17/01-2008

M.C. á ferð í Ukreina, 5. partur

Ein býarmynd í Ukreina

Ferðin í Ukraina er væl fyriskipað, og hesaferð verður vitjað á einum tilhaldi fyri børn við breki. Fyristøðukvinnan, sum er fyrrverandi politikari, skipar fyri, at likamliga skerd og menningartarnaði kunnu koma á dagstovnin, har alt verður gjørt fyri trivnaðin hjá teimum.

Frásøgnin hjá Sigvardi Wallenberg sála heldur fram. Harrin roynir at vinna hjartað á undirhaldaranum, og vit hoyra m.a. um Uri Geller, sum fekk gaflar og skeiðir at boygna.

Og Mariann metir um sjúkrahúsið, sum varð vitjað í síðstu undanfarnu sending.

Lurta eftir sendingini her

Sendingin er at hoyra

Týsdagin 22. jan. kl. 13.10 - Mikukvøldið 23. jan. kl. 23.00 - Mikudagin 16. jan. kl. 15.00 - Leygardagin 19. jan. kl. 21.00

07/01-2008

M.C. á ferð í Ukreina, 4. partur

Mariann Restorff saman við læknum á barnasjúkrahúsinum

Ferðin í Ukraina gongur upp á stás, og hesaferð verður vitjað á einum stórum barnasjúkrahúsi í vertsbýnum. Skandinaviska Barnamissiónin hevur í áravís bæði stuðlað og stimbrað stovninum, sum staturin ikki hevur leskað við einari krónu til røkt og ábøtur, síðandi bygningurin kom upp at standa fyri 20 árum síðani.

Frásøgnin hjá Sigvardi Wallenberg sála heldur fram. Nú fer Harrin av álvara at banka á hjartadyrnar hjá honum.

Sonurin, Bo Wallenberg heldur fram at siga frá hjálpiarbeiðinum í hesum fyrrverandi Sovjetstatinum.

Lurta eftir sendingini her

Sendingin er at hoyra

Mikudagin 16. jan. kl. 15.00 - Leygardagin 19. jan. kl. 21.00

02/01-2008

M.C. á ferð í Ukreina, 3. partur

Onki verður blakað burtur - alt kann seljast!

Bussfylgið við ferðafúsum norðbúgvum er júst sloppið um marknaliðið frá Pólandi til Ukreina, og vit hoyra hvussu leikur fór, tá ið komið var á gistingarhúsið í tilhaldstaðnum Lutsk, og seinni sama kvøld varð farið ein gongutúr í býin.

Frásøgnin hjá Sigvardi Wallenberg sála heldur fram. Hesin harðrendi maðurin skilur einki av tí heila nú húsfrúgvin er komin til trúgv.

Sonurin, Bo Wallenberg avdúkar m.a. hvussu samstarvið við pápan byrjaði, og hjálpar arbeiðið í Ukraina kom í gongd í sínari tíð.

Lurta eftir sendingini her

12/12-2007

“M.C. á ferð” í Ukreina, 2. partur

Ukreinar hava hugflog

Ferðaliðið úr norðanlondum við kátum føðingardags gestum er í øllum góðum komið til Warzava í Pólandi. Higani verður ferðast í bussum eystur til marknaliðini í Ukreina – henda fyrrverandi Sovjet statin, sum enn á so mongum økjum knógvar undir Tjernebyl óhappinum í 1986.

Nógv spennandi veður at frætta á leiðini. Eisini hoyra vit framhald av upptøku við Sigvardi Wallenberg sála, sum sigur frá hendingum.

Sjálvandi verður eisini vitjað á gólv í føðingardagshøllini.

Lurta eftir sendingini her

 

22/11-2007

“M.C. á ferð” í Ukreina, 1. partur

Bo Wallenberg og ein ukreinsk samverkakvinna á 15 ára føðingardagshaldinum.

Nú verður aftur høvi til at leita burtur í lond saman við M.C., sum í døgunum 20.-28. oktober 2007 vitjaði handan hitt fyrrverandi Jarntjaldið, til Ukreina, har hitt føroyska fótbóltlandsliðið nakrar dagar frammanundan hevði kent sviðan av einum 0-5 tapi.

    Henda ferðin eysturum varð gjørd í sambandi við, at liðin vóru 15 ár síðani hin Skandinaviska Barnamissiónin fór undir sítt hjálpararbeiði í landinum. Og tað skuldi hátíðarhaldast!

