Lindin sendir hesi møtir beinleiðis á Hvítusunnu

Lindin sendir hesi møtir beinleiðis á Hvítusunnu

Leygardagin 23. mai
Kl.19.00: Badmintonhøllin í Klaksvík.
Talarar: Símun Pætur á Torkilsheyggi, Jákup Hansen, Arni Simonsen og Svein í Prestgarði. Sangluttøka: Sangbólkurin Keldan
Kl.22.00: Badmintonhøllin í Klaksvík. Ungdómsmøti

Hvítusunnudagur 24. mai
Kl.11.00: Oasan í Hoyvík. Jóhan Petur Johannesen talar
Kl.15.00: Badmintonhøllin í Klaksvík
Nýggja sangbókin løgd fram
Kl.17.00: Libanon í Sørvági – Jeffrey Berstein talar
Kl.19.00: Badmintonhøllin í Klaksvík
Talarar: John í Skemmuni, Tim Sharp, Poul Færø. Sangluttøka: Ebenezerkórið

2. Hvítusunnudagur 25. mai
Kl.10.00: Badmintonhøllin í Klaksvík. Talarar: Rógvi Jakobsen og Rógvi Joensen
Kl.16.00: Badmintonhøllin í Klaksvík. Talarar: Jákup N. Olsen og Óli á Grømma. Sangluttøka: Kvartettin í Betesda.
Kl.19.00: Badmintonhøllin í Klaksvík. Talarar: Sonni Poulsen, Gunnar Nielsen, Sigmund Jacobsen og Joan Steinberg. Sangluttøka: Betesdakórið.

Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu “Á Veg Heim”

Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu “Á Veg Heim”

”Á veg heim” er heitið á nýggjari fløgu, sum Eyðun Jacobsen letur úr hondum 14 mai.
Tað er samkoman Keldan í Skálafirði, ið gevur fløguna út. www.keldan.fo
Á fløguni eru 14 sangir, ið allir leggja seg at country gospel stílinum. Flestu sangirnir eru týddir úr enskum, av sera dugnaligum týðarum sum m.a. Árna Jacobsen, Jóhann við Neyst og Hervør S. á Torkildsheyggi. Eisini eru eldri kendir sangir úr andaliga sangskattakamarinum við á fløguni, umframt eitt lag, ið Eyðun sjálvur hevur skrivað.
Eyðun Jacobsen hevur, síðani hann flutti heimaftur á klettarnar í 2000, verið sera virkin innan andaliga tónleikalívið í Føroyum og hevur bæði týtt og skrivað nógvar av teimum nýggju kendu andaligu sangunum, ið verða sungnir í samkomum um landið. Ein tann kendasti man vera “Harri av hjarta”, sum upprunaliga varð skrivaður á donskum og er týddur til fleiri mál, og verður sungin í fleiri londum.
Seinastu árini hevur Eyðun verið millummaður millum fleiri føroyskar bólkar og Cross road studio í Ashville í USA. Seinasta upptøkan, ið var gjørd har, var av bólkinum Blátt Gras, og vann ein av sangum teirra eina av virðislønunum til seinasta FMA.
Tónleikurin á nýggju fløguni er eisini innspældur í Cross road studio í Ashville, og er tað tónleikasnillingurin Jeff Collins, ið er framleiðari. Sangurin er upptikin í Raclipp studio í Hvannasundi, har Alvin E. Andersen hevur staðið fyri.
Kristina Nónklett Hansen og Eyðun Jacobsen hava sungið røddirnar inn á fløguni.
Á fløguni eru eisini tríggir gestasangarar, talan er um Steinbjørn O Jacobsen, sum er bróðir Eyðunar, umframt Jógvan Mortensen og Bill Justinussen.
Eyðun gav fyrstu føroysku fløguna “Ein undurkelda” út í 2006 og hevur síðani givið 2 føroyskar fløgur út afturat saman við døtrunum í bólkinum Zamar. Hetta er sostatt fjórða fløgan, ið Eyðun gevur út á føroyskum.
Í samband við útgávuna, og at Eyðun Jacobsen fyllir seksti 14 mai, verður ein útgávudagur í Kelduni í Skálfirði sama dag kl. 15.00 – 21.00.
Fløgan fæst til keyps í sølubúðunum frá 15 mai.

Møtir við Jeff Fountain beinleiðis í Lindini

Møtir við Jeff Fountain beinleiðis í Lindini

Sunnudagin 19. apríl kl. 11.20 Møti beinleiðis úr Kelduni – Jeff Fountain talar Sunnukvøldið 19. apríl kl. 18.00 Møti beinleiðis úr Oasuni – Jeff Fountain talar, evnið er “Vón fyri Evropa?” Les meira um vitjanina á https://www.facebook.com/jeffvitjar Les meira

Møtir við Moses Hansen

Møtir við Moses Hansen

Skráin fyri møtini hjá Moses kunnu tit síggja á hesari leinkju: http://kristin.fo/kendur+praedikumadur+vitjar+foroyar.html og heimasíðuni www.filadelfia.fo Les meira

