Category Archives: Framhaldssøgur

Lívssøgan hjá D.L. Moody

Lívssøgan hjá D.L. Moody

Heimskendi amerikanski prædikumaðurin Dwight L. Moody, var føddur nærhendis býnum Boston í státinum Massachusetts í 1837 og andaðist í 1899. Til samanberingar skal sigast, at Moody livdi samstundis sum skotin William Gibson Sloan, sum var føddur í 1838 og sum prædikaði evangeliið í Føroyum. Hóast Dweight L. Moody andaðist einans 62 ára gamal, hevði hann prædikað fyri mannfjøldum, ið taldu meiri enn 100 milliónir, nógv meir enn nakar annar tá á døgum. Hesin víða kendi og virdi evangeliums boðberi, bar ein logandi andans eld í barmi sínum eftir at leiða menniskju til Kristus, eftir at hann 19 ára gamal varð umvendur. Hann var ikki einans kendur í Amerika, men eisini í Evropa, serstakliga í Onglandi og Skotlandi. Miðskeiðis í lívsverki sínum segði Moody: “Verk mítt kennist stórbærari nú enn nakrantíð áður….á, hvør ein frøi at vera við í hesum innheystingarverki fyri Harran.”
Týðing: Svenning av Lofti
Upplestur: Heri Jacobsen

“Lívssøgan hjá D.L. Moody” – 1. og 2. partur – Lurta her

“Lívssøgan hjá D.L. Moody” – 3. og 4. partur – Lurta her

“Lívssøgan hjá D.L. Moody” – 5. partur – Lurta her

“Lívssøgan hjá D.L. Moody” – 6. partur – Lurta her

“Lívssøgan hjá D.L. Moody” – 7. partur – Lurta her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

“The Faith”, Trúgvin – Eftir Charles W. Colson og Harold Fickett

“The Faith”, Trúgvin – Eftir Charles W. Colson og Harold Fickett

The Faith, Trúgvin, bókin um trúnna, sum eina ferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur. Charles Colson vísir til triðja ørindi í brævi Judasar og fylgjast vit so haðani upp gjøgnum øldirnar. Um hvat kristin trúgva, hví tey trúgva hesum og hví tað er umráðandi. Gjøgnum livandi frásagnir, skilja vit hvussu kristna trúgvin… Les meira