GLS ráðstevna 19. og 20. jan. 2018

GLS ráðstevna 19. og 20. jan. 2018

Í tíggju ár hava føroyingar havt møguleikan at koma til árligu GLS leiðsluráðstevnuna, og hevur Norðurlandahúsið verið fullsett mestsum hvørja ferð.

Endamálið við ráðstevnuni er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar, har teir eru. Fyrilestrarhaldararnir hava ymiskar viðkomandi vinnuligar og andaligar førleikar, ið á hvør sín hátt kveikja og bjóða einum av.

Føroyska íkastið hesaferð verður Uni Rasmussen. Uni er 49 ár, búsitandi í Norðragøtu og giftur við Emmu. Í sínum ungu døgum arbeiddi hann sum bilmekanikari, og sum 21 ára gamal gjørdist Uni blindur í einum bilóhappi.

Nøkur ár seinni tók hann útbúgving sum vøddamýkjari, og arbeiðir nú sum sjálv støðugur vinnurekandi. Umframt tað hevur Uni seinastu árini verið stjóri á Hotel Runavík, og býráðslimur í Eysturkommunu.

Útlendsku fyrilestrarhaldararnir verða m.a. Bill Hybels, stovnarin av Willow Creek í Chicago, sum aftur í ár fer at geva okkum íblástur og praktisk leiðsluráð. Framleiðslustjórin á Facebook, Sheryl Sandberg, tosar m.a. um at finna lívsmótið aftur og at síggja framá eftir at hava havt mótgongd. Immaculée Ilibagiza fortelur um ræðuligu hendingingarnar í Rwanda í 1994 – hvussu hon yvirlivdi fólkamorðið – og um trúgv, vón og fyrigeving. Fyrilestrarnir verða vístir á stórskíggja, og hava teir føroyskan tekst.

Altjóða leiðsluráðstevnan The Global Leadership Summit verður hildin í Norðurlandahúsinum 19. og 20. januar 2018.

Nærri kunning er at finna á www.gls.fo.

Góð ferð hjá Grønlandstoyminum

Góð ferð hjá Grønlandstoyminum

Grønlandstoymið hjá Heimamissiónini, sum taldi 10 fólk, er komið aftur í øllum góðum eftir ein góðan túr. Tey fóru avstað fríggjadagin 11. august og vóru aftur í Føroyum týsdagin 22. august. Flogið var umvegis Ísland til Nuuk, og toymið fortelur soleiðis í stuttum frá túrinum. Les meira her Les meira

Ferðaskráin hjá Juvel II – summar 2017

Ferðaskráin hjá Juvel II – summar 2017

Kelda: Betesda.fo Um Harrin vil og Jesus bíðar við at koma, so verður hetta ferðasskráin hjá Juvel II í summar: 01. juni – fara av Klaksvík 08. juni – Nuuk 21. juni – Sisimiut 06. juli – Asiaat 18. juli – Ililissat 19. juli – Uummannaq økið 05. aug – Ililissat 08. aug – Nuuk… Les meira

PAROLA 2017 frá 3. til 11. juli.

PAROLA 2017 frá 3. til 11. juli.

Eins og árini frammaundan, verður PAROLA hildið í Sant’Elia í Molise, Italia. Visiónin hjá PAROLA er eitt ynski at eggja ungum at LESA heimsins kulastu bók, at LÆRA hana at kenna, og at LIVA hana út í lívið! – Parola er fyri ung í 18-35 ára aldri. Nærri upplýsingar um nær og hvar Parola verður… Les meira

‘Café fríggjamorgun’ – fríggjadagar kl. 10-12

‘Café fríggjamorgun’ – fríggjadagar kl. 10-12

Fríggjamorgnar, frá kl. 10:00 til 12:00, er ‘CAFÉ-fríggjamorgun’ í Ebenezer. Løtan verður skipað sum ein hugnalig løta, kryddað við eitt sindur av tónleiki og sangi, men við denti á samtalum og práti manna millum. Løtan er ætlað øllum –  har øll eru hjartaliga vælkomin. Kelda: www.ebenezer.fo Les meira

Ísralelstoymið/TeenStreet summarið 2017

Ísralelstoymið/TeenStreet summarið 2017

Kom við á Ísraelstoymið 2017. Tú fært eisini TeenStreet við. Farið verður eftir ætlan úr Føroyum 6. juli og komið verður heimaftur 2. august. Les meira um túrin: www.israel.fo KONTAKIR: Anton Højgaard, antonhojgaard77@gmail.com, 739313 Kartin Høgnesen, kartinhognesen@gmail.com, 743122 Les meira

