18/01-2008
Á Bylgjulongd 18. jan.
Tórhild Bjarkhamar greiddi frá einum "Syngið við" kvøldið sum verður í Missiónshúsinum í Leirvík, Sunnukvøldið 20. jan. Kl.18.00 – vit fara at “syngja sangirnar vit ongantíð gloyma”. Á skránni verður m.a. • Andakt • Barnakór • Felagssangur • Solosangur • Drekka
Missiónsvikan byrjar eisini í Leirvík týsdagin 22. Januar. Kl. 20.00.
Bjartur F. Johannesen greiddi frá Missiónsvikuni í Meinigheitshúsinum í Tórshavn sum verður frá sunnudegnum 20. jan. til 27. jan.
Síggj skránna her (PDF fílur)
Eisini hoyrdu vit eitt ummælið av fløguni hjá Proclaim "Grateful"
17/01-2008
Á Bylgjulongd 17. januar
Tátturin "Her og Har" var á skránni í morgun. Lisnar vórðu tvær greinar úr kristnu, donsku vikuavísini Udfordringen. Fyrra greinin var um Hanne & Jan Berthelsen, sum blivu frelst og loyst úr rúsevnismisnýtslu og nú hjálpa øðrum í líknandi støðu. Seinna greinin var um kendu, kristnu songkvinnuna Jaci Velasquez, um leið hennara upp á tindar gjøgnum dalar og uppaftur.
Síðani kom Poul Færø á gátt og lat tað fløða frá sínum fylta hjarta.
16/01-2008
Á Bylgjulongd 16. januar
Hildibrandur Olsen var gestur í sendingini í morgun, og tosað varð um felags bønarvikuna, sum var millum Filadelfia og Evangeliihúsið í seinastu viku.
15/01-2008
Á Bylgjulongd 15. jan.
Í dag var Svenning av Lofti á gátt. Hann greiddi okkum frá møtum, sum hann saman við Páll á Lakjuni o.ø. fer at hava kring oyggjarnar í næstum.
Síðani vóru Bjarta og Trygvi Petersen gestir. Tey hava seinastu tvey árini verið sum familja við Logos 2.
At enda høvdu vit eitt prát við Elmu Johansen, sum hevur tónleikasendingar í Lindini.
14/01-2008
Á Bylgjulongd 14. jan.
Í hesi sendingini hava vit hoyrt Mariu Forrestal greiða frá sínum arbeiði sum Fransiskanasystur í Føroyum. www.katolsk.fo
Vit prátaðu við Sunnevu Mariu og Harry Gudmundson um Adventistakirkjuna. Vitja heimasíðu teirra her
At enda greiddi Inga Dam frá sunnudagsskúlanum sum júst er byrjaður í Vesturkirkjuni í Havn
11/01-2008
Á Bylgjulongd 11. jan.
Eitt innslag við Petur Háberg Jacobsen frá Hitabylgjuni summar 2007 var á skránni. Síðani hoyrdu vit Jóhan Páll Joensen greiða frá sangløtu sum verður í Badmintonhøllini í Klaksvík leygarkvøldið 12. jan. kl. 21.00.
Til seinast greiddi Reimund Langgard frá fimm Toymisferðum sum verða í summar 2008, ið eru til Kenya, Ukreina, Ísrael, Kina/Vjetnam og til Danmarkar.
10/01-2008
Á Bylgjulongd 10. januar
Í morgun var Tummas Jacobsen gestur í sendingini. Tosað varð í samband við felags bønarvikuna, ið Filadelfia og Evangeliihúsið hava í vikuni. Felags bønarvikan heldur fram í kvld og annaðkvøld í Filadelfia kl. 20 og felags bønardagur verður í Evangeliihúsinum leygardagin frá 10 - 15. Ókeypis ábit verður umleið kl. 12. Felags bønarvikan endar sunnudagin við felags morgunmøti í Filadelfia kl. 10.45.
10/01-2008
Á Bylgjulongd 9. jan.
Poul Færø var gestur í sendingini og greiddi hann m.a. frá hvussu evangeliið hevði ávirkað slekt hansara í báðar ættir.
08/01-2008
Á Bylgjulongd 8. jan.
Vit ringdu til Jens og Malenu Meitelberg, sum virka í Kenya. Tey greiddu frá tí torføru støðu, sum landið er í. Um tey mongu heimleysu, vegna ófriðin. Eisini søgdu tey hvussu vit kunnu vera við til at stuðla. Ynskir tú at stuðla, so kanst tú flyta pening á konto í EIK BANKA - Reg. 9181 Konta: 165.812.5 "Neyðhjálp í Kenya"
Síðani var Dánjal J. Petersen gestur. Hann tosaði um lívið saman við Jesusi og um Evangelist-tænastuna í Kelduni.
07/01-2008
Á Bylgjulongd 7. jan.
Poulina Petersen greiddi frá meðan hon var á bíbliuskúla í New Zelandi.
Tosað var eisini við Bárður við Skipá. Hann er multimediamaður, undirvísir í tónleiki og skipar fyri ymiskum tiltøkum í Filadelfia. Í hesari sendingini fortelur hann frá gallaveitsluni sum var 30. des. www.filadelfia.fo
Sólbjørg Dulavík greiddi frá sínum uppvøkstri, arb. lívið, áhugamálum og hvat Gud hevur at siga í hennara lívið.
05/01-2008
Á Bylgjulongd 4. januar
Tvær nýggjárssamrøður vóru á skránni í sendingini. Fyrst varð tosað við Mariann og M.C. Restorff, og síðani varð tosað við Niels Paula Nónstein, sum saman við familjuni hjálpir til við arbeiðnum á Kristnastovu í Keypmannahavn.
Seinast í sendingini var tátturin "Her og Har" á lofti. Lisin var grein um Haouthane, sum er ættað frá Comorraoyggjunum, men nú býr í Danmark. Hon fekk álvarsliga sjúku, sum læknarnir ikki fingu hjálpt henni við. MEN Haouthane helt seg til og helt fast við Gudsi lyftir.
04/01-2008
Á Bylgjulongd 3. januar
Hildið varð fram við nýggjárssamrøðum. Tosað varð við Jóhan Petur Johannesen, Sannu Hammer og Heðin Lamhauge.
Seinni í sendingini var Tummas Jacobsen gestur.
02/01-2008
Á Bylgjulongd 2. januar
Í ársins fyrstu morgunsending vóru nakrar nýárssamrøður. Tosað varð við Jóna Johannesen samkomuleiðara í Oasuni, Símun Jacobsen samkomuleiðara í samkomuni Lívsins Orð í Runavík, Svenning av Lofti evangelist og Paula Høj samkomuleiðara í Kelduni í Skálafirði.
Seinni í sendingini var Poul Færø gestur.
22/12-2007
Á Bylgjulongd 21. des.
Eyðun Jacobsen greiddi frá einari jólasangløtu sum verður í Kelduni sunnukvøldið 23. des. kl. 21.00, har tey fara at syngja kendar og nýggjari jólasangir. Ymiskar sangkreftir koma at luttaka, Kvartettin í Betesda, Lisa Frederiksberg, Terji Vestergaard, Eyðun og døtrar, Lovsangskórið í Kelduni, o.o. Eisini verður dansiframførðsla. Sum altíð verður eisini kaffi á skránni. Sum hini árini hava vit eisini eina innsavnan til missión.
Síðani varð práta við Ron Kenoly, Andrew Djurhuus og Terja Vestergaard frá konsertini sum var í Kelduni 19. des. kl. 20.30, har Ron Kenoly luttók saman við United Voices á 10 ára degnum hjá kórinum.
Jonhard Poulsen greiddi eisini frá hvussu tað er at halda jól í Grønlandi.
19/12-2007
Á Bylgjulongd 19. des.
Tátturin "Her og Har" var á skránni í morgun. Lisnar vóru tvæt greinar ein úr Magazinet um Kaka, sum av FIFA er kosin heimsins besti fótbóltspælari. Hin var úr Udfordringen var um tann nú 8-ára gamla Samuel Armas, sum, tá hann bert var 21 vikur gamalt fostur, varð skorin fyri mønubrokk. Tá skurðviðgerin var av í øllum góðum, men áðrenn seymað varð saman aftur, stakk lítli Samuel hond sína út gjøgnum skurðin og "heilsaði" uppá skuðrlæknan. Les greinina
Tosað varð eisini við Andrew Djurhuus um konsertina við United Voices og Ron Kenoly, sum verður í Kelduni í kvøld kl. 20.30.
Aftur í dag vitjaði Poul Færø og deildi Guds orð við okkum.
19/12-2007
Á Bylgjulongd 18. des.
Fyrsta vitjan var av Árna Dam. Hann tosaði m.a um jólapakkar til russarar, sum eru við skipum her á leið.
Vit høvdu síðani nøkur innsløg frá jólaborðhaldinum, ið Lindin hevði síðsta leygarkvøld har práta varð við Randi Absalonsen og Hjalta á Lava.
Poul Johan Djurhuus, sum er staddur í Rumenia í løtuni var á tráðnum, og greiddi frá vitja í fongsulvitjan í Rumenia.
At enda kom Maiken Háberg Hansen á gátt. Hon er heima í jólafrí.
18/12-2007
Á Bylgjulongd 17. des.
Birnu Nattestad greiddi frá jólaveistlunum í Meinigheitshúsinum í Havn. Reidum Hjellefladt greiddi frá "Jesuskvinner í Oslo".
Vit hoyrdu um bíbliugranskingar hefti hjá Anne Graham Lotz " Synet af hans herlighet" sum er um Opinberingina. Marita Arge, Ann Zakariassen og Jakubina Hanson hava greitt frá hvat tær fáa burturúr granskingarheftinum.
At enda var tosað við Sirikit Jacobsen og vit hoyrdu hennara sang "gávan".
14/12-2007
Á Bylgjulongd 14. des.
Cecilia Poulsen greiddi frá nýggju sendingini ”Lindin – eisini fyri grønlendingar”. Hetta er ein sending á grønlendskum, fyri grønlendingar og um Grønland, við grønlenskum sálmum og sangum. Vertir í sendingini eru Cecilia Poulsen (móður) og Mari í Løðuni (dóttur).
Bólkurin Proclaim gevur í hesum døgum fløgu út sum kallast Grateful. Bjartur Fonsdal Johannesen og Pauli Reinert Poulsen vitjaðu í útvarpstovuni og greiddu frá bólkinum og fløguni.
Til seinast vitjaðu Karis í Liða, Manuel Delgado og Mai Laksafoss Simonsen og greiddu frá einum ungdómstiltaki sum er í Hebron á Argjum leygardagin 15. des, har skráin er soleiðis: kl. 16.00 Workshop og kl. 21.00 Simple Life Café við m.a. Kristinu Bærentsen
13/12-2007
Á Bylgjulongd 13. des.
Í morgun varð ringt til Hans Jacob á Lava í Danmark. Hann fer saman við Thorkild Jørgensen (fyrireikari), Poul Johan Djurhuus og Steve Dulwich til Rumenia á fongsulmissión. Teir fara í morgin og koma aftur til Danmarkar leygardagin 22. desember. Við sær hava teir m.a. 800 jólapakkar til fangarnar. Hans Jacob heitti á okkum øll at minnast teir í bøn hesar dagarnar.
Seinni í sendingini vitjaði Poul Færø.
12/12-2007
Á Bylgjulongd 12. des.

Í sendingini var Zacharias Zachariassen gestur. Hann greiddi frá um bókarøðina "Frá penni Petur Hábergs".
Eftir ætlan kemur fyrsta bókin í røðini út í næstu viku. Í hesi fyrstu bókini er ymiskt skrivligt tilfar, sum Petur Háberg hevur skrivað, men sum ikki er komið út í bók áður.
11/12-2007
Á Bylgjulongd 11. des.
Vit ringdu til føroysku Maureen Djurhuus Clarke, sum býr saman við enska manni sínum og tveimum smáum børnum í Norður-vestur Afrika.
Síðani ringdu vit til Keypmannahavnar og tosaðu við Susan Berghamar.
At enda høvdu vit vitjan av Óla Breckmann og Beintu Háberg Jacobsen, sum greiddu okkum frá arbeiðnum í Barnahjálparagrunninum.
Um tú ynskir at stuðla tørvandi føroyskum børnum, ber til at seta teg í samband við ein teirra.
10/12-2007
Á Bylgjulongd 10. des.
Vit hava hoyrt frá einum kvinnumøti hjá heimaforbundinum í Frelsunarherinum í Havn. Evni: Elisabeth føddi Johannes - Maria føddi Jesus - Hvat hevur tú føtt?
Eisini greiðir Jeanne Reinert Poulsen frá tí nýggju gentufløguni hjá gentukórinum í
Meinigheitshúsinum í Havn.
07/12-2007
Lindin – eisini fyri grønlendingar
Sunnukvøldið 9. des. kl. 19.30 verður á fyrsta sinni send sendingin ”Lindin – eisini fyri grønlendingar”.
Hetta er ein sending á grønlendskum, fyri grønlendingar og um Grønland, við grønlenskum sálmum og sangum.
Vertir í sendingini eru Cecilia Poulsen (móður) og Mari í Løðuni (dóttur). Tær hava í eina tíð hugsað um henda møguleikan, og tá tær so settu seg í samband við leiðsluna í Lindini, var leyst og liðugt beinanvegin.
Sendingin fer av bakkastokki kl. 19.30 sunnukvøldið 9. des. og verður endursend fríggjadagin 14. des. kl. 17.00. Ætlanin er at hava sendingina 14. hvønn dag, men fram móti jólum verður hon send hvørja viku.
”Lindin – aamma kalaallinut” tusarnaaruk sapaatiuppat nal. 19.30 aamma marlunngorpat nal. 02.00 tallimanngorpallu nal. 17.00
Aallakaatitassiami kalaallisut oqalussaagut, kalaallinut, nunarpullu pillugu. Kalaallit erinarsuutaat tussiutaanillu tusagaqartassaagut.
07/12-2007
Á Bylgjulongd 7. des.
Stór jólakonsert við Ron Kenoly og United Voices í Kelduni 19. des.
19. desember klokkan 20.30 skipar Gjamma fyri eini stórari jólakonsert við heimskenda gospel-sangaranum Ron Kenoly og gospel-kórinum United Voices.
Nøgdin av atgongumerkjum er avmarkað, bíleggjast kann við at senda teldupost til post@gjamma.com ella ringja tlf. 742181 Kostnaður fyri vaksin er 275,- og fyri børn 3-13 ár 175,-. Atgongumerkjasøla og meira er at lesa um konsertina á heimasíðuni hjá Gjamma: www.gjamma.com
Arni Zachariassen er byrjaður uppá eina nýggja sending í Lindini, sum eitur "Hin alternativa tónleikasendingin". Hann greiddi frá hvat hetta er fyri sending og um innihaldi.
