Góð ferð hjá Grønlandstoyminum

Góð ferð hjá Grønlandstoyminum

Grønlandstoymið hjá Heimamissiónini, sum taldi 10 fólk, er komið aftur í øllum góðum eftir ein góðan túr. Tey fóru avstað fríggjadagin 11. august og vóru aftur í Føroyum týsdagin 22. august. Flogið var umvegis Ísland til Nuuk, og toymið fortelur soleiðis í stuttum frá túrinum. Les meira her

Ferðaskráin hjá Juvel II – summar 2017

Ferðaskráin hjá Juvel II – summar 2017

Kelda: Betesda.fo Um Harrin vil og Jesus bíðar við at koma, so verður hetta ferðasskráin hjá Juvel II í summar: 01. juni – fara av Klaksvík 08. juni – Nuuk 21. juni – Sisimiut 06. juli – Asiaat 18. juli – Ililissat 19. juli – Uummannaq økið 05. aug – Ililissat 08. aug – Nuuk… Les meira

PAROLA 2017 frá 3. til 11. juli.

PAROLA 2017 frá 3. til 11. juli.

Eins og árini frammaundan, verður PAROLA hildið í Sant’Elia í Molise, Italia. Visiónin hjá PAROLA er eitt ynski at eggja ungum at LESA heimsins kulastu bók, at LÆRA hana at kenna, og at LIVA hana út í lívið! – Parola er fyri ung í 18-35 ára aldri. Nærri upplýsingar um nær og hvar Parola verður… Les meira

‘Café fríggjamorgun’ – fríggjadagar kl. 10-12

‘Café fríggjamorgun’ – fríggjadagar kl. 10-12

Fríggjamorgnar, frá kl. 10:00 til 12:00, er ‘CAFÉ-fríggjamorgun’ í Ebenezer. Løtan verður skipað sum ein hugnalig løta, kryddað við eitt sindur av tónleiki og sangi, men við denti á samtalum og práti manna millum. Løtan er ætlað øllum –  har øll eru hjartaliga vælkomin. Kelda: www.ebenezer.fo Les meira

Ísralelstoymið/TeenStreet summarið 2017

Ísralelstoymið/TeenStreet summarið 2017

Kom við á Ísraelstoymið 2017. Tú fært eisini TeenStreet við. Farið verður eftir ætlan úr Føroyum 6. juli og komið verður heimaftur 2. august. Les meira um túrin: www.israel.fo KONTAKIR: Anton Højgaard, antonhojgaard77@gmail.com, 739313 Kartin Høgnesen, kartinhognesen@gmail.com, 743122 Les meira

OM Føroyar nýggja heimasíðu

OM Føroyar nýggja heimasíðu

OM Føroyar hevur fingið nýggja heimasíðu. Nýggja heimasíðan fylgir stílinum hjá Altjóða OM og er vorðin lættari at lesa og fáa upplýsingar á. Nakrir nýggir hentleikar eru á heimasíðuni, m.a. ber nú til at geva gávur umvegis heimasíðuna og gjalda við gjaldskortið. OM Føroyar vónar at heimasíðan kann vera við til at eggja fólkið til… Les meira

Føroyska Bíbliufelagið útgivið bíbliulesiætlan

Føroyska Bíbliufelagið útgivið bíbliulesiætlan

Tíðindi: Føroyska Bíbliufelagið Føroyska Bíbliufelagið hevur nú útgivið nýggja bíbliulesiætlan 2016/17. Lesiætlanin er at finna um alt landið í kirkjum, nógvum fríkirkjum og samkomum. Bíbliulesiætlanin byrjar í dag fyrsta sunnudag í advent og varðir eitt á fram. Hví brúka lesiætlan? Í einum skundmiklum gerandisdegi kann tað vera trupult at fáa lisið í Bíbliuni. Men við… Les meira