    Í hesi fyrstu sendingini liggur leiðin úr Århus, har Restorff´s hjúnini búleikast, til Malmø, hagani flogið verður eystur í lond. Vit hoyra eisini melið í Sigvardi Wallenberg sála, sum grundaði missiónina, og fáa sjálvandi eina smakkroynd av hugalagnum í sjálvum 15 ára føðingardagshaldinum.

Lurta eftir sendingini her

 

08/06-2007

“M.C. á ferð” týsd. 12. juni kl. 13.10

Fjepparí – við og uttan hár.

Í hesi næstsíðstu ferðafrásagnini av heimsins størstu oyggj, fara vit enn einaferð á Jeep Safari í økinum við Innlandsísin, har m.a. verður prátað við ein amerikanara, sum vitjaði í Føroyum í sambandi við Vágatunnilin.

 

Leitað verður enn einaferð innar á flogvallasavnið hagani vit hoyra smásøgur. Eisini hitta vit grønlendsku úrmælingarnar Nick Nielsen, sum er fjallaklintrari, og Simon Jensen, sum rør kajak.

 

Sendingin verður at hoyra:

Týsdagin 12. juni kl. 13.10

Mikudagin 13. juni kl. 23.00

Mikudagin 20. juni kl. 16.00

Fríggjakvøldið 22. juni kl. 21.00

 

Tak niður sendingar her

 

29/05-2007

“M.C. á ferð” týsd. 29. mai kl. 13.10

Eitt óvanligt búpláss

Staðurin, Sunnari Streymfjørður, er tað sum hann er takkað verið flogvallasøguni. Her eru eingi fornminni, og “eldru” frásagnirnar stava mestsum allar frá seinnra heimsbardaga – til dagin í dag.

 

Føroyingurin Reidar Klein, sum býr í kommununi, sleppur upp í part við heimildum, og fjallaklintrarin, Nick Nielsen verður góðhýrdur tá ið hann endurminnist upplivingar á leiðini.

 

Vitjanin á Innlandsísinum er ein øðrvísi uppliving, og er hon onkursvegna við til at sermerkja henda vellinginum av framsøgnum, sum fyrrverandi hotelmaðurin ristir fram úr ermuni.

 

Sendingin verður at hoyra:

Týsdagin 29. mai kl. 13.10

Mikudagin 30. mai kl. 23.00

Mikudagin 6. juni kl. 16.00

Fríggjakvøldið 8. juni kl. 21.00

 

Tak niður sendingar her

 

14/05-2007

“M.C. á ferð” týsd. 15. mai kl. 13.10

Nick Nielsen legði Mount Everest undir seg

Nú steggin og bøgan úr Havn, syngja síðsta ørindi á grønlandsferðini, verður ikki minni hugaligt hjá lurtaranum. Vit fáa m.a.innlit í hvussu amerikanarar við slagrópinum “Blue West Eight” í 1941 settu upp herbúðir sínar, og bygdu eina stóra flogstøð fyri endanum av tí knapt 170 km langa Sunnara Streymfirðinum.

 

Eins og Ovi Joensen sáli úr Nólsoy evnaði at savna tjóðina í sínari tíð, stóðu grønlendingar sum ein maður um reystmennið Nick Nielsen, sum á sumri í 2005 setti fótin á heimsins hægsta fjallatind, Mount Everest.

Vit hoyra henda søgufróða unglingan í hesi og nøkrum komandi sendingum siga frá upplivingum á lívsleiðini. At hann á sinni hitti “okkara Tobba” umborð á Halgafelli í Norðurgrønlandi, ger ikki sendirøðina minni áhugaverda.

 

Eisini frættist frá einari Jeep Safari í økinum við Innlandsísin.

 

Sendingin verður at hoyra:

Týsdagin 15. mai kl. 13.10

Mikudagin 16. mai kl. 23.00

Mikudagin 23. mai kl. 16.00

Fríggjakvøldið 25. mai kl. 21.00

 

Tak niður sendingina á ftp-arkiv.

 

28/04-2007

“M.C. á ferð” týsd. 1. mai kl. 13.10

Skeltið á flogvøllinum sigur sína søgn

Í sendingin fylgja vit yvirgongdini frá Sisimiut til

Sunnara Streymfjørðin, har Restorff´s hjúnini hava

tilhald í nakrar dagar áðrenn leitað verður heimaftur

á klettarnar.

 

Hesin staðurin er hvørki ein bygd ella býur. Talan er harafturímóti

um ein flogvøll við øllum, sum hartil hoyrir av gistingarmøguleikum,

útferðum o.ø. til hin ferðandi. Bæði bygningar og vegir bera brá av, at

amerikanarar bygdu útplássið undir seinna veraldarbardaga – stórfingið,

sum alt hevur verið.

