Category Archives: Heima

Stuðulsending í Lindini leygardagin 8. mars

Stuðulsending í Lindini leygardagin 8. mars

Lindin hevur seinastu árini  savnað pening inn til ymiskt evangeliskt arbeiði kring  heimin. Í fjør varð gjørt av, at peningurin skuldi latast til:  “Børn kring heimin”, hetta tiltak fevndi um stuðul til trý støð: Eitt gentuheim í Nakuru í Kenya, summarlegur fyri børn í Rumenia og stuðul til arbeiðið millum børn í Kiev í Ukreina.

Stuðulin kom væl við hjá øllum kanska á ein serligan hátt hjá gentuheiminum í Nakuru, sum við peninginum, ið tey fingu gjøgnum stuðulssendingina í Lindini, fingu gjørt gentuheimið liðugt, júst aðrenn ófriðurin aftaná forsetavalið byrjaði av álvara.

Fríkirkjurnar undir INO ætla at byrja eitt útvarpsarbeiði. INO “Inuunerup Nutaap Oqaluffa” fevnir um 7 samkomur, sum liggja  í Nuuk, Maniitsoq, Sisimiut, Aasiaat, Ilulissat, Kullorsuaq og Upernavik.

Lindin ynskir at hjálpa hesum samkomum m.a. við at veita peningastuðul og tekniska hjálp.

Í hesum sambandi fara vit at hava eina stuðulssending í Lindini komandi leygardag, har tú fært høvi at stuðla við at ringja inn og tekna teg fyri eina ávísa upphædd.

Sendingin byrjar kl. 15.00 og endar kl. 23.00.

Í sendingini fara vit at hava nøkur áhugarverd prát við fólk í Grønlandi og við fólk her á landi, sum hava eitthvørt serstakt at siga frá í samband við Grønland.

Í sendingini fara vit eisini at hoyra sang og tónleik beinleiðis úr Evangeliihúsinum. Millum sangararnar eru : Martin Joensen, Sigrid Rasmussen, Theodor Petersen, Birgit Thomsen, Bárður á Lakjuni, Karl Johannesen o.fl.

Allir stuðlar hjá Lindini og onnur áhugaði eru vælkomin í Evangeliihúsið leygardagin millum kl. 15 og 18 til ein drekkamunn og at hoyra góðan sang og tónleik.