Konsert við The Purple Hulls og Blátt Gras

Konsert við The Purple Hulls og Blátt Gras

Sunnukvøldið 27. mai kl. 20.00, verður sera áhugaverd konsert í Kelduni, Skálafirði, við tvíburðasystrunum Katy og Penny Clark eisini kallaðar The Purple Hulls og Blátt Gras The Purple Hulls spæla country/bluegrass í heimsklassa. Tær koma frá Texas, har tær útfolda sínar tónlistaligu evnir. Tær ferðast nógv í USA, men gera eisini túrar til Europa. Tær elska… Les meira

PAROLA 2018 frá 6. til 13. aug.

PAROLA 2018 frá 6. til 13. aug.

Eins og árini frammaundan, verður PAROLA hildið í Sant’Elia í Molise, Italia. Visiónin hjá PAROLA er eitt ynski at eggja ungum at LESA heimsins kulastu bók, at LÆRA hana at kenna, og at LIVA hana út í lívið! – Parola er fyri ung í 18-35 ára aldri. Nærri upplýsingar um nær og hvar Parola verður… Les meira

Hvítusunnustevnur kring landið

Hvítusunnustevnur kring landið

Tað verða nógvar Hvítusunnustevnur kring landið. Filadelfia í Havn skipar fyri stevnu 18.-21. mai 2018. Les meira her. Missiónshúsið í Vági skipar fyri stevnu 19.-20. mai 2018. Les meira her Libanon í Sørvági skipar fyri stevnu 18.-21. mai 2018. Les meira her Bethel í Vági skipar fyri samfelagsstevnu  18.-21. mai 2018. Les meira her.   Les meira

Páskastevnan 2018 í Oasuni

Páskastevnan 2018 í Oasuni

Aftur í ár ynskir Oasan at bjóða til páskastevnu 29. mars – 2. apríl, og er ætlanin at skipa fyri tiltøkum fyri bæði børn, ung og eldri. Ynski við páskastevnuni er at boða gleðiboðskapin um, at Jesus livir, og at hann vil, at vit skulu liva. Høvuðstalarin í ár er Wilson Goeda, sum saman við… Les meira

Hans Berntsen vitjar Føroyum 14.-18. mars 2018

Hans Berntsen vitjar Føroyum 14.-18. mars 2018

Møtir við Hans Berntsen verða á hesum støðum. Mikudagin 14. mars kl. 19.30 – Oasan í Hoyvík Hósdagin 15. mars kl. 20.00 – Savnið á Gørðunum í Vági Fríggjadagin 16. mars kl. 19.00 – Skúlin á Fossanesi, Hvannasund Leygardagin 17. mars kl. 19.00 – Missionshúsinum á Glyvrum Sunnudagin 18. mars kl. 18.00 – Missionshúsinum í… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 13. juni 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 13. juni 2018

-Dánial hugleiðir og lesur um lívi í Heilaga Andanum og um at “einki fær skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi”. (skriftbrot: Jóh. 16, 6-11; Róm. 8, 15-16 og vers 31-39)
-Poul Færø er upptikin av fyrra brævið Pæturs, hvussu Pætur umtalar okkara persónliga lív og víðari hvussu hann fer inn í okkara familjulív og dagliga lív og um samkomu Guds. Til seinast um at vitja menniskju í stað Kristusar. (skriftbrot: 1. Pæt. 1, 1-13; 1. Pæt. 2, 2-5 og 9-10; 1. Pæt. 3, 1-4; 1. Pæt. 5, 1-6; 1. Pæt. 4, 19; Kol. 1, 12-13)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 6. juni 2018 – (endursending frá 9. sept. 2015)

Á Bylgjulongd mikudagin 6. juni 2018 – (endursending frá 9. sept. 2015)

Dánial lesur úr Jóh. 14 og 15 og hugleiðir um nærveru Guds. Gud bleiv menniskja, opinberaður í Jesusi. Jesus bleiv føddur, mátti líða og doyggja fyri alla heimsins synd og reisti uppaftur. Við Heilaga Andanum er Hann við og í okkum. Poul Færø er upptikin av Ábrahami í Róm. 4 sum arvingi trúarrættvísinnar og “Har eingin vón var, trúði hann við vón; ….” v18. Tosa um rættvísgering við trúgv. Staðfest við vitnisburðum Dávids og Ábrahams. Um at liva í trúgv – og um kappingarneytan hjá trúnni, ið er holdið. (onnur skriftbrot: Luk. 12, 1-6; 1. Kor. 1, 26-31)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 31. mai 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 31. mai 2018

Gestur er Turið Brend, Viðareiði. Vit hoyra um eitt profeta skeið, hon hevur verið til í Danmark. Turið tosar um náðigávur, dreymar, visjónir o.a.

