Møti í “Dansifrøi” í Gundadali 25. og 26. februar 2017

Møti í “Dansifrøi” í Gundadali 25. og 26. februar 2017

Leygarkvøldið 25. og sunnukvøldið 26. februar verður skipað fyri evangeliskum møtum í Dansifrøi í Havn.

Sangluttøka:
Heini Lutzen
Svein í Prestgarði
Eyðun Jacobsen
M.C. Restorff
Ebenezerkórið

Svenning av Lofti og aðrir tala.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

TEENSTREET í FØROYUM 24.-26. feb. 2017

TEENSTREET í FØROYUM 24.-26. feb. 2017

Kelda og kunning: TeenStreet Føroyar

Teenstreet ráðstevna við Josh og Debs Walker o.ø. (USA), verður í Føroyum 24.-26. februar 2017.

Josh og Debs hava í nógv ár verið høvuðstalarar á Teenstreet og nú hevur tað eydnast at fingið tey til Føroyar, soleiðis at tey kunnu vitja í Føroyum, síðsta vikuskiftið í februar 2017.

Tiltakið verður í Bylgjuni, Mýravegur 12, Runavík.

Skrá:

Fríggjakvøld OG Leygarkvøld

Kl 21:00 Møti við Josh og Debs Walker
Kl 23:00 ThroneRoom

Sunnukvøld

Kl 19:00 – Møti/Throneroom við Josh og Debs Walker

Tiltakið er alment!

Evangeliserings- og bíbliuferð til oynna BØMLO í Noregi við “JUVEL II” 24. apríl til 10. mai 2017

Evangeliserings- og bíbliuferð til oynna BØMLO í Noregi við “JUVEL II” 24. apríl til 10. mai 2017

Kelda: Atlantic mission Seinastu seks árini – síðani 2011 – hava evangeliseringsferðir verðið gjørdar við “JUVEL II” til grannalond okkara fyri sunnan og fyri norðan. Í ár er avgerð tikin at fara til Noregs við bátinum. Vitjað verður á oynni Bømlo, sum liggur eitt sindur sunnan fyri Bergen. Ætlanin er, at Juvel II skal liggja… Les meira

Páskastevnan 2017 í Kelduni í Skálafirði

Páskastevnan 2017 í Kelduni í Skálafirði

Kelda: keldan.fo Tað er við stórari gleði, at vit í ár opna dyrnar og bjóða øllum vælkomnun til páskastevnu í Kelduni. Páskastevnan er ætlað øllum. Øll, óansæð bakgrund, eru vælkomin at vera saman við okkum hesar dagar. Ynski okkara er, at vit saman kunnu læra um Gud, uppliva Hansara nærveru og lyfta Hann upp. Í… Les meira

Konsert við The Purple Hulls í Kelduni 26. mars 2017

Konsert við The Purple Hulls í Kelduni 26. mars 2017

Kelda: keldan.fo Sunnukvøldið 26. mars kl. 20:00, verður sera áhugaverd konsert í Kelduni, Skálafirði, við tvíburðasystrunum Katy og Penny Clark, eisini kallaðar The Purple Hulls. The Purple Hulls spæla country/bluegrass í heimsklassa. Tá ið man upplivir tær á palli, kann man gott siga at hesar báðar, eru skaptar til at gera og spæla tónleik saman.… Les meira

Skeið við Jarle & Karina Waldemar fyri sunnudagsskúlalærarar og onnur

Skeið við Jarle & Karina Waldemar fyri sunnudagsskúlalærarar og onnur

Dagarnar 3. og 4. mars 2017 verður skeið í Ebenezer fyri øll, ið arbeiða við børnum í sunnudagsskúla høpi og øðrum samanhangum – og sum  hava  tørv á nýggjum íblástri til sunnudagsskúla arbeiði o.l. Seinastu 15 árini hava norsku Jarle & Karina Waldemar framleitt kristi tilfar av alskyns slag, á ein øðrvísi og nýskapandi hátt.… Les meira

Finn Rønne til Føroya í mars

Finn Rønne til Føroya í mars

Kelda: www.trubodin.fo Í mars mánaði kemur danski presturin, Finn Aasebø Rønne, dr.theol. og lektari í kirkju- og missiónssøgu til Føroya. Umframt at luttaka í ársmøtinum hjá Heimamissiónini, sum verður í Leguhúsinum í Nesvík, leygardagin tann 25. mars og á ungdómsmøti, sum somuleiðis verður í Leguhúsinum, fríggjakvøldið 24. mars. fer hann eisini at halda fyrilestrar um… Les meira

