Evangeliserings- og bíbliuferð til oynna BØMLO í Noregi við “JUVEL II” 24. apríl til 10. mai 2017

Evangeliserings- og bíbliuferð til oynna BØMLO í Noregi við “JUVEL II” 24. apríl til 10. mai 2017

Kelda: Atlantic mission

Seinastu seks árini – síðani 2011 – hava evangeliseringsferðir verðið gjørdar við “JUVEL II” til grannalond okkara fyri sunnan og fyri norðan.

Í ár er avgerð tikin at fara til Noregs við bátinum. Vitjað verður á oynni Bømlo, sum liggur eitt sindur sunnan fyri Bergen. Ætlanin er, at Juvel II skal liggja í trimum støðum á oynni hesar dagarnar: Í Langevåg fyri sunnan 27.-30. apríl, í Urangsvågen fyri norðan 1.-4. mai og í Moster fyri eystan 5.-7. mai. Hesar dagarnar er ætlanin at hava barnamøti, ungdómsmøti, útimøti og evangelisk møti í 8-10 ymsum støðum á oynni. Høvuðsendamálið við hesum ferðum er at bera evangeliið til børn, ung og vaksin. Í ár er ætlanin eisini at hava bíbliutímar umborð fyri teimum, sum eru við í ferðini.

Umframt manning og onnur, sum sigla við Juvel II til og frá Noregi, er eisini ætlanin, at nøkur ung skulu fara til Noregs við flogfari nakrar dagar, áðrenn báturin kemur. Ætlanin er, at hesi ungu m.a. skulu ganga við traktatum og royna at koma í samband við onnur ung á oynni. Tey flúgva yvir mánadagin 24. apríl og verða so alla tíðina, meðan báturin er har yviri – t.v.s. til 8. mai. Tey koma at flúgva beinleiðis millum Vágar og Bergen. Aldursmarkið fyri tey ungu er sett til 17-25 ár. Tey, sum vilja tekna seg ella vita meir um hetta, kunnu seta seg í samband við Ruth Gaardlykke, tlf. 519090.

Inniliga verður heitt á samkomur og einstaklingar at biðja fyri:

– at biðja um varðveitslu á ferðini
– at vit skulu verða amboð í Guds hondum til frelsu fyri menniskju
– at vit skulu verða til signing fyri fólk Guds í hesum grannalandi okkara fyri eystan

Atlantic Mission
Svenning av Lofti, tlf. 212045
Poul Johan Djurhuus, tlf. 228314
Páll á Lakjuni, tlf. 744404
Jógvan Páll Sevdal, tlf. 221298
Ruth Gaardlykke, tlf. 519090

Rend Collective til Føroya 8. juni 2017

Rend Collective til Føroya 8. juni 2017

Ágrýtni og nýskapandi bólkurin, Rend Collective úr Írlandi, kemur nú til Føroya.

Rend Collective er ein norðurírskur bólkur, ið spælir nýskapandi fólkatónleik. Síðan 2010 hevur bólkurin verið rættuliga virkin á altjóða pallinum og útgivið 7 útgávur umframt fleiri stakløg. Eisini hava tey verið í uppskoti til fleiri virðislønir, m.a. á Klove.

Bólkurin hevur áður verið á konsertferð við eitt nú Chris Tomlin, Christy Nockels og Kari Jobe, ið eru kend nøvn innan kristna tónleikapallin.

Í ár ferð bólkurin á konsertferð í Evropa og verður konsert í Føroyum 8. juni í Kelduni í Skálafirði.

Atgongumerki kunna keypast á keldan.fo/keyp.

Kelda: keldan.fo

Ferðaskráin hjá Juvel II – summar 2017

Ferðaskráin hjá Juvel II – summar 2017

Kelda: Betesda.fo Um Harrin vil og Jesus bíðar við at koma, so verður hetta ferðasskráin hjá Juvel II í summar: 01. juni – fara av Klaksvík 08. juni – Nuuk 21. juni – Sisimiut 06. juli – Asiaat 18. juli – Ililissat 19. juli – Uummannaq økið 05. aug – Ililissat 08. aug – Nuuk… Les meira

Cherish kvinnustevna í Leeds 1.-3. juni 2017

Cherish kvinnustevna í Leeds 1.-3. juni 2017

Kvinnustevna, undir heitinum Cherish, verður í Leeds í Englandi 1.-3. juni 2017. Farið verður úr Føroyum 1. juni og heimaftur 4. juni. Um ein hevur hug at fara við, ber til at venda sær til ferðaskrivstovuna 62N, tlf. 34 00 00 og tosa við Rakul Petersen. Nærri kunning á facebook cherish 2017 og á www.lifechurchhome.com. Les meira

PAROLA 2017 frá 3. til 11. juli.

PAROLA 2017 frá 3. til 11. juli.

