Páskastevnan 2018 í Oasuni

Páskastevnan 2018 í Oasuni

Aftur í ár ynskir Oasan at bjóða til páskastevnu 29. mars – 2. apríl, og er ætlanin at skipa fyri tiltøkum fyri bæði børn, ung og eldri. Ynski við páskastevnuni er at boða gleðiboðskapin um, at Jesus livir, og at hann vil, at vit skulu liva. Høvuðstalarin í ár er Wilson Goeda, sum saman við konu sínari Grace, vitjar oyggjarnar hesar páskir. Wilson og Grace eru úr Suður Afrika, men hava vitjað í Føroyum áður, har tey m.a. hava talað til stórmøtir og ungdómslegur. Wilson var fyrstu ferð í Føroyum til Páskastevnuna í Oasuni í 2006. Les meira um Páskastevnuna í Oasuni her.

Hans Berntsen vitjar Føroyum 14.-18. mars 2018

Hans Berntsen vitjar Føroyum 14.-18. mars 2018

Møtir við Hans Berntsen verða á hesum støðum.
Mikudagin 14. mars kl. 19.30 – Oasan í Hoyvík
Hósdagin 15. mars kl. 20.00 – Savnið á Gørðunum í Vági
Fríggjadagin 16. mars kl. 19.00 – Skúlin á Fossanesi, Hvannasund
Leygardagin 17. mars kl. 19.00 – Missionshúsinum á Glyvrum
Sunnudagin 18. mars kl. 18.00 – Missionshúsinum í Kollafirði

PAROLA 2018 frá 6. til 13. aug.

PAROLA 2018 frá 6. til 13. aug.

Eins og árini frammaundan, verður PAROLA hildið í Sant’Elia í Molise, Italia. Visiónin hjá PAROLA er eitt ynski at eggja ungum at LESA heimsins kulastu bók, at LÆRA hana at kenna, og at LIVA hana út í lívið! – Parola er fyri ung í 18-35 ára aldri. Nærri upplýsingar um nær og hvar Parola verður… Les meira

Lindin 18 ár

Lindin 18 ár

Niðri í Rættará, í Østrøm, hevur Lindin stuðulsdag komandi leygardag, 27. januar Eins og á stuðulsdegnum í 2014 og 2016, verða beinleiðis samrøður millum gestir og útvarpsvertir í glasaðum ljóðrúmi. Ímillum ymsu skiftini koma bólkar og einstaklingar at framføra livandi tónleik‚ m.a. Magni Christiansen, Heðin Askham‚ Benjamin Rajani‚ Ólavur á Váli Olsen, Tórfríð Tavsen og… Les meira

GLS ráðstevna 19. og 20. jan. 2018

GLS ráðstevna 19. og 20. jan. 2018

Í tíggju ár hava føroyingar havt møguleikan at koma til árligu GLS leiðsluráðstevnuna, og hevur Norðurlandahúsið verið fullsett mestsum hvørja ferð. Endamálið við ráðstevnuni er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar, har teir eru. Fyrilestrarhaldararnir hava ymiskar viðkomandi vinnuligar og andaligar førleikar, ið á hvør sín hátt kveikja og… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 19. apr. 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 19. apr. 2018

Gestir eru Gull-Britt og Karsten Hansen, Klaksvík. Tey vuksu upp í hvør sínum landi og umhvørvi, men hoyr hvussu tað rann saman teirra millum og um hendingar, upplivingar og hvat tey siga hevur havt stórsta týdningin í lívinum.

Vertur: Eivinn Bringsberg. Teknikari: Jógvan Dam Hansen og Chantet Mellemgaard
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 12. apr. 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 12. apr. 2018

Fyrst hoyra vit Mariu á Lakjuni Simonsen tosa um Zarepta, um leguskránna 2018, liðleiðaraskeiðir o.a. Meira kunning um tekning til legurnar v.m. sæst á: zarepta.fo ella spurningar á tlf. 284040. Nýggir Zarepta sangir síggjast á Youtube sangheftið.
Síðani hoyra vit Kristian Hansen tosa út frá Opinbering Jóhannesar kapitlar 4 og 5.

Vertur: Maria Mørkøre og Kristian á Lakjuni. Teknikari: Albin Johannesen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 11. apr. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 11. apr. 2018

-Dánial lesur Áp. kap. 18 og 19 og hugleiðir um Paulus, sum kunngerð evangeliið fyri jødum og heidningum og um Apollos, sum tók við trúgv og fór inn í somu tænastu sum Paulus. (skriftbrot: 1. Kor. 15, 1-10)
-Poul Færø tosar um at standa royndina í tænastuni fyri Harran. Hvussu Paulus umtalar hetta um seg sjálvan – og um okkum. Hvat síggja onnur í okkum – standa vit royndina ? – Samtalan er eisini um tá Gud biður Elias salva Elisa til profet eftir seg og hugsavning Elisa, at standa royndina. Umtalar Paulus, ið fór frá tí strangasta jødadóminum; men møtti Jesusi og varð tann eymasti í nakrantíð fanst. (skriftbrot: 2. Kor. 13, 4-7; Fillippi 1, 20-26; 1. Kong. 19, 16; 2. Kong. 2, 1-16; Áp. 13, 2; 2. Kor. 5 ,20; Efs. 1, 10 og 2, 10; 1. Jóh. 2 ,27;
1. Tess. 2, 1-8; 1. Kor. 9, 27; 1. Tess. 2, 9-15)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 5. apríl 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 5. apríl 2018

