Evangeliserings- og bíbliuferð til oynna BØMLO í Noregi við “JUVEL II” 24. apríl til 10. mai 2017

Evangeliserings- og bíbliuferð til oynna BØMLO í Noregi við “JUVEL II” 24. apríl til 10. mai 2017

Kelda: Atlantic mission

Seinastu seks árini – síðani 2011 – hava evangeliseringsferðir verðið gjørdar við “JUVEL II” til grannalond okkara fyri sunnan og fyri norðan.

Í ár er avgerð tikin at fara til Noregs við bátinum. Vitjað verður á oynni Bømlo, sum liggur eitt sindur sunnan fyri Bergen. Ætlanin er, at Juvel II skal liggja í trimum støðum á oynni hesar dagarnar: Í Langevåg fyri sunnan 27.-30. apríl, í Urangsvågen fyri norðan 1.-4. mai og í Moster fyri eystan 5.-7. mai. Hesar dagarnar er ætlanin at hava barnamøti, ungdómsmøti, útimøti og evangelisk møti í 8-10 ymsum støðum á oynni. Høvuðsendamálið við hesum ferðum er at bera evangeliið til børn, ung og vaksin. Í ár er ætlanin eisini at hava bíbliutímar umborð fyri teimum, sum eru við í ferðini.

Umframt manning og onnur, sum sigla við Juvel II til og frá Noregi, er eisini ætlanin, at nøkur ung skulu fara til Noregs við flogfari nakrar dagar, áðrenn báturin kemur. Ætlanin er, at hesi ungu m.a. skulu ganga við traktatum og royna at koma í samband við onnur ung á oynni. Tey flúgva yvir mánadagin 24. apríl og verða so alla tíðina, meðan báturin er har yviri – t.v.s. til 8. mai. Tey koma at flúgva beinleiðis millum Vágar og Bergen. Aldursmarkið fyri tey ungu er sett til 17-25 ár. Tey, sum vilja tekna seg ella vita meir um hetta, kunnu seta seg í samband við Ruth Gaardlykke, tlf. 519090.

Inniliga verður heitt á samkomur og einstaklingar at biðja fyri:

– at biðja um varðveitslu á ferðini
– at vit skulu verða amboð í Guds hondum til frelsu fyri menniskju
– at vit skulu verða til signing fyri fólk Guds í hesum grannalandi okkara fyri eystan

Atlantic Mission
Svenning av Lofti, tlf. 212045
Poul Johan Djurhuus, tlf. 228314
Páll á Lakjuni, tlf. 744404
Jógvan Páll Sevdal, tlf. 221298
Ruth Gaardlykke, tlf. 519090

Rend Collective til Føroya 8. juni 2017

Rend Collective til Føroya 8. juni 2017

Ágrýtni og nýskapandi bólkurin, Rend Collective úr Írlandi, kemur nú til Føroya.

Rend Collective er ein norðurírskur bólkur, ið spælir nýskapandi fólkatónleik. Síðan 2010 hevur bólkurin verið rættuliga virkin á altjóða pallinum og útgivið 7 útgávur umframt fleiri stakløg. Eisini hava tey verið í uppskoti til fleiri virðislønir, m.a. á Klove.

Bólkurin hevur áður verið á konsertferð við eitt nú Chris Tomlin, Christy Nockels og Kari Jobe, ið eru kend nøvn innan kristna tónleikapallin.

Í ár ferð bólkurin á konsertferð í Evropa og verður konsert í Føroyum 8. juni í Kelduni í Skálafirði.

Atgongumerki kunna keypast á keldan.fo/keyp.

