TeenStreet vikuskiftið í Runavík. “TREISK VÓN” – Info. og Skrá

TeenStreet vikuskiftið í Runavík. “TREISK VÓN” – Info. og Skrá

MiniTeenStreet í Bylgjuni í Runavík 16. – 18. februar 2018

Aftur í ár hava vit tann framíhjárætt at fáa vitjan av hjúnunum Debs og Josh Walker úr Houston, USA. Tað verður til møtirøðina undir heitinum “Treisk Vón”, sum TeenStreet Føroyar skipar fyri í døgunum 16. til 18. februar 2018. Evnið er bygt á Rómb. 4 og 5, eitt nú Rómb. 4;18: Har eingin vón var, trúði hann við vón.

Felagskristiligt tiltak
MiniTeenStreet er ein felagskristilig stevna, har samkomur og kirkjur í felag geva okkara ungdómi ein pall, har tey í góðum andaligum felagsskapi verða uppbygd og styrkt í trúnni. Tiltakið er tó ikki einans ætlað ungdómum, men øllum, sum hava hug og ynskja at vera við.

Seminar – “Gera vit lærisveinar í dag?”
Eitt av aðalmálunum hjá TeenStreet er at arbeiða saman við kirkjum og samkomum, við at eggja og læra okkara ungdóm at hava eitt veruligt samfelag við Jesus, og at endurspegla Hann í teirra gerandislívi. Til hetta krevst, at tey hava vaksin, sum fylgjast við teimum í kristna lívinum.
Á seminarinum leygardagin kl. 16.00 undirvísa Johs og Debs undir heitinum “Gera vit lærisveinar í dag?”. Seminarið, sum er uttan tolk, er ætlað øllum, sum longu arbeiða ella ynskja at koma at arbeiða við ungdómum, t.d. í ungdómsarbeiði heimasamkomuni, sum leiðari á TeenStreet ella á annan hátt.
Seminarið kostar 100 kr. og endar kl. 18.30 við døgurða. Aldursmarkið er 18 ár og eldri. Tilmelding fer fram á heimasíðuni:
www.om.fo og freistin at melda til er 14. februar kl. 20.00.

Skrá
Fríggjakvøld:
Kl. 20.00: Møti við Debs og Josh Walker
Kl. 22.00: ThroneRoom

Leygardag:
Kl. 16.00: Seminar – tilmelding á om.fo “Gera vit lærisveinar í dag?”
Kl. 20.00: Møti við Debs og Josh Walker
Kl. 22.00: ThroneRoom

Sunnudag:
Kl. 11.00: Debs og Josh luttaka á møti í Kelduni í Skálafirði
Kl. 18.00: Møti og ThroneRoom við Debs og Josh Walker

Vit at heita á samkomu- og kirkjuleiðarar, vaksin, ung og tannáringar um at standa saman um stevnuna og eiga hana. Latið okkum standa saman bæði við tí praktiska, tí fíggjarliga, í bønini og við at luttaka í tiltøkunum í Bylgjuni.

Ókeypis – Fíggjarligan stuðul
Kvøldtiltøkini eru ókeypis, men tykkum kunnugt kostar eitt slíkt tiltak. Tí takka vit eisini hjartaliga fyri peningaligan stuðul. Til ber at flyta eina gávu á kontu: 9181- 166.774.4 viðmerk: TS18FO ella at stuðla á heimasíðuni www.om.fo.

Møguleika at hjálpa til við tí praktiska?
Vit eru takksom fyri alla hjálp, og tey sum kunnu veita eina hjálpandi hond, kunnu seta seg í samband við okkum á teenstreet.fo@om.org.

Vit takka fyri forbøn og stuðul, og ynskja at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum í Bylgjuna 16. – 18. februar 2018.

