Ferðaskráin hjá Juvel II – summar 2017

Ferðaskráin hjá Juvel II – summar 2017

Kelda: Betesda.fo
Um Harrin vil og Jesus bíðar við at koma, so verður hetta ferðasskráin hjá Juvel II í summar:

01. juni – fara av Klaksvík
08. juni – Nuuk
21. juni – Sisimiut
06. juli – Asiaat
18. juli – Ililissat
19. juli – Uummannaq økið
05. aug – Ililissat
08. aug – Nuuk
14. aug – Paamiut, bunkra
18. aug – Narsarssuaq
07. sept – Narsarssuaq
08. sept – sigla heim
15. sept – Klaksvík

Tørvur er á maskinmeistarum, skipara og stýrimonnum og manning annars. Um nakar hevur møguleika at koma við, ber til at ringja til Marna Steinberg, telefon 220061.

PAROLA 2017 frá 3. til 11. juli.

PAROLA 2017 frá 3. til 11. juli.

Eins og árini frammaundan, verður PAROLA hildið í Sant’Elia í Molise, Italia. Visiónin hjá PAROLA er eitt ynski at eggja ungum at LESA heimsins kulastu bók, at LÆRA hana at kenna, og at LIVA hana út í lívið! – Parola er fyri ung í 18-35 ára aldri. Nærri upplýsingar um nær og hvar Parola verður hildið, um ferðing, hvat tað kostar, gisting, tilmelding o.a. sæst á www.parola.fo. Sæst eisini á facebook Parola.

‘Café fríggjamorgun’ – fríggjadagar kl. 10-12

‘Café fríggjamorgun’ – fríggjadagar kl. 10-12

Fríggjamorgnar, frá kl. 10:00 til 12:00, er ‘CAFÉ-fríggjamorgun’ í Ebenezer. Løtan verður skipað sum ein hugnalig løta, kryddað við eitt sindur av tónleiki og sangi, men við denti á samtalum og práti manna millum. Løtan er ætlað øllum –  har øll eru hjartaliga vælkomin. Kelda: www.ebenezer.fo Les meira

Ísralelstoymið/TeenStreet summarið 2017

Ísralelstoymið/TeenStreet summarið 2017

Kom við á Ísraelstoymið 2017. Tú fært eisini TeenStreet við. Farið verður eftir ætlan úr Føroyum 6. juli og komið verður heimaftur 2. august. Les meira um túrin: www.israel.fo KONTAKIR: Anton Højgaard, antonhojgaard77@gmail.com, 739313 Kartin Høgnesen, kartinhognesen@gmail.com, 743122 Les meira

OM Føroyar nýggja heimasíðu

OM Føroyar nýggja heimasíðu

OM Føroyar hevur fingið nýggja heimasíðu. Nýggja heimasíðan fylgir stílinum hjá Altjóða OM og er vorðin lættari at lesa og fáa upplýsingar á. Nakrir nýggir hentleikar eru á heimasíðuni, m.a. ber nú til at geva gávur umvegis heimasíðuna og gjalda við gjaldskortið. OM Føroyar vónar at heimasíðan kann vera við til at eggja fólkið til… Les meira

Føroyska Bíbliufelagið útgivið bíbliulesiætlan

Føroyska Bíbliufelagið útgivið bíbliulesiætlan

Tíðindi: Føroyska Bíbliufelagið Føroyska Bíbliufelagið hevur nú útgivið nýggja bíbliulesiætlan 2016/17. Lesiætlanin er at finna um alt landið í kirkjum, nógvum fríkirkjum og samkomum. Bíbliulesiætlanin byrjar í dag fyrsta sunnudag í advent og varðir eitt á fram. Hví brúka lesiætlan? Í einum skundmiklum gerandisdegi kann tað vera trupult at fáa lisið í Bíbliuni. Men við… Les meira

Stórmøtir í Trongisvági á Páskum 2017

Stórmøtir í Trongisvági á Páskum 2017

Um páskirnar skipar heimamissiónin í Suðuroy fyri stórmøtum í skúlanum í Trongisvági. Skráin er hendan: Langa fríggjadag, 14/4-17, kl. 18:00, v/ Kristian Martin Petersen, Fuglafirði og Mansbólkurin syngur. Páskaaftan, 15/4-17, kl. 20:00, v/ Silas Olofson, Klaksvík, og Mourits M. Viderø, úr Trongisvági syngur. Páskadag, 16/4-17, kl. 18:00 v/ Niels Jacob Nielsen trúboðara, Danmark. Streingjakórið í… Les meira

