Á Bylgjulongd hósdagin 21. mai 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 21. mai 2015

Í sendingini er samrøða við Moniku og Tim Sharp. Tey eru trúðboðarar á Filipsoyggjunum. Vit tosa um teirra dagligdag, avbjóðingar, um at boða evangeliið til ein ónáddan heim. Tey greiða eisini frá um ta sorg, tey hava verið gjøgnum seinastu árini, har tey hava mist so nógv.

Vertir: Maria Mørkøre og Anna við Stein
Teknikari: Kristin Akursmørk

Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu “Á Veg Heim”

Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu “Á Veg Heim”

”Á veg heim” er heitið á nýggjari fløgu, sum Eyðun Jacobsen letur úr hondum 14 mai.
Tað er samkoman Keldan í Skálafirði, ið gevur fløguna út. www.keldan.fo
Á fløguni eru 14 sangir, ið allir leggja seg at country gospel stílinum. Flestu sangirnir eru týddir úr enskum, av sera dugnaligum týðarum sum m.a. Árna Jacobsen, Jóhann við Neyst og Hervør S. á Torkildsheyggi. Eisini eru eldri kendir sangir úr andaliga sangskattakamarinum við á fløguni, umframt eitt lag, ið Eyðun sjálvur hevur skrivað.
Eyðun Jacobsen hevur, síðani hann flutti heimaftur á klettarnar í 2000, verið sera virkin innan andaliga tónleikalívið í Føroyum og hevur bæði týtt og skrivað nógvar av teimum nýggju kendu andaligu sangunum, ið verða sungnir í samkomum um landið. Ein tann kendasti man vera “Harri av hjarta”, sum upprunaliga varð skrivaður á donskum og er týddur til fleiri mál, og verður sungin í fleiri londum.
Seinastu árini hevur Eyðun verið millummaður millum fleiri føroyskar bólkar og Cross road studio í Ashville í USA. Seinasta upptøkan, ið var gjørd har, var av bólkinum Blátt Gras, og vann ein av sangum teirra eina av virðislønunum til seinasta FMA.
Tónleikurin á nýggju fløguni er eisini innspældur í Cross road studio í Ashville, og er tað tónleikasnillingurin Jeff Collins, ið er framleiðari. Sangurin er upptikin í Raclipp studio í Hvannasundi, har Alvin E. Andersen hevur staðið fyri.
Kristina Nónklett Hansen og Eyðun Jacobsen hava sungið røddirnar inn á fløguni.
Á fløguni eru eisini tríggir gestasangarar, talan er um Steinbjørn O Jacobsen, sum er bróðir Eyðunar, umframt Jógvan Mortensen og Bill Justinussen.
Eyðun gav fyrstu føroysku fløguna “Ein undurkelda” út í 2006 og hevur síðani givið 2 føroyskar fløgur út afturat saman við døtrunum í bólkinum Zamar. Hetta er sostatt fjórða fløgan, ið Eyðun gevur út á føroyskum.
Í samband við útgávuna, og at Eyðun Jacobsen fyllir seksti 14 mai, verður ein útgávudagur í Kelduni í Skálfirði sama dag kl. 15.00 – 21.00.
Fløgan fæst til keyps í sølubúðunum frá 15 mai.

Lindin sendir hesi møtir beinleiðis á Hvítusunnu

Lindin sendir hesi møtir beinleiðis á Hvítusunnu

Leygardagin 23. mai Kl.19.00: Badmintonhøllin í Klaksvík. Talarar: Símun Pætur á Torkilsheyggi, Jákup Hansen, Arni Simonsen og Svein í Prestgarði. Sangluttøka: Sangbólkurin Keldan Kl.22.00: Badmintonhøllin í Klaksvík. Ungdómsmøti Hvítusunnudagur 24. mai Kl.11.00: Oasan í Hoyvík. Jóhan Petur Johannesen talar Kl.15.00: Badmintonhøllin í Klaksvík Nýggja sangbókin løgd fram Kl.17.00: Libanon í Sørvági – Jeffrey Berstein talar… Les meira