Margareth D. Djurhuus, Randi Hansen og Símun J. Hansen

Lindin 18 ár

Lindin 18 ár

Niðri í Rættará, í Østrøm, hevur Lindin stuðulsdag komandi leygardag, 27. januar Eins og á stuðulsdegnum í 2014 og 2016, verða beinleiðis samrøður millum gestir og útvarpsvertir í glasaðum ljóðrúmi. Ímillum ymsu skiftini koma bólkar og einstaklingar at framføra livandi tónleik‚ m.a. Magni Christiansen, Heðin Askham‚ Benjamin Rajani‚ Ólavur á Váli Olsen, Tórfríð Tavsen og… Les meira

GLS ráðstevna 19. og 20. jan. 2018

GLS ráðstevna 19. og 20. jan. 2018

Í tíggju ár hava føroyingar havt møguleikan at koma til árligu GLS leiðsluráðstevnuna, og hevur Norðurlandahúsið verið fullsett mestsum hvørja ferð. Endamálið við ráðstevnuni er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar, har teir eru. Fyrilestrarhaldararnir hava ymiskar viðkomandi vinnuligar og andaligar førleikar, ið á hvør sín hátt kveikja og… Les meira

Góð ferð hjá Grønlandstoyminum

Góð ferð hjá Grønlandstoyminum

Grønlandstoymið hjá Heimamissiónini, sum taldi 10 fólk, er komið aftur í øllum góðum eftir ein góðan túr. Tey fóru avstað fríggjadagin 11. august og vóru aftur í Føroyum týsdagin 22. august. Flogið var umvegis Ísland til Nuuk, og toymið fortelur soleiðis í stuttum frá túrinum. Les meira her Les meira

Ferðaskráin hjá Juvel II – summar 2017

Ferðaskráin hjá Juvel II – summar 2017

Kelda: Betesda.fo Um Harrin vil og Jesus bíðar við at koma, so verður hetta ferðasskráin hjá Juvel II í summar: 01. juni – fara av Klaksvík 08. juni – Nuuk 21. juni – Sisimiut 06. juli – Asiaat 18. juli – Ililissat 19. juli – Uummannaq økið 05. aug – Ililissat 08. aug – Nuuk… Les meira

PAROLA 2017 frá 3. til 11. juli.

PAROLA 2017 frá 3. til 11. juli.

Eins og árini frammaundan, verður PAROLA hildið í Sant’Elia í Molise, Italia. Visiónin hjá PAROLA er eitt ynski at eggja ungum at LESA heimsins kulastu bók, at LÆRA hana at kenna, og at LIVA hana út í lívið! – Parola er fyri ung í 18-35 ára aldri. Nærri upplýsingar um nær og hvar Parola verður… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 19. feb. 2018

Á Bylgjulongd mánadagin 19. feb. 2018

Fyrst hoyra vit Símun J. Hansen greiða frá hvussu gekk við Mini-TeenStreet, sum var 16.-18. feb. í Bylgjuni í Runavík. Síðani greiðir Elsi Christiansen frá um Missiónvikuna í Missiónshúsinum í Vestmanna 22.-25. feb. 2018. Les meira um skránna her. Til seinast er vitjan av Torbjørn Lágadal og Sofus Joensen frá Oasubrøðum, sum útgeva nýggja fløgu. Í samband við, at fløgan kemur út, vera útgávukonsertir í vikuskiftinum 23.-25. feb. á fylgjandi støðum: Fríggjakvøldið 23. feb. kl. 19.30 í Oasuni í Havn, Leygarkvøldið 24. feb. kl. 19.30 í Marghøllini í Sørvági og Sunnukvøldið 25. feb. kl. 19.30 í Kelduni í Skálafirði.

Vertur: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen 
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Lindin sendir beinleiðis frá MiniTeenstreet í Bylgjuni í Runavík

Lindin sendir beinleiðis frá MiniTeenstreet í Bylgjuni í Runavík

Fríggjakvøldið 16. feb:
Kl. 20.00: Møti við Debs og Josh Walker
Kl. 22.00: ThroneRoom

Leygarkvøldið 17. feb:
Kl. 20.00: Møti við Debs og Josh Walker
Kl. 22.00: ThroneRoom

Sunnudagin 18. feb:
Kl. 11.00: Debs og Josh luttaka á møti í Kelduni í Skálafirði
Kl. 18.00: Møti og ThroneRoom við Debs og Josh Walker

Á Bylgjulongd fríggjadagin 16. feb. 2018

Á Bylgjulongd fríggjadagin 16. feb. 2018

Símun J. Hansen greiðir frá at síðsta hond verður lagt á Mini-TeenStreet, sum verður í vikuskiftinum 16.-18. sept. Síðani er vitjan av Ovin Klein Olsen og Hans Jacob á Lava, sum greiða frá nýggju fløguni “Mangan eg undrandi standi og líti”.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 15. feb. 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 15. feb. 2018