Kelda: keldan.fo

Ferðaskráin hjá Juvel II – summar 2017

Ferðaskráin hjá Juvel II – summar 2017

Kelda: Betesda.fo Um Harrin vil og Jesus bíðar við at koma, so verður hetta ferðasskráin hjá Juvel II í summar: 01. juni – fara av Klaksvík 08. juni – Nuuk 21. juni – Sisimiut 06. juli – Asiaat 18. juli – Ililissat 19. juli – Uummannaq økið 05. aug – Ililissat 08. aug – Nuuk… Les meira

Cherish kvinnustevna í Leeds 1.-3. juni 2017

Cherish kvinnustevna í Leeds 1.-3. juni 2017

Kvinnustevna, undir heitinum Cherish, verður í Leeds í Englandi 1.-3. juni 2017. Farið verður úr Føroyum 1. juni og heimaftur 4. juni. Um ein hevur hug at fara við, ber til at venda sær til ferðaskrivstovuna 62N, tlf. 34 00 00 og tosa við Rakul Petersen. Nærri kunning á facebook cherish 2017 og á www.lifechurchhome.com. Les meira

PAROLA 2017 frá 3. til 11. juli.

PAROLA 2017 frá 3. til 11. juli.

Eins og árini frammaundan, verður PAROLA hildið í Sant’Elia í Molise, Italia. Visiónin hjá PAROLA er eitt ynski at eggja ungum at LESA heimsins kulastu bók, at LÆRA hana at kenna, og at LIVA hana út í lívið! – Parola er fyri ung í 18-35 ára aldri. Nærri upplýsingar um nær og hvar Parola verður… Les meira

‘Café fríggjamorgun’ – fríggjadagar kl. 10-12

‘Café fríggjamorgun’ – fríggjadagar kl. 10-12

Fríggjamorgnar, frá kl. 10:00 til 12:00, er ‘CAFÉ-fríggjamorgun’ í Ebenezer. Løtan verður skipað sum ein hugnalig løta, kryddað við eitt sindur av tónleiki og sangi, men við denti á samtalum og práti manna millum. Løtan er ætlað øllum –  har øll eru hjartaliga vælkomin. Kelda: www.ebenezer.fo Les meira

Ísralelstoymið/TeenStreet summarið 2017

Ísralelstoymið/TeenStreet summarið 2017

Kom við á Ísraelstoymið 2017. Tú fært eisini TeenStreet við. Farið verður eftir ætlan úr Føroyum 6. juli og komið verður heimaftur 2. august. Les meira um túrin: www.israel.fo KONTAKIR: Anton Højgaard, antonhojgaard77@gmail.com, 739313 Kartin Høgnesen, kartinhognesen@gmail.com, 743122 Les meira

OM Føroyar nýggja heimasíðu

OM Føroyar nýggja heimasíðu

OM Føroyar hevur fingið nýggja heimasíðu. Nýggja heimasíðan fylgir stílinum hjá Altjóða OM og er vorðin lættari at lesa og fáa upplýsingar á. Nakrir nýggir hentleikar eru á heimasíðuni, m.a. ber nú til at geva gávur umvegis heimasíðuna og gjalda við gjaldskortið. OM Føroyar vónar at heimasíðan kann vera við til at eggja fólkið til… Les meira

Føroyska Bíbliufelagið útgivið bíbliulesiætlan

Føroyska Bíbliufelagið útgivið bíbliulesiætlan

Tíðindi: Føroyska Bíbliufelagið Føroyska Bíbliufelagið hevur nú útgivið nýggja bíbliulesiætlan 2016/17. Lesiætlanin er at finna um alt landið í kirkjum, nógvum fríkirkjum og samkomum. Bíbliulesiætlanin byrjar í dag fyrsta sunnudag í advent og varðir eitt á fram. Hví brúka lesiætlan? Í einum skundmiklum gerandisdegi kann tað vera trupult at fáa lisið í Bíbliuni. Men við… Les meira

Stórmøtir í Trongisvági á Páskum 2017

Stórmøtir í Trongisvági á Páskum 2017

Um páskirnar skipar heimamissiónin í Suðuroy fyri stórmøtum í skúlanum í Trongisvági. Skráin er hendan: Langa fríggjadag, 14/4-17, kl. 18:00, v/ Kristian Martin Petersen, Fuglafirði og Mansbólkurin syngur. Páskaaftan, 15/4-17, kl. 20:00, v/ Silas Olofson, Klaksvík, og Mourits M. Viderø, úr Trongisvági syngur. Páskadag, 16/4-17, kl. 18:00 v/ Niels Jacob Nielsen trúboðara, Danmark. Streingjakórið í… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 28. apríl 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 28. apríl 2017