Møtir við Jeff Fountain beinleiðis í Lindini

Møtir við Jeff Fountain beinleiðis í Lindini

Sunnudagin 19. apríl kl. 11.20 Møti beinleiðis úr Kelduni – Jeff Fountain talar Sunnukvøldið 19. apríl kl. 18.00 Møti beinleiðis úr Oasuni – Jeff Fountain talar, evnið er “Vón fyri Evropa?” Les meira um vitjanina á https://www.facebook.com/jeffvitjar Les meira

Møtir við Moses Hansen

Møtir við Moses Hansen

Skráin fyri møtini hjá Moses kunnu tit síggja á hesari leinkju: http://kristin.fo/kendur+praedikumadur+vitjar+foroyar.html og heimasíðuni www.filadelfia.fo Les meira

Lindin sendir beinleiðis frá George Verwer vitjan

Lindin sendir beinleiðis frá George Verwer vitjan

Fríggjadagin 10. apríl Kl.20.00: Badmintonhøllin í Klaksvík. George Verwer talar. Betesdakórið luttekur. Drama, filmar og aðrar framførslur verða eisini. Leygardagur 11. apríl Kl.20.00 Badmintonhøllin í Klaksvík George Verwer talar. Sola Gratia úr KFUM&K og T.O.S syngja Kl.22.30 Badmintonhøllin í Klaksvík. George Verwer talar. T.O.S. syngur aftur Sunnudagin 12. apríl Kl.11.00: Gudstænasta í Oasuni í Hoyvík. George Verwer talar.… Les meira

George Verwer í Føroyum 10.-12. apríl 2015

George Verwer í Føroyum 10.-12. apríl 2015

OM stovnarin, George Verwer, kemur til Føroyar 10. – 12. apríl 2015, í samband við Aðalfundin hjá OM Føroyar. Ein bólkur er settur at fyrireika vitjanina og í henni eru: Pól Johannesen, Beinta Vang, Rói Norðoy, Ásvald Thomsen og dagliga leiðslan fyri OM Føroyar, Anita & Oddmar Tausen. Fríggjakvøldið 10. apríl og leygarkvøldið 11. apríl… Les meira

Fyrrverandi muslimur, nú kristin, vitjar Bíbliufelagið

Fyrrverandi muslimur, nú kristin, vitjar Bíbliufelagið

Føroyska Bíbliufelagið fær vitjan av einum sera áhugaverdum persóni, sum er flótti og fyrrverandi muslimur úr Iran og nú valkirkjuprestur í donsku fólkakirkjuni. Í sambandi við aðalfundin hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum verður 12. mars í Kelduni í Skálafirði, hevur Bíbliufelagið boðið Massoud Fouroozandeh til Føroya at hava fyrilestur. Les meira

Lindin 15 ár

Lindin 15 ár

24. januar 15 ára stuðulsdagur Nú leygardagin 24. januar hevur Lindin stórt stuðulstiltak. 15 ár eru liðin, síðani Lindin tann 21. januar í 2000 byrjaði at senda gleðiboðskapin um Jesus Kristus til fólk í Føroyum. Fyri stuttum var  ein sendari settur upp í Sandvík og ein í Hvalba. Við 13 sendarum røkkur Lindin í dag… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 26. mai 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 26. mai 2015

Fyrsti gestur er Jógvan á Lakjuni, sum tosar um søguna í samband við at fáa sangbøkur á føroyskum. Síðani verður greitt frá nýggju sangbókini hjá Brøðrasamkomuni, sum varð løgd fram alment Hvítusunnudag á samfelagsstevnuni í Klaksvík. Bókin fæst bæði við harðari og bleytari permu og fæst í bókhandlum kring landið. Síðani er vitjan av Paul Bungay úr Onglandi, sum saman við 20 øðrum fólkum úr Eastgate Church hava verið við til eitt vikuskiftisskeið í Filadelfia í Havn um Hvítusunnuna. Saman við honum er Tummas Jacobsen, fyristøðumaður.