Vit hoyra Absalon Matras, Norðoyri, fortelja um Rumenia-hjálpina. M.a. hvussu hetta byrjaði og hvussu klæðir og onnur neyðhjálp verður flutt til Rumenia. Eisini um hendingar o.a., ið Absalon hevur upplivað í hesum arbeiðið, sum byrjaði í 1989. Arbeiðið kann stuðlast á konto í Norðoya Sparikassa: 9865-1017602. Absalon hevur tlf. 215984. Eisini ber til at ringja til Elisabeth Bjartalíð, tlf. 216032, ið skipar pakkingina av klæðum o.a.

Vertur: Maria Mørkøre. Teknikari: Albin Johannesen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 14. feb. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 14. feb. 2018

Poul Færø fór um tey 80, tann 13. Feb. 2018, samstundis sum tað eru umleið 12 ár síðani, at Poul bleiv fastur gestur í sendingini “Á Bylgjulongd” mikumorgnar hjá Dániali á Dul Jacobsen. Sendingin hesa ferð er afturlítandi, har Dánial hugleiðir, hvussu hetta tíðarskeið byrjaði, har tátturin “hjartamál” var á skránni. Eisini er Preben Hansen, ið er formaður í nevndini hjá Lindini á vitjan í sendingini.

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 13. feb. 2018

Á Bylgjulongd týsdagin 13. feb. 2018

Fyrstu gestirnir eru Inge Lise Lollike og Ellen Hedelund, sum eru í nevndini, sum skipar fyri Altjóða Bønardegnum í Danmark. Tær skulu undirvísa á einum inspiratiónsdegi, sum verður hildin í Mariu Kirkjuni leygardagin 18. feb. Inspiratiónsdagurin hevur samband við Altjóða Bønardagin, sum er fyrsta fríggjadag í mars á hvørjum ári. Síðani prátað vit við Siri Didriksen, sum júst er afturkomin frá túri í Ísrael, har hon hevur verið í Kibbuz og lært nakað av hebraiskum. Siri greiðir eisini frá einum “prayerbreakfast” í Jerusalem, har hon var boðin við í fjørð. At enda greiðir hon frá ymiskum upplivingum hon hevur haft í Svøríki síðani hon flutti beint fyri jól.

Vertur: Eydna Háberg og Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mánadagin 12. feb. 2018

Fyrst hoyra vit samrøðu við Victor Dánjalsson, sum saman við Regin Olsen hava útvarpsending, sum eitur Starðabúrði. Tað bleiv hildið 5 ára føðingardagur leygarkvøldið 10. feb. Síðani er vitjan av Jørn Hyldgaard sum greiðir frá ymiskum frá sínum lívið. Vertur: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen  Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 9. feb. 2018

Á Bylgjulongd fríggjadagin 9. feb. 2018

Fyrst hoyra vit Ragnar Joensen frá bólkinum “Blátt Gras”, har hann greiðir frá um 2 konsertir, sum teir skulu hava 17. feb. kl. 19.00 á Hotel Skálavík og í Losjuni við Gøtugjógv 13. apr. kl. 20.00. Eisini hoyra vit um nýggja fløgu við Blátt Gras, sum kemur í heyst. Síðani hoyra vit Jóhan Magnus Gunrim greiða… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 7. feb. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 7. feb. 2018

-Dánial hugleiðir um Jesus, sum var Gud opinberaður í likami, ið leið deyðan – okkum til frelsu. (skriftbrot: 1. Pæt. 3, 18; Es. 53, 3-5 og 8; 1. Pæt. 2, 20-24; Heb. 10, 5-10) -Samtalan við Poul Færø er um gamla menniskja (holdið), sum doyði við deyða Hansara og sum reistist uppaftur í nýggja menniskjanum… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 5. feb. 2018

Á Bylgjulongd mánadagin 5. feb. 2018

Fyrst hoyra vit Símun Absalonsen tosa um “Sæl eru hini Fátæku í anda” úr Matt. 5:3. Síðani greiðir Harriet Jørginsdóttir frá hvussu gekk við “Kvinnuting 2018”, sum var í Nesvík leygardagin 3. feb. Vertur: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen  Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel… Les meira