Til seinast prátaðu vit við Jóngerð Mikkelsen, leiðara fyri Heimamissiónsforlagið, har hon greiddi frá at fram til jóla hevur Heimamissiónsforlagið (HMF) bóka- og fløgusølu í Bø, í Leirvík, í Fuglafirði og í Havn. Annars fæst tilfar frá Heimamissiónsforlagnum til keyps í bókhandlum og aðrastaðni um landið og á Heimamissiónsskrivstovuni í Nesvík og á heimasíðuni www.hmf.fo
Les meira um upplatingartíðir her
04/12-2007
Á Bylgjulongd 4. des.
Julia Feilberg Zakariassen var fyrsti gestur. Hon er heilsurøktarfrøðingur og starvast innan barna og ungdóms psykiatri. Eitt nýtt og avbjóðandi starv í Føroyum.
Síðani ringdu vit til Chicago, har vit tosaðu við Evu í Liða Collins. Hon hevur búð uttanfyri Føroyar í mong ár. Hon greiddi eitt sindur frá sínum lívi og virki.
At enda í sendingini var Mai Laksafoss Simonsen gestur. Hví hon valdi a fara úr starvi á Hagstovu Føroya og til at vera heimagangandi, greiðir hon her frá.
04/12-2007
Á Bylgjulongd 3. des.
Vit hava hoyrt frá einum jólahugnakvøldið í KFUK í Klaksvík sum tríggir kvinnuligir bíbliubólkar skipaðu fyri.
Emnið var: Fanny Crosby (Frances Jane Crosby) og hvønn týdning/inspiratión hon hevur fyri kvinnur ídag.
Eisini hoyrdu vit nógvan tónleik hjá Fanny Crosby.
At enda hoyrdu vit nakrar sangir hjá Kallakórinum úr Íslandi.
01/12-2007
Leygarkvøld í Lindini 1. desember
Í sendingini í kvøld hoyrdu vit eitt prát við Martin Joensen. Hetta prátið var fyrstu ferð sent 17. desember 2005.
30/11-2007
Á Bylgjulongd 30. nov.
Nýggjur filmur á DVD "Søgan um Jesus søgd fyri børnum" er komin á føroyskum. Filmurin fæst keyps fyri 150 kr. kring landið. Práta varð við Heina Lutzen, Elin Mouritsen, Richard Schwartson, Edvin Niclasen og Áka Lutzen um verkætlanina.
Les meira her - www.jesusfilm.org
Mia Jacobsen greiddi frá at um tú vilt vera við til at stuðla fíggjaliga, so kann hon keypa eina jólagávu til børnini á barnaheiminum hjá New Life Ministry. Saman kunnu vit geva børnunum eini ógloymandi jól. Tú kanst flyta eina upphædd á Eik konto: 9181 - 4576553
Árni Øregaard greiddi frá nýggjari jólafløgu sum eitur "Jól í dag". Nógvir ymiskir sangarir eru á fløguni, Heine Lutzen, Kim Hansen, Margit Justinussen, Jóhan Magnus Kristiansson Olsen, Lisa Frederiksberg, Torkil Mørkere, Sølva Ford, Guðrið Hansdóttir, Brandur Enni og Sigrid Rasmussen.
29/11-2007
Á Bylgjulongd 29. nov.
Linda Petersen var medvertur í sendingini. Hon hevði nógvan góðan tónleik við sær, eisini nýggju jólafløguna "Jól í dag".
29/11-2007
Á Bylgjulongd 28. nov.
Fyrst varð prátað við Áka Lutzen og Edvin Niclasen, sum eru í starvsvenjing í Lindini í 2 vikur.
Síðani fingu vit vitjan av Poul Færø. Poul tosaði um Móses og tornarunnin
28/11-2007
Á Bylgjulongd 27. nov.
ì fyrru hálvu av sendingini, snúði prátið seg um vikuskiftismøtini, sum vóru í Kelduni 23.-25. nov. við Hilde og Erik Bedesvaag. Prátað varð við Rannvu á Royðutoft um kvinnumøtið leygardagin, har Lydia Petersen úr Klaksvík eisini hevði eitt orð.
Síðani var Joen Magnus Rasmussen úr Leirvík, gestur. Hann arbeiðir m.a sum røktingarmaður í Søldafirði. Hann lýsti hugtakandi hirðan og seyðin og samanbar við tað kristna lívið.
27/11-2007
Á Bylgjulongd 26. nov.
Í hesi sendingini hoyra vit frá einum panelfundi ið Miðvágskirkja skipaði fyri á eini bygdalegu í Nesvík. Evni: Betri kirkja - fleiri fólk. Elsa í Garði tosaði við Richard Johansen og Heine S. Christiansen. Eisini tosaði Elsa við 5 tilvildarlig fólk og spurdi tey um tey gingu í kirkju og hví. Síðani greiddi Elsa frá eini familju gudstænastu í Hoyvíkarkirkju við Sverra Steinhólm og gentukórið úr Meinigheitshúsinum sang. Vit hoyra tveir nýggjar sálmasangir sum gentukórið
í Meinigheitshúsinum út við eini nýggjari jólafløgu.
22/11-2007
Á Bylgjulongd 22. nov.
Í sendingini var frammi um tað nýggju útgávuni av danska nýggja testamentinum, sum nú eitur "Den nye aftale". Les meiri á heimasíðuni hjá Det Danske Bibelselskab.
Eisini var Johannes Ólavsson gestur í sendingini. Hann kom í gjár, sjálvur triðji, aftur av ferð í Nashville. Teir hava verið har yviri og tikið eina fløgu við Theodor Petersen upp. Vit sluppu at hoyra brot úr 4 av teimum í alt 14 sangunum, sum koma at vera á fløguni.
20/11-2007
Á Bylgjulongd 20. nov.
Vit høvdu verið á vitjan í Smiðjuni í Lítluvík, har Gullbritt Hansen og Lydia Petersen høvdu málningaframsýning.
Vit prátaðu eisini við norsku Hilde Bedesvaag, ið saman við manninum Erik kemur til Føroya á vitjan komandi vikuskifti. Hon fer at hava spennandi kvinnumøti leygardagin í Kelduni. Elsi Christiansen var á gátt og greiddi frá jólapakkum til russiskar sjómenn.
Til seinast var Óli á Grømma í útvarpsstovuni og segði okkum frá lívi og virki sínum í New Tribes Mission. www.ntm.fo
21/11-2007
Á Bylgjulongd 21. nov.
Ringt var til Erik Bedsvaag í Noregi. erik og konan Hilde koma til Føroya seinni í vikuni at vitja Kelduna í Skalafirði. Á heimasíðuni hjá Kelduni sæst skráin fyri møtini hjá teimum.
Eisini kom Germ Hansen sum saman við konuni býr í sønderborg. tey eru heima í føroyum og vitja fyri tíðina. Germ greiddi frá arbeiðum hjá Gideon-felagsskapinum. Meiri fæst at vita á heimasíðuni hjá donsku Gideonitterne.
16/11-2007
Á Bylgjulongd 16. nov.
Samfelagsstevna í Havn
Alexsandur Samuelsen greiddi frá samfelagsstevnuni í Havn frá 14. til 18. nov. sum Brøðrasamkoman skipar fyri.
Lesið meira um skránna her
Edith Mørkøre sýnir málningar
fram í Gallarí Oyggini á Tvøroyri
Edith vitjaði í útvarpstovuni og greiddi frá hvat hon arbeiðir við sum listamálari fulla tíð. Gallarí Oyggin er opin týsdag til sunnudag frá kl. 14.00 til kl. 18.00. Eisini skal Edith hava framsýning á Cafe Jinx í desember. Til ber at síggja nakrar av málningunum hjá Edith á myspace síðu hennara
Lovsangskvøld og ungdómsgudstænasta í Leirvík
Petur Súni Jacobsen greiddi frá tiltøkum í vikuskiftinum. Leygarkvøldið 17. nov. kl. 21.00 verður lovsangskvøld í Missiónshúsinum í Leirvík. Á skránni verður nógvur lovsangur, andakt, sangframførsla, drama, fríur vitnisburður o.s.fr.
Sunnukvøldið 18. nov. kl. 21.00 verður ungdómsgudstænasta í kirkjuni í Leirvík. Uni Næs, prestur, talar um evni “náði og fyrigeving - tann rætti vegurin at ganga”. Eisini verður drama, sangframførsla og altargongd.
Lesið meira her

15/11-2007
Á bylgjulongd 15. nov.
Poul Færø var gestur í sendingini. Tað varð tosa um frelsuna á ein serstakliga nærverandi hátt.
14/11-2007
Á bylgjulongd 14. nov.
Í morgun varð ringt til M.C. Restorff, sum saman við konuni Mariann býr í Århus. M.C. greiddi millum annað frá túri, hann hevur nýliga verið saman við Skandinavisk Barnamissón í Ukraina.
Seinni í sendingini varð Andreas Jørgensen úr Danmark gestur. Hann greiddi frá sínum uppvøkstri í eini læstari kristnari røslu, og um lív og tænastu fram eftir til dagin í dag.
Lurta eftir sendingini Sí lýsing av skeið og møtum við Lene & Andreas
13/11-2007
Á bylgjulongd 13. nov.
Í sendingini prátaðu vit við Sámal Joensen. Hann greiddi okkum frá hendingum í lívinum, sum hava verið við til at mynda hansara lív.
Eisini var listamaðurin Eli Smith á gátt saman við príðiligu bókini, ið hann júst hevur givið út, um teknaran og vinin Ólav.
12/11-2007
Á bylgjulongd 12. nov.
David Johannesen prestur í Vágunum, greiddir frá nøkrum fyrilestrum sum hava verði í Miðvágs kirkju, tosaði eisini um at Luther var so glaður fyri sang og at kirkjan skipar fyri legu í Nesvík 16.-18. nov. Práta varð við Marjun Kálvalíð sum er byrja at lesa Gudfrøði. Práta var eisini við Richard Herup Johansen, sum er limur í kirkjuráðnum og stýrinum fyri missiónshúsi í Miðvági, hann greiddi frá um hvussu kirkjan og missiónshúsi kunnu gera felags átøk. Til seinast varð práta Kristinu Heystbeck, sum hevði nøkur góð orð til ein kreft sjúkan mann.
10/11-2007
Á bylgjulongd 9. nov.
Símun J. Hansen greiddi frá at Kristnastova hevur havt Heystlegu á Norðursjællandi, 18.-21. okt. 2007. Les meira um leguna
her. Myndir frá leguni eru at síggja her
Práta varð eisini við Anju Nielsen sum hevur havt vitja av føroyingum í Manilla. Tit kunnu siggja fleiri myndir her
Richard Schwartson greiddi frá samfelagsstevnuni í Havn frá 14. til 18. novembur sum Brøðrasamkoman skipar fyri. Les meira um skránna her
08/11-2007
Á bylgjulongd 8. november
ì sendingini varð grein lisin úr Udfodringen um donsku Tinu Karinu Andersen, sum var til handils og bleiv leidd til at biðja fyri kassadamuni, sum hevði meitt sær beinið. Tá Tina hevði biðið, kundi kassadaman stíga beinið til aftur og øll pínan var horvin. Hendingin hevði við sær, at tær báðar fingu vinskap í lag.
Leivur Leivsson var aftur í dag gestur í sendingini.
07/11-2007
Á bylgjulongd 7. nov.
Í táttinum Her og Har vórðu lisnar tvær greinar. Tann fyrra var um at Arnold Børud fylti 60 herfyri og í tí samabandinum var jubileumskonsert hildin í Filadelfia Oslo. Í endanum av konsertini fekk Arnold handaða "kongens fortjenstmedalje i gull". Hetta kom heilt óvart á bæði hann og øll tey, sum vóru til staðar. Vit spældu esini nakrar sangir hjá Arnold Børud í sendingini í morgun.
Seinna greinin var um samisku Katharinu, sum er komin at kenna sannleikan Jesus Kristus og er vorðin loyst úr New Age.
At enda fingu vit vitjan av Leivur Leivsson, sum býr niðri, men er heima og vitjar nakrar dagar.
06/11-2007
Á bylgjulongd 6. nov.
Samkoman Lívdin í Hoyvík hevði legu á Zarepta 2.-4. nov. Tosa varð við Rúna Lómstein um hvat hevur verði á skránni. Heimasíða www.livdin.fo
Jens Olsen greiddi frá arbeiðinum í samkomuni Nebo á Toftum við tí nýggja bygninginum. Heimasíða www.nebo.fo
Tosa var við Hildu Viderø um ABC barnahjálpina, Hilda hevur júst verði í Liberia, og greiddi frá eini verkætlan sum tey skipa fyri har. Heimasíða www.barnahjalp.fo
Til seinast greiddi Jastrid Høj frá einum sangmøti í Kelduni sunnudagin 4. nov. Heimasíða www.keldan.fo
05/11-2007
Á bylgjulongd 5. nov.
Vit hava hoyrt um ein bindiklubb í kjallarinum í Missiónshúsinum í Miðvági sum Hanna Nattestad og Ann Lydersen skipa fyri. Práta varð eisini við Mariu Jacobsen, Jóngerð Magnussen og Paulu Joensen um bindiklubbin. Spurt var eisini Hjørdis Háberg Petersen um hvat ein profetur er.
02/11-2007
Á bylgjulongd 2. nov.
Stór jólakonsert við Ron Kenoly og United Voices í Kelduni 19. des.
19. desember klokkan 20.30 skipar Gjamma fyri eini stórari jólakonsert við heimskenda gospel-sangaranum Ron Kenoly og gospel-kórinum United Voices.
Nøgdin av atgongumerkjum er avmarkað, men bíleggjast kann longu nú við at senda teldupost til post@gjamma.com. Kostnaður fyri vaksin er 275,- og fyri børn 3-13 ár 175,-. Meira er at lesa um konsertina á heimasíðuni hjá Gjamma: www.gjamma.com
Tofta streingjakór 50 ár
Tosa var við Torleif Johannesen um søguna hjá kórinum. Hátíðarhald verður í Tabor á Toftum leygardagin 3. nov. Byrja verður kl. 10.00 og enda við almennum sangmøti kl. 19.30. Øll eru vælkomin.
Les meira um skránna her
Kirkjan í Hoyvík
Práta varð við Katrin Dahl og Jákup Símun Simonsen um kirkjuna og at vígsla av Hoyvíkar kirkju verður sunnud. 4. nov. kl. 11.00. Hans Jacob Joensen, biskupur vígur kirkjuna og Bjarni Bæk, dómpróstur prædikar.
Seinnapartin verður høvi hjá øllum at vitja Hoyvíkar kirkju. Kl. 18.00 verður Gudstænasta v/altargongd við Sonju Klein, sóknarpresti.
Í sendingini varð eisini tosa við: Beintu Áðargarð um "Christmas Child". Gvøðbjørg West frá KRIS og Bjørg Nielsen frá FMSO í Norra um tiltaki "Kynsligur ágangur skal tosast í hel"
01/11-2007
Á bylgjulongd 1. nov.

Ringt varð til, Dánjal av Rana í Noregi í samband við Grein um William G. Sloan, ið Dánjal hevur skrivað og sum varð lisin upp í sendingini gjáramorgun. Eisini varð ringt til Zacharias Zachariasen, sum las eina grein um henda unga drongin, ið varð blivin frelstur á seinasta møtinum hjá William Sloan.
Annars var Poul Færø aftur á gátt í morgun.
