CHRISTMAS CHILD/SKÓGVAESKJUR – aftur í ár verður savnað inn

CHRISTMAS CHILD/SKÓGVAESKJUR – aftur í ár verður savnað inn

Tíðindaskriv: Kristiliga Tíðindatænastan v/ Poul Johan Djurhuus, Glyvrar

Ein felagskapur, sum hevur virkað millum fátøk børn um allan heimin síðani 1993 er kristiligi altjóða felagskapurin Christmas Child, sum er væl kendur í Føroyum undir eykanavninum SKÓGVAESKJURNAR.

At tað júst eru skógvaeskjur, sum verða nýttar, er tí, at skógvaeskjan er sum skapt til endamálið, tí hon er so passandi í stødd, og so hetta praktiska lokið.

HEIMSINS STØRSTA
Tað er kendi evangelisturin Franklin Graham, sum fekk lagt á hjarta at stovna eitt afturvendandi átak, sum hevði til endamáls at senda gávueskjur til treingjandi børn á jólum. Átakið fekk navnið Christmas Child, sum merkir jólabarnið. Á jólum verða øll børn jólabørn, tí tá vænta øll børn, rík sum fátøk, at fáa eina gávu – men tað eru milliónir av børnum runt um í heiminum, sum standa við tómum hondum eisini á jólum!

Tað eru hesi børnini, sum Franklin Graham ynskir at signa um jóltíðir, og tí stovnaði hann felagskapin Christmas Child, sum á hvørjum árið savnar inn 8 milliónir skógvaeskjur fullar við gávum, sum síðani verða sendar til 130 lond. Tað verður mett, at hjálparfelagsskapurin Christmas Child við sínum skógvaeskjum er heimsins størsta jólaátak.

13 ÁR Í FØROYUM
Í Føroyum hevur Christmas Child virkað í 13 ár, og tað hava serliga verið børn í Rumenia, sum hugsað hevur verið um frá føroyskari síðu.

Aftur í ár verður savnað inn í Føroyum, og innsavningin er longu byrjað. Fyrsti kunningarfundur var í Kelduni í Skálabotni týskvøldið 31 august. Tað eru bæði einstaklingar, samkomur, felgasskapir, stovnar og fyritøkur, sum kunnu vera við í átakinum. Eskjurnar, sum verða innsavnaðar í ár fara til Rumenia eins og undanfarnu árini.

Hesi 13 árini í Christmas Child hevur virkað í Føroyum er talið av innkomnum skógvaeskjum vaksið ár um ár, tó við undantaki av einum ári. Í fjør vórðu 5499 skógvaeskjur savnaðar inn, og fyrireikararnir vóna, at henda eina eskjan kemur við í ár, so samlaða tali í minsta lagi verða 5.500 eskjur.

LANDSDEKKANDI KONTAKTIR
Tað eru samkomur, meinigheitshús, kirkjur og stovnar um alt landið, sum skipa fyri lokalum innsavningum, og sum eisini taka ímóti skógvaeskjum. Seinasta freist at lata inn eskjur er 30. oktober.

Lokalir kontaktpersónar, sum umboða Christmas Child, eru um alt landið. Um onkur samkoma, stovnur ella fyritøka ynskir at fáa vitjan av einum Christmas Child umboði, ber til at seta seg í samband við eitt av teimum.

Á heimasíðuni hjá Christmas Child í Føroyum er yvirlit yvir allar kontaktpersónarnar og innsavningarstøðini, og eisini vegleiðing um hvussu man fyllir og pakkar eina tílíka skógvaeskju.

Heimasíðan: www.christmaschild.fo

Facebook: facebook.com/ChristmasChild.fo

Ein er vælkomin at seta seg í samband við onkran av hesum, fyri at fáa meira at vita:

Vágar: Osla Lauritsen, Sørvágur Tlf: 257677

Streymoy: Lissi, tlf: 217274 / Anna, tlf 282372 / Turið, tlf 518221

Eysturoy: Miriam, tlf 589000 / Hanna, tlf 723560

Norðoyggjar: Maria, tlf: 757077

Sandoy: Helena, tlf 278702

Suðuroy: Winnie, tlf 280031 / Karina, tlf 588588

PODAS – kanska nakað fyri teg

PODAS – kanska nakað fyri teg

PODAS Ekklesias tíðindi:
Ynskir tú at fáa andaliga áfylling og avbjóðing, er PODAS kanska nakað fyri teg.

PODAS er grikskt og merkir føtur. Jesus vaskaði føturnar hjá lærusveinum sínum og bað teir vaska hvør øðrum um føturnar. Ekklesias er eisini grikskt og merkir kirkju. PODAS skúlin er ætlaður at vera við til at byggja upp Guds kirkju.