Stórmøtir í Trongisvági á Páskum 2017

Stórmøtir í Trongisvági á Páskum 2017

Um páskirnar skipar heimamissiónin í Suðuroy fyri stórmøtum í skúlanum í Trongisvági. Skráin er hendan: Langa fríggjadag, 14/4-17, kl. 18:00, v/ Kristian Martin Petersen, Fuglafirði og Mansbólkurin syngur. Páskaaftan, 15/4-17, kl. 20:00, v/ Silas Olofson, Klaksvík, og Mourits M. Viderø, úr Trongisvági syngur. Páskadag, 16/4-17, kl. 18:00 v/ Niels Jacob Nielsen trúboðara, Danmark. Streingjakórið í… Les meira

Cherish kvinnustevna í Leeds 1.-3. juni 2017

Cherish kvinnustevna í Leeds 1.-3. juni 2017

Kvinnustevna, undir heitinum Cherish, verður í Leeds í Englandi 1.-3. juni 2017. Farið verður úr Føroyum 1. juni og heimaftur 4. juni. Um ein hevur hug at fara við, ber til at venda sær til ferðaskrivstovuna 62N, tlf. 34 00 00 og tosa við Rakul Petersen. Nærri kunning á facebook cherish 2017 og á www.lifechurchhome.com. Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 12. okt. 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 12. okt. 2017

Evinn Bringsberg tosar um týdningin av bøn. Síðani prát við Óla Steinberg um arbeiði sum trúðboðari í Grønlandi og um hendingar og upplivingar í summar við Juvel II á trúboðanar ferð í Grønlandi. Óli endar við einum orðið.

Vertur: Eivinn Bringsberg.  Teknikari: Albin Johannesen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 11. okt. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 11. okt. 2017

Dánial lesur úr Matt. kap. 16, har Jesus áminnir lærusveinarnar, at varða seg fyri religiøsu leiðarunum og um játtan Pætur´s av Jesusi sum Kristus. Eisini um opinberingina av stóru frelsu ætlan Guds – frá deyða til lív. (skriftbrot: Efs. 1, 10; Efs. 1, 15-21; Efs. 2, 6). Poul Færø heldur fram við egnari uppliving og áminning, hvussu tað er, tá ið náði Guds virkar í okkara lívið – ella ikki virkar. Um tá ið samvitska og atferð okkara er í náði Guds, (2. Kor. 1, 12) og tá ið vit eru tað vit eru av náði Guds (1. Kor. 15, 10). Tosar um Dániel í hesum viðfangi (kap. 9), tá Dániel játtaði egna synd vegna alt fólki og gjørdi seg til eitt við fólkið í veikleika teirra; og um troyst til tey, ið óttast Harran í Malakias kap. 3, 13-17. (skriftbrot: Titt. 2, 11; Róm. 11, 29; 4. Mós. 12; 1. Pæt. 4, 7-10; Heb. 4, 14-16; Róm. 12, 1; Dán. 6, 10-15; Dán. 12, 13)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Nýggj byrjan týskvøldið 10. okt. 2017

Nýggj byrjan týskvøldið 10. okt. 2017

Gestur er Kári Østerø, Klaksvík. Vit hoyra Kára tosa um uppruna tekstin í skriftini og um bíbliu granskan. (tekur tráðin upp aftur frá sendingini, Nýggj byrjan, frá 11. juli 2017). Vísir til facebook-bólkin, við heitinum Bíbliu granskan, ið er bólkur til øll, sum ynskja at koma at kenna Bíbliuna betur.

