Lindin sendir beinleiðis á Y2014

Lindin sendir beinleiðis á Y2014

Leygardagin 27. sept. frá kl. 14.00 til kl. 02.00 sendir Lindin beinleiðis á Y2014 í Badmintonhøllini í Klaksvík. Tað ber eisini til at fylgja við á heimasíðuni www.y2014.fo

12-stiga bólkur

12-stiga bólkur

Nú fer 12-stiga bólkurin eftir tí kristiliga modellinum í gongd aftur, og hetta verður sostatt 5. veturin á rað. Hetta vísir seg at vera fruktagott arbeiði, og ringarnir hava breitt seg víðari, enn vit dugdu at ímynda okkum, tá vit byrjaðu hvønn veturin. Tí byrja vit aftur í ár við 2 kunningarkvøldum nú 18. ogLes meiraLes meira

TÍÐARTJÓVAR! – Mansstevna í Zarepta 19. – 21. september

TÍÐARTJÓVAR! – Mansstevna í Zarepta 19. – 21. september

Nú er latið upp fyri tilmelding til árligu mansstevnuna í Zarepta, sum í ár verður frá fríggjadegnum 19. til sunnudagin 21. september, hesaferð undir heitinum: ”tíðartjóvar”. Mansstevnan er legan, har menn kring alt landið fáa høvi at vera saman við hvør øðrum í góðum og hugnaligum umstøðum í Zarepta, har dentur verður lagdur á góðaLes meiraLes meira

Tvær hugvekjandi minnisløtur

Tvær hugvekjandi minnisløtur

Í seinastu viku vóru tveir serstakir 100-ára merkisdagar: 31. juli vóru liðin 100 ár síðan Petur W. Háberg varð føddur, og 4. september vóru 100 ár liðin síðan William Gibson Sloan fór heim til Harran. Í Ebenezer vóru minnisløtur fyri báðum hesum merkismonnum, sum hvør í sínum lagi høvdu so stórt árin á føroyska samfelagið.Les meiraLes meira

Johnny Noer vitjar í Føroyum 3.-14. sept.

Johnny Noer vitjar í Føroyum 3.-14. sept.

Evni: Varðveiti tey kristnu virðini Mikudagin 3. sep. 2014 – kl. 19:30 í Siloa, Fuglafirði Fríggjadagin 5. sep. 2014 – kl. 20:00 í Kelduni, Skálafirði Leygardagin 6. sep. 2014 – kl. 15:00 og kl. 19:00 í Østrøm í Havn Sunnudagin 7. sep. 2014 – kl. 11:00 í Betesda, Klaksvík Sunnudagin 7. sep. 2014 – kl. 20:00Les meiraLes meira

Aglowdagur fyri kvinnur 27. sept. 2014

Aglowdagur fyri kvinnur 27. sept. 2014

Leygardagin 27. sept. kl.10-16 verður Aglowdagur í Frelsunarherinum í Havn. Evnið er: lær at nýta andans gávur. Anette Holt Larsen úr Danmark undirvísir. Steðgur verður á middegi, har luttakararnir kunnu finna sær ábit aðrastaðni. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar!

Á Bylgjulongd mánadagin 29. sept. 2014

Á Bylgjulongd mánadagin 29. sept. 2014

Vit hoyra um eftirskúlan “Euroclass”. Peter Hedelund leiðari á skúlanum og Maria Eiriksdóttir Skála, sum hevur gingi á skúlanum vitja í útvarpstovuni.
Les meira um skúlan á www.euroclass.fo og eisini ber til at ringja til Ingibjørn Royðutoft tlf. 505600, hann hevur verði lærari á skúlanum.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 26. sept. 2014

Á Bylgjulongd fríggjadagin 26. sept. 2014

Guttorm Joensen og Grímur Poulsen greiða frá um nøkur barnamøtir, sum Lívdin í Hoyvík skipar fyri 27.-28. sept. Síðani greiðir Kári Vitalis frá teimun seinastu fyrireikingunum til Y2014. Til seinast hoyra vit Kristian Gunnar Joensen, sum hevur verði í starvsvenjing í Lindini. Hann hevur gjørt eina samrøðu við Aron Kallsberg Jacobsen.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 25. sept. 2014

Á Bylgjulongd hósdagin 25. sept. 2014

Í dag hoyra Jóhannu og Anskar Hansen greiða frá teirra hjálpararbeiðið í Rumenia og Moldova og teirra ætlan at fara til Ukraina og Pólland. Tey fara í kvøld við bussinum og hava vøru úr Føroyum við. Tey hava brúk fyri forbøn og stuðli. Til ber at stuðla pengaliga við at seta á konto í Norðoya Sparikassa: 9865-9931400. Hesin peningur fer til mat og kol í tí harða, svøltandi vetrinum , sum stendur fyri durum. Anskar hevur tlf. nr. 282136.