31/10-2007
Á bylgjulongd 31. oktober
Í sendingini í morgun varð tosað við Eyðstein Borgardal. Eyðstein var fyri kortum ein túr í Íslandi í samband við YWAM saman við øðrum. Hann greiddi frá túrinum, sum eisini hevði til endamáls at royna at draga íslendingar til DTS í Føroyum.
Tátturin "Her og Har" var eisini á skránni. Lisin varð grein úr norska blaðnum JesusAvisa um William Gibson Sloan. Dánjal av Rana hevur skrivað greinina. Ætlanin er at fáa eitt telefonprát við Dánjal í sendingini í morgin.
30/10-2007
Á bylgjulongd 30. okt.
Í sendingini í morgun varð prátað við Kristinu N. Hansen um Praise-konsertina í Kelduni leygarkvøldið 27. okt.
Jóannes S. Hansen greiddi frá sangkvøldi, sum var í Betesda í Klaksvík leygarkvøldið 27. okt.
Síðani varð prátað við Charlottu Thorsteinson um KFUK skótar. Heimasíðan hon nevndi var: www.scout.fo
At enda ringdu vit til Regin Jacobsen, har evnið var Faroe Expo.
29/10-2007
Á bylgjulongd 29. okt.
Elsa í Garði hevur júst verði í Reykjavík í Íslandi. Hon tosaði við Ernu Verdadottir, leiðaran fyri Jesus Kvinnur í Íslandi og tosaði við Símun og Elin Hansen, sum eru leiðarar fyri Ørkina í Reykjavík. Siri Didriksen sum arbeiðir í Lindini í Íslandi greiddi frá teirra virksemi sum útvarpstøð.
26/10-2007
Á bylgjulongd 26. okt.
Undir heitinum ”Kynsligur ágangur skal tosast í hel”, skipar felagsskapurin KRIS fyri kunnandi fundi og ókeypis filmssýningum í Norðurlandahúsinum í Havn, Kelduni í Skálafirði og Atlantis í Klaksvík.
Høvi verður at síggja filmin ókeypis á hesum støðum:
-Atlantis í Klaksvík, týskvøldið 30. oktober klokkan 20.00
-Norðurlandahúsið í Havn, mikukvøldið 31. oktober klokkan 19.30
-Kelduni í Skálafirði, hóskvøldið 1. november klokkan 21.00
Les meira um Kris her
Les meira um filmin her
Astrid Mouritsen og Dagny Tróndheim sýna málningar fram í Smiðjuni í Lítluvík
Framsýningin er opin frá 25. til 30. oktober, allar dagar frá kl. 15.00-19.00.
Vit tosaðu eisini við Ben Olin sangara í bólkinum This Beautiful Republic. Teir hava myspace á myspace.com/thisbeautifulrepublic
26/10-2007
Á bylgjulongd 26. okt.
Gestir í sendingini vórðu Haldor Palsson frá Vegurin í Íslandi og Poul Færø lutaði eisini við okkum nakrar tankar.
24/10-2007
Á bylgjulongd 24. okt.
Í sendingini varð grein lisin úr norska Magazinet um Joanne Rowling, sum hevur skrivað bøkurnar um Harry Potter. Í greinini verður hon siterað fyri at vátta, at bøkurnar eru skrivaðar við eini tilvitaðari kristnari intentión.
Hildibrandur Olsen vitjaði eisini og greiddi frá Ychtus kaffi, sum verður selt við so fáum millumhandlarum sum gjørligt, og har 50% av vinninginum fer aftur sum neyðhjálp til farmleiðslulondini og sum løn til bøndurnar.
Annars varð tosa við Hildibrand um ymisk onnur viðurskifti m.a. um samleika (identitet)
23/10-2007
Á bylgjulongd 23. okt.
Óli Steinberg greiðir meira frá vekingini í Grønlandi, har fólk í hópatali blíva frelst. Hetta var triði og síðsti partur.
Zarepta 40 ár
Leygardagin 20. okt. hátíðarhelt Zarepta 40 ár. Prát var við Malenu í Beiti, Marjun Vilhelm, Símun Absalonsen og Elsu Djurhuus.
Durita Mohr Jacobsen, sum bleiv frelst á Zarepta segði frá sínum vitnisburði. Læknar høvdu ikki vón um at hon fór at ganga aftur, eftir at hon í summar blev lammað.
Les meira um hátíðarhaldið her og her
Heilsan frá Løgmanni til Zarepta kann lesast her
Tala, ið John í Skemmuni helt, í samband við 40 ára hátíðarhaldið í Zarepta kann lesast her
22/10-2007
Á bylgjulongd 22. okt.
Sangskeiði 2007
Elsa í Garði og Hjørdis Háberg Petersen vóru vertrar. Elsa hevði verði í Nesvík á Sangskeið og práta við ymisk fólk, m.a. Maud Kofod kórleiðaran, Mariu Hansen, Niels Nattestad, Dagny Højgaard, Dan Filip Smith Hammer, Ann Petersen og Jórun Hansen.
Sangskeiði var frá 14. - 20. okt. og endaði við eini konsert í ítróttarhøllini á Skála leygarkvøldið 20. okt. kl. 19.00. uml. 800 fólk vóru.
19/10-2007
Á bylgjulongd 19. okt.
Simple Life Café
Manuel Delgado og Lisa í Liða siga at øll eru vælkomin til "The Simple Life Café" í Hebron á Argjum leygarkvøldið 20. okt. kl. 21.00. Har verður nógvur tónleikur, kaffi, te, kakao, smábit, kakir o.a. Tónleikabólkurin Credo kemur at luttaka. Les meira á her
Sangskeiði 2007
Súni Olsen greiddi frá at kórini frá sangskeiðnum hava konsert í ítróttarhøllini á Skála leygarkvøldið 20. okt. kl. 19.00. Atgongumerkir kunnu keypast við dyrnar. Kostnaður 100 kr. vaksin og 50 kr. børn.
Zarepta 40 ár
John í Skemmuni og Elisabeth Mortensen vórðu í útvarpstovuni og greiddu frá virkseminum á Zarepta. Hátíðarhaldið, sum er opið hús, verður leygardagin 20. okt. frá kl. 14.00 til uml. kl. 20.00.
Kl. 14.00 verður boðið vælkomið uppi í salinum, har m.a. mentamálaráharrin, Jógvan á Lakjuni, kemur at halda røðu og sangbólkur kemur at syngja.
Kl. 15.00 verður móttøka í matarhøllini, har borðreitt verður við sjálvtøku. Har verða gamlar og nýggjar myndir at síggja. Møguleiki verður hjá teimum, sum ikki kenna Zarepta at síggja húsið og umstøðurnar við guide.
Kl. 17.00 verður sangløta í salinum við ymiskari luttøku.
Fyrireikarnir siga at hátíðarhaldið er opið fyri øll. Les meira her
18/10-2007
Á bylgjulongd 18. okt.
Bergur Skovgaard var aftur gestur í sendingini. Bergur varð boðin til Føroya at hava møti í Kelduni í Skálafirði, men nú hann var heima kortini, vóru tað aðrar samkomur sum eisini ynsktu at fáa vitjan av honum. Bergur tosaði um møtini hesuferð og greiddi eisini frá ymiskum upplivingum hann hevur havt í samband við tænastuna niðri í Danmark.
17/10-2007
Á bylgjulongd 17. okt.
Í sendingini varð lisin grein úr norska vikuavísini Korsets Sejer um vietnamesaran Hiep Tran. Hann kom sum 17 ára gamal til Noregs sum flótti. Har varð hann vavdur inn í kriminalitet og situr í dag fongslaður fyri álvarsaman skottilburð í Oslo. MEN í fongslinum bað og bleiv bønhoyrdur. Í dag er lív hansara eitt ljós í myrkrinum.
Poul Færø vitjaði aftur í dag í Lindini og lutaði við okkum nakrar tankur úr 1. Pætursbrævi.
16/10-2007
Á bylgjulongd 16. okt.
Unn Zachariassen greiddi frá at Lívdin skipaði fyri Prep-skeiði á Hotel Norð 6.-7. okt. Pauli og Duritu Djurholm og Jógvan og Unn Zachariassen undirvístu.
Óli Steinberg greiddi meira frá arbeiðinum í Grønlandi sum trúboðari, hetta varð 2. partur. 1. partur var í sendingini 9. okt.
Eisini vitjaði Hans Anton Thomsen í útvarpstovuni. Hann er eigari av klædnahandlinum Jungmann, hann greiddi eisini frá hvussu hann kom til trúgv á Jesus.
15/10-2007
Á bylgjulongd 15. okt.
Annika Reinert Jørgensen greiddi frá at samkoman í Evangeliihúsinum í Havn, hevur verði á legu vikuskiftið 12.-14. okt.
Jens Lisberg var tónleikagestur í sendingini og spældi eitt lag fyri okkum í útvarpstovuni.
Heystlega er á Zarepa. Legan byrjaði 12. okt og endar 17. okt. Práta var við John Færø um leguna.
"Søgan handan sangin" var eisini á skránni, hesuferð var Heine Lutzen gestur og greiddi frá sanginum "Hjarta er hart".
12/10-2007
Á bylgjulongd 12. okt.
Operation Christmas Child
Súsanna Eliasen greiddi frá hvat Christmas Child er fyri nakað. Seinasta freist at lata skógva eskjur inn til sunnudagsskúlar kring landi er sunnudagin 28. okt.
Tú kanst eisini venda tær til ein av niðanfyri nevndu og avtala, nær og hvar eskjurnar skulu latast inn:
Diana og Hans G. Thomsen tlf. 312968
Katrin Holm-Jacobsen og Ingi Hentze tlf. 319878 / 219878 / 250206
Poula og Hans Sørensen tlf. 310322 / 220429
Meir fæst at vita um Operation Christmas Child á heimasíðu hjá Lívdini.
Bergur Skovgaard var eisini í útvarpstovuni. Hann kemur at hava møtir kring landi og greiddi frá hvønn boðskap hann hevur at siga frá.
Gestir seinast í sendingini vórðu Lars Bo og Lene Olesen, sum búgva í Herning, har tey greiddu frá teirra arbeiði í samkomuni har.
11/10-2007
Á bylgjulongd 11. okt.
Gestir í sendingini vóru fyrst Ann & Hans Jacob á Lava. Tey eru búðsett í Danmark, men eru heima og ferðast. Tey greiddu frá orsøkini til at tey valdu at flyta niður fyri 2 árum síðani. Tey kom í samkomuna Herning Kristen Center og hjálpir Hans Jacob til á teimum føroysku møtunum, sum Malta í Hirtshals skipar fyri.
Seinni gestur var Mary Lyngvej úr Hesti. Mary hevur verið á skúla hjá YWAM í Schweits frá januar til juni í ár. Eftir skúlan arbeiddi hon á basanum nakrar mánaðar.
10/10-2007
Á bylgjulongd 10. okt.
Erna Háberg og Randi & Símun Absalonsen vóru gestir. Tey hava nýliga verið á ferð í Ísrael í ferðalagi hjá Svenning av Lofti, sum taldi 40 ferðafólk. Ferðalagið luttók m.a. á stóru leyvsalahøgtíðini.
Tey trý greiddu livandi frá túrinum.
09/10-2007
Á bylgjulongd 9. okt.
Beinta Háberg Jacobsen valdi ymiskar sangir, og segði hvønn týdning teir hava havt fyri hana gjøgnum lívi.
Óli Steinberg greiddi frá arbeiðinum í Grønlandi sum trúboðari.
Maiken Háberg Hansen sum hevur arbeitt í Lindini, býr nú í London og lesur ljóðtøkni. Hon greiddi frá hvat hon ger.
08/10-2007
Á bylgjulongd 8. okt.
Aglow dagur var í Kelduni leygardagin 6. okt. Rúna Sivertsen greiddi frá hvat hon hevði fingi burturúr degnum. Evni var Andalig og kenslulig misnýtsla.
Rói Norðoy greiddi frá at samkoman Getsemane í Klaksvík hevur verði á legu í Nesvík vikuskiftið 5.-7. okt.
Heyststevna í Filadelfia var vikuskiftið 5.-7. okt. Margreth Olsen var í útvarpstovuni og greiddi frá stevnuni.
05/10-2007
Á bylgjulongd 5. okt.
Sangskeiði 2007
Sangskeiðið verður í heystfrítíðini frá 14. – 20. oktober í Leguhúsinum í Nesvík. Í ár verður tað Maud Kofoed, sum kemur at stjórna stóra kórinum.
Les meira um skeiði her. Tú kanst eisini tilmelda teg her
Ungdómur í Ebenezer
Sjúrður Olsen greiddi frá at ungdómurin í Ebenezer fer ein samansjóvingartúr til Suðuroynna frá 5.-7.okt. Tey koma at búgva í skúlanum í Hvalba.
Jytte Nielsen í Føroyum
Jytta Nielsen er forkvinna í Aglow í Sweits. Hon kemur at undirvísa um evni: Andalig og kenslulig misnýtsla. Hon sigur at dagurin er fyri allar kvinnur og verður frá kl. 10.00. og allan seinnapartin. Neyðugt er við tilmelding hjá Rannvu Royðitoft tlf. 217825. Kostnaður 200 kr. Les meira á her
Simple Life Café í Siloa, Fuglafjørður
Øll eru vælkomin til "The Simple Life Café" í Siloa í Fuglafirði leygarkvøldið 6. okt. kl. 21.00. Har verður nógvur tónleikur, kaffi, te, kakao, smábit, kakir o.a.
Les meira á her
Bønarráðstevna í Jerusalem
20. jan til 1. feb. 2008 verður bønarráðstevna í Jerusalem. Les meira á her
Tú kanst eisini ringja til Ásu Lutzen á tlf. 313640 og 518669 og hoyra meira.
05/10-2007
Á bylgjulongd 4. okt.
Fyrst varð ringt til Jeffri Johannesen. hann greiddi frá túri saman við Jógvani Zachariasen í Kina. Teir báðir fingu, saman við nøkrum øðrum vesturlendingum, søgulig høvi at hitta umboð fyri undirkgrundskirkjuna í landinum. Hesi, teir báðir vóru við til at hitta, umboðaðu umleið 50 milliónir menniskju.
Seinni komu Tummas Jacobsen, Larry Randolph og Margret Olsen á gátt. Tey komu í samband við at Larry skal undirvísa um tað profetiska á heyststevnuni hjá Filadelfia nú um vikuskiftið. Enn ber til at tekna seg til heyststevnuna. Les meiri á heimasíðuni hjá Filadelfia.
04/10-2007
Á bylgjulongd 3. okt.
Í sendingini vóru Mariann & M.C. Restorff gestir. Tey bæði flyta til Danmarkar í eina tíð. M.C. greiddi frá sínum leikluti í Lindini higartil, og at vit fara at frætta frá honum, hóast tey flyta.
Mariann greiddi hjartanemandi frá, hvussu Harrin hevði verið hjá teimum, tá sorgin fyrr í ár so ógvusliga breyt seg inn á tey.
03/10-2007
Á bylgjulongd 2. okt.
