Landið í Lýkkuni - Mikudagin 10. feb. kl. 15.00

mánadagur, februar 01, 2010

Kanariska oyggin Tenerife er í fokus, og opinskáraði fyrrverandi hotelmaðurin liggur ikki á hini lætu síðini tá ið hann fer at kunna um alt ímillum himmal og jørð á oyggjalandinum í suðurhøvum. M.a. hoyra vit um grindahval og delfinir, sum fáa ferðafólk at leita á pílagrímsferð út á havið, har garvaðir sjógarpar gera sítt til, at hesi fáa eina ógloymandi uppliving.

Oyggjalandið í lýkkuni

Farið verður ein túr í býin, og afturkomin á hotellið er ein ikki sørt ransakandi uppliving í sambandi við eina mótasýning í økinum kring svimjihylin.
Lisin verða stutt brot úr bók hjá kenda prædikumanninum D.L. Moody um Himmalin,
og millum mongu frásagnirnar er sjálvandi eisini søgan um upprunan til teir fagurtlittu gulu kanariufuglarnar, sum fjølga um heimahugnan hjá fólki um heimsins kring.

Sendingin er at hoyra týsdagin 10. feb. kl. 15.00 og leygarkvøldið 13. feb. kl. 21.00


Logga á

Skriva brúkaranavn og kotu her fyri at logga á:



Gloymt kotu?

Stuðlar hjá Lindini...

Høj Flutiningur "koyra kring alt landið"
Vitin
Matvøruhandilin "Inn"
UmsitingAmboðWebmasterYvirlitSamband