Fyrrverandi muslimur, nú kristin, vitjar Bíbliufelagið

Fyrrverandi muslimur, nú kristin, vitjar Bíbliufelagið

Føroyska Bíbliufelagið fær vitjan av einum sera áhugaverdum persóni, sum er flótti og fyrrverandi muslimur úr Iran og nú valkirkjuprestur í donsku fólkakirkjuni.

Í sambandi við aðalfundin hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum verður 12. mars í Kelduni í Skálafirði, hevur Bíbliufelagið boðið Massoud Fouroozandeh til Føroya at hava fyrilestur.

Massoud er ein spennandi persónur. Hann er føddur í Teheran í Iran í 1970 og er fyrrverandi muslimur. Sum blaðungur drongur flýddi hann úr Iran eftir kurdisku fjøllunum, skaddur og á tveimum høkjum, til Turkalands og víðari til Danmarkar, har hann gjørdist kristin og fór at lesa gudfrøði.

Í 1997 stovnaði hann missiónsrørsluna “Church of Love”, við deildum í Keypmannahavn, Odense, Århus og Malmø.

Í 2014 varð “Church of Love” góðkend sum valmeinigheit av danska kirkjumálaráðnum. Sostatt er Mossoud fyrsti prestur í Danmark, sum er umvendur frá islam til kristindómin.

Massoud hevur skrivað 3 bøkur: “Global Jihad – islams sjette søjle”, “Den forbudte frelse” og “Islam og Kristendom”.

Almennur fyrilestur: Frá islam til Kristus
Í sambandi við aðalfundin hjá Bíbliufelagnum, verður almennur fyrilestur í Kelduni í Skálafirði hóskvøldi 12. mars kl. 20.00, har Massoud Fouroozandeh fer at tala um evnið: “Mín leið frá Islam til Kristus.” Høvi verður eisini at seta Massoud spurningar. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Aðalfundur

Árligi aðalfundurin hjá Bíbliufelagnum, við frágreiðing frá arbeiðinum, framløgu av roknskapi og vali verður í Kelduni 12. mars kl. 19.00. Høvi verður at tekna seg sum lim í Bíbliufelagnum. Skráin kann lesast á heimasíðuni www.biblia.fo.

Lindin 15 ár

Lindin 15 ár

24. januar 15 ára stuðulsdagur
Nú leygardagin 24. januar hevur Lindin stórt stuðulstiltak. 15 ár eru liðin, síðani Lindin tann 21. januar í 2000 byrjaði at senda gleðiboðskapin um Jesus Kristus til fólk í Føroyum. Fyri stuttum var  ein sendari settur upp í Sandvík og ein í Hvalba. Við 13 sendarum røkkur Lindin í dag umleið 90 % av landinum. Sent verður allar vikudagar, alt samdøgrið. Frá fyrsta sendidegi hava trúgvir stuðlar og afturvendandi stuðulsdagar fíggjað allan raksturin av Lindini. Stuðulin er árliga áleið 1,6 mill. Umleið 50 fólk, flestu teirra sjálvboðin, eru onkusvegna virkin í Lindini. Alt hetta ber til, tí so nógv standa saman um Lindina.Les meira

“Gjøgnum alt” – Ein nýggj instrumentalfløga við Victor Carlsen.

“Gjøgnum alt” – Ein nýggj instrumentalfløga við Victor Carlsen.

Tað eru nú 5 ár síðani tann fyrra instrumentala fløgan við heitinum “Dreymur og veruleiki” kom út. Tíðin tillagar at ein nýggj átti at koma út, og nú er hon so her. Henda nýggja fløgan hevur fingið heitið: “Gjøgnum alt”, og vil útgevarin við hesum vísa á, at gjøgnum sera broyttar lívsumstøður tey seinastu árini,…Les meira

Systrar geva út nýggja fløgu

Systrar geva út nýggja fløgu

Ein spennandi fløga verður skjótt at fáa í føroysku sølubúðunum. Talan er um bólkin “Systrar”, sum nú koma við síni fyrstu útgávu við í stóran mun egnum løgum og tekstum. Tað eru tær tær fýra systrarnar, Anna Sofía Mellemgaard, Margit Justinussen, Linda Petersen og Rakul Petersen, sum allar eru royndar innan sang og tónleik, ið…Les meira

Billy Graham á føroyskum.

