Lindin 16 ár

Lindin 16 ár

Niðri í Rættará, í Østrøm, hevur Lindin øðrvísi stuðulsdag komandi leygardag, 23. januar

Eins og á stuðulsdegnum í 2014, verða beinleiðis samrøður millum gestir og útvarpsvertir í glasaðum ljóðrúmi. Ímillum ymsu skiftini koma bólkar og einstaklingar at framføra livandi tónleik‚ m.a. Heðin Askham‚ Systrar‚ Terje Vestergaard og Lisa Frederiksberg‚ Olvheðin Jacobsen‚ Gentukórið í Meinigheitshúsinum og Oddbjørg Poulsen.

Ígjøgnum allan dagin verður kaffi, te og leskidrykkur saman við onkrum til ábit. Roknað verður við at mong nýta høvi at støkka inn á gólvið til eygleiðing og prát á stuðulsdegnum hjá Lindini niðri í Østrøm. Ein uppboðssøla yvir málningar ið kendu listamálararnir Eyðun av Reyni, Hilmar Højgaard, Astrid Mouritsen, Poul Skarðenni, Finnleif Mortensen, Eli Smith, Sámal Toftanes hava latið til tiltakið, verður skipað seinni út á kvøldið. Eisini verða nógvir og fjølbroyttir vinningar útlutaður ímillum ymsu tiltøkini. Hugvekjandi barnatiltak, ið burturav, skal mynda eina serliga løtu til børnini, verður miðskeiðis á degnum við BUBU og Ásbjørn Berthelsen og Absalon Áargarð. Vit enda dagin við einum høvuðsvinningi ið Christian í Grótinum hevur latið til Lindina á stuðulsdegnum. Hepni vinnarin kann púra frítt velja sína ferð út í heim, frá Fonn Flog, Virði er 25.000 krónur.

Lindin byrjaði virksemi 21. januar í 2000 og eru nú 16 ár liðin síðani fyrsta sendingin varð útvarpað. Í dag røkkur sendinetið, hvønn einasta tíma í vikuni, meira enn 90% av Føroya fólki. Frá fyrsta sendidegi av, hava trúgvir stuðlar og afturvendandi stuðulsdagar, fíggja allan raksturin av Lindini. Hesin er árliga, áleið 1,6 milliónir krónur og umleið 50 fólk eru onkursvegna beinleiðis virkin og vara av í Lindini. Av hesum eru nógv tey flestu sjálvboðin og ólønt. So, niðri í Østrøm í Rættará, komandi leygardag 23. januar frá klokkan 13:00 til 23:00 leggja vit upp til ein stuðulsdag við serligum dámi og nógvum hugaligum upplivingum.

Høvið verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul hjá Lindini, hækka stuðulin ella lat eina gávu. Hetta kann gerast á heimasíðuni www.lindin.fo ella við at ringja til Lindina sama dag, har fólk verður at taka telefonina. Tlf. 321377 og SMS 521377.

Vit ið varða av Lindini ynskja við hesum stuðulsdegnum at takka fyri ómetaligan og afturvendandi trúfastan stuðul gjøgnum árini og heita á teg, saman við okkum, at vera við á ferðini víðari. Eisini fara vit at nýta høvi til at bjóða nýggjum stuðlum at vera vælkomnum við. Latið okkum øll, saman, vera um tað at stuðla Lindini. Ja, latið okkum saman, framhaldandi, vera um tað at røkka út við evangeliinum, boðskapinum um Jesus Kristus.

Lindin beinleiðis úr Fuglafirði týsdagin 10. nov. kl. 9.00-12.00

Lindin beinleiðis úr Fuglafirði týsdagin 10. nov. kl. 9.00-12.00

Í morgin týsdagin 10. nov. kl. 9.00-12.00 sendir Lindin beinleiðis frá Ribarhús í Fuglafirði. Práta verður við ymiskar gestir m.a. Frits Johannesen, Oddvør á Lakjuni, Petur Martin Petersen, Páll á Lakjuni og Bernhardina Mikkelsen. Bárður á Lakjuni fer at syngja nakrar sangir. So lurta millum kl. 9.00 og 12.00 í morgin týsdagin 10. nov. Les meira

Samfelagsstevnan í Havn beinleiðis á Lindini

Samfelagsstevnan í Havn beinleiðis á Lindini

Lindin sendir beinleiðis frá hesum møtum á Samfelagsstevnuni 2015 í Havn. Fríggjakvøldið 6. nov. kl. 20.00 Fríggjakvøldið 6. nov. kl. 22.30 Leygardagin 7. nov. kl. 16.00 Leygarkvøldið. 7. nov. kl. 20.00 Leygarkvøldið. 7. nov. kl. 22.30 Sunnudagin 8. nov. kl. 16.00 Tað vil siga, at tey, ið ikki hava møguleika at koma til møtini, kunnu… Les meira