Vertir:  Maria Mørkøre og Malan K. Olsen
Teknikari: Kristinn Akursmørk

Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 24. sept. 2014

Á Bylgjulongd mikudagin 24. sept. 2014

Fyrst ringja vit til Miu Jacobsen Kagotho í Kenya, har hon og maðurin Jimmy hava stovnað hjálparfelagsskapin JIMMIA. Mia greiðir frá fjølbroytta hjálpararbeiðið teirra. Til ber at stuðla arbeiðinum hjá JIMMIA ORGANIZATION – á kontu teirra í Eik banka: 9181-379.159.0
Seinni er Poul Færø við í sendingini, og er hann upptikin av muninum millum “Vilt Tú, so kanst Tú” og hinvegin ” Vilt Tú, so skal eg”

Vertur:  Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 23. sept. 2014

Á Bylgjulongd týsdagin 23. sept. 2014

Høgni Johannesen er gestur. Vit hava tosa um at í miðeystri er stór forfylging. Í vesturheiminum er avbjóðingin eitt sindur annarleiðis. Menniskju verða forfylgd í miðeystri og í vesturheiminum tey forførd.

Vertur: Teresa Damgaard-Jarnfoss
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mánadagin 22. sept. 2014

Á Bylgjulongd mánadagin 22. sept. 2014

Tummas Jacobsen greiðir frá Heyststevnuni, sum verður í Filadelfia 3.-5. sept. 2014. Gestatalari á stevnuni verður Ella Onakoya úr Nigeria. Síðani greiðir Gvøðbjørg West frá um stuðulstiltak, sum verður 26. sept. 2014 í Ítróttarhøllini á Eiði, til frama fyri viðgerðarheim hjá KRIS.
Les meira Heyststevnuna á www.filadelfia.fo
Les meira um stuðulstiltakið hjá KRIS á www.kris.fo 

Vertur: Tór Arni Samuelsen og Preben Hansen
Lurta eftir sendingini herLes meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 19. Sept. 2014

Á Bylgjulongd fríggjadagin 19. Sept. 2014

Kári Vitalis og Johnny Olsen greiða frá um tiltaki Y2014, sum verður í Badmintonhøllini í Klaksvík 27. sept. frá kl. 14.00 – kl. 02.00. Seinast í sendingini greiðir Jóhan Hendrik Hansen frá um møtirøð í fiskivinnuskúlanum í Vestmanna við Jørn Strand úr Norra. Les meira um Y2014 á www.y2014.fo og á www.facebook.com/y2014.fo Vertur: Tór Arni SamuelsenLes meira

Á Bylgjulongd hósdagin 18. sept. 2014

Á Bylgjulongd hósdagin 18. sept. 2014

Olga Magnussen greiðir frá um blákrossheimið, sum opnar fríggjadagin 19. sept. Tað verður opið hús og ymiskt á skránni. Ásbjørn Jacobsen greiðir síðani frá einari bønarløtu, sum hevur verði í Leirvíkar missónshúsið mánakvøld, har KFUM og K, Emmaus, Gøta og Fuglafjørður vóru saman í bøn um “veking”. Hann greiðir eisini frá um NT 100 sumLes meira

Á Bylgjulongd týsdagin 16. sept. 2014

Á Bylgjulongd týsdagin 16. sept. 2014

Fyrst ringja vit til Rannvu Royðutoft. Hon greiðir frá einum Aglowdegi, sum verður í Frelsunarherinum í Havn, leygardagin 27. sept. Evni er: “Lær at nýta Andans gávur,” Undirvísari verður Anette Holt Larsen. Meir fæst at vita á www.aglow.fo. Síðani er Ingrid í Puntabyrgi, organistur gestur. Hon greðir frá ymsikum í sínum lívi, bæði sum organisturLes meira

Á Bylgjulongd mánadagin 15. sept. 2014

Á Bylgjulongd mánadagin 15. sept. 2014

Frants Jensen, aðalskrivari hjá Blákrossi greiðir frá um blákrossarbeiði og tað nýggja blákrossheimi, sum verður tiki í nýtslu fríggjadagin 19. sept. 2014. Tummas Lauritsen frá skótahjálpini og Lissi Hansen frá fosturforeldrafelagnum tosa um skótahjálpina, sum verður frá 20.-27. sept. 2014. Síðani greiðir Jens Bech frá um Mansstevnuna, sum verður á Zarepta 19.-21. sept. 2014 LesLes meira