørdi løgtingsuppskot til broytanir í fjølmiðlalógini vóru uml. 400 fólk úr 5 ymiskum londum samlað til Bønarráðstevnu á Hotel Føroyum.

Frammanundan vórðu samkomuleiðarir bodnir til fundar í nevndini at fáa stuðul til avtøku av einkarrættinum, men varð hetta greitt avvíst (5 av 7 nevndarlimum).

Sunnudagin undir Bønarráðstevnuni fóru bønarleiðarar úr hesum 5 londum oman í Býráðið og haðani í Løgtingið at biðja. Serliga varð biðið fyri nevndarlimunum í Mentannarnevndini.

Í sending, sum var í Útvarp Føroya – fimmarnum – fáar dagar seinni, avdúkaði formaðurin í mentannarnevndini at hann hevði broytt støðu og var nú fyri frælsum fjølmiðlum. Næstu dagarnir broytti restin av nevndarlimunum støðu. Tá nevndin seinni gav Løgtinginum tilmæli, var tað ein áheitan á Landsstýrismannin í mentannarmálum, at leggja uppskot á ting um m.a. at avtaka einkarrættin. Úrslitið av hesum varð ein stórur meiriluti fyri frælsum fjølmiðlum – ein stórur bønarsigur!

Endaliga umsóknin um loyvi at senda varð send Landsstýrinum í juni 1998. Loyvi kom júst 10-ára dagin aftaná fyrstu umsóknina.

Alla hesa tíðina hevur millum fremstu stuðlarnir hjá Lindini verið amerikanski íslendingurn Mike Fitzgerald og kona hansara Sheila. Aftur og aftur hava tey eggjað og stuðlað til at halda á – tað skulu tey hava stóra tøkk fyri.

Lindin byrjaði at senda 21. jan. 2000. Tað sum fyrst varð sagt í mikrofonina út í luftina var “Jesus”