Cherish kvinnustevna í Leeds 1.-3. juni 2017

Cherish kvinnustevna í Leeds 1.-3. juni 2017

Kvinnustevna, undir heitinum Cherish, verður í Leeds í Englandi 1.-3. juni 2017. Farið verður úr Føroyum 1. juni og heimaftur 4. juni. Um ein hevur hug at fara við, ber til at venda sær til ferðaskrivstovuna 62N, tlf. 34 00 00 og tosa við Rakul Petersen. Nærri kunning á facebook cherish 2017 og á www.lifechurchhome.com. Les meira

Páskastevnan 2017 á Toftum

Páskastevnan 2017 á Toftum

Páskastevna verður á Toftum 14.-17. apríl 2017. Ungdómtiltakið Langa fríggjadagskvøld kl. 21:00 verður á Glyvrum. Tað er missiónshúsið í Rituvík, Tabor á Toftum, Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum og Bønhúsið í Søldafirði, sum skipa fyri. Sí skrá her. Les meira

“The Faith”, Trúgvin – Eftir Charles W. Colson og Harold Fickett

“The Faith”, Trúgvin – Eftir Charles W. Colson og Harold Fickett

The Faith, Trúgvin, bókin um trúnna, sum eina ferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur. Charles Colson vísir til triðja ørindi í brævi Judasar og fylgjast vit so haðani upp gjøgnum øldirnar. Um hvat kristin trúgva, hví tey trúgva hesum og hví tað er umráðandi. Gjøgnum livandi frásagnir, skilja vit hvussu kristna trúgvin ber okkum vón, bjarging og vakurleikan.
Týtt hevur Ólavur Niclasen, Jónfinn Petersen lesur.

“The Faith”, Trúgvin – 01. partur – Lurta her

“The Faith”, Trúgvin – 02. partur – Lurta her

“The Faith”, Trúgvin – 03. partur – Lurta her

“The Faith”, Trúgvin – 04. partur – Lurta her

“The Faith”, Trúgvin – 05. partur – Lurta her

“The Faith”, Trúgvin – 06. partur – Lurta her

“The Faith”, Trúgvin – 07. partur – Lurta her

“The Faith”, Trúgvin – 08. partur – Lurta her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 22. juni 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 22. juni 2017

Vit hoyra m.a. Mariu Mørkøre lesa úr Sálma 8 og hugleiða um skapanarverkið tvinnað saman við virðileika menniskjabarnanna. Eisini lesur Maria bønina í Sálma 25, um rættleiðing og verndarbúnað Guds og um náði og stórleika Harrans. Eisini hoyra vit um summarlegur í Nesvík sí her og Zarepta sí her og um TeenStreet sí her. Tíverri lukkaðist ikki at fáa samtaluna um barnalegurnar á Astjørn í Íslandi sí her og á facebook sí her. Tørvurin á starvsfólki á Astjørn er stórur. Tey, ið hava hug og møguleika kunnu ringja til Victor Dánjalsson, telefon 230211.

Vertur: Maria Mørkøre. Teknikari: Albin Johannesen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 21. juni 2017 – (Endursending frá 3. juni 2015)

Á Bylgjulongd mikudagin 21. juni 2017 – (Endursending frá 3. juni 2015)

Dánial lesur úr Luk. 10, og hugleiðir um at tæna Jesusi. Tað eru ikki vit sum tæna Jesusi, men tað er Hann, sum tænir menniskjum og ger tað í dag gjøgnum okkum. Samtalan við Poul Færø er um at, rokna okkum sum deyð frá syndini, men livandi fyri Gudi í Kristi Jesusi, Róm. 6, 11. Tað er ikki okkum tað snýr seg um, men Hansara verk í okkum. (Onnur skriftbrot: Luk. 11, 9-14, 2. Kor. 4, 10-15; Róm. 6, 11; 2. Kor, 5, 14-21; 2. Tes. 2, 5-8; Jóh. 3, 17; Áp. 19,13).

