19/03-2010

Stuðulsdagur leygardagin 20. mars 2010

Lindin hevur stuðulsdag nú leygardagin 20. mars, har vit útvega Lindini fleiri fastar stuðlar. Sendingin er frá kl. 14.00 til midnátt.

21. januar í ár vóru 10 ár liðin síðani Lindin byrjaði at senda. Lindin hevur øll hesi árini fíggjarliga verið hildin uppi við føstum stuðlum og gávum, og sigast má, at var tað ikki fyri tann kærleika, ið trúføstu gevarnir veita Lindini, bar als ikki til á henda hátt at senda gleðiboðskapin um náði Guds í Kristusi.

Øll hesi árini hevur Lindin verið í støðugari menning, men alt kostar. Bæði tíðarinnar tonn og økingin í sendineti og sendiflatu ger, at tað alsamt er tørvur á enn fleiri stuðlum. Tann tekniski parturin av Lindini er lutvíst niðurslitin, og hetta krevur støðugar ábøtur.

Komandi leygardag frá kl. 14 og til umleið á midnátt verður spennandi stuðulsdagur í Lindini: Símun Hansen og Tór Arni Samuelsen fara at senda frá Sandoynni og Preben Hansen, Erna Háberg, Jenis av Rana, Absalon Áargarð og Hjørdis Háberg Petersen fara at sita í útvarpstovuni í Lindini. Tónleikaframførslur og gestir verða eisini við í sendingini.

Høvið verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul ella at geva Lindini eina gávu. Í sendingini verður lutakast um nógvar góðar vinningar m.a. flogferðir, gisting á gistingarhúsi, gávukort og mangt annað. Drigið verður bæði millum nýggjar og verandi stuðlar. Lutakast verður hvønn heilan tíma og kl. 23:00 verður drigið um høvuðsvinningin.

Høvi verður at tekna seg sum stuðul hjá Lindini, at hækka stuðulin ella lata eina gávu. Hetta kann gerast á heimasíðuni www.lindin.fo ella við at ringja til Lindina sama dag, har fólk verður at taka telefonina. Tlf. 321377 og SMS 521377.

Sendingin verður at hoyra í Lindini leygardagin 20. mars 2010 frá kl. 14.00 til midnátt.

september 07, 2010 Á bylgjulongd týsdagin 7. september

Í morgun prátaðu vit við Gunhild Åen Madsen, psykoterapeut, í sambandi við evnisdag á Sandi 11. september - um sorg. Síðan varð tosað um, at Gunhild Waldemar fer at røða í Norðurlandahúsinum leygardagin 11. september kl. 16.00 um "Tað seinasta um...[Les meira]

september 06, 2010 Á Bylgjulongd mánadagin 6. september 2010

Vit hoyrdu frá Beintu Áargarð um eitt barnamøti, sum verður leygardagin kl. 17.00 í Skúlanum við Løgmannabreyt og um eitt familjumøti sunnudagin kl.12.00. Í sendingini vitjaði eisini Durita Djurholm, sum greiddi frá Christmas Child........[Les meira]

september 03, 2010 Umveldi fríggjadagin 3. september 2010

Aftaná tónleik og hugleiðingar um m.a. Street Bible, var gesturin í Umveldi í dag Poul Guttesen, og hann og Preben Hansen samtalaðu her um PHD-avrikið hjá Poul.[Les meira]

september 03, 2010 Á bylgjulongd fríggjadagin 3. september 2010

Fyrru gestirnir í morgun vóru Lissi Hansen og Óli Poulsen. Tey fortaldu um nýggja kristiliga sendirøð til aldursbólkin 11 ár og uppeftir. Síðan tosaði Preben Hansen um samsending millum Lindina og Kringvarp Føroya í kvøld. [Les meira]

september 02, 2010 Á bylgjulongd hósdagin 2. september 2010

Á Bylgjulongd hósdagin var ein gomul sending, har prát var við Peter Gammons frá 11. november 2008. Eisini var prát við Eiler Jacobsen yngra og Hjúnarbreddin var á skránni og tað er frá 21. oktober 2008.[Les meira]

september 01, 2010 Á Bylgjulongd mikudagin 1. september 2010

Í sendingini í morgun hoyrdu vit um norðurkoreanska Kim Shin_Jo, sum gjørdist pastorur í Suðurkorea. Seinni í sendingini kom Poul Færø á gátt.[Les meira]

august 31, 2010 Á bylgjulongd týsdagin 31. august 2010

Í sambandi við Sjónligheitsdagin 4. september tosaðu vit við Reimunn Førsvoll og við Oslu Sevdal - sí eisini teldubústað niðanfyri! Síðani kom gestur á gólv, tað var Rógvi E. Jacobsen, sum hevur verið hermaður í Afganistan, hann segði frá...[Les meira]