PODAS byrjaði í 2008 í Føroyum, og hava nøkur hundra ung og eldri tikið PODAS.

GRUNDARLAG: Bíblian og játtanargrundarlagið hjá Fólkakirkjuni.

VISJÓN: At síggja kvinnur og menn vaksa alt lívið í Jesu Krists náði, so at tey elska Gud og næsta sín.

INNIHALD: Jesu lærusveinur, kristna læran, nýggja lívið, kirkjunnar missión og andalig leiðsla.

ALDURSMARK: 17 ár og eldri.

– Lívgandi felagsskapur
– Gevandi undirvísing og spennandi undirvísarar
– Íløga fyri lívið

STØÐ:
Skála: Missiónshúsið – mánakvøld kl. 19.30
Leiðari: Anton Højgaard

Tórshavn: Vesturkirkjan – týskvøld kl. 17.00
Leiðari: Liljan Midjord

Klaksvík: á Skúlatrøð – hóskvøld kl. 19.30
Leiðari: Rannvá Langgaard

TÍÐIR: Frá fyrst í oktober 2016 til apríl 2017. Kostnaður (fyri bøkur og tilfar): kr. 2.500 og kr. 3.500, fyri pør (kann verða goldið yvir skúlaárið – avsláttur kann verða latin).

BYRJAN: Gudstænasta í Vesturkirkjuni 27. september kl. 20.00.
TILMELDINGARFREIST: 1. oktober 2016.

SKÚLALEIÐARI: Bergur D. Joensen. TILMELDING: Send teldupost til bergur@kirkjan.fo og upplýs fult navn, bústað, føðidag, tlf. nr. og teldupost.

SPURNINGAR: Send teldupost ella ring til Berg á tlf. nr. 23 73 31

Barnakórið Gla´vox vitjar í Føroyum

Barnakórið Gla´vox vitjar í Føroyum

Gla´vox er úr Skien úr Norra, og tey eru 22 børn/ung í aldrinum 11 – 14 ár. Gla´vox byrjaði í 1990 og hevur síðani tá givið ikki minni enn 9 fløgur út. Børnini eru sjálvandi ikki tey somu sum fyri 26 árum síðani, men kórleiðari er framvegis Odd Jakobsen. Gla´vox var í Føroyum fyri 12… Les meira

Konsertir við Absolute Gospel Singers um vikuskiftið

Konsertir við Absolute Gospel Singers um vikuskiftið

Tíðindaskriv Um vikuskiftið fer danska kórið Absolute Gospel Singers við kendu føroysku songkvinnuni Lindu Andrews sum kórleiðara at hava fleiri konsertir. Kórið kemur til Føroya í morgin, fríggjadagin, og fyrsta konsertin verður í Hoyvíkar kirkju longu fríggjakvøldið kl. 19.30. Hinar verða í Kvívíkar kirkju, Christianskirkjuni, Sjóvar kirkju og Eiðis kirkju. Á skránni hjá kórinum eru… Les meira

OKKARA LEGA 2016

OKKARA LEGA 2016

Heimamissiónin bjóðar rørslu- og menningartarnaðum o.ø. saman við avvarandi á legu í Nesvík. Legan er í døgunum 9. – 11. Septembur. Ringjast kann aftaná kl. 16:00 til Ingrid á fartelefon 222698 ella Haldu á fartelefon 589063. Nærri kunning og upplýsingar fæst á Facebook: “Okkara Lega 2016”, har øll skráin sæst. Les meira

Bøn á Tinghúsvøllinum

Bøn á Tinghúsvøllinum

Eins og í 2015, verður aftur í ár skipað fyri bønartiltaki á Tinghúsvøllinum. Tiltakið verður komandi leygardag 27 august kl. 13, og varir í ein góðan tíma. Eins og seinast er talan um eitt alment tiltak, har øll eru vælkomin at møta upp og biðja fyri okkara landi og fólki. Sum tað stendur í 1.… Les meira

Hugnalig konsert í Kelduni 28. aug. kl. 20:00

Hugnalig konsert í Kelduni 28. aug. kl. 20:00

Komandi sunnukvøld, 28. aug kl 20, verður konsert í Kelduni í Skálafirði. Tey, sum syngja eru, Brødrene Nordstrand úr Noregi, Brad White úr USA, Marjun Wolles, Kvartettin í Betesda, Eyðun Jacobsen og bólkurin Glæma. Brødrene Nordstrand er ein bólkur, sum hevur sungið í nógv ár, tað er tann sokallaði southern gospel tónleikurin teir eru kendir… Les meira