Eins og árini frammaundan, verður PAROLA hildið í Sant’Elia í Molise, Italia. Visiónin hjá PAROLA er eitt ynski at eggja ungum at LESA heimsins kulastu bók, at LÆRA hana at kenna, og at LIVA hana út í lívið! – Parola er fyri ung í 18-35 ára aldri. Nærri upplýsingar um nær og hvar Parola verður… Les meira

‘Café fríggjamorgun’ – fríggjadagar kl. 10-12

‘Café fríggjamorgun’ – fríggjadagar kl. 10-12

Fríggjamorgnar, frá kl. 10:00 til 12:00, er ‘CAFÉ-fríggjamorgun’ í Ebenezer. Løtan verður skipað sum ein hugnalig løta, kryddað við eitt sindur av tónleiki og sangi, men við denti á samtalum og práti manna millum. Løtan er ætlað øllum –  har øll eru hjartaliga vælkomin. Kelda: www.ebenezer.fo Les meira

Ísralelstoymið/TeenStreet summarið 2017

Ísralelstoymið/TeenStreet summarið 2017

Kom við á Ísraelstoymið 2017. Tú fært eisini TeenStreet við. Farið verður eftir ætlan úr Føroyum 6. juli og komið verður heimaftur 2. august. Les meira um túrin: www.israel.fo KONTAKIR: Anton Højgaard, antonhojgaard77@gmail.com, 739313 Kartin Høgnesen, kartinhognesen@gmail.com, 743122 Les meira

OM Føroyar nýggja heimasíðu

OM Føroyar nýggja heimasíðu

OM Føroyar hevur fingið nýggja heimasíðu. Nýggja heimasíðan fylgir stílinum hjá Altjóða OM og er vorðin lættari at lesa og fáa upplýsingar á. Nakrir nýggir hentleikar eru á heimasíðuni, m.a. ber nú til at geva gávur umvegis heimasíðuna og gjalda við gjaldskortið. OM Føroyar vónar at heimasíðan kann vera við til at eggja fólkið til… Les meira

Føroyska Bíbliufelagið útgivið bíbliulesiætlan

Føroyska Bíbliufelagið útgivið bíbliulesiætlan

Tíðindi: Føroyska Bíbliufelagið Føroyska Bíbliufelagið hevur nú útgivið nýggja bíbliulesiætlan 2016/17. Lesiætlanin er at finna um alt landið í kirkjum, nógvum fríkirkjum og samkomum. Bíbliulesiætlanin byrjar í dag fyrsta sunnudag í advent og varðir eitt á fram. Hví brúka lesiætlan? Í einum skundmiklum gerandisdegi kann tað vera trupult at fáa lisið í Bíbliuni. Men við… Les meira

Stórmøtir í Trongisvági á Páskum 2017

Stórmøtir í Trongisvági á Páskum 2017

Um páskirnar skipar heimamissiónin í Suðuroy fyri stórmøtum í skúlanum í Trongisvági. Skráin er hendan: Langa fríggjadag, 14/4-17, kl. 18:00, v/ Kristian Martin Petersen, Fuglafirði og Mansbólkurin syngur. Páskaaftan, 15/4-17, kl. 20:00, v/ Silas Olofson, Klaksvík, og Mourits M. Viderø, úr Trongisvági syngur. Páskadag, 16/4-17, kl. 18:00 v/ Niels Jacob Nielsen trúboðara, Danmark. Streingjakórið í… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 24. apríl 2017

Á Bylgjulongd mánadagin 24. apríl 2017

Fyrst ringja vit til Torleif Johannesen og hoyra um landsstevnuna hjá Sjómanskvinnuringunum, sum verður í Nesvík 28.-30. apríl, í samband við at tað eru 60 ár síðani Sjómanskvinnuringarnir byrjaðu. Les meira um Sjómansmissiónina her. Síðani hoyra vit um skránna fyri Umhvørvisvikuna 2017, ið verður í døgunum 24.-29. apríl 2017, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri. Tað verður varpa ljós á okkara ovurstóru plastnýtslu og plastdálking. Gestur eru Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini og Óluva Vang samskipari. Les meira á www.torshavn.fo

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 21. apríl 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 21. apríl 2017

Fyrst hava vit Eileen Ejdesgaard í útvarpsstovuni og hoyra um Bindifestivalin, sum verður í Fuglafirði 27.-29. apríl 2017. Fleiri upplýsingar og tilmelding á: www.bindifestival.com
Síðani hava vit vitjan av Wayne Simmonds, Joel Bagnall og Sanna Delgado og hoyra um “Lift Leaders” www.liftleaders.com – Eisini verður skeið í Oasuni í Hoyvík leygardagin 22. apr. kl. 10.30-14.00 um at hjálpa og stuðla leiðarum, kanska serliga ungum leiðarum. Wayne og Joel luttaka sunnumorgunin 23. apr. í Filadelfia, landavegur 22, kl. 11.00 á møtinum og kl. 19.00 á “Flare Worship”