Vit hoyra Ragnhard Petersen, KFS-skrivara, greiða frá bókini “GUD FYRI SKOTUM: Hví nýateistarnir ikki raka málið”, eftir rithøvundinum John C. Lennox.
Ragnhard tosar m.a. um:
-Umsetingar tilgongdina
-Rithøvundan John C. Lennox
-Hvat John C. Lennox vil við bókini
-Muninum á ateismu og nýateismu
-Trúgv
-Útreinsan/týning av átrúnaði, dømi um Kina
-Og ymiskt annað í samband við evnið í bókini

Meira fæst at vita um útgávu tiltakið í Reinsarínum í Havn, ið var 26. mars 2018, har kjak-evnið var: “Kann menniskjan vera góð uttan Gud?”, við at fara inn á heimasíðuna: kfs.fo

Vertur: Kristian á Lakjuni. Teknikari: Jógvan Dam Hansen og Chanet Mellemgaard
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 4. apríl 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 4. apríl 2018

-Dánial lesur úr Jóh. kap. 14, 15 og 16 og hugleiðir úr samtaluni, ið Jesus hevði við lærusveinarnar um Faðirin, Heilaga Andan og Sonin. (skriftbrot: Róm. 8, 32; Orðt. 20, 27)
-Poul Færø tosar um: “Alt, ið áður er skrivað, …. okkum til lærdóm ….” (Róm. 15, 4) og leitar aftur til Hannu og bøn hennara í 1. Sáml. kap. 1, 2 og 3. Tað var illa statt í Ísrael hesa tíðina, (Dómaratíðin – har hvør gjørdi sum honum líkaði); har Eli sveik sítt kall; men sum broytist, tá ið Sámuel verður føddur. Tosar um hvussu Hanna røkti sítt kall og hvussu Sámuel vaks til og livdi fyri ásjón Harrans. Tosar eisini um Akab og Jósafat, ið saman fóru í hernað – har Mika ávarar Akab – men lurtar ikki eftir og fellur. Vísir okkum hvussu Harrin altíð hevur síðsta orðið og hvussu vit við at vera lýðin, kunnu læra av øllum, ið áður er skriva. (skriftbrot: Róm. 15, 1-5; 1. Tess. 2, 7-8 og 21-28; 2. Tim. 3, 16-17; Gal. 4, 27; Áp. 24, 14-16; 1. Kong. 22, 1-34; 1. Tim. 3, 1)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 28. mars 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 28. mars 2018

-Dánial lesur Op. 20, 11-15 og hugleiðir um hin fyrra og seinna deyðan og um sigursæluna, ið vit eiga í Jesusi og lesur um uppreisn Hansara. (skriftbrot: Jóh. 6, 29; Matt. 27, 45-46 og 50-51; Matt. Kap. 28) -Samtalan við Poul Færø er um uppreisnarlívið, sum vísir seg í Guds kraft og vísdómi. Um at… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 26. mars 2018

Fyrst hoyra vit Pól í Skorini greiða frá Páskastevnuni, sum verður í Siloa og í Íttróttarhøllini á Kambsdali. Les meira á www.hebronleirvik.org. Síðani er vitjan av David Dam Jacobsen, sum greiðir frá Felagsgudstænastuni, sum verður í Adventistakirkjuni 3. apríl kl. 19.30. Vertur: Tór Arni Samuelsen  Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 22. mars 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 22. mars 2018

Vit hoyra Brynleif Steinberg, Norðdepil, m.a. fortelja frá leiðslu ráðstevnuni, sum hann saman við øðrum hevur verið á í Los Angeles í USA. Eisini um aðrar upplivingar, eitt nú um Creation- og Nóas-ark museumini, ið vórðu vitjaði. Arbeitt verður við at fáa onkran av bíbliu lærarunum á stevnuni, at koma til Føroyar at undirvísa seinni… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 21. mars 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 21. mars 2018

-Dánial lesur Jóh. 10, 7-10 og 16 og hugleiðir um Jesus, ið segði: “Eg eri komin, fyri at tey skulu hava lív og hava yvirflóð.” (skriftbrot: Heb. 2, 14-15; 1. Kor. Jóh. 3, 8-9; Áp. 10, 38-44) -Poul Færø tosar um Ábraham faðir alra teirra, sum trúgva og um at ganga í fótsporum trúarinnar. Umtalar… Les meira