Ferðaskráin hjá Juvel II – summar 2017

Ferðaskráin hjá Juvel II – summar 2017

Kelda: Betesda.fo Um Harrin vil og Jesus bíðar við at koma, so verður hetta ferðasskráin hjá Juvel II í summar: 01. juni – fara av Klaksvík 08. juni – Nuuk 21. juni – Sisimiut 06. juli – Asiaat 18. juli – Ililissat 19. juli – Uummannaq økið 05. aug – Ililissat 08. aug – Nuuk… Les meira

PAROLA 2017 frá 3. til 11. juli.

PAROLA 2017 frá 3. til 11. juli.

Eins og árini frammaundan, verður PAROLA hildið í Sant’Elia í Molise, Italia. Visiónin hjá PAROLA er eitt ynski at eggja ungum at LESA heimsins kulastu bók, at LÆRA hana at kenna, og at LIVA hana út í lívið! – Parola er fyri ung í 18-35 ára aldri. Nærri upplýsingar um nær og hvar Parola verður… Les meira

‘Café fríggjamorgun’ – fríggjadagar kl. 10-12

‘Café fríggjamorgun’ – fríggjadagar kl. 10-12

Fríggjamorgnar, frá kl. 10:00 til 12:00, er ‘CAFÉ-fríggjamorgun’ í Ebenezer. Løtan verður skipað sum ein hugnalig løta, kryddað við eitt sindur av tónleiki og sangi, men við denti á samtalum og práti manna millum. Løtan er ætlað øllum –  har øll eru hjartaliga vælkomin. Kelda: www.ebenezer.fo Les meira

Ísralelstoymið/TeenStreet summarið 2017

Ísralelstoymið/TeenStreet summarið 2017

Kom við á Ísraelstoymið 2017. Tú fært eisini TeenStreet við. Farið verður eftir ætlan úr Føroyum 6. juli og komið verður heimaftur 2. august. Les meira um túrin: www.israel.fo KONTAKIR: Anton Højgaard, antonhojgaard77@gmail.com, 739313 Kartin Høgnesen, kartinhognesen@gmail.com, 743122 Les meira

OM Føroyar nýggja heimasíðu

OM Føroyar nýggja heimasíðu

OM Føroyar hevur fingið nýggja heimasíðu. Nýggja heimasíðan fylgir stílinum hjá Altjóða OM og er vorðin lættari at lesa og fáa upplýsingar á. Nakrir nýggir hentleikar eru á heimasíðuni, m.a. ber nú til at geva gávur umvegis heimasíðuna og gjalda við gjaldskortið. OM Føroyar vónar at heimasíðan kann vera við til at eggja fólkið til… Les meira

Føroyska Bíbliufelagið útgivið bíbliulesiætlan

Føroyska Bíbliufelagið útgivið bíbliulesiætlan

Tíðindi: Føroyska Bíbliufelagið Føroyska Bíbliufelagið hevur nú útgivið nýggja bíbliulesiætlan 2016/17. Lesiætlanin er at finna um alt landið í kirkjum, nógvum fríkirkjum og samkomum. Bíbliulesiætlanin byrjar í dag fyrsta sunnudag í advent og varðir eitt á fram. Hví brúka lesiætlan? Í einum skundmiklum gerandisdegi kann tað vera trupult at fáa lisið í Bíbliuni. Men við… Les meira

Stórmøtir í Trongisvági á Páskum 2017

Stórmøtir í Trongisvági á Páskum 2017

Um páskirnar skipar heimamissiónin í Suðuroy fyri stórmøtum í skúlanum í Trongisvági. Skráin er hendan: Langa fríggjadag, 14/4-17, kl. 18:00, v/ Kristian Martin Petersen, Fuglafirði og Mansbólkurin syngur. Páskaaftan, 15/4-17, kl. 20:00, v/ Silas Olofson, Klaksvík, og Mourits M. Viderø, úr Trongisvági syngur. Páskadag, 16/4-17, kl. 18:00 v/ Niels Jacob Nielsen trúboðara, Danmark. Streingjakórið í… Les meira

Cherish kvinnustevna í Leeds 1.-3. juni 2017

Cherish kvinnustevna í Leeds 1.-3. juni 2017

Kvinnustevna, undir heitinum Cherish, verður í Leeds í Englandi 1.-3. juni 2017. Farið verður úr Føroyum 1. juni og heimaftur 4. juni. Um ein hevur hug at fara við, ber til at venda sær til ferðaskrivstovuna 62N, tlf. 34 00 00 og tosa við Rakul Petersen. Nærri kunning á facebook cherish 2017 og á www.lifechurchhome.com. Les meira

Páskastevnan 2017 á Toftum

Páskastevnan 2017 á Toftum

Páskastevna verður á Toftum 14.-17. apríl 2017. Ungdómtiltakið Langa fríggjadagskvøld kl. 21:00 verður á Glyvrum. Tað er missiónshúsið í Rituvík, Tabor á Toftum, Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum og Bønhúsið í Søldafirði, sum skipa fyri. Sí skrá her. Les meira