Stuðulsending 31. okt. 2015 kl. 14.00

Stuðulsending 31. okt. 2015 kl. 14.00

Lindin hevur kunningar og stuðulssending leygardagin 31. okt. 2015 frá kl. 14.00 15 ár eru liðin, síðani Lindin tann 21. januar í 2000 byrjaði at senda gleðiboðskapin um Jesus Kristus til fólk í Føroyum. Við 13 sendarum røkkur Lindin í dag umleið 92% av landinum. Sent verður allar vikudagar, alt samdøgrið. Frá fyrsta sendidegi hava… Les meira

Larry Ford í Ebenezer í Havn og Betesda í Klaksvík

Larry Ford í Ebenezer í Havn og Betesda í Klaksvík

Fríggjakvøldið 30. og leygarkvøldið 31. oktobur, syngur kendi Grammy virðislønti tenorurin Larry Ford í ávikavist Ebenezer í Havn og Betesda í Klaksvík. Saman við Larry Ford er klaversnillingurin Alan Tripp, sum, umframt at spæla undir til nakrar av sangunum hjá Larry Ford, eisini skal hava sína egnu framførslu. Sangkórini í Ebenezer og Betesda luttaka eisini á konsertunum. Báðar… Les meira

STÓRMØTINI ’15: “JESUS GER ALT NÝTT!”

STÓRMØTINI ’15: “JESUS GER ALT NÝTT!”

23.-25. okt. skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri stórmøtum í Ítróttarhøllini á Giljanesi. Høvuðstalari er Johnn Hardang úr Noregi og væntandi luttaka fleiri hundraðtals fólk úr øllum landinum. Lindin sendir beinleiðis fríggjakvøldið kl. 19.30‚ leygarkvøldið kl. 19.00 og kl. 22.00 og sunnudagin kl. 14.30 og kl. 18.00 Endamálið við øllum vikuskiftinum er at boða kristna gleðiboðskapin um… Les meira

Christmas Child

Christmas Child

Seinasta freist at lata skógvaeskjur inn er sunnudagin 25. okt. 2015 Les meira um Christmas Child á www.christmaschild.fo Les meira

Nýggj fløga og DVD við Svein í Prestgarði

Nýggj fløga og DVD við Svein í Prestgarði

Fríggjadagin 25. sept. kemur út nýggj fløga og DVD við Svein í Prestgarði. Fyrr í ár fór Svein, saman við øðrum, til USA at taka eina nýggja fløgu upp. Fari var í Crossroads Studio í Asheville, har fleiri føroyskar fløgur eru framleiddar seinastu árini. Svein hevur eina sera vakra rødd og kemur hon sanniliga til… Les meira

Lindin og EVR sendir møtini beinleiðis

Lindin og www.evr.fo sendir møtini beinleiðis við Franklin Graham og Michael W. Smith. Samkomur í og einstklingar í Føroyum standa í hesum døgum saman um evangeliskt átak við heitinum ”Hásummarhátíð,” sum verður í ítróttarhøllini á Hálsi sunnudagin 21. juni. Saman við heimskenda tónleikaranum og sangaranum Michael W. Smith og øðrum fer kendi evangelisturin Franklin Graham… Les meira

Muffins mikukvøldið 3. feb. 2016

Muffins mikukvøldið 3. feb. 2016

Gestur okkara er Haraldur R. Højgaard. Vit práta um hvussu tað er, at vera fótbóltsleikari og trúgvandi. Eisini hvussu Haraldur persónliga, hevði tað við Gud. Í sendingini hoyra vit eisini Bárður Petersen syngja tveir sangir live fyri okkum.

Vertir: Heri Danielsen, Jóannes Nielsen og Maria Petersen. Rúni Rógvason er teknikari
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Muffins 3 februar 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 3. feb. 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 3. feb. 2016

Dánjal lesur og hugleiðir úr Jóh. kap. 4, um Jesus og hina samversku kvinnuna – í samband við hugtaki, hvat er kvalitets-lív og ævigt lív. Síðani er Poul Færø við í sendingini, har samtalan er um viðurskiftir, sum møta í lívinum, har samskifti hesa vikuna varð merkt av hesi heilsan: “Takk at Jesus í tær, kendist við Jesus í mær”. Samtalan heldur fram úr 2. Kor. kap. 4, 13-19. Vers 13: “Men við tað at vit hava sama Anda trúarinnar – sum skrivað er: “Eg trúði, tí talaði eg” – so trúgva eisini vit; tí tala vit eisini”. Og vers 18: “við tað at vit hava ikki hitt sjónliga fyri eyga, men hitt ósjónliga. Tí hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.”