Vit hoyra samrøðu við Brother Henry, sum tænur millum muslimar, arabarar o.o. í tí muslimska heiminum.  Hann er føddur og uppvaksin í Belgia og tosar enskt, og tolkur er Høgni Johannesen.  Brother Henry hevur eisini skrivað m.a. bókina “Elsk disse araberne”, sum fæst í Logos Bókasøluni her í Havn.  Hann fortelur um sítt arbeiði har, og hann nevnir eisini, hvussu vit í Føroyum kunnu vera við og stuðla arbeiðinum. Síðani ringja vit til Ruth Gaardlykke frá Juvel II og hoyra um ferðina til Bomlø í Norra, har tey eru 24. apríl til 10. mai 2017. Facebooksíðan kann síggjast her

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 27. apríl 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 27. apríl 2017

Umboð fyri “ÅbneDøre” eru í útvaspsstovuni. Føroyska umboðið er Andrias og vegna altjóða arbeiðið hjá ÅbneDøre er Didi frá Hollandi. Fyrst greiðir Andrias frá uppgávuni og endamálinum hjá felagsskapinum, ið er at tala søk teirra forfylgdu kristnu, kring heimin. Eisini um arbeiðið við at fáa føroyskt tilfar og upplýsingar á alnótina á føroyskum. Síðani greiðir Didi frá sínum uppvøkstir og umstøðum, familju og arbeiðið, m.a. hvussu hon møtti Jesusi. Vit hoyra um vitjanina hjá henni og manninum í Føroyum og um hvussu felagsskapurin OpenDoors virkar globalt. Eisini hoyra vit um støðuna hjá teimum forfylgdu og um eina serligari hending, ið ein familja í Iran hevur verið út fyri, har vit hoyra, hvønn týdning fyrgeving hevur. Tey leggja alstóran týdning í forbøn og eggja okkum at biða fyri teimum. Meira upplýsingar um ÅbneDøre og arbeiðið tess, sæst á: www.forfulgt.dk

Vertur: Eivinn Bringsberg. Teknikari: Albin Johannesen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 26. apríl 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 26. apríl 2017

Dánial hugleiðir um fullkomna gleði (sum er í Harranum) við íblástir i Jóh. 15, 11 og 1. Jóh. 1, 4. Síggja vit okkum sjálvi út frá lóg Guds ella hava vit eyguni vend á Hann, sum er stórsta aktiv í lívi okkara. Dánial rundar av við Fil. 4, 4: “Gleðist í Harranum, altíð! Aftur sigi eg: Gleðist!”. Hugsanirnar, ið liggja Poul Færø á hjarta, eru um innara menniskja okkara (ið er immun) mótvegis strongd. Lesur m.a. 2. Kor. 4, 16: “…, um so útvortis menniskja okkara gongur til grundar, endurnýggjast tó innvortis menniskja okkara dag frá degi.” Tekur loyndarmáli við Jósefi sum dømi, ið hevði kærleika til faðir og brøður sínar – og sum ongantíð óttaðist, men hevði fult álit á Gudi, hóast í sálarangist, kroystur, royndur, ákærdur, settur í fangahús o.l., varðveitti at vera tann sami, fyri síðani at uppnáa tign javnbjóðis kongi. Nevnir eisini Jósef í Áp. 4, 36, sum dømi um tænastu fyri Harran, (sum eingin annar gjørdi), og sum fyri menniskjum er óhugsandi.