Rend Collective til Føroya 8. juni 2017

Rend Collective til Føroya 8. juni 2017

Ágrýtni og nýskapandi bólkurin, Rend Collective úr Írlandi, kemur nú til Føroya. Rend Collective er ein norðurírskur bólkur, ið spælir nýskapandi fólkatónleik. Síðan 2010 hevur bólkurin verið rættuliga virkin á altjóða pallinum og útgivið 7 útgávur umframt fleiri stakløg. Eisini hava tey verið í uppskoti til fleiri virðislønir, m.a. á Klove. Bólkurin hevur áður verið… Les meira

Ferðaskráin hjá Juvel II – summar 2017

Ferðaskráin hjá Juvel II – summar 2017

Kelda: Betesda.fo Um Harrin vil og Jesus bíðar við at koma, so verður hetta ferðasskráin hjá Juvel II í summar: 01. juni – fara av Klaksvík 08. juni – Nuuk 21. juni – Sisimiut 06. juli – Asiaat 18. juli – Ililissat 19. juli – Uummannaq økið 05. aug – Ililissat 08. aug – Nuuk… Les meira

Cherish kvinnustevna í Leeds 1.-3. juni 2017

Cherish kvinnustevna í Leeds 1.-3. juni 2017

Kvinnustevna, undir heitinum Cherish, verður í Leeds í Englandi 1.-3. juni 2017. Farið verður úr Føroyum 1. juni og heimaftur 4. juni. Um ein hevur hug at fara við, ber til at venda sær til ferðaskrivstovuna 62N, tlf. 34 00 00 og tosa við Rakul Petersen. Nærri kunning á facebook cherish 2017 og á www.lifechurchhome.com. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 21. feb. 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 21. feb. 2017

Fyrst hava vit vitjan av Torbjørn Láadal og Steintór Hjaltalin. Hetta er í samband við at tað eru 20 ár liðin síðani teir byrjaðu at hava andaktir á Ellisheiminum, Tórshavn. Teir siga frá upplivingum og ríkum løtum í hesi tænastu. Teir syngja tríggjar sangir live í sendingini. Síðani er Ingrid Maria Mellemgaard í útvavarpsstovuni, har vit hoyra um eina “Profetiska stevnu” við Michael Miller (USA), sum verður í Oasuni í Hoyvík, 10.-11. mars 2017. Michael fer at undirvísa, hvussu vit brúka tað profetiska í gerandisdegnum og kunnu virka í andaligu gávunum, ið Guð hevur givið okkum. Leygarkvøldið kl. 19:00 verður grøðingarmøtið. Meira kunning um skrá v.m. á facebook: Gátan um tað profetiska

Vertur: Eydna Háberg. Teknikari: Tór Arni Samuelsen

Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Steindór Hjaltalin og Torbjørn Lágadal
Á Bylgjulongd mánadagin 20. feb. 2017

Á Bylgjulongd mánadagin 20. feb. 2017

Vit hoyra Johan Petur Johannesen, landsleiðara hjá OM-Føroyar, tosa um ALBANIA, eitt land, sum OM arbeiðir í, á nógvum ymiskum økjum. OM-Føroyar skipar fyri toymisferðum til Albania (og Moldova) í 2017, fyri tannáringar. Les meira og fá meira kunning á: om.fo – og á Facebook: OM Føroyar – og á om.org og her serliga um Albania. Fyrst í samtaluni tosar Johan Petur um TeenStreet tiltakið, sum verður í Runavík, 24.-26. feb. meira kunning: Teenstreet.fo og facebook TeenStreet Føroyar.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 17. feb. 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 17. feb. 2017

Fyrst greiðir Svenning av Lofti frá evangeliskum møtum í Danskifrøði í Havn, leygarkvøldið 25. feb. kl. 20:00 og sunnukvøldið 26. feb. kl. 19:00. Síðani hoyra vit Ruth Gaardlykke, frá Atlantic Mission um evangeliserings ferðina til Bømlo í Noregi, við “Juvel II” 24. apríl til 10. mai 2017. Tey, sum vilja tekna seg ella vita meira, kunnu venda sær til Ruth Gaardlykke, tlf. 519090. Áftaná greiðir Eiler Johannesen frá Harmonikuvinum, um eitt “Syngið við kvøldi”, ið verður í Oasuni, Hoyvík, leygarkvøldið 18. Feb. kl. 20:00. Til seinast greiðir Pauli Høj, frá Páskastevnuni 2017, ið verður í Kelduni í Skálafirði, 13.-17. apríl. Pauli gjøgnumgongur skránna – og nevnir talarnar, ið koma uttanlands frá til hesa stevnuna. Meira kunning um stevnuna: Keldan.fo.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Muffins mikukvøldið 15. feb. 2017

