Sangfundur við sangum eftir Petur W. Háberg

Sangfundur við sangum eftir Petur W. Háberg

Sunnudagin 31. august vera 100 ár liðin, síðani Petur W. Háberg varð føddur. Í hesum sambandi verður sangfundur í Ebenezer sunnukvøldið kl. 18, har sungnir vera sálmar og sangir, sum Petur W. Háberg hevur skrivað. Bæði Ebenezer-kórið og manskórið fara at luttaka, og greitt verður frá hendingum, ið eru knýttir til sangirnar og høvundan. Petur W. Háberg, sum andaðist í 1984, var ein kendur talari og høvdundur innan brøðrasamkomuna í Føroyum.

Aglowdagur fyri kvinnur 27. sept. 2014

Aglowdagur fyri kvinnur 27. sept. 2014

Leygardagin 27. sept. kl.10-16 verður Aglowdagur í Frelsunarherinum í Havn. Evnið er: lær at nýta andans gávur. Anette Holt Larsen úr Danmark undirvísir. Steðgur verður á middegi, har luttakararnir kunnu finna sær ábit aðrastaðni. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar!

Jan Zachariassen gevur út fløgu

Jan Zachariassen gevur út fløgu

Fríggjadagin 6. juni gav Jan Zachariassen út fløgu, sum hann kallar Shine. Jan er ættaður av Argjum, men hevur seinastu 10 árini búð við familju síni í Malmø. Hann hevur arbeitt við tilfarinum í gott 10 ár, og nú er fløgan loksins liðug. 11 løg eru á útgávuni. 7 løg eru instrumental meðan restin erLes meiraLes meira

Stuttbylgjan fríggjadagin 22. august 2014

Stuttbylgjan fríggjadagin 22. august 2014

Gesturin í dag er Brother Henry, sum tænur millum muslimar, arabarar o.o. í tí muslimska heiminum.  Hann er føddur og uppvaksin í Belgia og tosar enskt, og tolkur er Høgni Johannesen.  Brother Henry hevur eisini skrivað m.a. bókina “Elsk disse araberne”, sum fæst í Logos Bókasøluni her í Havn.  Hann fortelur um sítt arbeiði har, og hann nevnir eisini, hvussu vit í Føroyum kunnu vera við og stuðla arbeiðinum.

Vertur:  Tór Arni Samuelsen

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Stuttbylgjan hósdagin 21. august 2014

Stuttbylgjan hósdagin 21. august 2014

Gestir í útvarpsstovuni í Klaksvík í morgun eru hjúnini Anna Maria og Rógvi Joensen.  Tey tosa um tað at liva saman sum hjún,  um hvørjar avbjóðingar tey hava havt í sínum lívi og um tað at vera halgað hvørt øðrum sum hjún.

Vertur:  Maria Mørkøre – Teknikari:  Rógvi Joensen

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”