Vertur: Maria Mørkøre. Teknikari: Albin Johannesen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 30. mai 2018 – (endursending frá 3. juni 2015)

Á Bylgjulongd mikudagin 30. mai 2018 – (endursending frá 3. juni 2015)

Dánial lesur úr Luk. 10, og hugleiðir um at tæna Jesusi. Tað eru ikki vit sum tæna Jesusi, men tað er Hann, sum tænir menniskjum og ger tað í dag gjøgnum okkum. Samtalan við Poul Færø er um at, rokna okkum sum deyð frá syndini, men livandi fyri Gudi í Kristi Jesusi, Róm. 6, 11. Tað er ikki okkum tað snýr seg um, men Hansara verk í okkum. (Onnur skriftbrot: Luk. 11, 9-14, 2. Kor. 4, 10-15; 11; 2. Kor, 5, 14-21; 2. Tes. 2, 5-8; Jóh. 3, 17; Áp. 19,13).

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 29. mai 2018

Á Bylgjulongd týsdagin 29. mai 2018

1. juni verður Rúsfríur dagur 2018″ í hesum sambandi ringja vit til Bjørn Ove Frøyseth, leiðara í Frelsunarherinum, sum greiðir frá degnum, og at Frelsunarherurin fer at hava bás í gongugøtuni mentunarnáttina 1. juni. Aftaná tað er Derhard Jógvansson, sóknarprestur í útvarpstovuni. Hann sigur nakað um sín uppvøkstur og hvussu hann sum 18 ára gamal, varð sannførdur um at gerast lærisveinur Jesusar og fór at lesa til prest. Eisini tosar hann um at raðfesta sína tíð og strongd. At enda í sendingini ringja vit til Sigrun Mohr, samskipara í Alzheimarfelagnum, sum skipar fyri kafe í Løkshøll 30. mai við kunning um demenssjúkur.

Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mánadagin 28. mai 2018

Á Bylgjulongd mánadagin 28. mai 2018

Fyrst práta vit við Svenning Av Lofti, sum er staddur í Ísrael við einum ferðalagi. Síðani er samrøða við Mariu á Lakjuni Simonsen um familjulegurnar á Zarepta, har tað er brúk fyri nógvum hjálparfólki. Eisini hoyra vit um eina barnalegu, sum hevur verði í Vági 26.-27. mai.

Vertur: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 25. mai 2018

Á Bylgjulongd fríggjadagin 25. mai 2018

Fyrst hoyra vit Margareth Djurhuus greiða frá um Teenstreet 2018 leguna í summar. Brúk er fyri fleiri leiðarum. Síðani greiðir Eyðun Jacobsen frá um Purple Hulls konsertina, sum verður í Kelduni, sunnukvøldið 27. mai kl. 20.00. Til seinast greiðir Petur Jacobsen frá um sendinetið hjá Lindini, og at ein nýggjur sendari er settur upp í… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 24. mai 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 24. mai 2018

Fyrst hoyra vit Kristian Hansen tosa um trúðarverju. M.a. um álop á Gamla Testamenti og tekur dømi við kamelum í Abrahamsa tíð. Síðani hoyra vit Hildu Viderø greiða frá arbeiðinum hjá Barnahjálpini og túrinum í Liberia, ið hon hevur verið á fyri kortum. Meira fæst at vita um føroysku barnahjálpina á heimasíðuni: barnahjalp.fo Vertur: Maria… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 23. mai 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 23. mai 2018

-Dánial hugleiðir og lesur um atgongdina í trúnni til náðina, við at seta álit sítt á Jesus. (skriftbrot: Róm. 5, 2; Efs. 1, 3-6 og 13-23; Efs. 3, 12-21) -Poul Færø heldur fram um náðina og um Saul og um frálíku byrjan hansara, men Saul hevði ikki tol at bíða eftir Harranum. Um Guds ætlan… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 18. mai 2018

Á Bylgjulongd fríggjadagin 18. mai 2018

Fyrst hoyra vit Bjarna Steintún greiða frá um Hvítusunnustevnuna, í Libanon í Sørvági. Síðani hoyra vit Sølvi Andreasen, greiða frá um samfelagsstevnuna í Vágia Hvítusunnu. Til seinast er vitjan av Andy Wallis, Wayne og Gwenda Simmonds, sum luttaka á Hvítusunnustevnu í Filadelfia í Havn. Vertur: Tór Arni Samuelsen  Lurta eftir sendingini her Um tú vilt… Les meira