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 25. apríl 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 25. apríl 2017

Hendan flaggdagin byrjar sendingin við eini flaggdagsrøðu, sum P.W. Háberg helt á Vaglinum flaggdagin 1965, og sum Símun Absalonssen læs inn fyri nøkrum árum síðani. Síðani hoyra vit um eina serstaka hugnaløtu í Ebenezer fyri foreldur, sum hava børn undir 2 ár. Ingvør Justinussen, sum er heilsufrøðingur og ein av fyriskiparunum av hugnaløtuni, er gestur og tosar eitt sindur um evnið, sum hon skal umrøða: Skermtíð, samspæl og menning hjá børnum. Seinast er tað spurningurin;”Hvussu skal eg vinna á tí ónda?” sum vit seta Heðin Lamhauge.

Vertur: Eydna Háberg. Teknikari: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mánadagin 24. apríl 2017

Á Bylgjulongd mánadagin 24. apríl 2017

Fyrst ringja vit til Torleif Johannesen og hoyra um landsstevnuna hjá Sjómanskvinnuringunum, sum verður í Nesvík 28.-30. apríl, í samband við at tað eru 60 ár síðani Sjómanskvinnuringarnir byrjaðu. Les meira um Sjómansmissiónina her. Síðani hoyra vit um skránna fyri Umhvørvisvikuna 2017, ið verður í døgunum 24.-29. apríl 2017, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri. Tað verður varpa ljós á okkara ovurstóru plastnýtslu og plastdálking. Gestur eru Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini og Óluva Vang samskipari. Les meira á www.torshavn.fo

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 21. apríl 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 21. apríl 2017

Fyrst hava vit Eileen Ejdesgaard í útvarpsstovuni og hoyra um Bindifestivalin, sum verður í Fuglafirði 27.-29. apríl 2017. Fleiri upplýsingar og tilmelding á: www.bindifestival.com
Síðani hava vit vitjan av Wayne Simmonds, Joel Bagnall og Sanna Delgado og hoyra um “Lift Leaders” www.liftleaders.com – Eisini verður skeið í Oasuni í Hoyvík leygardagin 22. apr. kl. 10.30-14.00 um at hjálpa og stuðla leiðarum, kanska serliga ungum leiðarum. Wayne og Joel luttaka sunnumorgunin 23. apr. í Filadelfia, landavegur 22, kl. 11.00 á møtinum og kl. 19.00 á “Flare Worship”

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 20. apríl 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 20. apríl 2017

Gestur er Martin Tuohy (giftur Hansy Thomsen úr Klaksvík). Vit hoyra um uppruna, uppvøkstur og hvussu Martin møtti Jesusi. Eisini um kall og tænastu, ið hevur ført tey sum familju til Mexico. Vit hoyra um umstøður, mentan og hvussu tað er at virka sum trúboðari í Mexico. Setur prís uppá forbøn fyri teimum í arbeiðinum. Meira… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 19. apríl 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 19. apríl 2017

Dánial hugleiðir úr Jóh. 12 um hveitikornið, v. 24: “Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, verður bert hitt eina kornið, men doyr tað, ber tað nógvan ávøkst.” Poul Færø heldur fram við tí, sum liggur honum á hjarta; um tað er nakar munur á dagliga lívinum, tvs. tað sjónliga… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 18. apríl 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 18. apríl 2017

Í dag tosað vit við Derhard Jógvanson, prest um felagskirkjuligu Gudstænastuna, sum verður í Vesturkirkjuni í kvøld týskvøld 18. apríl kl. 19:30. Heitið á Gudstænastuni er “Vón um Jesu afturkomu”. Síðani endursendu vit eina samrøðu við Pola Jacobsen, har tosað varð um spurningin: “Hví mátti Jesus doyggja?” Vertur: Eydna Háberg. Teknikari: Tór Arni Samuelsen Lurta… Les meira

“Nýggj byrjan” týskvøldið 18. apríl 2017

“Nýggj byrjan” týskvøldið 18. apríl 2017

Hoyr samtaluna við Malvinus í Gong, um at vaksa upp í andaligum umhvørvi og at blíva andaliga vaktur. Fortelur um andaligar upplivingar og um at møta menniskjum við gleðiboðskapinum. Um at liva sum trúgvandi og um trúboðan og um framtíðar hugsanir og –ætlanir o.a. Vertur: Jákup Gunnarstein Hansen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt… Les meira