Á Bylgjulongd týsdagin 19. jan. 2010
Ringdu fyrst til Svein Askildsen í Randers, og síðani var Maria Andreasen Henze (Maria í Ullvøruhúsinum) í útvarpstovuni.
Ringdu til Svein Askildsen í Randers, sum m.a. segði frá tí hjálpararbeiðinum, sum samkoman er partur av við at veita teimum illa støddu eina máltíð um vikuna + matpakka. Hetta eru nøkur av teimum sum eru komin illa fyri av fíggjarkreppuni og sum kommunan ikki hevur heimild at hjálpa meir. Eisini skuldu tey byrja eitt nýtt arbeiði millum tanáringar.
Síðani var Maria Andreasen Henze (Maria í Ullvøruhúsinum) gestur í útvarpstovnuni. Hon segði ógvuliga hugvekjandi frá hvønn týdning sangur hevur í hennara lívi, og valdi sangir í hesum sambandi.
Eisini tosaðu vit um tiltakið í Lindini leygardagin 23. jan, í samband við at Lindin hevur sent í 10 ár. Tá eru øll vælkomin inn á gólvið millum kl, 14:00 og 17:00.
Vertur: Erna Háberg
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as..." ella "Gem destination som..."
Print
Email
PDF