Stuðulskvøld var í Lindini leygarkvøldið 29. sept. Preben Hansen var í útvarpstovuni og greiddi frá tí. 35 fólk meldaðu seg sum stuðul ella góvu eina gávu. Vit hoyrdu um virksemi á støðini, og gestir vórðu í útvarpstovuni.
Hjørdis Háberg Petersen ringdi eisini til Ísrael og tosaði við Svenning av Lofti og Sigrid Ludvig. Tey greiddu frá um túrin í Ísrael.
01/10-2007
Á bylgjulongd 1. okt.
Sverri STeinhólm greiddi frá einari ráðstevnu sum eitur Global Leadership Summit (GLS) sum var í Keypmannahavn 28. og 29. sept.
Torkil Mørkere greiddi frá hvussu tað hevur gingi dóttir síni Kristu, tá hon beiv sjúk og eftir tað, um Guds trúfesti.
Ester Mohr greiddi frá hvussu tað er at liva nær Jesusi.
28/09-2007
Á bylgjulongd 28. sept.
Larry Ford í Ebenezer 1. okt. kl. 20.00
Kendi amerikanski gospelsangarin Larry Ford kemur til Føroya og syngur á stórari sangløtu í Ebenezer mánakvøldið 1. okt. kl. 20.00 saman við Dupultkvartettini og Ebenezerkórinum. Tað er ókeypis atgongd. Les meira um vitjanina her
Simple Life Café
Øll eru vælkomin til "The Simple Life Café" í Hebron á Argjum leygarkvøldið 29. sept. kl. 21.00. Har verður nógvur tónleikur, kaffi, te, kakao, smábit, kakir o.a.
Aglow dagur í Kelduni 6. okt.
Jytta Nielsen, sum er forkvinna í Aglow í Sweits kemur at undirvísa um evni: Andalig og kenslulig misnýtsla. Dagurin er fyri allar kvinnur og verður frá kl. 10.00 til 16.00. Neyðugt er við tilmelding hjá Rannvu Royðitoft tlf. 217825. Kostnaður 200 kr.
Nýggj fløga hjá SALT, Trý Again
Jóhan Magnus Kristiansson Olsen og Bárður á Lakjuni greiddu frá nýggju fløguni hjá SALT, sum hevur heiti Try Again. 10 sangir eru á fløguni.
27/09-2007
Á bylgjulongd 27. sept.
Í sendingini varð ein grein lisin úr donsku kristnu vikuavísini Udfordringen. Greinin var um Bess Serner Pedersen, sum í barna- og ungdómsárum dansaði ballet á Det Kongelige Teater.
Bess er í dag samskipari fyri Alfa-skeiðini í Danmark.
Hinar báðar greinarnar vóru úr vikuskiftisblaðnum hjá norsku kristnu avísini Magazinet "Velsignet Helg". Tær vóru um norsku Margrete Berg, sum var bundin av alkoholi í 25 ár. Í dag er hon bæði frelst og loyst og ferðast runt norska ríki við einum filmi, sum er bygdur á hennara egna vitnisburð.
26/09-2007
Á bylgjulongd 26. sept.
Tosað varð við Heðin Lamhauge, sum arbeiðir innan Ny Generation í Noregi. Í samband við hátíðarhaldið hjá norsku hvítusunnurøsluni "Pinse for alle" var kendi evangelisturin Reinhard Bonnke í Noregi. Ny Generation skipað so fyri, at Reinhard Bonnke slapp at halda ein fyrilestur á universitetinum í Oslo. Heðin greiddi frá universitetsvitjanini hjá Bonnke.
Eisini vitjaði Poul Færø Lindina henda morgun. Vit kendu aftur hesaferð Guds undurfullu nærveru.
25/09-2007
Á bylgjulongd 25. sept.
Okkara Lega
Marjun Nielsen greiddi frá einari legu sum eitur "Okkara Lega", sum hevur verði í Nesvík 14.-16. sept. og 21.-23. sept. Hetta eru legur fyri rørslu- og menningartarnaðum og øðrum saman við avvarandi teirra.
Omma á Teen Street
Inga Simonsen greiddi frá hvussu tað er at verða á Teen Street sum omma. Les meira um Teen Street á www.teenstreet.om.org og á www.fo.om.org
Stuðulskvøld í Lindini 29. sept.
Preben Hansen tosaði um Lindina og virksemi á støðini. Leygarkvøldið 29. sept. skipar Lindin fyri stuðulskvøldi, har høvi verður at tekna seg sum stuðul. Sendingin byrjar kl. 19.00
Olaf Olsen greiddi frá einum bønarbólki sum hann er við í.
24/09-2007
Á bylgjulongd 24. sept.
Global Leadership Summit
Heðin Poulsen greiddi frá einari ráðstevnu sum eitur Global Leadership Summit (GLS) sum verður í Keypmannahavn 28. og 29. sept. Les meira í faldarinum her og á her
PREP-skeið hevur verði í Kelduni í Skálafirði
Tað er eitt skeið um samskifti, sum er ætlað til hjún. Tosa varð við Sunnevu og Dánjal Jacobsen sum hava luttiki. Les meira um PREP á www.prep.dk
Hjørdis nevndi tvær heimasíður sum eisini eru góðar at lesa meira um hjúnarbandi á www.cbn.com/family og á www.christianitytoday.com/marriage
Kirstin Samuelsen greiddi frá kvinnustevnu á Zarepta 21.-23. sept.
21/09-2007
Á bylgjulongd 21. sept.
Kristiliga Missiónsfelagið hevur ársmøtir í missiónshúsinum við landavegin 20.-23. sept. Nógv ymisk møtir eru á skránni. Les meira á www.kmf.fo
Ungdómsleiðaraskeið verður í Nesvík 28. og 29. sept. Les meira her
Dánjal Petersen greiddi frá at Keldan í Skálafirði fer at byrja eina evangeliseringtænastu. Fundur verður í Kelduni mikukvøldið 26. sept. kl. 20.00. Øll sum hava áhuga fyri evangelisering eru vælkomin.
Hans-Ole Bækgaard vitjar 20. - 23. september í Føroyum, hann er danskur prestur í Jerúsalem. Hans-Ole er ein sera dugnaligur talari og undirvísari, og kemur at vitja runt landið at bera fram Guds orð. Síggj skránna her
Ólavur Jacobsen, hevur evangeliskt møti leygarkvøldið 22. sept. kl. 19.00 og sunnukvøldið 23. sept. kl. 19.00 í Badmintonhøllini. Yvirskriftin er "Hvør kann hjálpa tær? Hjálp tín kemur frá Gudi"
20/09-2007
Á bylgjulongd 20. sept.
Í sendingini vóru lisnar 2 greinar úr Udfordringen.
Fyrra greinin snúði seg um jødan Martin Glass, sum flýddi til Danmarkar beint undan seinna heimsbardaga. Ein grein í Udfordringen frá 2005 "Danmark har reddet mit liv to gange" endurnýggjaði sambandi millum donsku vertsfamiljuna og Martin Glass.
Seinna greinin var um "Da pinsebevægelsen
kom til Norden". Í hesi vikuni er stórt hátíðarhald í Oslo Spectrum í samband við at tað í ár eru 100 ár síðani hvítusunnurørslan kom til Noregs og Norðurlond. Danin Hans Peder Pedersen hevur í hesum samabndið skrivað grein í Udfordringen.
At enda varð tosað beinleiðis við Tummas Jacobsen, sum í hesum døgum er í Oslo til hátíðarhaldið.
19/09-2007
Á bylgjulongd 19. sept.
Í sendingini varð tosað við Helge Pahus. Helge er sóknarprestur í Karlslunde Strandkirke, sum er ein fólkakirkja, men ikki av teim heilt vanligu.
Eisini varð grein lisin úr norska blaðnum Korsets Sejer um Line, sum hevur verið í new age, astrologi og buddihsmu, men sum varð møtt av Jesusi fyri umleið einum ári síðani.
18/09-2007
Á bylgjulongd 18. sept.
Marjon Poulsen, barnaráðgeva hjá Heimamissiónini greiddi frá um Landsfundin hjá Sunnudagsskúlanum 15. sept.
Páll á Lakjuni greiddi frá eini Mansstevnu á Zarepta 14.-16. sept.
Malmberg Olsen úr Eysturoynni, hann hevur verði missiónstúr í summar.
Páll Poulsen greiddi frá einum túrið til Filipsoyggjarnar.
Rúna Sivertsen tosaði um ABC-barnahjálpina. Tey hava fingi føroyska heimasíðu www.barnahjalp.fo
17/09-2007
Á bylgjulongd 17. sept.
Hjørdis Háberg Petersen og Marita Henriksen skipaðu fyri sendingini í dag. Tosa varð við Filip Jacobsen úr Eysturoynni, hann hevur verði missiónstúr í summar. Bárður á Lakjuni tosaði um konsertinar sum SALT skipaði fyri í Norðurlandahúsinum 16. sept. kl. 19.30 og 22.00. Eisini varð tosa við Asloug Víka Petersen.
14/09-2007
Á bylgjulongd 14. sept.
Prep-skeið í Lívdini
Lívdin skipar fyri Prep-skeiði á Hotel Norð 6.-7. okt. Tilmelding fer fram hjá Paula og Duritu Djurholm á tlf. 316099 ella á prep@livdin.fo - Seinasta freist fyri tilmelding er 23. sept.
Les meira um skeiði her
Fólkaheilsurenning 2007
Almanna - og Heilsumálaráðið saman við nógvum ørðum skipa fyri Fólkaheilsurenning leygardagin 15. sep. kl. 16.00. Freistin at melda seg til er fríggjakvøldið 14. sept. á heimasíðuni www.renn.fo
Les meira um tiltaki her
Skild og hvat so...
Temakvøld í Evangeliihúsinum sunnukvøldið 16. sept. kl. 18.00
Hilda Viderø, Familjuterapeutur og onnur luttaka.
13/09-2007
Á bylgjulongd 13. sept.
Í sendingini varð tosað við iranan Massoud, sum býr í Danmark og leiðir samkomuna "Church of Love". Massoud segði frá, at minibussurin hjá samkomuni var blivin vrak í summar, og at tey nú savna pening fyri ein nýggjan buss. Meiri fæst at vita um hetta á heimasíðuni mohabat.net Nyheder.
Eisini var Poul Færø gestur í sendingini.
12/09-2007
Á bylgjulongd 12. sept.
Í sendingini varð tosa við íslendska Sveinbjørn Gizurarson. Hann greiddi frá ætlanunum at stovan føroyska deild av altjóða felagsskapinum Gideon. Gideon er ein felagsskapur, sum tekur sær av, at býta bíbliur út til hotellir. sjúkrahús, fongsul og líknandi.
Sveinbjørn kemur, sum er professari á lærda háskúlanum í Reykjavík, fer eisini at hava eitt skeið um skapan kontra menning í Evangeliihúsinum leygarmorgunin 15. september kl. 9.30. Tilmelding ikki neyðug
Eisini hoyrdu vit áhugaverda vitnisburðin hjá Alistair Hewing. Hann vitjaði Føroyar saman við Don Hinchcliff.
11/09-2007
Á bylgjulongd 11. sept.
Blái Krossur Føroya
Beinta Joensen fyribyrgingarráðgevi greiddi frá um arbeiði hjá Bláa Krossi Føroya.
Hon hevur tlf. 770727. Blái Krossur hevur tlf. 470700
Les meira um arbeiði á www.blakross.fo
Jesus Kvinner
Jastrid Høj nevndi heimasíðuna www.jesuskvinner.no
og www.lifeway.com/discipleplus
og teldupost adressuna - customerservice@lifeway.com
10/09-2007
Á bylgjulongd 10. sept.
Føroya Provita
Sofus S. Gregersen formaður hjá Føroya Provita greiddi frá teirra virksemi sum felagskapið. Pro Vita, ið merkir "fyri lívi", er ein felags-skapur, ið virkar fyri at verja mannalív, heilt frá gitnaði til nátúrligan deyða.
Les meira um Føroya Provita á www.provita.fo
07/09-2007
Á bylgjulongd 7. sept.
Útgávukonsertir við Salt í Norðurlandahúsinum 16. sept.
Sunnud. 16. sept. kl. 19.30 - Útseld
Sunnud. 16. sept. kl. 22.00 - Atgongumerkir kunnu keypast í Norðurlandahúsinum og í kunningarstovunum í Havn, Fuglafirði, Runavík og á heimasíðuni www.nlh.fo - Kostnaður er 150,- kr.
Les meira um konsertina á heimasíðuni www.salt.fo
Skeiðrøð í Evangeliihúsinum við heitinum Sita >> Ganga >> Standa
Skeiðirøðin byrjar hóskvøldið 13. sept. kl. 18.30 og hildið verður á annahvørt hóskvøld í tilsamans 6 hóskvøld.
Les meira um skeiði á heimasíðuni www.gospel.fo
Profetisk heyststevna í Filadelfia 5.-7. oktober við Larry Randolph
Tilmelding áðrenn 15. sept. á konto í Eik 9181 - 4986387
Luttøkugjald: 400 kr. - Ring á tlf. 314828 og fá meira at vita.
Les meira um stevnuna á www.filadelfia.fo
06/09-2007
Á bylgjulongd 6. sept.
Í sendingini vóru Linda og Dánial vertir.
Sarah Zachariassen var gestur hjá Lindu. Dánial las eina grein úr norska Magazinet. Tað var søgan hjá iransku Hammideh, sum flutti til noregs og gjørdist kristin.
04/09-2007
Á bylgjulongd 4. sept.
PREP-skeiðið í Kelduni
PREP-skeið er eitt skeið um samskifti, sum er ætlað til hjún. PREP forritið hevur samskiftisførleika sum brennidepil. PREP er eitt venjingarskeið fyri pør og gevur øktan førleika at loysa trupulleikar. PREP er eitt undirvísingarskeið og ikki terapi. PREP er íblástur til arbeiði við egnum parlagi.
PREP-skeiðið fevnir um hesi evni: kærleiki, vónir og leiklutir, grundarlag og tey fýra vanda eyðkennini, "Time-out" reglugerðin, trygt og skipað samskifti, tala-lurta-teknikkurin, filtur, hendingar og evnir, loysn á trupulleikum, virðir og lívsáskoðan, gleði, stuttleiki og vinskapur, nærleiki og kynslív, fyrigeving og trúskapur. PREP er átrúnarliga neutralt.
Undirvísingin umfatar framløgu, videoklip, sýning og venjing av samskiftis førleika. Undirvísingin er felags, men pørini venja hvør fyri seg við einum vegleiðara, sum rættleiðir tey.
Skeiði verður í Kelduni: 13 sept. & 15 sept. og 20. sept. & 22 sept. 2007
Kostnaður: 950,- fyri hvørt parið, við tilfari og mati
Tilmelding: tlf. 442054, 581512 ella keldan@post.olivant.fo
Les meira um skeiðið á www.keldan.fo
Lesast kann um PREP á heimasíðunum www.prep.dk og www.prep.no
31/08-2007
Á bylgjulongd 31. aug.