Muffins mikukvøldið 15. feb. 2017

Fyrra hálva tíman hava vit vitjan av Búgva V. Olsen. Búgvi flutti til Føroyar, eftir at hava búð í Svøríki í nærum 10 ár, har hann hevur verið ein av ungdómsleiðarunum í størstu samkomu í Skandinavia, “Livets Ord”. Nú er Búgvi fulltíðarsettur í samkomuni Keldan, Skálafirði, har hann arbeiður sum hjálparpastorur. Eisini greiður Búgvi frá eini Páskastevnu, ið verður í Kelduni 13.-17. apríl. Seinna hálva tíman er Símun Hansen í studio, ið greiðir frá einum Teenstreet tiltaki, ið verður í Bylgjuni 24.-26. februar. Eisini ringja vit til Josh og Debs, ið eru fyriskiparar av Teenstreet í Týsklandi.

Vertir: Maria Petersen, Ari Olsen og Heðin Nielsen. Teknikari: Hans Terje Vestergaard
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 15. feb. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 15. feb. 2017

Dánial lesur 2. Kor. 13, 13: “Náði Harrans Jesu Krists, kærleiki Guds og samfelag Heilaga Andans veri við tykkum øllum!” og hugleiðir um samfelag Heilaga Andans, ið fremur í okkum ávøkstur Heilaga Andans, mótsatt verkum holdsins. Samtalan við Poul Færø heldur fram um sama evni, lýst í skriftini og í dagligum lívi.

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

“Nýggj byrjan” týskvøldið 14. feb. 2017

“Nýggj byrjan” týskvøldið 14. feb. 2017

Gestur er Óli Steinberg, Hoyr Óla greiða frá lívsleiðini, m.a. um avgerðina, ið hevur havt stórsta týdningin í lívinum – og kallinum at fara úr tryggum umstøðum í Klaksvík, umvegis USA (í venjingarskúla) til Grønlands við evangelinum – í fulltíðar tænastu fyri Harran. Sigur eisini frá tænastuni hjá missiónsskipinum Juvel II, sum í summar, eftir ætlan fer sína tíggjundi ferð til Grønlands við gleðiboðskapinum.

Vertur: Jákup Gunnarstein Hansen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Juvel II á beding í Klaksvík, feb. 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 14. feb. 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 14. feb. 2017

Fyrri gesturin er Mari í Løðuni og hoyra vit um eitt ráðgevingarskeið, ið nevnist ”Hjartapína” – har Bíblian verður nýtt sum grundarlag at læra, hvussu ein kann fáa hjálp og grøðing til sálarsár, veri tað sorg, trupulleikar av ymiskum slag, árin av kynsligum ágangi o.ø. Undirvísing verður aftaná vanliga arbeiðstíð; 15 tímar tilsamans. Luttøkugjald kr.… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 13. feb. 2017

Á Bylgjulongd mánadagin 13. feb. 2017

Fyrst hoyra vit Regin Guttesen, um eitt átak, sum nevnist UnshakenHope, ið varpar ljós á, upplýsir og samlar pening til neyðstødd í mið-Italia, orsaka av jarðskjálvta og skalvalopi. Til ber at stuðla átakinum við bankaflyting til: UniCredit Banca IBAN: IT11J0200837070000010752465 BIC/SWIFT: UNCRITM1NU4 og viðmerkja á flyting: UNSHAKEN HOPE, ella við at flyta gjøgnum PayPal trýst… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 10. feb. 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 10. feb. 2017

Fyrst hava vit vitjan av Eyðun Jacobsen og hoyra um konsertina, við tvíburðasystrunum Katy og Penny Clark úr USA, eisini kallaðar “The Purple Hulls”. Konsertin verður sunnukvøldið 26. mars kl. 20:00, í Kelduni, Skálafirði. Atgongumerki fáast frá kl. 19:00 sama kvøld og kosta kr. 150,00. Síðani hava vit vitjan frá Grejsdalens Efterskole, ið liggur beint… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 8. feb. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 8. feb. 2017

Dánial hugleiðir um “TILKNÝTI”, tað at vera knýttur at. Leggur dent á tilknýti til Gud, ið hevur størri týdning, enn nakað annað her í lívinum. Skfiftbrot: Ef. 4, 11-16; Jóh. 17, 18-24; Kol. 1, 27 og 2, 1-3. Samtalan við Poul Færø heldur fram um tað sama; tó lýst í ljósinum av Rutt’s bók, har… Les meira