 

Hóast tíðarinnar tonn er farin at síggjast í framtakinum, og nýggj hugaløg

mynda gerandisdagin, er staðið og fólkið her– in the middle of nowhere –

ein sjarmerandi uppliving, sum lurtarin kann gleða seg at frætta meira um

í nakrar vikur afturat.

 

Sendingin verður at hoyra:

Týsdagin 1. mai kl. 13.10

Mikudagin 2. mai kl. 23.00

Mikudagin 9. mai kl. 16.00

Fríggjakvøldið 13. mai kl. 21.00

 

Tak niður sendingina á ftp-arkiv.

 

16/04-2007

“M.C. á ferð” týsd. 17. apríl kl. 13.10

Fullsett varð, tá Mariann og M.C. søgdu vinum og kenningum í Sisimiut farvæl.

Restorff´s hjúnini eru so smátt farin at siga vinum og kenningum í hinum gamla handilstaðnum ”Holsteinsborg” farvæl. Lurtarin sleppur við innar á sjúkrahúsið í býnum fyri at hoyra orgunsangin hjá starvsfólkunum, og vit hitta teir báðar, Reidar Klein og Kára við Stein, sum altíð eru tíðindafróðir.

 

Ólavur Jøkladal lesur fyri okkum eina stuttsøgu um bøn við Norðpólin– eina av mongu eimildunum um norðmannin og grønlandsvinin, Frithjof Nansen. Leitað verður ein túr í býin, umframt at fingið verður um endan á einari avstaðfaringar-samkomu fyri greipuni úr Havn. Starvsfelagar hjá konuni, umframt grønlendskir vinir og kenningar savnaðust í fríkirkjuni Zionsborg henda dagin. Grønlendsku sangirnir, sum vit hoyra ímillum teir ymsu tættirnar í sendingini, eru allir frá hesum fráfaringarhaldinum.

 

Sendingin verður at hoyra:

Týsdagin 17. apríl kl. 13.10

Mikudagin 18. apríl kl. 23.00

Mikudagin 25. apríl kl. 16.00

Fríggjakvøldið 27. apríl kl. 21.00

 

Tak niður sendingina á ftp-arkiv.

 

03/04-2007

“M.C. á ferð” týsd. 3. apríl kl. 13.10

Kapellið og kirkjan í Sisimiut

Á heimabeitinum hjá M.C. í Sisimiut verður dúliga leitað aftur í tíð, og upplýsingarnir flúgva um oyrini á okkum. Visti tú, at pokurnar gjørdu av við 357 av teimum 400 íbúgvunum, sum búðu her í býnum í 1773 ? At ikki var óvanligt at hava 2 konur í gomlum døgum? At unglingin skuldi sleppa beinunum á fyrstaveidda kópi sínum niður aftur í dýpið; afturfyri skuldi havdjórið lata seg veiða umaftur og umaftur?

Hetta og mangt annað ber nú til at leggja sær í geyma.

 

Eisini hoyra vit melið í hini grønlendsku Nivi, sum leiðir okkum innar í kirkjuna í “Holsteinsborg”, har hon fer at siga frá.

 

Sendingin verður at hoyra:

Týsdagin 3. apríl kl. 13.10

Mikudagin 4. apríl kl. 23.00

Mikudagin 11. apríl kl. 16.00

Fríggjakvøldið 13. apríl kl. 21.00

 

Tak niður sendingina á ftp-arkiv.

 

16/03-2007

“M.C. á ferð” týsd. 20. mars kl. 13.10

Jørgen veit alt um byrsur

Nú siglt verður norður aftur til Sisimiut eftir útferðina í Nuuk, eru stundir til at hugleiða eitt sindur um eitt nú Norðsetur Hús, sum vóru í leikum í grønlendska høvuðsstaðnum. Eisini frætta vit um bátafelagið, sum kundi halda 40 ára stovningardag, um frímerki, sum hava fingið virðislønir úti í heimi, og um Greenpeace, sum hesaferð komu til Grønlands í friðarørindum umborð á hinum

fyrrverandi norska kópadreparanum, Artic Sunrise.

 

Vitnisburðurin hjá dananum, Jørgen Jensen, sum hevur grønlendska konu, er enn eitt dømi um, at Harrin signar Orðið, sum føroyingar og onnur sáa í útnorði.

 

Sendingin verður at hoyra:

Týsdagin 20. mars kl. 13.10

Mikudagin 21. mars kl. 23.00

Mikudagin 28. mars kl. 16.00

Fríggjakvøldið 30. mars. kl. 21.00

 

Tak niður sendingina á ftp-arkiv.