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 2. feb. 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 2. feb. 2016

Fyrst ringja vit til Ben Eli Dam, sum greiðir frá einum Bíbliu-vikuskifti, ið verður hjá Frelsunarherinum í Vági vikuskiftið 12.-14. feb. 2016. Hjúnini Ruth og Peter Barunosti, sum hava arbeitt fyri Frelsunarherin í Svøríki, Litavia og Norra, luttaka, har evni yvir vikuskifti er: “Hjá Gudi er einki ómøguligt”. Síðani er Ólavur Jacobsen í útvarspsstovuni, har hugleitt verður um trúgv – hvat er trúgv.

Vertur: Eydna Háberg Hansen. Teknikari Jógvan Suni Danielsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Ólavur Jacobsen
Ólavur Jacobsen
Á Bylgjulongd mánadagin 1. feb. 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 1. feb. 2016

Fyrst hava vit eina samrøðu við Leif Høj, um eina konsert í Kelduni í Skálabotni, sum kendi countrysangarin Larry Gatlin frá The Gatlin Brothers hevur fríggjakvøldið 5. februar 2016, kl. 20. Larry Gatlin er kendur frá Gatlin Brothers og Gaither Homecoming. Atgongumerkið kostar 120,00 kr. Matstovan í Kelduni verur opin áðrenn og eftir konsertina. Les meira á http://keldan.fo/news_article.php?NewsArticleId=231 Síðani ringja vit til Danmarkar og tosa við Billy Hansen, sum við familju býr beint við Randers. Billy er partur av “forkynder temet” í Pinsekirken Randers. Hann greiðir frá ymiskum í tí sambandi. Eisini um teirra hjarta fyri Kenja, har tey eru við í hjálpararbeiðið.

Vertir: Tór Arni Samuelsen og Preben Hansen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 29. jan. 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 29. jan. 2016

Fyrst hoyra vit eina samrøðu við Christina Brauner, sum hevur verið jarðarmóðir í Føroyum. Christina greiðir m.a. frá um felagsskapin, sum hon sjálv hevur stovna, ið eitur “Hjerte for liv”, sum ráðgevur, stuðlar og hjálpir kvinnum o.ø. í umstøðum kring fosturtøku. Meira kunning fæst á heimasíðuni hjerteforliv.dk ella á ráðgevingar síðuni www.hvadnu.dk. Síðani hava vit samrøðu við Gwenda og Wayne Simmonds, sum virka í Impact Church í Danmark. Tey greiða frá hvat Gud hevur gjørt í teirra lívið, um teirra vitnisburð og annað.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 28. jan. 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 28. jan. 2016

Fyrst hoyra vit eina andakt, undir heitinum verið neyv í bønini, sum Tóra við Keldu lesur. Síðani er gesturin í sendingini Kristian Fríðrik Olsen, har evni er náðin í Kristusi.

Vertur: Rógvi Joensen – Teknikari: Albin Johannesen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 27. jan. 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 27. jan. 2016

Dánjal lesur úr Jóh. og hugleiðir fyrst um bøn og tosar víðari um ávøkstur Heilaga Andans, sum fremur sítt verk í okkum. Síðani kemur Poul Færø við í sendingina, har samtalan fyrst heldur fram um Andans ávøkstur í okkum og fer síðani inn á virksama sinnalag Kristusar í okkum og tekur hugmyndina úr øllum fýra… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 26. jan. 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 26. jan. 2016

Vit hoyra fyrst brot úr 16 ára føðingardags sendingini, sum var leygardagin 23. Januar 2016. Samrøða er við Elken Olsen í samband við bønartænastuna í Lindini. Eisini hoyra vit barnakórið í Meinigheitshúsinum syngja nakrar sangir. Ein samrøða er eisini við Svein í Prestgarði um ymist í lívinum. Seinast í sendingini ringja vit til Anskar Hansen,… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 25. jan. 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 25. jan. 2016

Fyrst í sendingini hoyra vit Dánjal Poulsen greiða frá einum minningarhald um Holocaust, sum vinarfelagið Føroyar-Ísrael skipar fyri í Østrøm hóskvøldið 28. januar kl. 19.30. Høvuðsendamálið er at minnast og upplýsa um ræðuleikarnar í Evropa undir seinna heimsbardaga, at tílíkt ikki fer at endurtaka seg. Ísraelsmaðurin Omri Galperin, fer at greiða frá um Holocaust og… Les meira