Category Archives: Online

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 1. des. 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 1. des. 2016

Gestur er Jóhan Tausen, sum er uppvaksin og býr á Toftum. Jóhan fortelur um barna- og ungdómsár, har hann m.a. minnist aftur á gleðina við at vaksa upp við nógvum tónleiki rundan um seg. Eisini um góðar túrar á Zarepta, har hann hevur havt mangar góðar upplivingar saman við Harranum. Jóhan valdi sum ungur drongur at fylgjast við Jesusi, sum hevur fyrsta plássi í hansara lívi. Jóhan minnir okkum á, at eingin nýtist ella kann gera seg fortjentan at koma fram fyri Gud, tí Gud tekur ímóti øllum, sum vilja koma til Hann.

Vertur:  Símun Askham
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 3. nov. 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 3. nov. 2016

Gestur í sendingini er Leigh Kaufmann Hjaltalin. Leigh greiðir frá uppruna, barna- og ungdómsárum og hvussu tað var at búgva í USA. Greiðir frá ymiskum upplivingum, eitt nú at vera á jakt við pápa sínum og um ein túr til Svøríkis, har hon sigldi við báti, sum førdi jødar frá Russlandi til Ísraels. Eisini um… Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 27. okt. 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 27. okt. 2016

“Hoyr fantastisku søguna, hvussu Jesus kallaði – og møtti Steindor Hjaltalin. Um upplivingar og hvussu lívið saman við Jesusi hevur verið, og um hvønn týdning samfelagið við Hann hevur í dagligdegnum, ið ikki hevur verið betri enn í dag”. Vertur:  Jenis av Rana Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka… Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 20. okt. 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 20. okt. 2016

Gestur okkara er Jónleif F. Danielsen, Runavík. Jónleif greiðir frá uppruna, barna- og ungdómsárum og nógvum ymiskum í lívinum. Eitt nú um sunnudagsskúlan og kappróður, sum hevur fylgt nógv í lívinum. Eisini um at flyta til Danmarkar í ungdómsárunum og um at fara til skips og arbeiðslívið annars. Jónleif kemur inn á hvat hevur týdning… Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 13. okt. 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 13. okt. 2016

Gestur er Andreas Rasmussen, sum sigur frá hvussu alt er broytt, síðani Gud leiddi flóttar inn í kirkjuna, har hann er pastorur. Vit hoyra lovsang á Farsi og hoyra vitnisburð frá einum, sum rýmdi úr Iran vegna sína trúgv (ein “bátflótti”). Gesturin viðgerð háaktuella evnið “kirkjan og flóttar”. Vertur:  Jenis av Rana Lurta eftir sendingini… Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 6. okt. 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 6. okt. 2016

Gestur er Helen Joensen, sum saman við manni býr í Saltangará. Greiðir frá uppruna, uppvøksti, barna- og ungdómsárum. Fortelur m.a. um at fara til Danmarkar sum heilt lítil smágenta; um eydnríkan barndóm, har sunnudagsskúlin hevur sítt serliga pláss og at uppliva Grønland. Eisini um at møta manninum í lívinum og gleðina at blíva foreldur. Helen… Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 22. sept. 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 22. sept. 2016

Gestur er Svein Thomsen, sum við familju býr á Strondum. Greiðir frá uppruna, barna- og ungdómsárum, ið hann minnist aftur á sum eina ríka og góða tíð. Minnist aftur á tíðina í sunnudagsskúlanum og tá hann so fór í skúla; gekk á ungdómsmøti og bleiv fermdur, ið var nakað heilt serligt fyri hann. Onnur brot… Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 15. sept. 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 15. sept. 2016

Hoyr unga Teitur Bendtsen siga frá, hvussu hann møtti Jesusi – og frá lívinum saman við Jesusi. Hann kendi lítið og einki til tað andaliga, varð tikin á bóli á sínari fyrstu luttøku á einum ungdómsmøti. Bráddliga skein eitt sterkt ljós, tað fokuseraði á hann – og so kom, sjónligt frá himli móti honum og… Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 8. sept. 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 8. sept. 2016

Gestur er Dánjal Petersen, búsitandi á Argjum, føddur í Klaksvík, ættarbond í Eysturoynni og norðoyggjum, giftur Hjørdis Háberg Petersen og leiðandi í City Church, Tórshavn. Greiðir frá uppvøkstri, barna- og ungdómsárum í Vestmanna. Um seg sjálvan sum persón, upplivingar, áhugamál, umstøður og viðurskiftir, bæði tímiliga og andaliga, sum vit menniskjaliga ikki skilja til fulnar. Skoðar… Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 1. sept. 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 1. sept. 2016

Í útvarpsstovuni er Jónas Højgaard, ið er blaðungur, spælir ljóðføri sum ein eingil – og elskar Jesus, Frelsaran. Hoyr Jónas tosa um, hvussu trygt lívið saman við Jesusi er, tí tað byggir á Orð Guds og ikki á kenslur okkara. Vertur:  Jenis av Rana Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so… Les meira