Kórleiðaraskeiðið 2007
Kórleiðaraskeið verður hildið í Meinigheitshúsinum á Skála leygardagin 8. sept. frá kl. 10 til seint seinnapartin. Skeiðið er ætlað øllum, sum hava áhuga fyri kórleiðslu – hvørt tað eru kórleiðarar, ella fólk, sum ganga við ætlanum um at byrja eitt kór.
Prísur: 150 krónur. Tekning: stn@mission.fo (í seinasta lagi 5. september) Meir fæst at vita um Kórleiðaraskeiðið 2007 á mission.fo.
ÍSRAEL - land Guds og fólk
Gro Wenske, sum er leiðarin í Skandinavisku Sjómanskirkjuni í Haifa, fer at hava áhugaverdar fyrilestrar kring landið, har hon greiðir frá um Ísrael, jødarnar og um støðuna í landinum nú.
Gro Wenske, sum er útbúgvin gudfrøðingur, er norsk og hevur búð í Ísrael í 40 ár. Hon hevur altíð havt stóran áhuga fyri landinum og fólkinum har. Hon hevur ferðast nógvastaðni kring heimin og hildið fyrilestrar um Ísrael og Miðeystur.
Høvuðsevnini verða: Ísrael og Jesus hoyra saman og Ísrael í kreppu
Aftaná fyrilestrarnar verður høvi at seta Gro Wenske spurningar.
Tað er Ísraelsfelagið og Vinir Ísraels sum skipa fyri vitjanini
28/08-2007
Á bylgjulongd 28. august

Operation Christmas Child
Kunnandi tiltak um Christmas Child verður hóskvøldi 30. august, í Lívdini á Brekku 3, omanfyri MBM bygningin. Meir fæst at vita um Operation Christmas Child á heimasíðu teirra.
27/08-2007
Á bylgjulongd 27. august
Tikið verður saman um Fjarðafestivalin
Í sendingini, sendu vit prát frá festivalinum. Prátað varð við: Martin Mohr í Grund, Dan Leivsson úr Direct Level, Credo, Charizma, Arna Zachariassen, Kristinu Bærentsen, Proclaim, Ulf Christiansson úr Jerusalem, Rob Beckley úr Pillar og Eyðun Jacobsen.
Lurta eftir sendingini her
24/08-2007
Á bylgjulongd 24. august
International Fellowship í Føroyum
Leygardagin 1. september verður farið undir eitt nýtt tiltak fyri útlendingar í Føroyum. Tiltakið er ætlað tilflytarum, sum eru úr londum uttanfyri Norðurlond. Tað verður hildið í Meinigheitshúsinum í Havn. Til ber at venda sær til Thurid Brend við spurningum á tlf. 581520. Lesið meir um tiltakið her.
Lurta eftir sendingini her
23/08-2007
Á bylgjulongd 23. august
Fyrri gesturin í sendingini var Finnur Carlsen. Hann segði frá túri í USA í summar 2007. Hann greiddi millum annað frá soulwinning, sum samkoman hjá pastor Rodney Howard-Brown skipar fyri.
Næsti gestur var Maiken Háberg Hansen. Hon hevur starvast í Lindini fulla tíð síðani á nýggjárinum. Hon gevst síðst í aug. 2007, av tí at hon fer til London at lesa. Hon greiddi frá, hvussu arbeiðið í Lindini gongur fyri seg. Eisini varð eggjað øðrum til at bjóða seg fram at hjálpa til í Lindini.
23/08-2007
Á Bylgjulongd 22. aug. 2007
Í sendingini vóru Mirjam & Victor Carlsen gestir í sendingini. Tey søgdu frá túri í USA í summar.
21/08-2007
Á bylgjulongd 21. august

Í sendingini tosaði Hjørdis Háberg Petersen við, Metu & Svein Askildsen og Tove & Bergur Skovgaard.
20/08-2007
Á bylgjulongd 20. august
Fjarðafestivalurin
Til ber at síggja skránna á Fjardafestival.com. Atgongumerkju kunnu keypast í Kall handlum kring landið, á Statoil í Saltangará, Skálabotni og Klaksvík, á kunningarstovuni í Runavík, og í Kelduni. Viðv. tjaldingarplássi og húsvognum ber til at venda sær til Fjarðafestivalin á tlf. 560 565.
17/08-2007
Á bylgjulongd 17. aug.
Logos II - Vitjan á Tvøroyri
Hósdagin 9. aug – 12. aug. hevði Tvøroyri vitjan av trúboðaraskipinum Logos II. Práta varð við ymisk fólk við mótøkuna og umborð á skipinum. Logos II er nú í Íslandi og kom til bryggju 15. aug. kl. 14.00
Les meira um vitjanina her.
Logos II skrivstovan hevur tlf. 213021 og 213022
14/08-2007
Á bylgjulongd 14. august
Apostolsk Højskole, Kolding
Í sendingini prátaðu vit við Mischa Turner ið gongur á háskúlanum. Leinkja til heimasíðuna hjá skúlanum.
Áhugaverd tiltøk í Evangeliihúsinum
Jóhannes Ólavson greiddi okkum frá einum nýggjum og spennandi tiltakið, ið Evangeliihúsið er farið undir. Sunnukvøldið varð tað ið tey kallaðu "Talk Show" á skránni og komandi sunnukvøld verður pallboðsfundur. Tiltøkini verða hvørt sunnukvøld kl. 18.00
07/08-2007
Á bylgjulongd 7. aug.
Ísarelsferð 22. sept til 5. okt
Svenning av Lofti skipar fyri einum túri til Ísraels frá 22. sept til 5. okt. Nøkur pláss eru eftir til túrin. Tekning og upplýsing á tlf. 312045 og tlf. 212045.
Logos II - Vitjan á Tvøroyri
Hósdagin 9. aug – 12. aug. fær Tvøroyri vitjan av trúboðaraskipinum Logos II sum fer at leggja til bryggju og verður liggjandi har alt vikuskifti.
Nógv ymisk tiltøk verða á skránni. Skráin kann síggjast her.
Les meira um vitjanina her.
Logos II skrivstova á Tvøroyri, beint við síðuna av "Café One Way". Skrivstovan hevur tlf. 213021 og 213022
31/07-2007
Á bylgjulongd 31. juli
Í sendingini í morgun var Heðin Lamhauge gestur. Vertur var Maiken Háberg Hansen.
24/07-2007
Á bylgjulongd 24. juli
Spennandi skeið sum kollveltir lív
Hevur tú tørv á broytingum í lívinum, so er hetta skeið sum kallast „self-awareness“ nakað fyri teg. Skeiðsleiðari er sálarfrøðingurin Pauline Skeates úr New Zealandi, sum í mong ár hevur undirvíst í RF (refocussing). Henda tilgongd – focus og refocus- er ein fleirstreingja terapeutisk tilgongd.
Málið er, at skapa rúm, so tú sum menniskja, mennist sálarliga og andaliga. Skeiðið er bæði teoretiskt og praktiskt. Grundstólparnir eru kristna siðalæran.
Skeiðið verður á Hotel Runavík 9. og 10 august 2007, kl. 9 til 17.00 . Dagurin byrjar við morgunmati kl. 8.30.
Kostnaður er kr. 1800,- Morgunmatur og døgurði er íroknað. Seinasta freist at tekna seg er 1.august. Gjaldið á konto í Noroyða sparikassa konta nr. 9865-4171130. Viðmerk Refocussing og títt navn. Tá tú hevur goldið, er tekningin fullfíggjað!
Til ber at ringja til Hildu Viderø tlf. 456785 og 216785, ella til Margit Niclasen nr. 456587 fyri at fáa meira at vita um skeiðið.
19/07-2007
Á bylgjulongd 19. juli
DNA - Divine Nature from Above
Í ár eru fólk frá Oasuni, Filadelfia og Evangeliihúsinum komin saman og hava fyrireika eina ungdómslegu tann 27., 28. og 29. juli. Hetta verður ikki ein vanlig summarlega, tí henda legan er miðvíst ætlað til evangelisering.
Í sendingini prátaðu vit við Regin við Skipá sum er ein av fyrireikarunum. Meira fæst at vita um tiltakið her - eisini ber til at ringja til Regin á nummar 733740.
17/07-2007
Á bylgjulongd 17. juli
Í sendingini í morgun var Beinta Áargarð gestur. Vertur var Hjørdis Háberg Petersen.
12/07-2007
Á bylgjulongd 12. juli
Í sendingini í morgun var Mia Jacobsen gestur. Mia hevur verði í starvsvenjing hjá Newlife Ministries, har Jens og Malena Meitilberg eru trúboðarar.
10/07-2007
Á Bylgjulongd 10. juli
PREP hjúnarbandsskeið í Kelduni
PREP er ein stytting av tí enska "Prevention and Enhancement Relationship Program", sum á føroyskum leystliga kann umsetast til "Praktiskur Reiðskapur til eitt Enn betri Parlag".
PREP-skeiðið fevnir um hesi evni: kærleiki, vónir og leiklutir, grundarlag og tey fýra vanda eyðkennini, "Time-out" reglugerðin, trygt og skipað samskifti, tala-lurta-teknikkurin, filtur, hendingar og evnir, loysn á trupulleikum, virðir og lívsáskoðan, gleði, stuttleiki og vinskapur, nærleiki og kynslív, fyrigeving og trúskapur. PREP er átrúnarliga neutralt.
Skeiði verður hildið í Kelduni, 13. & 15. og 20. & 22. september. Kostnaðurin er 950,- fyri hvørt parið, við tilfari og mati. Tilmelding á tlf. 442054, 581512 ella keldan@post.olivant.fo
Lesið meira á heimasíðuni hjá Kleduni og á Prep.dk
05/07-2007
Á bylgjulongd 5. juli
Skráin fyri Summarstevnuna í Suðuroy
Hósdagur 5. juli:
kl. 13.00 bíbliuundirvísing
kl. 19.30 útimøti í Hovi
kl. 21.00 útimøti á Tvøroyri, aftaná drekkamuður, síðan sang- og vitniløta í missiónshúsinum
Fríggjadagur 6. juli:
kl. 13.00 bíbliuundirvísing
kl. 19.30 útimøti í Øravík
kl. 21.00 útimøti í Porkeri, aftaná drekkamuður, síðan sang- og vitniløta í missiónshúsinum
Leygardagur 7. juli:
kl. 15.00 familjumøti í Vesturhøll í Fámjin
kl. 19.30 útimøti í Vági, aftaná drekkamuður, síðan sang- og vitniløta í missiónshúsinum
Sunnudagur 8. juli:
kl. 12.00 gudstænasta v/altargongd í Fámjins kirkju
kl. 18.00 “syngið við”-møti í Vesturhøll í Fámjin
Innsavnan til útreiðslur av stevnuni(ískoyti)
Mánadagur 9. juli:
kl. 10.00 rudda og vaska
kl. 13.00 verður endað við bøn og tøkk.
Farið verður av Krambatanga við "Smyrli" kl. 15.30, eru á Havnini um kl. 17.30.
Mercy Ships
Í sendingini greidd Jóhan Petur Johannesen frá arbeiðinum umborð á Anastasis og um Mercyships. Les meira um Mercy Ships og hvønn møguleika tú hevur at stuðla arbeiðinum. Eisini ber til at venda sær til Vinjard Magnussen, sum er umboðsmaður í Føroyum, við at skriva til vingmagnussen(at)yahoo.com.
03/07-2007
Á bylgjulongd 3. juli
Hjálp jødunum heim!
Er nýggjur felagskapur í Føroyum, sum samstarvar við viðurkenda ísraelska felagsskapin "Keran Hayesod". "Keran Hayesod" hevur til endamáls at savna inn pening til at hjálpa jødunum heim til land sítt, Ísrael. Lesi meira her.
Til ber at stuðla, við at flyta eina gávu á konta hjá "Hjálp jødunum heim" í peningastovnunum.
Føroya Banki: 6460 173 561 8
Eik: 9181 153 329 2
Suðuroyar Spk: 9870 102 507 5
Norðoyar spk: 9865 103 598 8
Postgiro: 9909 020 680 6
Felagsskapurin hevur tørv á hjálparfólki og tú kanst seta teg í samband við felagsskapin, á danjal(at)travel.fo , um tú ert áhugaður.
Marni og Barbara av Kák Joensen
Eru trúboðara við Youth With A Mission í Orlando, Florida. Fái meira at vita um tey á heimasíðu teirra.
29/06-2007
Á Bylgjulongd 29. juni
Gestir vórðu Hjalmar Hansen sum er aðalskrivari í Bláa Krossi. Vit prátaðu við Anju Nielsen sum er trúboðari á Filipsoyggjunum við New Tribes Mission. Eisini varð Sólbjørn Jensen gestur, sum saman við konu síni Margit, røkir starvið sum fyristøðufólk í Nesvík.
27/06-2007
Á Bylgjulongd 27. juni
26/06-2007
Á Bylgjulongd 26. juni
Gestir í sendingini: John Nielsen, Svenhild Haraldsen, Rebekku Rafael Petersen. Eisini hoyrdu vit um familjudag í Kelduni. Vertur: Hjørdis Háberg Petersen.
25/06-2007
Á bylgjulongd 25. juni
Vaktir og Festival prestar á G!
Aftur í ár hava fyrireikararnir av G! festivalinum, sum verður 19.- 21. juli, heitt á Filadelfia samkomuna í Havn at hjálpa til á festivalinum. Um tú ynskir at vera vaktur, ert tú vælkomin at kontakta Vagn í Geil á tlf. 318626 ella á mail vg(at)post.olivant.fo fyri at frætta nærri um treytirnar.
Eisini hevur tú møguleikan at gerast Festival prestur, tú vælkomin at kontakta Sam Jakobsen á tlf. 211861 ella á mail sj(at)nema.fo fyri at frætta nærri.
Til ber at lesa meira á heimasíðuni hjá Filadelfia
Natasha Bedingfield á G!
G! festivalurin hevur almanna kunngjørt, at Natasha Bedingfield kemur at framføra á festivalinum í ár. Lesið meira um Natasha Bedingfield, m.a. um hennara virksemi í Hillsongs London.
Systir Briege Mckenna og Faðir Kevin Scallon í Føroyum
Bæði eru kend um allan heim fyri teirra grøðingar arbeiði. Í fylgi við teimum verður Faðir Benny Blumensaat úr Danmark. Lesið meira um tey bæði á Katolsk.fo - eisini er skráin yvir møtini at finna á heimasíðuni.
22/06-2007
Á bylgjulongd 22. juni
Familjudagur í Filadelfia
Familjudagurin sunnudagin, byrjar við møtið kl. 10.45. Grilling og aðrir spennandi aktivitetir verða á skránni aftaná møtið.
Legurnar á Zarepta
Yvirlit yvir legur o.a. upplýsingar, eru at finna her
18/06-2007
Á bylgjulongd 18. juni
Spennandi starv hjá Bláa Krossi
Blái Krossur Føroya søkir eftir starvsfólki, at arbeiða við tiltøkum og verkætlanum innan rúsdrekka- og rúsevna fyribyrging at byrja 1. august 2007 ella eftir avtalu. Seinasta freist at søkja starvið er í dag, mánadagin 18. juni. Lesi um starvið her
Teen Street
Teen Street manglar fleiri bólkaleiðarar til leguna í Týsklandi í summar. Hevur tú møguleikan og er áhugaður at verða bólkaleiðari, hjá 7 føroyingum á TeenStreet, so kanst tú ringja til Ruth og Thorvlad Gaardlykke á tlf nummar 319191 ella 519191. Lesið meira um Teen Street og OM á heimasíðu teirra.