august 30, 2010 Á bylgjulongd mánadagin 30. august 2010

Í sendingini prátaðu vit við Jónfinn Petersen, sum skal á ferð við Livets Ord til Ísraels. Bergur Debes Joensen forkláraði um lærusveinaskúlan PODAS. Til ber at lesa meira um skúlan og tekna seg .......[Les meira]

august 27, 2010 Á bylgjulongd fríggjadagin 27. august 2010

Gestir í morgun vóru Erla og Ingvard Petersen. Tey hava verið við í trúboðanarverki í Venezuela. Síðan hoyrdu vit um trúboðanina hjá Kedes um internetið.[Les meira]

august 25, 2010 Á Bylgjulongd mikudagin 25. august 2010

Í sendingini í morgun var Poul Færø á vitjan.[Les meira]

august 24, 2010 Á Bylgjulongd týsdagin 24. august 2010

Í sendingini varð prátað við Asloug Víká Petersen, sum hevur verið hjálparfólk á TeenStreet í summar. Eisini vóru Meinhard Arge Jensen, Tom Jacobsen og Gurðið Johansen í útvarpsstovuni og søgdu frá teirra upplivingum á Bethel Tænastu Skúlanum í...[Les meira]

august 23, 2010 Á Bylgjulongd mánadagin 23. august 2010

Á Bylgjulongd í morgun ringdu vit til Zarepta og tosaðu við Páll á Lakjuni um tær legurnar/stevnurnar, sum verða har vesturi í heyst. Eisini høvdu vit vitjan av Poul Guttesen saman við Richard Bauckham, ið er professari í teologi. Orðið fyri dagin...[Les meira]

august 20, 2010 Umveldi fríggjadagin 20. august 2010

Hesuferð er Símun Absalonsen gestur í stovuni, og í dag samrøða hann og Preben um, hvønn boðskap standmyndin av Sigmundi Brestissyni uttanfyri Vesturkirkjuna hevur. Síðan fortaldi Andreas Andreassen frá Heimamissiónini um toymisferð til Grønlands. ...[Les meira]

august 20, 2010 Á bylgjulongd fríggjadagin 20. august 2010

Í sendingini í morgun hoyrdu vit um støðuna í Pakistan. Vit prátaðu við Suna Vinther, formann í Reyða Krossi og við Høgna Johannesen, sum hevur tilknýti til Pakistan. Eisini prátaði Absalon við Guy Penrod, sum hevur havt konsert í Kelduni. [Les meira]

august 19, 2010 Á bylgjulongd hósdagin 19. august 2010

Í morgun hoyrdu vit um nýggja Frískúlan í Kelduni. Eisini prátaðu vit við Heðin Poulsen um GLS (Global Leadership Summit)[Les meira]

august 18, 2010 Á Bylgjulongd mikudagin 18. august 2010

Í sendingini lósu vit úr norska blaðnum KS vitnisburðin hjá Merete Jenssen, sum andaliga tala fann heim fyri umleið 3 árum síðani. Eisini sendu vit prát við Poul Færø.[Les meira]

august 17, 2010 Á bylgjulongd týsdagin 17. august 2010

Í sendingini í morgun hoyrdu vit Sunnuvu Kass greiða frá um Agape felagsskapin. Aftaná komu gestirnir Birgitte og Søren Pedersen, ið arbeiða við at byggja kirkjur í Kenya.[Les meira]

august 16, 2010 Á bylgjulongd mánadagin 16. august 2010

Fyrst høvdu vertirnir ymist á skránni. Tey ringdu síðan til Jónu Gunnarsson, ið er á veg til Kenya. Aftaná kom Marner á Lofti á gátt vegna bólkin 4. At enda ringdu tey til Óla Steinberg umborð á Juvel II.[Les meira]

august 13, 2010 Umveldi fríggjadagin 13. august 2010

Fyrst hoyrdu vit áhugaverda hugleiðing um Mariu Magdalenu. Síðan var norski evangelisturin Svein Axelsson gestur í stovuni. Hann fortelur, hvussu hann bleiv frelstur, og annars eisini frá øðrum á lívsleiðini - m.a. hvussu hann varð kallaður at...[Les meira]

august 13, 2010 Stuttbylgjan fríggjadagin 13. august 2010

Gestur í sendingini í morgun var Annika av Rana - hon tosaði um týdningin av rørslu hjá eldri fólkum. Síðan varð tosað við Reyða Kross um hjálpararbeiðið í Pakistan.[Les meira]

Frá 1 til 20 av 657

Myndir frá beinleiðs sendingini úr Vágunum, Suðuroynni og Havn 21. januar 2006

Graviarbeiðið 25 sept. 2004 til sendaran á Sornfelli

Januar 2002

Nú er meira enn tvey ár liðin síðan Lindin fór at senda, fyrst á FM 101,0 Mhz frá Havn og á eittáraføðingardagshaldinum byrjaðu vit at senda frá Brúnaskærið, FM 103,0 Mhz. Upplýsast kann at tveir sendarir eru komnir, sum báðir skulu setast upp í Suðuroy. Tað hevur verði eitt sindur trubult at fáa neyðug loyvi, so sendast kann, men vónandi verður hetta loyst sum skjótast, so eisini suðuroyingar kunnu hoyra Lindina.

