26/01-2008

Leygarkvøld í Lindini 26. januar

Í sendingin í kvøld sendu vit 2. part av skeiðrøð við støði í kendu bókini hjá Watchman Nee "Sita - Ganga - Standa". Eftir ætlan verða sendir í alt 6 partar. Upptøkurnar eru gjørdar í Evangeliihúsinum á heysti 2007.

Týtt og lagt til rættis hevur Dánial á Dul Jacobsen.

Watcman Nee varð kinesari, ið livdi frá 1903 - 1972. Kom til trúgv sum 17 ára gamal. Seinastu 20 árini sat hann í fongsli vegna trúgv sína. Eftir hann liggur nógv tilfar, sum er til stóra signing kring allan heimin.

Lurta eftir sendingini

Watcman Nee varð kinesari, ið livdi frá 1903 - 1972. Kom til trúgv sum 17 ára gamal. Seinastu 20 árini sat hann í fongsli vegna trúgv sína. Eftir hann liggur nógv tilfar, sum er til stóra signing kring allan heimin

12/01-2008

Leygarkvøld í Lindini 12. januar

Í sendingin í kvøld sendu vit 1. part av skeiðrøð við støði í kendu bókini hjá Watchman Nee "Sita - Ganga - Standa". Eftir ætlan verða sendir í alt 6 partar. Upptøkurnar eru gjørdar í Evangeliihúsinum á heysti 2007.

Týtt og lagt til rættis hevur Dánial á Dul Jacobsen.

Lurta eftir sendingini

31/12-2007

Leygarkvøld í Lindini 29. des. 2007

Í sendingini sótu Preben og Dánial og prátaðu í samband við ársskiftið. Ringt varð til John Østergaard í Grønlandi. Eisini varð ringt til Poul Færø.


Lurta eftir sendingini


02/11-2007

Leygarkvøld í Lindini 3. nov.

Gestur í sendingini var Bergur Skovgaard.

 

 

Lurta eftir sendingini her

 

20/10-2007

Leygarkvøld í Lindini 20. okt.

Í kvøld sendu vit undirvísing um Talsmannin - Heilaga Andan frá familjuleguni hjá Evangeliihúsinum, sum var í Nesvík vikuskiftið 12. - 14. oktober í ár.

Dánial á Dul Jacobsen talaði.

 

Lurta eftir sendingini

 

21/09-2007

Leygarkvøld í Lindini 22. sept.

Vit hoyra eina talu hjá Poul Madsen, sum var tikin upp á eini gudstænastu í Karlslunde Strandkirke í juli mánaða í ár.

Poul Madsen, sum áður hevur vitjað í Føroyum fleiri ferðir, er í dag 91 ára gamal og tað er ein gleði at hoyra hansara klára evangeliska boðskap.

 

Lurta eftir sendingini her

 

08/09-2007

Leygarkvøld í Lindini 8. sept.

Í sendingini var Don Hinchcliff gestur. Don hevur vitjað oyggjarnar umleið 25 ferðir síðani hann var her á fyrsta sinni í 1961.

Don, saman við Zachariasi Zachariassen, bergtóku serstakliga børnini í 1961 við sínum spennandi barnamøtum, og er tað einki at ivast í, at mong barnahjørtu vórðu vend móti Jesusi.

 

Lurta eftir sendingini her

 

26/08-2007

Leygarkvøld í Lindini 25. august

Í sendingini leygarkvøldið var norska Sigrid Aksnes gestur. Sigrid búði sum stór smágenta 1 ár í Føroyum. Hon greiðir m.a. frá tí tíðini.
Fyri nøkrum árum síðani varð Sigrid álopin við knívi av ein flóttamanni, sum søkti friðskjól í Noreg. Hon greiðir frá, hvussu Harrin á ein undurfullan hátt møtti henni mitt í álopinum.

Lurta eftir sendingini

 

11/08-2007

Leygarkvøld í Lindini 11. august

Snorri Oskarsson og konan Hrefna Brynja Gisladóttir

Gestur í sendingini var Snorri Oskarsson. Snorri er Íslendingur ættaður úr Vestmannaoyggjunum, har hann hevur búð meginpartin av lívinum. Hann og konan Hrefna Brynja eru nú búsitandi á Akureyri og er Snorri fyrstøðumaður í Hvítusunnukirkjuni har.

Snorri er sera áhugaður í Ísrael og plagar at vera ferðaleiðari hjá íslendskum ferðamannabólkum í Ísrael. Sendingin í kvøld var eisini nógv merkt av Ísrael.

 

Lurta eftir sendingini her

 

16/07-2007

Leygarkvøld í Lindini 14. juli

Í sendingini í leygarkvøldið hoyrdu vit eina talu hjá pastorinum og rithøvundanum Steve McVey.

 

 

Lurta eftir sendingini her

 

 

30/06-2007

Leygarkvøld í Lindini 30. juni

Í sendingini í kvøld hoyrdu vit eina talu hjá pastor Joseph Prince úr Singapore. Hesa talu helt hann í Oslo Kristen Senter har Åge Åleskjær er pastorur.

 

Lurta eftir sendingini her

 

 

15/06-2007

Leygarkvøld í Lindini 16. juni

Í sendinigini Leygarkvøld í lindini leygarkvøldið 16. juni, segði Jens Peder Pedersen frá, hvussu samkoman hann sum ungur kom til í Herning vaks frá umleið 15 menniskjum til umleið 400. Og hvussu stríð í samkomuni býtti samkomuna upp í 3 bólkar.

Men Jens Peder kundi eisini við gleði siga frá hvussu samkoman, tá hon eyðmýkti seg kundi reisa seg og í dag er ein av teimum samkomunum, sum fór út í sínari tíð blivin sameint við Kristen Center aftur.

 

Lurta eftir sendingini

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as..." ella "Gem destination som..."

02/06-2007

Leygarkvøld í Lindini 2. juni

Samrøða við Thorkil Jørgensen, sum síðani 1994 hevur virkað í fongslum í Rumenia.

Ynskir tú at stuðla fongsulsmissióni í Rumenia kunnu gávur setast inn á:

Reg.: 1569 konta: 0 005 323 452

Viðmerk Fængelselsmissionen. Les meira á rescue-mission.dk ella rescue.ro

Ynskir tú at fáa infomail kanst tú senda eitt mail um hetta til: inforescue-mission.dk

 

Lurta eftir sendingini

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as..." ella "Gem destination som..."

 

Logga á

Skriva brúkaranavn og kotu her fyri at logga á:



Gloymt kotu?

Stuðlar hjá Lindini...

Høj Flutiningur "koyra kring alt landið"
Vitin
Matvøruhandilin "Inn"
UmsitingAmboðWebmasterYvirlitSamband