 

06/03-2007

“M.C. á ferð” mikud. 14. mars kl. 16.00

By by Nuuk

Í hesi seinastu frásøgnini úr hinum grønlendska høvuðsstaðnum, verður leitað á gólv í Útvarpinum, har prátað verður við eitt fólk í plátusavninum.

Føroyingar hittast bæði í miðbýnum og seinni henda dagin niðri á havnalagnum, har dúliga verður rópt og veittrað, nú Restorff´s hjúnini leita norður aftur til Sisimiut við strandferðsluni.

Samanumtikið má sendingin sigast at rúma einari ørgrynnu av upplýsingum, sum hin tíðindafróði kann súgva til sín.

 

Sendingin verður at hoyra:

Mikudagin 14. mars kl. 16.00

Fríggjakvøldið 16. mars. kl. 21.00

 

Tak niður sendingina á ftp-arkiv.

 

21/02-2007

“M.C. á ferð” mikud. 28. feb. kl. 16.00

Á gátt hjá Jonnu og Hans Sivertsen í Nuuk.

Í hesari næstsíðstu frásøgnini úr hinum grønlendska høvuðstaðnum, verður m.a. prátað við leiðaran í einum ítróttarhandli, Brynleif Steinberg. Peningur er millum stórbýarfólkið, og sæst tað aftur í keypsáhuganum.

 

Eisini hoyra vit melið í klaksvíkingunum Paula Heinesen, Johan Isaksen og Maller, sum allir hava sína søgu. Mariann fer at leita eftir barnadeildini á sjúkrahúsinum, og útvarpsverturin slotar seg fram á aktuelt og søguligt tilfar í býnum.

 

Sendingin verður at hoyra:

Mikudagin 28. feb. kl. 16.00

Fríggjakvøldið 2. mars. kl. 21.00

 

Tak niður sendingina á ftp-arkiv.

 

06/02-2007

“M.C. á ferð” hósd. 15. feb. kl. 16.00

Mary hugnar um børnini niðri á havnalagnum.

   Í hesum 3. og síðsta afturhvarvinum, verður leitað á trúboðanarferð umborð á Juvel í juli 2005.

   Á leiðini hitta vit m.a. hina aldrandi grønlendsku Inger, sum er leitað oman á tekniska skúlan fyri at heilsa ommusoninum, nú hann fær prógvið.

   Úr fólkasøguni, frættist m.a. um hina sonevndu “aðru kristnina” av Grønlandi, við hinum norska prestinum Hans Egede í 1721.

   Hetta, saman við hesi 4. trúboðanarferðini við “Juvel” til bygdina Akunnaaq, er enn eitt dømi um, at víst jarðar Harrin arbeiðsmenn sínar frá tíð til aðra, men arbeiðið heldur fram.

 

Sendingin verður at hoyra:

Hósdagin 15. feb. kl. 16.00

Fríggjakvøldið 16. feb. kl. 21.00

 

Tak niður sendingina á ftp-arkiv.

 

23/01-2007

“M.C. á ferð” mikudagin 31. jan. kl. 16.00

Snotiliga flogfarið hjá Grønlandsfly

    Í hesum afturhvarvinum frá 1. juni 2005, fara vit bókstavliga á flog. Á ferðini hoyrist m.a. røddin í Suna Poulsen, sum er ávegis til Grønlands á ráðstevnu.

    Áðrenn fráferðina úr Føroyum, prátaði M.C. við Dáva Winther, mentanarleiðara hjá Klaksvíkar Býráði. Dávur kemur við onkrari góðari, sum hann kunnar um vinarbýarsamstarvið millum Klaksvík og hin grønlendska býin Sisimiut, hagar leiðin hjá hjúnunum úr Havn gongur.

    Havnakonan, Lis Hammer, endurminnist ta líkinda móttøkuna, sum hon og maðurin fingu, táið tey búsettust í Nuuk á sinni.

    Hvørja móttøku útvarpsverturin og konan fáa, nú tey stíga úr flogfarinum – ja tað kemur eisini fyri dagin.

    Klaksvíksgingar, við Janusi Jacobsen á odda, levera so at siga allar sangirnar í sendingini.

 

Sendingin verður at hoyra:

 

Mikudagin 31. jan. kl. 16.00

Fríggjakvøldið 2. feb. kl. 21.00

 



Forgot your password?

Stuðlar hjá Lindini...

Høj Flutiningur "koyra kring alt landið"
Vitin
Matvøruhandilin "Inn"
UmsitingAmboðWebmasterYvirlitSamband