Vertur: Eydna Háberg
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 22. mai 2015

Fyrst greiðir Jákup Sandberg Joensen frá um Hvítusunnustevnuna í Libanon í Sørvági, sum er 23.-25. mai 2015. Síðani hoyra Eyðun Elttør greiða frá um Samfelagsstevnuna í Klaksvík, sum er 22.-25. mai 2015. Les meira á www.betesda.fo

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 19. mai 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 19. mai 2015

Fyrst ringja vit til Tummas Jacobsen fyristøðumann í samband við at Hvítusunnustevna verður í Filadelfia í Havn. Í hesum sambandi koma fleiri vitjandi úr Onglandi ið koma at undirvísa og tæna. Heiti er Eldkveikjarar – Frígeving av Guds Ríkis Mentan. meiri fæst at vita um tilmelding v.m. á www.filadelfia.fo Síðani eru Judy og Óli á Grømma gestir, tey hava síðani tey vóru blaðung virkað innan trúboðarafelagsskapin New Tribes Mission, har Óli er formaður í altjóða aðalnevndini hjá NTM. Óli greiðir m.a. frá hvussu NTM arbeiðir millum ónáddar ættarbólkar, har tey hjálpa við praktiskum tingum og umseta bíbliuna til málið í ættarbólkinum. Meiri sæst á heimasíðuni hjá www.NTM.org

Vertur: Eydna Háberg
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mánadagin 18. mai 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 18. mai 2015

Fyrst er vitjan av Jan Eidsaa, sum av og á er í Føroyum og selur m.a. bøkurnar “Trúfastir vinir” og “Skýmingarløtan”. Síðani hava vit vitjan av Eyðun Jacobsen, sum greiðir frá nýggju fløguni “Á veg heim” og vit hoyra sangir av fløguni. Fløgan fæst kring landið og um onkur ynskir fløguna so ring til Eyðun á tlf. 506661.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 15. mai 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 15. mai 2015

Fyrst greiðir Uni Næs frá aðalfundinum hjá Kristiligt lurtara og hyggjarafelag, sum var Kristi himmalsferðardag 14. mai. Síðani hoyra Símun J. Hansen greiða frá um hjálparátakið “Hjálp Nepal 2015″. Les meira á Facebook/HjálpNepal2015 Stuðul kann latast á konto í Eik Konto: 9181-426.219.2 Viðmerk: “Nepal”

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulong mánadagin 11. mai 2015

Á Bylgjulong mánadagin 11. mai 2015

Fyrst hoyra vit Svenning av Lofti greiða frá um trúboðanarferðina á Eysturlandinum í Íslandi við sluppini Jóhannu. Tað eru Svenning av Lofti, Poul Jóhan Djurhuus og Páll á Lakjuni saman við fleiri sum hava skipa fyri ferðini. Síðani hava vit vitjan í útvarpstovuni av Jónhild Dunya. Hon sigur frá ymiskum í sínum lívið og um… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 8. mai 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 8. mai 2015

Fyrst tosa vit við Símun J. Hansen um TeenStreet 2015, sum verður í Offenburg í Týsklandið 1.-8. aug. Tað er brúk fyri fleiri tilmeldingum fyri hjálparfólk og leiðarum. Les meira á www.om.fo undir TeenStreet ella á Facebook/TeenStreet-Føroyar. Síðani hoyra vit Frants Jensen og Majbritt Olsen greiða frá Landsinnsavningini hjá Bláakrossi, sum verður leygardagin 9. mai.… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 7. mai 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 7. mai 2015

Í fyrra tímanum lurta vit eftir tónleiki og hoyra eitt sindur um kongsveldi Guds. Í seinna tímanum er Poli Jacobsen gestur og hugleiðir um Jobsbók. Vertur: Rói Norðoy Teknikari: Eirikur Biskopstø Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 6. mai 2015

Á Bylgjulongd mikudagin 6. mai 2015

Poul Færø er gestur í sendingini. Vertur: Dánial á Dul Jacobsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira