Sangfundur við sangum eftir Petur W. Háberg

Sangfundur við sangum eftir Petur W. Háberg

Sunnudagin 31. august vera 100 ár liðin, síðani Petur W. Háberg varð føddur. Í hesum sambandi verður sangfundur í Ebenezer sunnukvøldið kl. 18, har sungnir vera sálmar og sangir, sum Petur W. Háberg hevur skrivað. Bæði Ebenezer-kórið og manskórið fara at luttaka, og greitt verður frá hendingum, ið eru knýttir til sangirnar og høvundan. Petur W. Háberg, sum andaðist í 1984, var ein kendur talari og høvdundur innan brøðrasamkomuna í Føroyum.

Aglowdagur fyri kvinnur 27. sept. 2014

Aglowdagur fyri kvinnur 27. sept. 2014

Leygardagin 27. sept. kl.10-16 verður Aglowdagur í Frelsunarherinum í Havn. Evnið er: lær at nýta andans gávur. Anette Holt Larsen úr Danmark undirvísir. Steðgur verður á middegi, har luttakararnir kunnu finna sær ábit aðrastaðni. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar!

Jan Zachariassen gevur út fløgu

Jan Zachariassen gevur út fløgu

Fríggjadagin 6. juni gav Jan Zachariassen út fløgu, sum hann kallar Shine. Jan er ættaður av Argjum, men hevur seinastu 10 árini búð við familju síni í Malmø. Hann hevur arbeitt við tilfarinum í gott 10 ár, og nú er fløgan loksins liðug. 11 løg eru á útgávuni. 7 løg eru instrumental meðan restin erLes meiraLes meira

Stuttbylgjan fríggjadagin 29. aug. 2014

Stuttbylgjan fríggjadagin 29. aug. 2014

Suni Justinussen greiðir frá um Mansleguna, sum verður í Nesvík frá 5.-7. sept. 2014. Síðani greiða Beinta Háberg Jacobsen og Svenning av Lofti frá um ein sangfund, sum verður í Ebenezer sunnukvøldið 31. aug. kl. 18.00. Tað er í samband við at tað eru 100 ár síðani Petur W. Háberg varð føddur. Bæði Ebenezer-kórið og manskórið fara at luttaka.

Vertir:  Tór Arni Samuelsen

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”