Summarlegur hjá Heimamissiónini
Til ber at síggja yvirlit yvir legurnar og at melda tykkum til her
Pillar á Fjarðafestivalin
Nú Brian Littrell hevur meldað avboð, koma vælkendu og vælumtóktu Pillar at rokka á Fjarðafestivalinum. Til ber at keypa atgongumerkju í øllum Kall handlum og á kunningarstovuni í Runavík, kostnaðurin er kr. 590,-.
15/06-2007
Á Bylgjulongd 15. juni
Samkoman - innlit í samkomu Kristusar og samkomulív í 21. øld
Nýggj bók sum Jógvan Zachariassen hevur skriva er komin út.
Stór møtir í Samljóð í Skopun 15.-17. juni
Fríggjakvøldið 15. juni kl. 19.00 - Sangmøti v/ Oddbjørg Poulsen - Betania kórið - Gerhard og Sámal Hanni - Rúni, Heidi og Ragnheiður - Jógvan William, Símun - Martin og Sámal Hanni - Gunhild og Niclas - Hallmar og Hedvig - Oasubrøðurnir - Krista og Sámal Hanni, Bárður Tindsgarð - Herman og Gigga - Eclesia - Fríðgerð og Jóhan Petur
Leygarkvøldið 16. juni kl. 18.00 - Evangeliskt møti v/ Tormund og vinfólk
Sunnumorgun 17. juni kl. 11.00 - Morgunmøti í Betania, Palli Højgaard talar
Sunnukvøldið 17. juni kl. 18.00 - Evangeliskt møti v/ Tormund og vinfólk
Eystanstevna í Runavík 12.-19. juni
Gospelkonsert fríggjakvøldið 15. juni kl. 21.00 í Ítróttarhøllini í Runavík. Luttøka av: Heina Lutzen, Eyðun Jacobsen, Tobba og Bill, Beintu Olsen. Atgongumerki fáast við dyrnar á 100,- kr.
14/06-2007
Á Bylgjulongd 14. juni
Í sendingini vóru Linda og Dánial vertir. Gestur var Edith Johannesen, sum greiddi frá hvussu hon varð leidd inn í missiónsarbeið. Eisini tosaði hon um, at fotomyndir eru blivnir ein háttur at greiða frá tí, henni liggur á hjarta.
Sí nakrar av myndunum hjá Edith
14/06-2007
Á Bylgjulongd 13. juni
Í sendingini vóru Josa & Steve Dulwich gestir. Josa er úr Havn og hevur verið gift við Steven úr Bretlandi í skjótt 27 ár. Tey búgva í Kolding og Steve virkar sum trúboðari kring heimin.
12/06-2007
Á bylgjulongd 12. juni
UCB
Møguleiki er at bíleggja andaktshefti frá UCB, sum Hjørdis og Elsa Djurhuus tosaðu um. Far inn á heimasíðu teirra og fá hefti sendandi ókeypis. Eisini ber til at lesa tað dagliga "et ord til dagen" her
08/06-2007
Á bylgjulongd 8. juni
Útimøtir á Sandi 8.-9. juni
Í samband við sandoyarstevnuna skipar heimamissiónin fyri møtum í Skálavík:
Fríggjakvøldið 8. juni, kl. 20.30 - Lovsangs- og vitnimøti í Misssiónshúsinum
Leygardagin 9. juni, kl. 18.00 - Útimøti í Skálavík
Sunnudagin 10. juni, kl. 18.00 - Útimøti í Skálavík
Aglow Eysturoy
Møti fyri menn og kvinnur verður í Kelduni í Skálafirði fríggjakvøldið 8. juni, kl. 20.00. Heidi og Erland Tvørfoss tosa um evnið "familjan í fokus."
Boðanarskeið í missiónshúsinum á Toftum
Leygardagin 9. juni skipar Heimamissiónin fyri boðanarskeiði við Leif Andersen úr Danmark. Leif er ein sera dugnaligur undirvísari og hevur í mong ár arbeitt við evninum, hvussu vit boða gleðiboðskapin fyri nútíðarmenniskjum. Lesið meira her
Náttarravnarnir
Náttarravnarnir er ein felagsskapur av sjálvbodnum vaksnum fólki, sum um kvøldið og um náttina spáka í býnum, sum oftast leygarkvøld, tá ungfólk eru í býnum. Teirra høvuðsmál er, við at vera til staðar, at skapa tryggleika og samskifti millum ung og vaksin. Lesið meira um "Náttarravnarnir" her. Tú kanst seta teg í samband við tey á tlf. nummar 316261 ella 212498.
04/06-2007
Á Bylgjulongd 4. juni
Stuðulsending í Lindini leygarkvøldið 9. juni kl. 19.00
Ynskir tú at gerast stuðul í Lindini ella at hækka stuðul tín, so kanst tú ringja inn til Lindina á tlf. 321377 leygarkvøldið 9. juni frá kl. 19.00 til kl. 24.00.
Ymiskir góðir vinningar verða lutaðir burtur millum nýggjar stuðlar.
Lurta leygarkvøldið og hoyr meira.
Asfalt 8. - 9. juni í Tórsgøtu.
T.d. fara hesir bólkar at luttaka: Magni Christiansen, Heine Lützen, Martin í Grund, VOX, Petur Háberg, Proclaim og nógvir aðrir.
Les meira um asfalt á heimasíðu teirra.
Fjarðafestivalurin 23. - 25. aug.
Ymiskir bólkar fara at luttaka t.d. Brian Littrell (US), Jerusalem (SE), Charizma (SE), Proclaim (FO), Kristina Bærendsen (FO), Credo (FO), Lisa Fredriksberg (FO), Martin í Grund (FO), Braquet (FO)
Atgongumerkið kunnu keypast í Kall handlunum kring landið.
Les meira um Fjarðafestivalin her
01/06-2007
Á Bylgjulongd 1. juni
Oasan í Hoyvík
Familjumøti sunnudagin 3. juni kl. 14.00. Sera spennandi tiltak fyri alla familjuna.
Fongsulsmissión í Rumenia
Thorkil Jørgensen og Hans Jacob á Lava fara at greiða frá um fongsulsmissión í Rumenia. Teir fara at hava hesi møtir.
Hebron í Leirvík fríggjad. 1. juni kl. 21.00
Keldan í Skálafirði leygard. 2. juni kl. 21.00
Filadelfia í Miðvági sunnud. 3. juni kl. 11.00
Evangeliihúsið í Havn sunnud. 3. juni. 18.00
Gávur kunnu setast inn á Reg. 1569 konto. 0 005 323 452
Viðmerk Fængelselsmissionen. Les meira á rescue-mission.dk ella rescue.ro
Sangløta í Ebenezer mentunarnáttina, 1. juni
Les meira um sangløtuna í Ebenezer her
Tak niður skránna fyri mentunarnáttina her
Ymisk tiltøk í Klaksvík á Norðoyastevnu
KFUM & K hevur spennandi skrá á Norðoyarstevnu á kuff.fo
Solo Deo Gloria hevur útimøti í Vágstúni leygarkvøldið 2. juni kl 22.00
Getsemane hevur hesi tiltøk:
Fríggjakvøldið kl.20.30 ungdómsmøti við André Matras.
Leygardagin kl.10.00 morgunbøn
Sunnudagin kl.14.00 møti við Werner og Hannegrethu Thomassen, sunnudagsskúli er samstundis
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as..." ella "Gem destination som..."
31/05-2007
Á Bylgjulongd 31. mai
Fyrri gesturin í sendingini í morgun var Victor Carlsen. Spæld vóru 2 løg av nýútkomnu fløguni hjá The Carlsens. Esini var heimasíðan hjá føroyska, kristiliga bikara felagsskapinum Cross-bikers MC Føroyar umrødd.
Seinni gesturin var Páll Poulsen, sum nýliga hevur verið í London á Natinal CRE 2007 messuni.
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as..." ella "Gem destination som..."
30/05-2007
Á Bylgjulongd 30. mai
Í sendingini í morgun varð ringt til Victor Dánjalsson, sum sjálvur tólvti er á summarleguplássinum Ástjørn í Íslandi og ger klárt til summarlegurnar, sum byrja um hálvan juni. Tú kanst vitja heimasíðuna hjá Ástjørn ella tú kann fara beinleiðis til síðuna við upplýsingum og myndum um føroyska arbeiðið við Ástjørn.
Eisini vitjaði Edtih Johannesen sendingina og greiddi frá missiónstúrum hon hevur verið. Eisini segði hon okkum, at hon er farin at nýta fotomyndir sum frásøguhátt.
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as..." ella "Gem destination som..."
29/05-2007
Á Bylgjulongd 29. mai
"First Aid" - bók um hjúnarbandið
Svein Askildsen hevur verði á hjúnarbandsskeiði, hann nevndi eina bók "First Aid" sum liggur á hesi heimasíðuni 2=1. Tú kanst taka bókina niður á telduna ella lurta eftir bókini har.
Hvítusunnustevna í kollafirði 25.-28. mai
Ynskir tú tær fløgu av talum frá møtinum, kanst tú ringja til Hjørleif Gaard á tlf. 421319 og 221659.
25/05-2007
Á Bylgjulongd 25. mai
Hvítusunnustevna í Miðvági
Stevnan byrjar fríggjakvøldið kl. 20.00 og heldur á fram til 2. hvítusunnudag. Luttakandi verða m.a.: Pauli Høj, Tummas Jacobsen, Einar Joensen, Dánial á Dul Jacobsen, Linda Petersen, Anna Skaalum, Theodor Petersen, John Holgarson o.o.
Skrá yvir stevnuna er at finna her
MC-Dagur í Sørvági
Leygardagin 26. mai skipa Cross Bikers fyri einum sokallaðum "MC-Degi" í Missiónshúsinum "Libanon" í Sørvági. Tiltakið er ætlað øllum MC-feløgum og einstaklingum í landinum, og er skráin rættuliga fjølbroytt. Lesið meira um tiltakið her
Hvítusunnustevna í Sørvági
Í døgunum 25. - 28. Mai verður hvítusunnustevnan í missiónshúsinum Libanon í Sørvági og verður tað Peter Tkaczyk ið kemur at tala. Skráin er at finna her
Hvítusunnustevnur kring landið:
Tak niður skrá yvir ymisk møtir kring landið, niðanfyri.
25/05-2007
Á bylgjulongd 24. mai
Sjáldsom mynd: Tungur eins og av eldi...
Í sendingini varð sipað til grein í donsku kristnu vikuavísini Udfordringen vika 21 2007
Anna Rosenvinge, einkjan eftir H.P. Rosenvinge, sum var fyristøðumaður í hvítusunnusamkomuni Filadelfia í Århus, eigur hesa myndina. Myndin er frá jarðarferðini hjá H.P. Rosenvinge í 1968. Undir jarðarferðini sóust skilliga 12 eldtungur uppi yvir kistini. Tær síggjast eisini á myndini.
18/05-2007
Á bylgjulongd 18. mai
Aglow í Miðlahúsinum
Leygarkvøldið 19. mai kl. 19.30 verður Aglowfundur fyri kvinnur og menn í Miðlahúsinum, Theodor Petersen vitnar og syngur og Hans Tausen talar.
Stuðulskonsertir fyri Ísraelstoyminum
Konsertirnar verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 19. mai. Á fyrru konsertini, sum er kl. 19 luttaka Siloa-kórið, Magni Christiansen og Heine Lützen. Seinna konsertin byrjar kl. 22.30, og tá luttaka Proclaim, Petur Háberg og Gunnar G. Guttesen.
Atgongumerkju eru at fáa við dyrnar, kostnaðurin er 120 kr. fyri aðra konsertina og 180 kr. fyri báðar.
Lesið meria um bussferðir til konsertina o.a. her
14/05-2007
Á Bylgjulongd 14. mai
Føroyskur tónleikur fer aftur at ljóma í Tórsgøtu á Asfalt sum verður 8. - 9. juni 2007
Konsepti verður tað sama sum seinasta ár, sum gongur uppá at gera føroyskan tónleik sjónligan og at fáa nýggjar bólkar fram, sigur Bogi Andreasen høvðuðsfyriskipari av tónleikatiltakinum Asfalt.
Portalurin 123.fo hevur ymiskt at bjóða fram t.d. upplýsing um virkir, samkomur, kirkjur o.a. Les meira á www.123.fo
Stuðulskonsertir til frama fyri toymi sum fer til Ísrael í summar, verða leygarkvøldið 19. mai kl. 19.00 og kl. 22.30. Meira verður at hoyra í sendingini "Á Bylgjulongd" fríggjamorgunin 18. mai. kl. 9.00
11/05-2007
Á Bylgjulongd 11. mai
Umhvørvisvika í Tórshavnar kommunu
Hesa vikuna hevur Tórshavnar kommuna varpað ljós á umhvørvið. Skipað hevur verði fyri ymiskum tiltøkum. Nøkur tiltøk verða eisini í vikuskiftinum, so sum gongutúrar, rudding og "plantað eitt træ". Lesið meira um vikuna her.
Aglow Eysturoy
Kvøld fyri ungar gentur og kvinnur verður í Kelduni fríggjakvøldið 11. mai kl. 20.00. Mariann Jacobsen tosar um sjálvsvirði. Umboð frá felagskapinum KRIS verða eisini við. Kostnaður fyri kvøldið er kr. 50,-
Trev Gregory í Meinigheitshúsinum í Havn
Fríggjakvøldið verður ungdómsmøti kl. 20.00 við evninum "Follow the Rabbi".
Leygardagin byrjar skeið kl. 10.00. Tilmelding á tlf. 262598.
Leygarkvøldið kl. 20.00 verður bønarkonsert.
Sunnudagin talar Trev til møtið, og aftaná verður nátturði.
10/05-2007
Á bylgjulongd 10. mai
Í sendingini varð mailsamskifti lisið, sum Dánial hevur havt við XXX. Mailsamskifti kom í lag í samband við heimasíðuna hjá Evangeliihúsinum.
Dánial hevði biðið um at fáa mið til góðar heimasíður har í millum eisini heimasíður um skapan. XXX bað so um at fáa mið til heimasíður, sum stuðla menning heldur enn skapan. Og so koyrdi samskifti. Hetta var í februar 2006.
Les viðkomandi grein í Udfordringen
08/05-2007
Á Bylgjulongd 8. mai
John og Marion Drury vitja Filadelfia, Tórshavn
Vitjanin verður frá 11. til 13. mai. John og Marion Drury eru senior-pastorar í Blue Mountains City Church í Avstralia. Leygardagin 12. mei verður undirvísing frá kl. 10.00-12.00 og frá kl. 14.00-16.30. Borðreitt verður við døgurða og kaffi millum undirvísingarnar og kostnaður er kr. 150,- pr. persón og 200 kr. fyri hjún. (Døgurðin er íroknaður.) Áheitt verður at siga frá um døgverði ynskist á filadelfia(at)filadelfia.fo ella við at ringja 314828.