Lindin – Stuttbylgjan avloysir Á Bylgjulongd í summar

Lindin – Stuttbylgjan avloysir Á Bylgjulongd í summar

Morgunsendingin Á Bylgjulongd hjá Lindini, sum er millum klokkan 09:00 og 11:00, verður avloyst av Stuttbylgjuni, ið er ein stytt Á Bylgjulongd sending við prátið, tónleiki og innsløgum. Stuttbylgjan byrjar 27. Juni og verður til og við 2. septembur 2016 og verður send millum klokkan 10:00 og 11:00 hvønn gerandis dag. Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 21. sept. 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 21. sept. 2016

Dánjal lesur úr Jóh. 6 og leggur dent á ørindi 44: “Eingin kann koma til Mín, uttan Faðirin, sum sendi Meg, dregur hann; …..”. Hugleiðingin og samtalan við Poul Færø snýr seg um hetta, at verða drigin at Jesusi og kenna kærleika og hvílu Hansara; ikki nakað sum vit sjálvi vilja, men nakað sum kærleiki Hansara vinnur á við lívgevandi atdráttarmegi Síni. (Skriftbrot og dømir: Luk. 5, 5-11; Luk. 7, 37-39; Luk. 10, 38-42; Luk. 15, 1-2; Luk. 19, 1-10). Til seinast lesur Poul úr Jóh. 17, 15-20, har Jesus biður fyri sínum og úr Filippib. 3, um alt tað virðisleysa afturímóti Kristusi og um framtíð okkara.

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 20. sept. 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 20. sept. 2016

Fyrst hoyra vit um altjóða eldradagin, sum verður fríggjadagin 30. septembur 2016, har formaðurin í Eldraráðum í Tórshavnar kommunu, Hans Jacob Hermansen greiðir frá. Í ár verður dentur lagdur á rørslu, kost og einsemi. Síðani greiðir Halldis Joensen, nevndarlimur í Alzheimerfelagnum frá tiltøkum í samband við alheims Alzheimerdagin, tann 21. Septembur 2016. Tað eina er mikukvøldið 21. Septembur, kl. 19:00 í Østrøm á Skálatrøð, Tórshavn, har pallborið snýr seg um tey, ið eru yngri enn 67 ár, sum detta niður í millum skipanir og ikki fáa neyðugu hjálpina, har avvarðandi eisini luttaka. Hitt tiltakið er ein demens-guðstænasta í Vesturkirkjuni, Tórshavn, hósdagin 22. Septembur 2016, kl. 14:00. Til seinast greiðir Bergur Debes Joensen frá um lærusveinarskúlan Podas, sum byrjar aftur nú. Meira upplýsingar, trýst her

Vertur: Eydna Háberg. Teknikari Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

alzheimer-dagur-21-09-2016

alzheimer-dagur-22-09-2016

Á Bylgjulongd mánadagin 19. sept. 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 19. sept. 2016

Fyrst verður kunnað um Dunamis bíbliuskúlan, sum samkoman Filadelfia, Tórshavn, skipar fyri. Meira upplýsingar Filadelfia.fo. Síðani hava vit Ann Dahl Hansen í telefonini, sum greiðir frá tiltakinum Mathetes 2016, sum KFS skipar fyri – á facebook M’16!. – Mathetes 2016 er ein lega, sum verður í vikuskiftinum 23. til 25. septembur í Oasuni, Hoyvík, har ymist verður á skránni. T.d. lovsangur, bøn, konsertir, látur, samansjóðing, áhugatímar um missión, heimsáskoðanir, sjálvsvirði o.a. Tilmelding fer fram her: http://tilmelding.fo/registration_step1.php?e=59505348ecbd606d72ad13a8fe223e6d Legugjald: 225 kr. Freistin at melda seg til er týskvøldið 20. septembur kl. 23.59
Til seinast greiða Anita og Oddmar Tausen frá um Gla’vox-barnakórinum, ið er úr Skien úr Norra, og eru tey 22 børn/ung í aldrinum 11 – 14 ár. Tey koma til Føroyar komandi vikuskifti og hava hesar konsertir: Leygardagin 24. september kl. 18.00 í Christianskirkjuni, Klaksvík og sunnudagin 25. september kl. 16.00 í Nebo á Toftum. Nærri kunning: her

Vertur: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

kfs-i-foroyum

Á Bylgjulongd fríggjadagin 16. sept. 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 16. sept. 2016

