Lindin sendir beinleiðis frá George Verwer vitjan

Lindin sendir beinleiðis frá George Verwer vitjan

Fríggjadagin 10. apríl Kl.20.00: Badmintonhøllin í Klaksvík. George Verwer talar. Betesdakórið luttekur. Drama, filmar og aðrar framførslur verða eisini. Leygardagur 11. apríl Kl.20.00 Badmintonhøllin í Klaksvík George Verwer talar. Sola Gratia úr KFUM&K og T.O.S syngja Kl.22.30 Badmintonhøllin í Klaksvík. George Verwer talar. T.O.S. syngur aftur Sunnudagin 12. apríl Kl.11.00: Gudstænasta í Oasuni í Hoyvík. George Verwer talar.…Les meira

George Verwer í Føroyum 10.-12. apríl 2015

George Verwer í Føroyum 10.-12. apríl 2015

OM stovnarin, George Verwer, kemur til Føroyar 10. – 12. apríl 2015, í samband við Aðalfundin hjá OM Føroyar. Ein bólkur er settur at fyrireika vitjanina og í henni eru: Pól Johannesen, Beinta Vang, Rói Norðoy, Ásvald Thomsen og dagliga leiðslan fyri OM Føroyar, Anita & Oddmar Tausen. Fríggjakvøldið 10. apríl og leygarkvøldið 11. apríl…Les meira

Fyrrverandi muslimur, nú kristin, vitjar Bíbliufelagið

Fyrrverandi muslimur, nú kristin, vitjar Bíbliufelagið

Føroyska Bíbliufelagið fær vitjan av einum sera áhugaverdum persóni, sum er flótti og fyrrverandi muslimur úr Iran og nú valkirkjuprestur í donsku fólkakirkjuni. Í sambandi við aðalfundin hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum verður 12. mars í Kelduni í Skálafirði, hevur Bíbliufelagið boðið Massoud Fouroozandeh til Føroya at hava fyrilestur.Les meira

Lindin 15 ár

Lindin 15 ár

24. januar 15 ára stuðulsdagur Nú leygardagin 24. januar hevur Lindin stórt stuðulstiltak. 15 ár eru liðin, síðani Lindin tann 21. januar í 2000 byrjaði at senda gleðiboðskapin um Jesus Kristus til fólk í Føroyum. Fyri stuttum var  ein sendari settur upp í Sandvík og ein í Hvalba. Við 13 sendarum røkkur Lindin í dag…Les meira

“Gjøgnum alt” – Ein nýggj instrumentalfløga við Victor Carlsen.

“Gjøgnum alt” – Ein nýggj instrumentalfløga við Victor Carlsen.

Tað eru nú 5 ár síðani tann fyrra instrumentala fløgan við heitinum “Dreymur og veruleiki” kom út. Tíðin tillagar at ein nýggj átti at koma út, og nú er hon so her. Henda nýggja fløgan hevur fingið heitið: “Gjøgnum alt”, og vil útgevarin við hesum vísa á, at gjøgnum sera broyttar lívsumstøður tey seinastu árini,…Les meira

Systrar geva út nýggja fløgu

Systrar geva út nýggja fløgu

Ein spennandi fløga verður skjótt at fáa í føroysku sølubúðunum. Talan er um bólkin “Systrar”, sum nú koma við síni fyrstu útgávu við í stóran mun egnum løgum og tekstum. Tað eru tær tær fýra systrarnar, Anna Sofía Mellemgaard, Margit Justinussen, Linda Petersen og Rakul Petersen, sum allar eru royndar innan sang og tónleik, ið…Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 9. apríl 2015

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 9. apríl 2015

Práta verður við Beintu Háberg Jacobsen, har hon greiður frá ymiskum um mann sín Eiler Jacobsen. Hon fortelur um upprunan hjá Eiler, og um barna og ungdóms árini hjá Eiler. Eisini sigur hon frá um tá tey komu saman og blivu gift. Eiler silgdi sum skipari, og var nógv burtur heimanfrá. Beinta fortelur frá tá Eiler fór at keypa skip, og um børnini tey fingu saman.

