Category Archives: Á ferð

Landið í Lýkkuni – Mikudagin 10. feb. kl. 15.00

Landið í Lýkkuni – Mikudagin 10. feb. kl. 15.00

Kanariska oyggin Tenerife er í fokus, og opinskáraði fyrrverandi hotelmaðurin liggur ikki á hini lætu síðini tá ið hann fer at kunna um alt ímillum himmal og jørð á oyggjalandinum í suðurhøvum. M.a. hoyra vit um grindahval og delfinir, sum fáa ferðafólk at leita á pílagrímsferð út á havið, har garvaðir sjógarpar gera sítt til, at hesi fáa eina ógloymandi uppliving. Les meira

M.C. á ferð í Ísrael – 14. partur

M.C. á ferð í Ísrael – 14. partur

Dagsins útferð gongur úr Jerusalem oman til Deyðahavið og Mesada. Á ferðini hoyra vit m.a. um beduinar, plantuvækstur og hvussu ymist tað regnar í hesum lítla men týdningarmikla landinum. Deyðahavið er nakað fyri seg, og føroyska ferðaliðið skemtar sær óført í hesum nakað øðrvísi baðivatninum, sum við høgum saltinnihaldi sínum heldur tær á floti. Les meira

M.C. á ferð í Ísrael – 13. partur

M.C. á ferð í Ísrael – 13. partur

Føroyska ferðalagið vitjar staðið, har Jesus á sinni ætlandi helt sína víðagitnu fjallaprædiku, og farið verður í býin í Tiberias fyri at síggja ein film um virki Meistarans í Galilæa. Tað eru Messianskir jødar í býnum, sum fyriskipa kristið virksemi í einari biohøll. Les meira

M.C. á ferð í Ísrael – 10. partur

M.C. á ferð í Ísrael – 10. partur

Føroyska ferðalagið er leitað sær aftur á slóð Meistarans, har Hann byrjaði tænastu sína í Galilea. Vit hoyra hvussu hini vælhavandi jøda-týsku Rothschild bankafólkini hava ávirkað byggisniðið í ávísum økjum. Tað vóru hesi, sum 1875 keyptu meirilutan í Sues-veitini fyri 4 mill. pund – meira enn táverandi enska stjórnin megnaði at gjalda. Seinnri fekk ísraelska stjórnin tingbygningin ”Knesset” frá hesi somu Rothschild ættini. Les meira

M.C. á ferð í Ísrael – 9. partur

M.C. á ferð í Ísrael – 9. partur

Bussurin við ferðafúsum føroyingum er í økinum við hin aldargamla býin Jeriko, har víðakendar frásøgnir í bíbliuni fóru fram. Hvør minnist ikki søguna um hin lágvaksna tollaran, Sakeus, sum kleiv upp í eitt træ fyri at betra sær útsýnið til Meistaran! Les meira

M.C. á ferð í Ísrael – 8. partur

M.C. á ferð í Ísrael – 8. partur

Í bíbliusøguni verður í dagsins frásøgn sagt frá ísraelsfólki, sum á Sinai fjalli fáa hini 10 boðini. Henda ógloymandi upplivingin hjá flóttunum úr Egyptalandi, leggur lunnar undir frásagnirnar um sabbatin og kosher matgerðina, sum mangir jødar enn ganga høgt uppí. Les meira