Møtilýsingar

Viðvíkjandi nær møtilýsingar verða lisnar aftur, verður lýst aftur á her, nær byrja verður aftur.

Lýsingar fyri møtir og tiltøk verða lisnar upp í Lindini, í beinleiðis sending mánadag og fríggjadag umleið kl. 10.00

Mánadag kl. 10.00

Ynskja tit at fáa lýsingar við mánadag umleið kl. 10.00, so skulu vit hava tær í seinasta lagi seint sunnukvøld. Møtilýsingarnar verða endursendar mánadag kl. 16.00 og kl. 19.00

Fríggjadag kl. 10.00

Ynskja tit at fáa lýsingar við fríggjadag umleið kl. 10.00, so skulu vit hava tær í seinasta lagi seint hóskvøld. Møtilýsingarnar verða endursendar fríggjadag kl. 15.00, kl. 19.00 og leygardag kl. 13.10.