Lesið meira um John og Marion Drury her
30/04-2007
Á Bylgjulongd 30. apríl
Leif og Susanne Madsen vitja í Føroyum
Leif og Susanne hava fleiri møtir kring landið í hesu vikunu. Á møtunum fara tey at greiða frá arbeiðinum við gøtubørnum í Nakuru, Kenya.
Skráin fyri møtini sær soleiðis út:
Týsdagin - 1. mai kl. 20.00 Saron í Vestmanna
Mikudagin - 2. mai kl. 20.00 Betania í Skopun
Fríggjadagin - 4. mai kl. 20.00 Missiónshúsið á Glyvrar
Leygardagin - 5. mai kl. 15.00 Aglow í Runavík (Avlýst)
Sunnudagin - 6. mai kl. 10.30 Lívsins Orð í Runavík (Avlýst)
Sunnudagin - 6. mai kl. 17.00 Keldan í Skálafirði
Mánadagin - 7. mai kl. 20.00 Filadelfia í Tórshavn
Týsdagin - 8. mai kl. 15.00 Læraraskúlin í Tórshavn
Týsdagin - 8. mai kl. 20.00 Soli Deo Gloria í Klaksvík
Mikudagin - 9. mai kl. 20.00 Filadelfia í Vágunum
Lesið meira um arbeiði teirra her
27/04-2007
Á Bylgjulongd 27. apríl
Logos, nýggja heimasíðu
Bókhandilin Logos, hevur fingið nýggja heimasíðu. Til ber nú at keypa fløgur og bøkur umvegis síðuna. Logos bókhandilin
Skeið við Steen Palmqvist
Mánakvøldið 30. apríl kl. 19.30-22.00 verður ein fyrilestur í Oasuni í Hoyvík, um evnið "Smá børn í familjuni." Hetta er fjórði av seks fyrilestrum við psyko- og familjuterapeutinum Steen Palmqvist um hjúnalag og familju. Les meira um skeiðið her
Massoud Fouroozandeh vitjar Lívdina
Massoud Fouroozandeh er fyrrverandi muslimur og býr nú í Danmark. Massoud talar á møti í samkomuni Lívdini í Hoyvík leygarkvøldið kl. 20.00 og á familjumøtinum sunnudagin kl. 10.30. Massoud.dk
23/04-2007
Á Bylgjulongd 23. apríl
Ársmøti 2007
Evnið á Ársmøtinum hjá Heimamissiónini, sum verður frá 3. – 6. mai í Nesvík, er “Við Meistarans føtur”. Á skránni eru millum annað møti, gudstænastur, orðaskifti, nógvur sangur eins og tiltøk fyri allar aldursbólkar. Skráin kann síggjast her
Hearts Ablaze
Í døgunum 17. til 19. mai verður skipað fyri einari lovsongsráðstevnu í Filadelfia í Tórshavn. Tað verða Katrine Høgenhaug og Hanne Vinsten sum undirvísa á ráðstevnuni. Les meira og melda teg til stevnuna her
20/04-2007
Á Bylgjulongd 20. apríl
Aglow møti fyri menn
Møti fyri menn verður í kvøld í Kelduni í Skálafirði kl. 20.00. Poul Færø talar um hjartans reinleika og Terje Vestergaard syngur. Kostnaður er kr. 100,-. Drekkamuður verður eftir møtið.
Blákross landsstevna í Klaksvík
Landsfundur og fyrilestrar verða í Emmaus leygardagin 21. apríl og sunnudagin 22. apríl. Lesið meira her
KuffaMos í Klaksvík
KFUM og K og Emmaus skipa fyri KuffaMos í Klaksvík í vikuskiftinum, 20. til 22. apríl. Les skránna á kuff.fo
G# á Strondum
Í ár verður G# á Strondum frá 27. til 28. apríl. Til ber at meldað seg til á heimasíðuni hjá Heimamissónini.

- Pauline Skeates undirvísari
18/04-2007
Á bylgjulongd 18. apríl
Skeiðið "Self – awareness and personal Growt" verður á Hotel Runavík í døgunum 1. - 2. mai 2007.
Undirvísari er Pauline Skeates, sum áður hevur verið í Føroyum og undirvíst í "Refocussing"
Les meiri um skeiðið: "Self – awareness and personal Growt"
Kontaktpersónur og tilmelding: Hilda Viderø, telefon: 216785
17/04-2007
Á Bylgjulongd 17. apríl
Andar! / Tú?
Ungdómsstevnan 2007 í Ebenezer, byrjar hóskvøldið kl. 20.00. Evnið fyri stevnuna er andaligi heimurin. Skráin er at finna her
16/04-2007
Á Bylgjulongd 16. apríl
Grace Home Ministry í India
Hetta er ein Føroysk verkætlan í India. Talan er um at útvega pening til bygging av einum barnaheimi til 100 børn, sum framyvir eisini skal rekast av føroyingum. Raksturin skal m.a. dekka tørvin á mati, klæðum og skúlagongd.
Til ber at lata pening til verkætlanina, við at flyta pening á konto í Norðuroyar Sparikassa, konto nr.: 9865 - 103.455.8. Navnið á kontuni er: Grace Home Ministry.
Lesið meira um verkætlanina her
Fjarðafestivalurin
Tit kunnu keypa atgongumerkju til festivalin fyri kr. 490,- hesa vikuna út. Lesi meira um bólkarnar á heimasíðu teirra. Til ber at ogna sær atgongumerki, við at ringja til Fjarðafestivalin á tlf. 560565.
13/04-2007
Á Bylgjulongd 13. apríl
Profetisk Stevna í Suðuroy
YWAM Føroyar skipar fyri profetiskari stevnu frá 17. - 20. mai. Tilmeldingar freistin er 25. apríl. Les meira um stevnuna og gistingar møguleikarnar her
Sangdagur Barnanna
Skipað verður fyri barna sangdegi í Meinigheitshúsinum í Havn og verður í høpinum, almenn og ókeypis konsert í húsinum leygardagin 14. apríl, kl. 15.00.
02/04-2007
Á Bylgjulongd 2. apríl
Páskastevnur
Fleiri páskastevnur eru kring landið og niðanfyri kanst tú taka niður upplýsingar um páskastevnur í Kelduni, Gøtu, Dali, í Losjuni í Havn, í Meinigheitshúsinum í Havn og um Trúboðanarstevnuna í Runavík.
26/03-2007
Á Bylgjulongd 26. mars
New Tribes Mission skipar fyri ungdómslegu á Zarepta 30. mars-1. apríl
Talari verður Paul McIllwain úr Australia. Tilber at melda seg til leguna við at ringja til Zarepta á telefon 282140. Lesið meira her
Trúboðanarstevna
Stevna verður í Ítrottarhøllini í Runavík frá 5. til 8. apríl. Tak niður faldaran omanfyri.
23/03-2007
Á Bylgjulongd 23. mars
HMU konsert
Leygarkvøldið, 24. mars kl. 22.00, verður HMU konsert í Mentunarhúsinum í Fuglafirði. Á konsertini luttaka Proclaim, VOX og Humble Cry. Lesið meira her
Edith Mørkøre sýnir máningar fram í Snarskivuni
Snarskivan er opin mánadag til fríggjadag frá klokkan 09.00 til klokkan 16.00. Tó er opið hósdag frá klokkan 09.00 til klokkan 18.00. Lesið meira um framsýningina her. Eisini ber til at síggja nakrar av málningunum hjá Edith á myspace síðu hennara
Føroysk-Ísraelskt fagnarðarkvøld og Ísraels ferð
Fagnaðarkvøld verður í Norðurlandahúsinum tann 15. mai 2007, klokkan 19.30, í samband við at 30 ár nú eru ligin síðani Svenning av Lofti skipaði fyri sínum fyrsta túri til Ísraels. Øll eru vælkomin, tó heitir Svenning fyrst á tey, ið hava verði við honum í Ísrael um at verða við hettar kvøldið. Fyriskiparar eru "Ísraelsfelagið" og "Vinir Ísraels í Føroyum."
Svenning skipar eisini fyri ferð til Ísraels í september-oktober 2007. Tað serliga við hesu ferð er, at vitja verður um leyvsaluhøgtíðina. Meira fæst at vita um fagnaðarkvøldið og túrin, við at venda sær til Svenning á telefon 312045 ella 212045.
20/03-2007
Á Bylgjulongd 20. mars
ABC Barnahjálpin
Í sambandi við fyrstu verkætlanina hjá ABC barnahjálp í Føroyum, sum verður í afrikanska landinum Liberia, verður skipað fyri trimum kunnandi fundum undir heitinum "Nýggj vón til eitt nýtt ættarlið."
Á fundunum luttaka Matthew Sakeuh og fleiri kendar sangrøddir.
Fundirnir verða í:
-Kelduni í Skálafirði, týskvøldið 20. mars klokkan 20.00
-Atlantis í Klaksvík, mikukvøldið 21. mars klokkan 20.00
-Á Hotel Hafnia í Havn, hóskvøldið 22. mars klokkan 20.00
Les meira um ABC barnahjálpina her
19/03-2007
Á Bylgjulongd 19. mars
The Dixie Hummingbirds á G-festival 19-21. juli
Jødisk páskamáltíð í Øravík
Sunnudagin 25. mars kl. 18.00 í Gistingarhúsinum í Øravík. Seinasta freist at tilmelda er 21. mars. hjá Katrin Mortensen, tlf. 371791 og 229471
Faroe Team Mission
Túrur til Íslands 25. juli - 9. aug. Tilmelding á tlf. 448342 ella alvurj(at)hotmail.com
ella les meira um túrar hjá Faroe Team mission longur niðri á hesi heimasíðuni.
16/03-2007
Á Bylgjulongd 16. mars
Hjálp Afrika – Eitt lív, ein vón - 97.000 kr. komu inn.
Les meira um hvussu tað gekk her
Aglow møti í Sørvági 17. mars kl. 17.00
Steen Palmquist skeið í Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum 19. mars
Faroe Team Mission, Jesus Revolution túr til Spania, 8.-22. juli
Fá meira at vita við at lesa niður faldaran her (PDF format)
Á bylgjulongd 14. mars
Nakrar myndir frá setanini av ráðstevnuni á Hotel Ørkin í Reykjavík fríggjadagin 9. mars 2007
12/03-2007
Á Bylgjulongd, 12. mars
Ísraelsferð, frá 1. – 13. mai 2007
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 14. mars. Til ber at teknað seg hjá Frants Jensen, tlf. 770017. Les meira um ferðina her
Ungdómslega umborð á Norrönu varð 1-5. mars
Í alt vóru yvir 70 ung við á túrinum. Síggj myndir her
Hanus Jacobsen arbeiðir hjá Vision Norge
www.visionnorge.com
Morgunmøti í Ebenezer sunnumorgun er flutt til kl. 11.00
Les meira her
09/03-2007
Á bylgjulongd 9. mars
International Apostolsk Højskole
INTERNATIONAL APOSTOLSK HØJSKOLE
LYKKEGÅRDSVEJ 100, 6000 KOLDING
TELEFON : +45 75 52 47 99
FAX: +45 76 34 29 60
Heimasíða: www.biblecollege.dk
E-mail: applyiabc(at)apostolic.dk
Steen Eskildsen frá DBI, Dansk Bibel Institut vitjaði í studio
Les meira um DBI www.dbi.edu
Etta Cameron, United Voices og Gospelkórið Vox konsert
Norðurlandahúsið leygarkvøldið 10. mars kl. 19.30
Luttøka av Etta Cameron, United Voices og Verkstaðarkór
Mentanarhúsið í Fuglafirði sunnukvøldið 11. mars kl. 19.00
Luttøka av Etta Cameron og Gospelkórið Vox
Tað er felagskapurin ADRA í Danmark sum skipar fyri.
Les meira um konsertina her
Tú hevur møguleikan at stuðla hjálpararbeiði í Kongo. Keyp eini hús til eina flóttafólka familju fyri kr. 3.200,- www.adra.dk
05/03-2007
Á Bylgjulongd 5. mars
"Just give me Jesus" 12. mai 2007 í Oslo, Spektrum
Anne Graham Lotz skal luttaka á stevnuni
Les meira á:
Samband við Jesus Kvinner: info(at)jesuskvinner.no ella tlf. 0047 22 47 20 46
02/03-2007
Á Bylgjulongd 2. mars
Open Doors bønartiltak í Ebenezer
Underground er ungdómsparturin av Open Doors (Åbne Døre). Open Doors upplýsir um og stuðlar kristnum runt allan heimin, ið verða forfylgd.
Vikuskiftið 2.- 4. mars skipar Underground fyri bønartiltøkum kring allan heimin undir heitinum Shockwave. Hetta árið fer serliga at verða fokuserað á og biðið fyri kristnum, ið verða forfylgd í muslimskum londum.
Leygardagin 3. mars verður eitt tílíkt tiltak í Ebenezer. Byrja verður kl. 15 og er liðugt uml. Kl. 17. Her er høvi til at koma saman á ein øðrvísi hátt at biðja, eisini er møguleiki fyri at skriva brøv til kristin, sum sita fangar fyri trúgv sína.
Leygarkvøldið kl. 20 verður eitt øðrvísi ungdómsmøti. Her verður lovsangur, informatión um Open Doors, tala og bøn sjálvandi. (Drekkamunnur aftaná)
Hóast hetta er eitt ungdómsmøti, so eru ØLL hjartaliga vælkomin!
Stig Christensen frá tí Kristnu Ambassadini í Jerusalem hevur møtir kring landi.
Barnavinarlig missiónsvika í Sørvági 2-6. mars
Fríggjakvøldið kl. 20 - Ungdómsmøti v/ Leo-Hans, Ungdómskórið og drekka
Sunnudagin kl. 16 - Familjumøti v/ Sóllind Olsen, Vestmanna Barnakórið og Genturnar hjá Tórfríð
Mánakvøldið kl. 17.30 - Barnamøti, v/ Marjon Poulsen, barnaráðgeva
Tey smáu dansa, Nátturði aftaná
Týskvøldið kl. 18.30 - Juniormøti, v/ Sanna Axelsen, Sandavágur
Juniorar dansa og vísa egnan film, Nátturði aftaná
Evnisdagur í Hvalvík 17. mars
Hvussu fáa vit meinigheitina at virka sum eitt toymi?
Undirvísari: Steen Palmqvist, psyko- og familjuterapeutur
Missiónshúsið í Hvalvík verður karmur um evnisdagin, ið byrjar kl. 09.30 til kl. 17.00. Kostnaður er kr. 200,-, tá er íroknað døgurði og kaffi/te
Tilmelding fer fram á Heimamissiónsskrivstovuni - tel. 47 00 00 ella teldupost: hm(at)mission.fo
Tilmeldingarfreistin er 13. mars
01/03-2007
Á Bylgjulongd 1. mars
23/02-2007
Á Bylgjulongd 23. feb.