OM Føroyar nýggja heimasíðu

OM Føroyar nýggja heimasíðu

OM Føroyar hevur fingið nýggja heimasíðu. Nýggja heimasíðan fylgir stílinum hjá Altjóða OM og er vorðin lættari at lesa og fáa upplýsingar á. Nakrir nýggir hentleikar eru á heimasíðuni, m.a. ber nú til at geva gávur umvegis heimasíðuna og gjalda við gjaldskortið. OM Føroyar vónar at heimasíðan kann vera við til at eggja fólkið til… Les meira

Føroyska Bíbliufelagið útgivið bíbliulesiætlan

Føroyska Bíbliufelagið útgivið bíbliulesiætlan

Tíðindi: Føroyska Bíbliufelagið Føroyska Bíbliufelagið hevur nú útgivið nýggja bíbliulesiætlan 2016/17. Lesiætlanin er at finna um alt landið í kirkjum, nógvum fríkirkjum og samkomum. Bíbliulesiætlanin byrjar í dag fyrsta sunnudag í advent og varðir eitt á fram. Hví brúka lesiætlan? Í einum skundmiklum gerandisdegi kann tað vera trupult at fáa lisið í Bíbliuni. Men við… Les meira

Stórmøtir í Trongisvági á Páskum 2017

Stórmøtir í Trongisvági á Páskum 2017

Um páskirnar skipar heimamissiónin í Suðuroy fyri stórmøtum í skúlanum í Trongisvági. Skráin er hendan: Langa fríggjadag, 14/4-17, kl. 18:00, v/ Kristian Martin Petersen, Fuglafirði og Mansbólkurin syngur. Páskaaftan, 15/4-17, kl. 20:00, v/ Silas Olofson, Klaksvík, og Mourits M. Viderø, úr Trongisvági syngur. Páskadag, 16/4-17, kl. 18:00 v/ Niels Jacob Nielsen trúboðara, Danmark. Streingjakórið í… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 18. jan. 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 18. jan. 2018

Fyrru løtuna tosa Maria Mørkøre og Kristian Hansen um “heilaggering” í samanheingi við rættvís- og dýrdargering. Seinnu løtuna hoyra vit Hallgerð Akurstein greiða frá um “Umsorganarheimið Gloria” í Klaksvík, sum letur upp í nærmastu framtíð; ið er ætlað fólki uttan fastan bústað og sum hava tørv á sosialari umsorgan.

Vertur: Maria Mørkøre. Teknikari: Jógvan Dam Hansen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 17. jan. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 17. jan. 2018

-Dánial lesur úr Matt. 8, 5-13 og hugleiðir um Jesus, ið grøðir tænara eins høvuðsmans, ið kom til Jesus í trúgv. Og um friðin í Kristusi Jesusi, Filippi 4, 6-7. (skriftbrot: Jóh. 1, 1-3; Kol. 1, 15-17; Heb, 1, 3 og 10-11; Efs. 1, 20-23)
-Samtalan við Poul Færø er um Guds náði. Um at tæna hvør øðrum við náðigávuni, eftir sum ein og hvør hevur fingið, eins og Paulus, ið rósti sær av veikleika sínum, fyri at kraft Kristusar kundi hvíla á honum. Umtalar Rutt, sum livdi í Guds náði og sum fann Guds náði – og um tey í Makedonia, ið góvu seg sjálvi við – eftir vilja Guds. Og um offurgávuna hjá fátæku einkjuni, sum legði av armóð síni alla ogn sína. Til seinast um loyndarmálið, ið er náðin og sum eigur at vera drívkraftin í lívi okkara. (skriftbrot: Jóh. 1, 16-17; Titus 2, 12; Róm. 5, 1-5; 1. Pæt. 4, 10; 2. Tim. 1, 5; 2. Kor. 12, 1-9; Rutt 2, 2 og 12-13; Orðt. 18, 22; Luk. 21, 4; 2. Kor. 8, 7-9; Jer. 15, 19; 2. Kor. 11, 3 og 30-31)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mánadagin 15. jan. 2018