Billy Graham á føroyskum.

Nú ber til at síggja røður hjá Luis Palau og Billy Graham, tulkaðar til føroyskt. Evangeliska Røddin hevur nú á heimasíðu sínari, evr.fo, undir “video”, nakrar  evangeliskar møtirøðir liggjandi. Luis Palau í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í 1988, Poul Jóhan Djurhuus tulkar. Billy Graham í Essen í Týsklandi 1993, Zacharis Zachariasen tulkar. Henda møtirøðin…Les meira

Heystlegan á Zarepta 10.-15. okt.

Heystlegan á Zarepta 10.-15. okt.

Tilmeldingin til Heystleguna er nú byrjað, og tú kanst melda teg til á www.zarepta.fo. Góð bíbilsk undirvísing, avbjóðingar, samvera, spæl og hugni verða á skránni á Heystleguni í ár, har tey 15 til 17 ára gomlu fara at njóta nakrar heystardagar saman í fyrru helvt av heystfrítíðini.Les meira

Christmas Child

Christmas Child

Seinasta freist at lata skógvaeskjur inn er sunnudagin 26. okt. 2014 Les meira um Christmas Child á www.christmaschild.foLes meira

Á Bylgjulongd hósdagin 19. mars 2015

Fyrst hoyra vit Mariu hava ein boðksap um sólarmyrking og Jesu afturkomu. Eisini hoyra vit Pól Jóhannesen og Anitu Tausen greiða frá um vitjanina hjá Geoge Verwer, sum verður 12.-14. apríl 2015.
Les meira um vitjanina á www.om.fo

Vertur: Maria Mørkøre
Teknikari: Eirikur Biskopstø

Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 17. mars 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 17. mars 2015

Fyrsti gesturin er Hjørdis Háberg Petersen, sum greiðir eitt sindur nærri frá tí, sum hon tosaði um á altjóða kvinnudegnum. Hjørdis tosar m.a. um støðuna hjá kvinnuni bæði út frá GT og NT. Granna kaffi hevur verið nógva staðni kring landið. Í dag er vitjan av Juliu Zachariassen, sum sigur eitt sindur um Granna kaffi, sum verður í fríkirkjuni Oasuni, týskvøldið 24. mars kl. 19.00.

Vertur: Eydna Háberg
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mánadagin 16. mars 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 16. mars 2015

Í dag hava vit prát við Ragnar Joensen, Terja Johannesen og Richard Johansen frá bólkinum Blátt Gras. Bólkurin vann heiðurin ársins sangur á Faroese Music Awards, við sanginum “There is room at the tabel”. Til seinast hoyra vit Ólavur Jacobsen greiða frá um at verða rættvísgjørdur av trúgv.

Vertir: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 13. mars 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 13. mars 2015

Svenning av Lofti greiður frá trúboðanarferð til Ísland við Juvel 2, sum verður frá 30. apríl til 13. mai 2015. Síðani hoyra vit Jens Erik Engelbrecht og Preben Bredesgaard greiða frá felagskapinum Mercy Ships, har tey hava sjúkrahússkipið “Africa Mercy”. Les meira á www.mercyships.dk Vertur: Tór Arni Samuelsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt…Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 12. mars 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 12. mars 2015

Frants Jensen greiður frá ársstevnuni hjá Bláa Krossi sum verður í Fuglafirði um vikuskifti 13.-15. mars. Eisini hoyra vit Ruth Laksáfoss greiða frá um cafeina 14. mars, sum verður skipað fyri í sambandi við innsamling til Krabbameinsfelagið. Til seinast vitjar Anna við Stein í útvarpstovuni. Vertur: Maria Mørkøre Teknikari: Eirikur Biskopstø Lurta eftir sendingini her…Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 11. mars 2015

Á Bylgjulongd mikudagin 11. mars 2015

Dánial lesur úr Jóhannes kap. 14. Síðani kemur Poul Færø við í sendingina. Vertur: Dánial á Dul Jacobsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”Les meira