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 15. juni 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 15. juni 2017

Gestir eru hjúnini Barbara Grossenbacher og Anbu Rajamani, hon úr Sveis og hann úr India. Tey virka innan trúboðan í suður India, har tey hava barnaheim, kirkju og eru í holt við at byggja skúla. Hoyr tey fortelja um hesar verkætlanir, ið verða stuðlaðar úr Føroyum fíggjarliga – og við bøn. Hoyr eisini um teirra uppruna, uppvøkstur, teirra persónliga vitnisburð og hvussu teirra vegir møttust. Tey siga eisini m.a. frá, hvussu tað er at arbeiða í einum landi har hinduisman hevur fastatøkur og har “kastu-systemi” gevur summum framíhjárættindi og øðrum lítlar og ongar møguleikar í samfelagnum. Møguligt er at stuðla teimun og arbeiðinum. Stuðul til konto 9865-1034558 fer til byggingina av skúlanum. Stuðul til konto 9865-1031265 fer til teirra dagliga rakstur av barnaheimi og skúla. Meira upplýsingar eru at fáa á heimasíðu: gracehomeministry.org og á facebook: Grace Home barnaheimið í India (hetta er afturlatin bólkur, men søk limaskap)

Vertur: Kristian á Lakjuni. Teknikari: Albin Johannesen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Børnini á barnaheiminum og aftanfyri sæst byggiarbeiðið. (mynd des. 2016)

Á Bylgjulongd mikudagin 14. juni 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 14. juni 2017

Dánial hugleiðir um at Gud er kærleiki. Fatanin av Gudi verður lýst við atliti til gamla mótvegis tí nýggja sáttmálanum, har Jesus kom fyri at fullkoma. Leggur dent á trúnna, náðina av Guds kærleika og Heilaga Andan. (skriftbrot: 1. Jóh. 4, 13-21; 1. Jóh. 3,23; Róm. 4,16 og 2. Kor. 8, 1-9). Poul Færø er upptikin av trúgv. Sleppur trúgvin at virka, gerð hon verk í okkum (Ják, 2,1), samstundis sum trúgvin ikki fylgist við mannamuni. Tosar eisini um hvussu Orðið talar um ein trúgvandi. Eisini um trúnna mótvegis lógini, ið einki hava við hvønn annan at gera (Heb. 2, 14-15). Til seinast um hvussu Guds Andi livir sítt lív í okkum (Heb. 2, 11-18) og endar við lesa úr facebook vanga sínum, sí her (onnur skriftbrot: Gal. 3, 5-11 og 25).

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 13. juni 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 13. juni 2017

Tað fyrst vit tosa um er kvinnustevnan “Cherish” í Leeds. Umleið 50 kvinnur úr Føroyum luttóku, teirra millum Jona á Borg og Hjørdis Háberg Petersen, sum hevði fingið ferðina í lag. Stevnan var ómetaliga góð 7.500 kvinnur luttóku og ein av talarunum og lovsongsleiðari var kenda Darlene Zschech. Seinni í sendingini seta vit Jóhan Petur Johannesen spurningin:”Hví og hvussu skulu vit siga øðrum frá okkara kristnu trúgv”

Vertur: Eydna Háberg. Teknikari: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mándagin 12. juni 2017

Á Bylgjulongd mándagin 12. juni 2017

Fyrst hoyra vit um eina verkætlan #RúsfríttSummar, tað er Blákross Ungdómur, ið stendur fyri átakinum, ið hevur til endamáls at broyta hugburðin hjá ungum til rúsdrekka og rúsevnirsum. Síðani hoyra vit Tummas Jacobsen greiða frá um evni “at fáa Guds eygu”. Til seinast greiðir Sámal Hanne Lognberg frá hvussu gekk við Hvítusunnustevnuni í Skopun, sum… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 9. juni 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 9. juni 2017

Fyrst hoyra vit Jónu Nicolajsen greiða frá um ein barna og familjudag, sum verður í Skopun 10. juni kl. 11-19. Peningurin sum kemur inn fer til viðgerðarheimið á Eiði, til ber at stuðla á konto: 9181-4343540. Les meira um tiltaki her. Síðani hoyra vit Martin Kurberg greiða frá um viðgerðarheimið “Frælsi” á Eiði tlf. 205205,… Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 8. juni 2017

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 8. juni 2017

Gestir eru Margretha Kjærbæk og Sunniva Sólaris. Vit hoyra ymiskt frá teirra lívi. Eisini hoyra vit um kvinnustevnuna “Cherish”, sum var í Leeds í Onglandi 1.-4. juni Vertur: Jenis av Rana Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 7. juni 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 7. juni 2017

Dánial lesur úr Sálma 40 og hugleiðir um lovsong Dávids til Harran, sum greip inn í lívið í mótleysari støðu. Somuleiðis Heb. 10, 1-10 um munin á tí gamla og nýggja sáttmálanum og um kraftina í ofri Kristusar, ið er tað einasta, vit kunnu seta álit okkara á. Poul Færø tosar um stríðið millum holdið… Les meira