Fjarðafestivalurin 23-25. aug. 2007
Metal bólkurin Extol kemur at luttaka. Les meira um Extol á www.extolweb.com ella á www.myspace.com/extol
Les meira um fjarðafestivalin á www.fjardafestival.com
Skeiðdagur við Steen Palmquist í Meinigheitshúsinum í Sandavági 3. mars kl.10-17
Evni: Skuld, skomm og fyrigeving
Tekning á telduposti ingolfj(at)kallnet.fo og bjorn(at)mbm.fo ella á tlf. 322598
Tekningarfreist 27. feb. Kostnaður 250 kr. døgurði og drekka írokna.
Ungdómsmøti "Awake XL" í Kelduni í Skálafirði leygarkvøldið 24. feb. kl. 21.00
Shay Kauffman luttekur, Shay er systur Lee Hjaltalin. Shay er ungdómsleiðari í samkomuni í USA, sum pápi hennara er pastor í. www.keldan.fo
26/02-2007
Á Bylgjulongd 26. feb.
Easy Worship frá www.gjamma.com les meira á www.easyworship.com
Missiónsvika á Glyvrum frá 26. feb. til 4. mars
Fríggjadagin 2. mars
Kl. 2000 Bergur Debes Joensen, prestur talar, Sangur: Magni Christiansen
Kl. 2230 Eftirmøti har ung og eldri luttaka við vitnisburði, sangi og tónleiki
Leygardagin 3. mars
Kl. 1600 Barnamøti v/Ólavi Magnussen, Sangur: Barnakórið á Toftum
Kl. 2000 Bergur Debes Joensen, prestur talar, Sangur: Systrarnar Simonsen
Kl. 2230 Eftirmøti har ung og eldri luttaka við vitnisburði, sangi, tónleiki og drama
Sunnudagin 4. mars
Kl. 1100 Gudstænasta v/altargongd, Martin R. Jacobsen, prestur talar
Kl. 1400 Sunnudagsskúli
Kl. 1800 Bergur Debes Joensen, prestur tala, Sangur: Glyvra Streingjakór
Innsavnan til arbeiðið
Kl. 2100 Eftirmøti har ung og eldri luttaka við vitnisburði, sangi og tónleiki
Bønarløta verður hvørt kvøld hálvan tíma áðrenn kvøldmøtini byrja
Barnaansing verður í Kvinnufelagshúsinum í vikuskiftinum
Hvørt kvøld verður drekka aftaná møti
- Øll eru hjartaliga vælkomin til møtini
23/02-2007
Á Bylgjulongd, 22. februar
19/02-2007
Á Bylgjulongd, 19. februar
Ísraelsferð, frá 1. – 13. mai 2007
Tilmeldingarfreistin er 14. mars. Til ber at teknað seg hjá Frants Jensen, tlf. 770017. Les meira um ferðina her
Gamalt-Nýtt
Stuðulsbúðin hjá Danmissión í Føroyum í Klaksvík, liggur á Klaksvíksvegi 70 og hevur opið: mán-frí. 13.00–17.30 og ley. 10.00-12.00. Um tú hevur hug at hjálpa í búðini, ella at lata lutir ring á tlf. 456820 ella 456116.
Andakt í Ebenezer í døgurðatímanum
Mánadagar á middegi kl. 12.30 – 12.50, er andakt í stovuni yvriav stóra sali. Les meira
16/02-2007
Á Bylgjulongd, 16. februar
Undirvísing um hjúna- og familjuviðurskifti v/ Steen Palmqvist
Undirvísingin fer fram í Kirkju- og Missiónshúsinum á Argjum, kl. 20.00 mánakvøldið, 19. februar. Meira fæst at vita um undirvísingina og komandi kvøld á heimasíðuni koma.fo.
Aglow skipar fyri undivísing um tunglyndi
Sera áhugaverd undirvísing fyri menn, verður í Kelduni í kvøld kl. 20.00.
Jenis av Rana fer at undrivísa í evninum: Tunglyndi- og leiðin út í frælsi. Poli Jacobsen fer at undirvísa um: Tíðingin av, at endurnýggja sinnið í eini tíð sum hesi. Harald saman við øðrum syngja.
Kvøldið er einans fyri menn. Kostnaður 100 kr. Drekkamuður er millum undirvísingarnar.
Fundarrøð "Orðið í sentrum"
Leiðsla Frelsunarhersins skipar fyri fundarrøð í Noregi, Íslandi og Føroyum, undir heitinum “Orðið í sentrum”.
Til Føroya er komin næstleiðarin oberstl. Erling Mæland og í hesum sambandi verður skipað fyri almennum fundum:
Í Vági Fríggjadagin 16. februar kl. 20.00
Obertsl. Erling Mæland talar
Í Havn Sunnudagin 18. februar kl. 11.00 og kl. 18.00
Obertsl. Erling Mæland talar, streingjakórið og hornorkestrið luttaka.
"Marsdagar" í Odense
3. - 4. mars verða dagar við undirvísing og felagskapið undir heitinum, "Eg var glaður, táið sagt varð við meg: Vit skulu fara í hús Harrans."
Tilmeldingarfreistin er leygardagin 17. februar. Til ber at melda seg til ella at fáa meira at vit um dagarnar, við at ringja til Árna Helmsdal, +45 65 96 13 73 ella á +45 30 25 13 73. Ella send teldupost til arnihelm(at)post.tele.dk
Her kanst tú lesa innbjóðingina til stevnuna og her sært tú myndir frá Odense degnum í fjør.
Hetta er eitt gott høvi til at fáa samband og samfelag við føroyingar, sum búgva aðrastaðni í landinum. Hetta er triðja ferðin at ein tílík stevna verður hildin. Vónandi ynskja fleiri útisetar at vera við.
12/02-2007
Á Bylgjulongd, 12. februar
OM í Føroyum
Vilt tú vita meira um OM í Føroyum, teirra virksemi og tiltøk kring heimin, leita tær á heimasíðu teirra.
Stuðla børnum kring heimin
Enn er møguleiki at lata stuðul til børn í Rumenia, Ukraine og Kenya. Far inn í peninga stovn tín og flyt pening til Lindina, viðmerkjast skal: "Børn kring heimin." Konto nummur eru at finna omanfyri.
09/02-2007
Á Bylgjulongd 9. februar
Leinkjur, telefonnummur og tilfar úr sendingini í morgun.
Missiónsvika á Argjum
Skráin fyri restina av vikuni er at finna her
ADRA
Tú hevur møguleikan at stuðla hjálpararbeiði í Kongo. Keyp eini hús til eina flóttafólka familju fyri kr. 3.200,- Les meira her
Ungdómslega umborð á Norrönu
Heimamissiónin skipar fyri flótandi ungdómslegu fyri ung yvir 18 ár. Legan verður frá 1.-5. mars, tekningarfreistin er sunnudagin 25. februar. Les um leguna ella tekna teg her
06/02-2007
Á Bylgjulongd 6. februar
Traktatgrunnurin
Um tú ert áhugaður í, at hjálpa við at býta traktair út kanst tú ringja til Petur á Roykheggi, á nummar 27 40 01.
Bønarsvarið
Nýggjur táttur í "Á Bylgjulongd"
Hetta er ein áheitan til lurtarar, ið hava upplivað konkret bønarsvar og hava áhuga í at geva tað víðara. Tey kunnu skriva til okkara á lindin(at)lindin.fo ella skriva bræv til: Lindin, postsmoga 2063, 165 Argir.
ABC Barnahjálpin
Stuðla einum barni. Les meira um ABC barnahjálpina.
05/02-2007
Á Bylgjulongd 5. februar
Stuðulssending á Lindini
Leygarkvøldið 10. februar verður stuðulssending til frama fyri børn kring heimin. Høvi verður at, stuðla barnaarbeiði í Kenya, har Jens og Malena Meitilberg eru trúðboðarar, gøtubørnum í Kiev har Jórun og Nurlan Malaikev eru virkin og børnum í Ghindari, Rumenia har Miriam og Rógvi Rasmussen arbeiða.
Sendingin verður at hoyra leygarkvøldið kl. 19.
Eg.fo
Ungdómportalur ið Barnabati skipar fyri. Tú og Eg telefonin (80 70 10) er opin mánadagar og hósdagar frá kl. 14.00 til 22.00. Vitja forvitnisligu heimasíðuna á Eg.fo.
02/02-2007
Á Bylgjulongd 2. februar
Missiónvikan í Kollafjarðar Missiónshúsið
Skráin fyri vikuna er soleiðis:
Í døgunum 30. Jan. – 4. Febr. 2007
Fríggjadag 2.febr. kl. 20.00
Manskórið í Vágum
Leygardag 3.febr kl. 20.00
KFUM & K kórið í Klaksvík
Sunnudag 4.febr. kl. 14.30
Sunnudagsskúli
Marjon Poulsen
Møti kl. 18.00
Regin Høgnesen talar
Miktam syngur
Bønarløta verður hálvan tíma áðrenn hvørt møti.
Evnisskeið: Samkoman í '21 øld
Evangeliihúsið skipar fyri evnisskeiði og møti við Lene & Andreas Jørgensen. Temaið hjá teimum verður Samkoman í ’21 øld, møguleiki, avbjóðing, broyting. Eingin tilmelding er neyðug.
Skráin fyri møtini er at finna her
Eisini talar Andreas Jørgensen í Filadelfia, Vágar týskvøldið 6. februar kl. 20.00 og mikukvøldið 7. februar kl. 20.00.
01/02-2007
Á Bylgjulongd 1. februar

Leinkjur, telefonnummur og tilfar úr sendingini í morgun.
Útisetin
Arbeiði millum føroyingar í Danmark hevur fingið eina heimasíðu. Heri Elttør ið er trúboðari í Danmark hevur ábyrgd av síðuni. Heri hevur telefon nummar +45 97473786, mobil. +45 27513786. Eisini kanst tú senda teldupost á e-mail herielttor(at)tele2adsl.dk heri.elttor(at)indremission.dk. Skype: heri.elttoer
Evnisskeið: Samkoman í '21 øld
Evangeliihúsið skipar fyri evnisskeiði og møti við Lene & Andreas Jørgensen. Temaið hjá teimum verður Samkoman í ’21 øld, møguleiki, avbjóðing, broyting.
Skráin fyri møtirøðina er at finna her
Vitjunartænastan hjá Reyða Krossi
Um tú ert áhugaður at gerast vitjunarvinur, kanst tú ringja til Reyða Kross á 319630 ella til Katrina Klæmintsen á 319850. Lesið meira um tænastuna her
Missiónsvika í Fuglafirði
Skráin fyri restina av vikuni:
Møtini 28. jan. – 1. febr. vera í Thabor
Hós. 19.30 Møti v/ Marjan Kass Nielsen
Sangur: Magni Christiansen
Innsavnan
Tiltøkini 2. – 4. febr. vera í Mentanarhúsinum
Evni: “At síggja – Jesus fyrst”
Frí. 19.00 Møti, fyrri partur. Heri Elttør tala
Sangur: Tabor-kórið á Toftum
21.30 Møti, seinni part
Leyg.09.30 Morgunmatur
10.00 Bíbliutími: “Kallið og hvat so?” um Jónas.
Heri Elttør talar
19.00 Møti, fyrri partur. Heri Elttør talar
Sangur: Ungdómskór úr Vágunum
21.30 Møti, seinni partur
24.00 Lovsangsløta, andakt o.a.
Sun. 12.00 Gudstænasta v/ altargongd
Uni Næs, prestur, prædikar
14.30 Sunnudagsskúli
18.00 Nátturði í Thabor
19.00 Møti, fyrri partur. Heri Elttør tala
Sangur: Streingjakórið í KFUM/K í Klaksvík
Innsavnan
21.30 Møti, seinni partur
29/01-2007
Á Bylgjulongd 29. januar
Leinkjur, telefonnummur og tilfar úr sendingini í morgun.
ALV, Handil og Kaffi
Handilin hjá ALV, har kaffi, te, smoothies og køkur eru at fáa, er opin soleiðis:
mánadag til leygardag frá kl. 10.00-18.00
sunnudag frá kl. 14.00-18.00
Les meira á heimasíðuni hjá ALV
Glóðin
Tú kanst seta teg í samband við Glóðina, við at ringja á telefonnummar 280011. Les meira um Glóðina her.
Endurnýtsluhandil hjá Sudanmissiónini
Handilin liggur á Glyvravegi 32 og er opin mánadagar, mikudagar og fríggjadagar frá kl. 13.30-18.00. Um tú hevur hug at hjálpa til í handlinum, ber til at ringja til Magnhild Olsen á 44 77 74 ella á 74 77 74. Les meira um handilin og Sudanmissiónina her.
26/01-2007
Á bylgjulongd 26. januar
Leinkjur, telefonnummur og tilfar úr sendingini í morgun.
Temadagur í Missiónshúsinum á Sandi.
Leygardagin 3. feb.’07. Steen Palmqvist frá felagskapinum Agape tosar um evni: "Hugsað ikki, at tú ert nakað.” Kl.9.30 verður drekkað og andakt. Byrja verður stundisliga kl.10.00. Vit fáa døgverða og drekkað.
Kostnaður kr. 200,- fyri allan dagin.
Tekning hjá Jonnu, jonna(at)jesus.fo ella tlf.281652. Tekningin er bert galdandið við at flyta pening á konto í Eik, 9181-4984082 (um ikki onnur avtalað er gjørd) innan mikudagin 31.jan. kl.16.00
Kom til Sands á temadag, Teistin fer av Gomlurætt kl.8.45 og norður aftur kl.16.30 og 18.30.
Missiónsvika í Rituvík - 23. til 28. januar
Skráin fyri vikuna er at síggja her
Hjartamál: Systir Maria
Les greinina, ið Maria nevndi í sendingini "Forbidden Pain - the unspoken grief of abortion"
Eyoy
Ungdómsmøtir hjá brøðrunum í Eysturoynni. Tilber at melda seg til SMS skipan teirra á telefon 599900. Meira fæst at vita á heimasíðu teirra, Eyoy.
Brian Littrell á Fjarðafestivalin 2007
Fyrireikararnir fyri Fjarðafestivalin hava nú almannakunngjørt at fyrsta høvuðsnavnið á Fjarðafestivalinum 2007 er Brian Litrell. Brian er serliga kendur sum partur av Backstreet Boys, men hevur eisini gjørt seg galdandi sum solist. Hann hevur nýliga útgivið eina kristna fløgu, sum eitur "Welcome Home". Sum partur av Backstreet Boys hevur Brian ongantíð goymt, at hann er persónliga trúgvandi.
Meir kann lesast um Brian á www.brianlittrell.com
Atgongumerkið eru at fáa í Kall-handlunum og á heimasíðuni hjá Kall, frá mánadegnum 11. des.
Kelda: www.fjardafestival.com
Print
Email
PDF




































































































Les meiri her



















