Stuttbylgjan hósdagin 10. aug. 2017

Stuttbylgjan hósdagin 10. aug. 2017

Gestur er Dina Jensdóttir Bech av Skála. Hoyr Dinu fortelja um seg sjálva og hvat ein bloggari og Youtubari er. Eisini um byrjanina, endamálið, íblástur, málbólk, afturmeldingar osv. Bloggurin sæst á: vakurleiki.fo og á facebokk Vakruleik.fo Vertur: Maria Mørkøre. Teknikari: Jógvan Dam Hansen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka… Les meira

Stuttbylgjan mikudagin 9. aug. 2017

Stuttbylgjan mikudagin 9. aug. 2017

Samtalan er um, hvat vit eru her til (í heiminum) og hvat endamálið er, har vit eru (í løtuni og allastaðni). Útgangsstøði er Sálmur 85, 9:”…. Gud HARRIN sigur; vissuliga talar Hann frið við fólk Sítt….”. Síðani um Harran sjálvan, sum er friður okkara og endamálið, at røkka øll menniskju og kunngera Hann sum sigurharra… Les meira

Stuttbylgjan hósdagin 3. aug. 2017

Stuttbylgjan hósdagin 3. aug. 2017

Innleiðandi tosar verturin Rógvi Joensen um loyndarmálið, sum er Kristus í okkum, vón dýrdarinnar. Síðani við herðslu á nýggja boðið, sum Jesus gav í Jóh. 13, 34: “Nýtt boð gevi Eg tykkum: At tit skulu elska hvør annan; sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvør annan.”, mótvegis tí stórsta boðnum í lógini,… Les meira

Stuttbylgjan mikudagin 2. aug. 2017

Stuttbylgjan mikudagin 2. aug. 2017

Samtalan er um faðirsins kærleika, sum er fullkomin og altíð tann sami og sum vit skulu elska hvønn annan við. Hetta verður lýst í líknilsinum um hin mista seyðin, hin mista peningin og hin vilsta sonin í Luk.kap. 15. Her verða eyðkennini ella huglyndi hjá Gudi lýst, sum er tað sama við Heilaga Andanum í… Les meira

Stuttbylgjan hósdagin 27. juli 2017

Stuttbylgjan hósdagin 27. juli 2017

Vertirnir Eivinn Bringsberg og Rógvi Joensen luta gleðiboðskapin til lurtaran. Tosað verður um trúnna og um frelsuvissuna og um Kristus, sum við sínum egna blóðið, er vorðin borgsmaður fyri nýggja sáttmálan (Heb. 7, 22), har vit kunnu hvíla í øllum lívsins umstøðum. Eisini um æviga lívið í Honum (Kol.kap. 2) og fullgjørda verkið fyri einki… Les meira

Stuttbylgjan 24. juli 2017

Stuttbylgjan 24. juli 2017

Gesturin er Gunnvá Poulsen úr Havn. Hon sigur frá sínum uppvøkstri, har bæði foreldrini vóru bundin at alkoholi. Hon greiðir hjartanemandi frá álvarsligu árinunum, ið hetta hevur á børnini, hvussu hon og systurin komu í pleygufamilju á Skála. Hon fortelur síðan, hvussu hon smokkaði longur og longur niður í eina djúpa depressión. Hon fór síðan… Les meira

Stuttbylgjan mánadagin 17. juni 2017

Stuttbylgjan mánadagin 17. juni 2017

Benjamin J. Rajani er gestur. Vit hoyra tveir sangir hjá honum “Help me to believe” og “Freedom In His Light”. Benjamin greiðir frá søgunum aftanfyri sangirnar og hvat hann fær íblástur frá til at skriva sangir. Vertur: Tór Arni Samuelsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel… Les meira

Stuttbylgjan hósdagin 20. juli 2017

Stuttbylgjan hósdagin 20. juli 2017

Rúsfrítt Summar. Eitt átak, sum BKU (blákrossungdómur), skipar fyri, ið hevur til endamáls at broyta hugburðin hjá ungdómi við rúsdrekka og rúsevnum. Hoyr Lív Justinussen greiða frá hesi verkætlan. Tey eru til staðar á ymiskum tiltøkum og festivalum í summar. Hoyr hvussu og hvat tey gera, hvønn leiklut foreldur hava í hesum høpi o.a. Lív er… Les meira

Stuttbylgjan mikudagin 19. juli 2017

Stuttbylgjan mikudagin 19. juli 2017

Samtalan hevur íblástur í Róm. 15, 15-18, um at vera sum Paulus, offurtænari Krists Jesu, ið tænir sum prestur í evangelii Guds, fyri Gudi ímillum menniskju, har kraftin er frá Gudi og ikki frá okkum sjálvum. Eisini um móttøkuna av tí, sum Gud talar, har Jesus sigur: “….orðini, ið Eg havi talað til tykkara, eru… Les meira