Á Byljulongd mánadagin 4. mars 2013
mánadagur, mars 04, 2013
Mourits Mouritsen greiðir frá einum túri til Danmarkar, har ein bólkur frá Meinigheitshúsinum í Havn fer at hava føroysk møtir frá 9.-15. mars. Síðani hoyra vit Regin Guttesen greiða frá PAROLA, sum er eitt skeið, ið ynskir at eggja .....
ungum at LESA, LÆRA & LIVA heimsins kulastu bók!. Parola verður frá 5.-13. aug 2013.
Hoyr meira um møtini í Danmark við at ringja til Mourits Mouritsen Tlf. 28 44 53. Vitjað verður á hesum støðum: Eliaskirkjuni, Vesterbrogade 49, Keypmannahavn leygarkvøldið 9. marts kl 19:00. - "Indre Mission" Herrestræde 26 í Slagelse sunnudagin 10. marts kl: 15:00. - "Treenighedskirken" Grådypet 23 í Esbjerg mánakvøldið 11. marts kl: 19:30. - "Missionshuset Genesis" Eriksvej 13 Randers SØ fríggjakvøldið 15. marts kl: 18:30.
Les meira um Parola á: www.parola.fo
Vertur: Tór Arni Samuelsen
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as..." ella "Gem destination som..."
Print
Email
PDF