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 20. apríl 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 20. apríl 2017

Gestur er Martin Tuohy (giftur Hansy Thomsen úr Klaksvík). Vit hoyra um uppruna, uppvøkstur og hvussu Martin møtti Jesusi. Eisini um kall og tænastu, ið hevur ført tey sum familju til Mexico. Vit hoyra um umstøður, mentan og hvussu tað er at virka sum trúboðari í Mexico. Setur prís uppá forbøn fyri teimum í arbeiðinum. Meira kunning fæst á heimasíðuni www.cmml.us, har eisini til ber at stuðla teimum og arbeiðinum, við at trýsta á DONATE og síðani skriva navn. Um onkur ynskir tíðindabræv, ber til at skriva til Martin til teldupost: familien2e@gmail.com

Vertur: Albin Johannese. Teknikari: Jógvan Dam Hansen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 19. apríl 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 19. apríl 2017

Dánial hugleiðir úr Jóh. 12 um hveitikornið, v. 24: “Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, verður bert hitt eina kornið, men doyr tað, ber tað nógvan ávøkst.”
Poul Færø heldur fram við tí, sum liggur honum á hjarta; um tað er nakar munur á dagliga lívinum, tvs. tað sjónliga lívið, liva í eygum menniskjanna – og so andaliga lívið saman við Harranum. Tekur dømir úr gerandisdegnum og skriftunum, m.a. um fótatváttin í Jóh. 13, ið talar um okkara dagliga lív, ið er ein tilgongd, sum varir alt lívið.

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 18. apríl 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 18. apríl 2017

Í dag tosað vit við Derhard Jógvanson, prest um felagskirkjuligu Gudstænastuna, sum verður í Vesturkirkjuni í kvøld týskvøld 18. apríl kl. 19:30. Heitið á Gudstænastuni er “Vón um Jesu afturkomu”. Síðani endursendu vit eina samrøðu við Pola Jacobsen, har tosað varð um spurningin: “Hví mátti Jesus doyggja?”

Vertur: Eydna Háberg. Teknikari: Tór Arni Samuelsen

Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

“Nýggj byrjan” týskvøldið 18. apríl 2017

“Nýggj byrjan” týskvøldið 18. apríl 2017

Hoyr samtaluna við Malvinus í Gong, um at vaksa upp í andaligum umhvørvi og at blíva andaliga vaktur. Fortelur um andaligar upplivingar og um at møta menniskjum við gleðiboðskapinum. Um at liva sum trúgvandi og um trúboðan og um framtíðar hugsanir og –ætlanir o.a.

Vertur: Jákup Gunnarstein Hansen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 11. apríl 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 11. apríl 2017

Fyrst er Sólrun Poulsen gestur, har tosa verður um Páskirnar og týdningurin av teimum. Síðani er Jenis av Rana í útvarpsstovuni, har evnið er: Grøðir Gud í dag ? – Jenis tekur dømir um grøðing úr gerandisdegnum og um tilburðin tá kona hansara, Anna, varð rakt av sjúku, men har tey sum familja upplivdu grøðing… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 10. apríl 2017

Á Bylgjulongd mánadagin 10. apríl 2017

Fyrst hoyra vit Sámal Hanna Lognberg og Ásbjørn Kjærbo í samband við, at samkoman Betania í Skopun fer at broyta navn. Opið hús fyri øll verður mikudagin 12. apríl kl. 16:00-18:00. Klokkan 19:00 verður festmøti, har leiðani frá øðrum samkomum og kirkjum eru boðin við. Síðani hoyra vit Heina Lützen, um felags kristliga tiltakið í… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 7. apríl 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 7. apríl 2017

Fyrst tosa vit við Finn Johannesen um stuðuls tiltøkini leygardagin 8. Apríl, ið er ein stuðuls-renni-túrur frá Akrabergi til Sandvíkar og ein konsert í Vágs Kirkju, kl. 20:00, har M.C. Restorff fer at syngja og spæla, til frama fyri Meinigheitshúsinum í Vági. (Konta í Suðuroyar Sparikassa 9870-4950209). Meira kunning um tiltøkini á facebook: Sumba-Sandvík. Síðani… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 6. apríl 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 6. apríl 2017

Hoyr Óla Steinberg fortelja um avbjóðingar, kall og signingar í lívinum. M.a. hvussu tað var sum ungur maður við familju og øllum, sum ein kundi ynskja sær; at gera tað øll hildu vera ørskapur, at selja hús og heim og fara á venjingarskúla í USA. – Og síðani hvussu leiðin lá til Grønlands við evangelinum… Les meira