Vertur:  Annfinn Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Ljóðmynd um fyrigeving

Ljóðmynd um fyrigeving

Nýggj stuttrøð í 2. pørtum hjá M.C. Restorff umtalar amerikanaran, Louis Zamperini (1917-2014), fyrrverandi ótangan, sum seinni gjørdist víðakendur olympiskur rennari og krígshetja. Tó, tað eru ikki hesi brøgd hansara, sum geva honum heiðursheitið ”American Hero”. Nei, tað er sigurin hjá manninum á sær sjálvum – at honum, við Guds hjálp, eyðnaðist at venda ófantaligum hatri til mildni. Úrslitið? Jú, vinahond rættist fíggindum, og hetta forlátilsið gjørdist ein roysnisgerð, sum hevði síni jaligu árin á øll, ið hittu hann.

Fyrri partur – Lurta eftir sendingini her
Seinni partur – Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Zamperini-running

Á Bylgjulongd mikudagin 1. apríl 2015

Á Bylgjulongd mikudagin 1. apríl 2015

Fyrst hoyra vit um felagsgudstænastuna, sum verður í Mariukirkjuni í Havn týsdagin, 3. páskadag kl. 1930. Vit hoyra Henrik og Poul greiða frá. Hetta er 10. ári at tað verður skipa fyri hesari Gudstænastu. Síðani kemur Poul Færø við í sendingina.

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 31. mars 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 31. mars 2015

Annika og Steven Everett eru gestir, tey virka sum trúboðarar í Istanbul í Turkalandi. Hettar er 2. ferð tey eru í Lindini nú tey hava verið heima. Tey fara aftur til Turkalands um 3 vikir og hava haft tað gott her heima. Tað tey serliga tosað um er, hjúnarbondini í Føroyum. Tað er veruliga nógv, sum stríðast og sum vilja hava hjálp. Eisini greiða tey frá, at tey tað komandi árið fara at hava tørv á hjálp til at umvæla ein stóran bygning í Turkalandi. Tey koma at hava tørv á VVS og timburmonnum, elektrikkara og annars um onkur ynskir at koma ein túr eru tey vælkomin. Tey hava meðan tey hava verið her heima í 2 mánaðir, mest verið í Kelduni har tey eru útsend frá og inni í Eysturoynni. Húsbólkar og ymisk møtir.

Vertur: Teresa Damgaard-Jarnfoss
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mánadagin 30. mars 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 30. mars 2015

Fyrst hoyra vit um lovsangs fløguna “Skywalk – Din er ære”. Vit hava vitjan av Óla Poulsen og Benedicte. Eisini ringja vit til Silas, sum er trummuspælari á fløguni. Síðani ringja vit til Miriam Rasmussen og hoyra um Páskastevnuna, sum Brøðrasamkomurnar skipa fyri í Høllini “Bylgjan” í Runavík. Til seinast hoyra vit Olaf Magnussen greiða frá um Páskastevnu hjá Heimamissiónini, sum verður á Glyvrum og á Tofum.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 27. mars 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 27. mars 2015

Vit hava vitjan av Alvin Doss úr Malaysien, sum greiðir frá síni uppliving av sólarmyrkingini. Eisini sigur hann frá sínum vitnisburði. Samuel Joensen tulkar.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 26. mars 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 26. mars 2015

Fyrst hoyra vit Róa Norðoy tosa um “Hvør er Jesus”. Síðani vitjar Pauli Høj í útvarpstovuni og greiðir frá Páskastevnuni, sum verður í Kelduni í Skálafirði 2.-6. apríl. Vertur: Rói Norðoy Teknikari: Kristin Akursmørk Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination…Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 25. mars 2015

Á Bylgjulongd mikudagin 25. mars 2015

Dánial lesur úr fyrra Korintbrævið kap. 15. Síðani kemur Poul Færø við í sendingina. Vertur: Dánial á Dul Jacobsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 24. mars 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 24. mars 2015

Gestur í dag er Jákup S. Joensen sum sigur frá lívi sínum. Jákup hevur stóran áhuga fyri Ísrael og profetium í samband við endatíðina, sum hann eisini tosar um. Serstakt Ísraelskvøld verður í Østrøm 24. mars 2015 kl. 19.30 Vertur: Eydna Háberg Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina…Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 23. mars 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 23. mars 2015

Fyrst er prát við Rúna Højgaard um hvussu hann og familjan upplivdu sólarmyrkingina, sum varð 20. mars. Síðani greiðir Jógvan á Lakjuni frá um tað føroyska málið. Eisini tosar hann um abba sín Victor Danielsen sum hevur umsett Bíbliuna. Til seinast hoyra vit Vinjard Magnussen greiða frá hansara uppliving av sólarmyrkingini. Vertir: Preben Hansen og…Les meira