Vertur: Jákup Gunnarstein Hansen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 4. okt. 2017 – (endursending frá 3. okt. 2012)

Á Bylgjulongd mikudagin 4. okt. 2017 – (endursending frá 3. okt. 2012)

Dánial lesur Kol. 1, 24-29 og Sálm 40, 1-4 og hugleiðir um loyndarmálið, sum er Kristus í okkum, vón dýrdarinnar, við serligum atliti til vónina á Harran, sum gjøgnum líðingar førir til dýrd. (onnur skriftbrot: Róm. 5, 1-6). Samtalan við Poul Færø er um tað sama, um Kristus, sum er loyndarmálið, ið vit kunngera. Tosar eisini út frá Jóh. kap. 5, um hin sjúka við Betesdahyl, um mátt Hansara at døma og geva lív og vitnisburðir Jóhannes doypara og Móses’ar um Jesus. (onnur skriftbrot: Efs. 1, 15-18; Efs. 4, 13-15; 2. Kor. 5, 1-5)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 27. sept. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 27. sept. 2017

Fyrst hoyra vit eina samrøðu við Betty og Eirikur Lauritsen í samband við at tað er Logos Hope vika. Fá meira at vita á: om.fo. Seinnu løtuna hoyra vit Poul Færø, um tað kristna lívið, ið er eitt lív í kærleika og sannleika, lýst sum viðurskifti í hjúnarlagnum, ið er myndin á jørð av Kristusi og okkum, eins og hjúnarlagið millum mann og konu, í sambæri við Efs. kap. 5. Og til seinast um kærleiksverkið í 2. Kor. 8, 6-8. (onnur skriftbrot: 2. Kor. 8, 22-24; 1. Tess. 5, 21; Matt. 11, 29-30)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 20. sept. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 20. sept. 2017

Dánial hugleiðir um munin at liva mótvegis bara at eksistera. Lýsir hetta við dømum í skriftini, m.a. við teirri samversku kvinnuni við Sikars brunn í Jóh. kap. 4. (onnur skriftbrot: Jóh. 14, 19; 2. Kor. 5, 15; Efs. 2, 1-10; Gal. 2, 19-20). Poul Færø hevur egna rannsakan í tænastuni á munni og nevnir Móses og Áron í hesum sambandi. Eisini um hvussu tað andaliga og tað nátúrliga/íborna arbeiðir ímóti hvørjum øðrum og um tað nýggja lívið í tænastuni fyri Gudi og hvørjum øðrum. (skriftbrot: Jóh. kap. 3 (Nicodemus) og kap. 4 (kvinnan við Sikars brunn); Róm. 12, 1-5 og vers 6 til 11)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 15. sept. 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 15. sept. 2017

Fyrst greiðir Eyðun Jacobsen frá einum evangeliskum átaki, sum kallast “Sendið Ljós” hvørs endamál er at framleiða eina fløgu við evangeliskum sangum. Les meira á facebook síðuni “Sendið Ljós”. Síðani hoyra um landsinnsavningina hjá Reyða Krossi, sum verður leygardagin 16. sept. Í útvarpsstovuni er formaðurin, Jóannes Eidesgaard, ið greiðir frá. Tú kanst hjálpa við at stuðla… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 14. sept. 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 14. sept. 2017

Súsanna D. Jacobsen, Klaksvík, gestur. Hon greiður frá um Guds umsorgan fyri henni og børnini. Vertur: Maria Mørkøre.  Teknikari: Tór Arni Samuelsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

“The Faith”, Trúgvin – Eftir Charles W. Colson og Harold Fickett

“The Faith”, Trúgvin – Eftir Charles W. Colson og Harold Fickett

The Faith, Trúgvin, bókin um trúnna, sum eina ferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur. Charles Colson vísir til triðja ørindi í brævi Judasar og fylgjast vit so haðani upp gjøgnum øldirnar. Um hvat kristin trúgva, hví tey trúgva hesum og hví tað er umráðandi. Gjøgnum livandi frásagnir, skilja vit hvussu kristna trúgvin… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 13. sept. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 13. sept. 2017

Dánial lesur úr Jóh. kap. 6 við denti á vers 68: “Símun Pætur svaraði Honum: “Harri! Hvønn skulu vit fara til! ….” – og úr Róm. kap. 10 og tosar um Jesus sum tað veruliga lívsgevandi breyðið og frelsuna fyri ein og hvønn sum trýr. Poul Færø er upptikin av Ezekias í Esaias 38, 1-8,… Les meira