Vit hoyra um landsinnsavningina hjá Reyða Krossi, sum verður leygardagin 17. septembur. Í útvarpsstovuni er formaðurin, Jóannes Eidesgaard, ið greiðir frá. Tú kanst hjálpa við at stuðla á heimasíðuni hjá Reyða Krossi, trýst her. Til ber eisini at ringja 90 56 56, so stuðlar tú við 150 krónum, ið fara óskerdar til Reyða Kross. Hjálpin fer m.a. til bráfeingis tørv í Sýria o.a. Síðani tosa vit við kendu føroysku songkvinnuna Lindu Andrews, sum er kórleiðari hjá danska kórinum Absolute Gospel Singers. Kórið fer at hava konsertir í Føroyum. Sí skránna til vinstru her á síðuni. Til seinast hoyra vit brot úr stuðuls- og veitslusendingini á Dugna seinasta leygarkvøld, til frama fyri Susanne og Leif Madsen, sum virka í Kenja.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

absolute-gospel-singers

Á Bylgjulongd hósdagin 15. sept. 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 15. sept. 2016

Rógvi Joenen og Eivinn Bringsberg eru í útvarpsstovuni, har samtalan er um endurloysingina og fyrigevingina í Kristusi Jesusi. Lisið verður m.a. úr Jóh. 5, 24: “Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð Mítt og trýr Honum, ið sendi Meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóm, men er farin yvirum frá deyða til lív.” Tvær hendingar í gamla Testamenti verða umrøddar, ið útgreina frelsuna og endurloysingina í Kristusi. Um sáttmálaørkina og náðistólin. Og síðani um koparormin í oyðimørkini, og sum framhald av tí – um tornin í holdið Paulusar í 2. Kor. 12, har Paulus bað Harran tríggjar ferðir, at hesin tornur skuldi víkja frá honum, men har Harrin segði við Paulus: “”Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika.” ….”

Vertir: Rógvi Joensen og Eivinn Bringsberg. Teknikari: Jógvan Hansen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

rogvijoensen02_klipt_minni-jpg

Muffins mikukvøldið 14. sept. 2016

Muffins mikukvøldið 14. sept. 2016

Vit hava vitjan av Miriam Rasmussen, sum er við í nevndini hjá Christmas Child Føroyar. Vit tosa um Christmas Child og seta henni nakrar spurningar. Síðani tosa vit um tað ferðina, tá Miriam og familjan búðu í Rumenien í eitt ár.

Vertir: Benjamin Tvørfoss og Fróði Johannesen. Teknikari: Rúni Rasmussen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

muffins-14-09-2016-benjamin-tvorfoss-frodi-johannesen-runi-rasmussen-miriam-rasmussen

Á Bylgjulongd týsdagin 13. sept. 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 13. sept. 2016

Fyrri gesturin er Svenning av Lofti, har evnið er: TRÚGV – og at hava álit á Gudi. Tosa verður um Ábraham, Sáru og Móses og dømir úr dagliga lívinum. Síðani er Øssur Andresasen í útvarpsstovuni, ið greiðir frá barnamøtum í Ebenezer frá 16. – 18. Septembur 2016, har nógv spennandi er á skránni: M.a. sangur,… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 12. sept. 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 12. sept. 2016

Kristvør Kolden greiðir frá einum barna- og ungdómsskeiðið, ið verður í Kelduni í Skálafirði komandi vikuskifti, 16.-18. Septembur 2016. Tað verður David Abbott úr Onglandi, sum fer at hava skeiðið. Kostnaður kr. 100, matur íroknaður. Tilmelding HER / ella sms´a til: Alice Frederiksberg 548337; Mirjam Høj 223493; Kristvør Kolden 561918. Meira upplýsing: Keldan.fo og abbottministry.com.… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 9. sept. 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 9. sept. 2016

Fyrst tosa vit við Jórun V. Niclasen, Klaksvík og síðani við Marie Jorunn Ruhsam og Martin Richtsfeld, á teirra ferð í Føroyum. Vit hoyra søguna, hvussu Marie Jorunn Ruhsam kom til Føroyar at møta Jórun V. Niclasen, sum hon er uppkallað eftir og hvussu hesin túrur hevur leitt til vinarlag, upplivingar, útferðir, um framtíðarætlanir o.a.… Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 8. sept. 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 8. sept. 2016

Gestur er Dánjal Petersen, búsitandi á Argjum, føddur í Klaksvík, ættarbond í Eysturoynni og norðoyggjum, giftur Hjørdis Háberg Petersen og leiðandi í City Church, Tórshavn. Greiðir frá uppvøkstri, barna- og ungdómsárum í Vestmanna. Um seg sjálvan sum persón, upplivingar, áhugamál, umstøður og viðurskiftir, bæði tímiliga og andaliga, sum vit menniskjaliga ikki skilja til fulnar. Skoðar… Les meira