 

Lindin viðkar støðugt um sendinetið og eisini um senditíðina. Frá 1. februar eru vit farin at senda hvønn dag til kl 06:00 - so enn væntar bert fyrraparturin í, men málið er greitt, at røkka allar Føroyar, alt døgnið, áðrenn vit fara víðari. Amen!

Ár 2001

Góði lesari!

 

Nú nærkast eisini 1 ára dagurin, tá fyrstu tónarnir hoyrdust í Lindini, og Jesus varð boðin vælkomin.

 

Jesus varð boðin vælkomin, ja, og av sonnum hevur Hann verið okkara millum, og latið okkum uppliva leiðslu og signing sína. Eina hóming av tí, ið dagliga hendir, fært tú kanska best við at hoyra tey bønarevni, ið dagliga verða ringd inn, og serliga tey takkarevni, sum tú óivað hevur varnast eru nærum daglig. Eitt tað feskasta er frá hósdegnum 14. í hesum, tá ein ung kvinna ringdi fyri vinkonu sína, sum var farin á ríkissjúkrahúsið við umleið 12 ára gamla beiggja sínum, til skurðviðgerðar í mjødnini.

 

Dagin eftir ringir hon aftur, tá hava tey ringt av ríkissjúkrahúsinum, eru á veg heim aftur (tey høvdu annars fingið í væntu at skula verða har nýggjárið yvir), tí læknanir høvdu einki ónormalt funnið – Halleluja!! Leggjast skal afturat, at hvørki vinkonan ella systir drongin leita regluliga á møtir.

 

Mong eru frelst, og fleiri eru endurnýggjaði- og dagliga frætta vit frá ungum og eldri, trúgvandi og vantrúgvandi, sum siga frá, hvussu fegin tey eru fyri Lindina.Tað eigur at gleða okkum øll, og birta í okkum eina ósigiliga og viðvarðandi tøkk til Harran, sum á Krossinum legði grundarlagið undir gleðiboðskapin, ið vit hava fingið forrætt at boða.

 

Vit í gongd við at leggja til rættis føðingardagin, ætlanin er at hesin skal verða leygardagin h. 3. februar. So mikið vita vit longu, at sent fer at verða beinleiðis allan dagin, at opið verður fyri øllum, og at vit síggja fram til at møta so mongum stuðlum sum gjørligt.

 

Í skrivandi løtu skuldi sendarin til norðuroyggjar verið komin til Føroyar, so ein av fyrstu døgunum skuldi Lindin verið at hoyrt, ikki bert í norðuroyggjum, men í øllum Føroyum- undantikið tó Suðuroynni og Vágum. Men vit eru longu byrjaði fyrireikanir at náða suður- og vestureftir. Biðið saman við okkum, at vit fara at náða allar Føroyar í ár 2001.

 

Sum nøkur tykkara kanska longu hava lagt til merkis, so senda vit nú frá kl. 9.00 sunnumorgun, og ein av fyrstu leygarmorgnunum víðka vit til eisini at senda frá kl. 9.00 á morgni. Sendingin leygarmorgun verður ein annarleiðis familjusending, sum tit kunnu gleða tykkum til.

 

Nýggjar sendingar eru eisini á skránni. At senda møtir sunnudag á miðdegi er byrja, fyrst í februar byrjar forvitnislig spurnarsending, og ein av fyrstu døgunum fara vit at senda møti beinleiðis úr útvarpsstovuni, har møguleiki verður at ringja inn hjá teimum, ið eru kallað. So sigast kann, at vit víðka/vaksa við ábyrgdini, og málið er greitt, at røkka allar Føroyar, alt døgnið, áðrenn vit fara víðari – AMEN!

 

 

Vegna nevndina

 

Preben Hansen, Dánial á Dul Jacobsen, Símin Hansen og Jenis av Rana

Logga á

Skriva brúkaranavn og kotu her fyri at logga á:



Gloymt kotu?

Stuðlar hjá Lindini...

Høj Flutiningur "koyra kring alt landið"
Vitin
Matvøruhandilin "Inn"
UmsitingAmboðWebmasterYvirlitSamband