Á Bylgjulongd mánadagin 15. jan. 2018

Fyrst hoyra vit Eyðun Jacobsen greiða frá átakinum “Sendið Ljós”, sum er ein fløguútgáva við evangeliskum sangum. Hendan fløgan skal ikki seljast, men gevast sum gáva til menniskju. Les meira um tiltaki á facebooksíðuni. Síðani ringja vit til Tórhallur Halgaklett og hoyra um samkomuna “Libanon” í Sørvági. Hann greiðir frá um søguna og um ymisk tiltøk tey hava. Les meira á www.libanon.fo

Vertur: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen 
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 12. jan. 2018

Á Bylgjulongd fríggjadagin 12. jan. 2018

Tórhild Bjarkhamar greiðir frá um Kvinnuting 2018, sum verður í Nesvík leygardagin 3. feb. 2018. Tilmelding byrjar 19. jan. kl. 18.00. Meira kunning og tilmelding á www.mission.fo. Síðani er vitjan av Ólavur í Geil, sum greiðir frá um GLS ráðstevnuna, sum verður í Norðurlandahúsinum 19.-20. jan 2018. Tilmelding og meira kunning á www.gls.fo

Vertur: Tór Arni Samuelsen 
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 11. jan. 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 11. jan. 2018

Vit hoyra Mariu Mørkøre og Kristian Hansen tosa út frá Josva bók í gamla testamenti. Um yvirgivni, eyðmýkt, reinlyndi og gudsótta. Eisini um ymiskar spurningar. Eitt nú um Gud er góður ? – um kjarnuna í syndini og um týdningin av hertøkuni av Kánanittinum. Somuleiðis aðrar samanberingar, t.d. um Ánanias og Saffiru í Áp. 5 og um Jósef í Egyptalandi o.a.

Vertur: Maria Mørkøre. Teknikari: Jógvan Dam Hansen og Chanet Mellemgaard
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 10. jan. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 10. jan. 2018

-Dánial lesur úr Matt. 15 og hugleiðir um og rundanum hendingina og trúnna hjá tí kánaneiska kvinnuni og leggur dent á vers 26: “….breyð barnanna…. “ Um Jesus, ið er lívsins breyð til okkum í dag.
-Poul Færø tosar um tænastuna í trúarlívinum. Hvar kemur orkan frá ? – Lesur Heb. 6, 10-12 og leggur dent á vers 11 um at: “…vísa sama íðinskap fyri hini fullu vissu í vónini,”. Í sama viðfangi Áp. 17, 30, har Gud tekur yvirstýringina og Róm. 8, 2 um lóg lívsins Anda. Somuleiðis Heb. 4, 15-16, um Hann sum hevur samkenslu við øllum veikleikum okkara. Hvussu vit eru hjálpin av Gudi í hjálparloysi okkara. Til seinast Áp, 13, 2: Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið Eg havi kallað teir til!”. Hvussu og um at verða í tænastuni og mynda Hann í dagligum lívi. (Skriftbrot: Heb. 6, 17-20)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 9. jan. 2018

Á Bylgjulongd týsdagin 9. jan. 2018

Niels Pauli Nónstein leiðari av Kristnastovu í Keypmannahavn er gestur í morgun. Hann greiðir frá sínum uppvøkstri í Hvalba og virki í samkomuni har. Og frá útbúgving og lívi sum heild m.a. um avgerðina at taka við leiðsluni í Kristnastovu, saman við konuno Doru, fyri 10 árum síðani. Aftaná verður tosað um tiltakið Vissa. Hetta… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 4. jan. 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 4. jan. 2018

Hjúnini Sólva og Jákup Hansen, Klaksvík, fara komandi hálva árið, at loysa av í Kristnastovu, Birmavej 36, DK-2300 København, ið er andaligur felagsskapur fyri føroyingar í Danmark við sangi og undirvísing í Bíbliuni, til prát og samveru o.a. Hoyr Jákup greiða frá hesum og øðrum í samband við Kristnastovu. Meira fæst at vita á heimasíðuni:… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 3. jan. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 3. jan. 2018

-Dánial hugleiðir um tað, sum er farið og tað nýggja árið og lesur Luk. 4, 13-40. Leggur dent á vers 19, har Jesus sigur at Hann er komin, “at kunngera náðiár Harrans” og í Nýggja Sáttmálanum: “At kunngera; tíðin er komin, tá Gud vil taka ímóti øllum sum koma til Hansara.” -Poul Færø er hugtikin… Les meira