Stuðla Lindini - trýst her
Lindin verður hildin fíggjarliga uppi av stuðlunum. Tú kanst gerast ein fastur stuðul hjá Lindini ella flyta eina gávu við at flyta pening á niðanfyristandandi konto nr.:
Eik Banki:....................... 9181 - 128.147.1
BankNordik:.................... 6460 - 498.575.5
Norðoya Sparikassi:.... 9865 - 102.130.8
Suðuroyar Sparikassi: 9870 - 101.550.9
Bank Giro:....................... 9870 - 437.113.6
Seinasta nýggja
Á Bylgjulongd týsdagin 21. mai 2013
Fyrsti gestur er Árni Jacobsen, sum hevur verið uppi á øllum teimum hægstu fjøllunum í Føroyum, og prátar hann um hetta og um eitt serligt tiltak, har ein bólkur fer at ganga í 2 dagar. Síðani er vitjan av tveimum gestum úr Íslandi, sum eru í Føroyum í sambandi við, at kirkjukórið úr Mosfellsbæjar er her á konsertferð. Annar .......
Á Byljulongd fríggjadagin 17. mai 2013
Fyrst hoyra vit Ann Dahl Hansen greiða frá um útigudstænastuna, sum verður á ovara vølli í Gundadali 2. hvítusunnudag kl. 11.00. Síðani greiðir Tórur av Kák Olsen frá um Hvítusunnustevnuna í Libanon í Sørvági 17.-20. mai. Til seinast greiðir Eyðun Eltør frá um samfelagsstevnuna, sum verður í Klaksvík á Hvítusunnu. Les meira .......
Á Bylgjulongd hósdagin 16. mai 2013
Fyrst hava vit vitjan av Oluffu Andreassen, sum er mamma til fimm børn, aktiv í KFUM og -K í Klaksvík, er úr sangfamilju og sera fjølbroytt kvinna. Síðani er Erik Biskopstø og vitjar útvarpsstovuna. Erik er serliga kendur innanfyri tónleikaheimin og er t.d. ein av fyrireikarunum til summarfestivalin.
Á Bylgjulongd týsdagin 14. mei 2013
Fyrsti gestur er Jógvan Lydersen, sum lutar eitt sindur frá sínum lívi, syngur ein sang og velur sangir. Síðani hoyra vit um, at í dag eru 65 ár síðani Ísrael varð lýst sum sjálvstøðugt land. Fríðtór Debes vitjar í útvarpsstovuni og tosar um hetta. Fríðtór hevur eisini ......
Á Byljulongd mánadagin 13. mai 2013
Sanna Smith Hammer greiðir frá um Hvítusunnustevnuna, sum verður í Frelsunarherinum í Vági. Carolyn Ros, sum er frá USA, kemur at tala. Síðani greiðir Jórun Pólsdóttir Danielsen frá um nýggju ungdómssendingina ”Muffins”, sum er á skránni hvørt mikukvøld kl. 21.00. Til seinast hoyra vit Bergur Skovgaard greiða .......
Á Bylgjulongd fríggjadagin 10. mei 2013
Fyrri gesturin í morgun er Øssur Kjølbro, aðalskrivari í Heimamissiónini, sum tosar um Ársmøtið, ið verður í Meinigheitshúsinum í Havn nú leygardagin. Heitið í ár er "Harranum lovi, tí góður hann er", og har eru øll vælkomin. Pallborð verður eisini, har evnið er: "Hvussu lækka vit gáttina?". Síðan hevur Tóra við Keldu eitt andaktsstykki .......
Á Bylgjulongd mikudagin 8. mei 2013
Ì útvarpsstovuni í morgun eru Dánial á Dul Jacobsen og Poul Færø. Tosað verður út frá Ápostlasøguni 1.
Á Bylgjulongd mánadagin 6. mei 2013
Gestur í morgun var Petur av Lofti, sum fortaldi frá ymiskum í sínum lívi. Hann hevur frá barni av havt áhuga og verið virkin í tónleiki. Í morgun valdi hann eisini nógv løg. Næsti gestur var Jóhan Petur Johannsen. Hann greiðir frá Transform 2013, sum verður í tíðarskeiðnum 15. - 21. juli í Rom og síðani .....
Umveldi fríggjadagin 3. mei 2013
Í Umveldi í dag hoyrdu vit um Søren Kirkegaard í sambandi við, at tað 5. mai vóru 200 ár, síðan hann varð borin heim. Eisini høvdu vit eina samrøðu við Stephen Matthew, sum greiddi frá um Guds Ríki og samkomu.
Á Byljulongd fríggjadagin 3. mai 2013
Fyrst greiðir Svenning av Lofti frá um eina evangeliska ferð við Juvel II til Hebridurnar. Farið verður úr Havn 9. mai kl. 14.00. Eisini hoyra vit um eina Ísraelsferð við Svenning og Hans Holm, sum verður 5.-15. juli. Síðani greiða Elin Lindenskov og Sigrun Mohr frá um umhvørvisvikuna, sum er í Tórshavnar kommunu 6.-12. .....
Á Bylgjulongd hósdagin 2. mai 2013
Jóhanna á Tjaldrafløtti greiðir frá um heilsudagarnar, sum eru í Klaksvík frá 30. apríl til 4. mai. Eisini samtala Rógvi og Rói um ymiskt m.a. ótta. Les meir á .....
Á Bylgjulongd týsdagin 30. apríl 2013
Gestur er Dánial Gaardlykke, sum hevur verið í Pakistan saman við Pola Jacobsen. Hetta er aðru ferð, at Dánial hevur verið í Pakistan eftir innbjóðing frá einum pastori í Karachi. Hetta eru missiónsferðir við tí endamáli at styrkja tey kristnu, at boða gleðiboðskapin til teirra, sum ikki kenna Jesus, og fyri .......
Á Bylgjulongd mánadagin 29. apríl 2013
Reimund Langgard, løgtingsmaður fyri sambandsflokkin, er gestur her í morgun í sambandi við, at Pro Vita hevur aðalfund í Løkshøll nú leygardagin 4. mei, har hann skal hava ein almennan fyrilestur kl. 15.00. Aðalfundurin byrjar kl. 13.00, og til ber at tekna seg sum lim við dyrnar. Til ber at vitja Pro Vita bæði á heimasíðu teirra .....
Arma Menniskja Mítt sunnudagin 28. apríl 2013
Sending nr. 58, sum hevur heitið: Adam.
Á Bylgjulongd hósdagin 25. apríl 2013
Vit hoyra um stuðulstiltøkini í Soli Deo Gloria í Klaksvík og í Lindini nú leygardagin 27. apríl. Síðan lesur Tóra við Keldu andaktsstykkið "Meir og meir". Gestur í dag er Elisabeth Poulsen av Skála. Hon er útbúgvin lærari og sálarfrøðingur og hevur verið .......
Á Bylgjulongd mikudagin 24. apríl 2013
Ì útvarpsstovuni í morgun eru Dánial á Dul Jacobsen og Poul Færø.
Print
Email
PDF
iTunes
WinAmp
RealAudio
Windows Media