Lindin sendir beinleiðis frá George Verwer vitjan

Lindin sendir beinleiðis frá George Verwer vitjan

Fríggjadagin 10. apríl Kl.20.00: Badmintonhøllin í Klaksvík. George Verwer talar. Betesdakórið luttekur. Drama, filmar og aðrar framførslur verða eisini. Leygardagur 11. apríl Kl.20.00 Badmintonhøllin í Klaksvík George Verwer talar. Sola Gratia úr KFUM&K og T.O.S syngja Kl.22.30 Badmintonhøllin í Klaksvík. George Verwer talar. T.O.S. syngur aftur Sunnudagin 12. apríl Kl.11.00: Gudstænasta í Oasuni í Hoyvík. George Verwer talar.… Les meira

George Verwer í Føroyum 10.-12. apríl 2015

George Verwer í Føroyum 10.-12. apríl 2015

OM stovnarin, George Verwer, kemur til Føroyar 10. – 12. apríl 2015, í samband við Aðalfundin hjá OM Føroyar. Ein bólkur er settur at fyrireika vitjanina og í henni eru: Pól Johannesen, Beinta Vang, Rói Norðoy, Ásvald Thomsen og dagliga leiðslan fyri OM Føroyar, Anita & Oddmar Tausen. Fríggjakvøldið 10. apríl og leygarkvøldið 11. apríl… Les meira

Fyrrverandi muslimur, nú kristin, vitjar Bíbliufelagið

Fyrrverandi muslimur, nú kristin, vitjar Bíbliufelagið

Føroyska Bíbliufelagið fær vitjan av einum sera áhugaverdum persóni, sum er flótti og fyrrverandi muslimur úr Iran og nú valkirkjuprestur í donsku fólkakirkjuni. Í sambandi við aðalfundin hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum verður 12. mars í Kelduni í Skálafirði, hevur Bíbliufelagið boðið Massoud Fouroozandeh til Føroya at hava fyrilestur. Les meira

Lindin 15 ár

Lindin 15 ár

24. januar 15 ára stuðulsdagur Nú leygardagin 24. januar hevur Lindin stórt stuðulstiltak. 15 ár eru liðin, síðani Lindin tann 21. januar í 2000 byrjaði at senda gleðiboðskapin um Jesus Kristus til fólk í Føroyum. Fyri stuttum var  ein sendari settur upp í Sandvík og ein í Hvalba. Við 13 sendarum røkkur Lindin í dag… Les meira

“Gjøgnum alt” – Ein nýggj instrumentalfløga við Victor Carlsen.

“Gjøgnum alt” – Ein nýggj instrumentalfløga við Victor Carlsen.

Tað eru nú 5 ár síðani tann fyrra instrumentala fløgan við heitinum “Dreymur og veruleiki” kom út. Tíðin tillagar at ein nýggj átti at koma út, og nú er hon so her. Henda nýggja fløgan hevur fingið heitið: “Gjøgnum alt”, og vil útgevarin við hesum vísa á, at gjøgnum sera broyttar lívsumstøður tey seinastu árini,… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 19. mai 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 19. mai 2015

Fyrst ringja vit til Tummas Jacobsen fyristøðumann í samband við at Hvítusunnustevna verður í Filadelfia í Havn. Í hesum sambandi koma fleiri vitjandi úr Onglandi ið koma at undirvísa og tæna. Heiti er Eldkveikjarar – Frígeving av Guds Ríkis Mentan. meiri fæst at vita um tilmelding v.m. á www.filadelfia.fo Síðani eru Judy og Óli á Grømma gestir, tey hava síðani tey vóru blaðung virkað innan trúboðarafelagsskapin New Tribes Mission, har Óli er formaður í altjóða aðalnevndini hjá NTM. Óli greiðir m.a. frá hvussu NTM arbeiðir millum ónáddar ættarbólkar, har tey hjálpa við praktiskum tingum og umseta bíbliuna til málið í ættarbólkinum. Meiri sæst á heimasíðuni hjá www.NTM.org

Vertur: Eydna Háberg
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mánadagin 18. mai 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 18. mai 2015

Fyrst er vitjan av Jan Eidsaa, sum av og á er í Føroyum og selur m.a. bøkurnar “Trúfastir vinir” og “Skýmingarløtan”. Síðani hava vit vitjan av Eyðun Jacobsen, sum greiðir frá nýggju fløguni “Á veg heim” og vit hoyra sangir av fløguni. Fløgan fæst kring landið og um onkur ynskir fløguna so ring til Eyðun á tlf. 506661.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 15. mai 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 15. mai 2015

Fyrst greiðir Uni Næs frá aðalfundinum hjá Kristiligt lurtara og hyggjarafelag, sum var Kristi himmalsferðardag 14. mai. Síðani hoyra Símun J. Hansen greiða frá um hjálparátakið “Hjálp Nepal 2015″. Les meira á Facebook/HjálpNepal2015 Stuðul kann latast á konto í Eik Konto: 9181-426.219.2 Viðmerk: “Nepal”

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulong mánadagin 11. mai 2015

Á Bylgjulong mánadagin 11. mai 2015

Fyrst hoyra vit Svenning av Lofti greiða frá um trúboðanarferðina á Eysturlandinum í Íslandi við sluppini Jóhannu. Tað eru Svenning av Lofti, Poul Jóhan Djurhuus og Páll á Lakjuni saman við fleiri sum hava skipa fyri ferðini. Síðani hava vit vitjan í útvarpstovuni av Jónhild Dunya. Hon sigur frá ymiskum í sínum lívið og um trúboðanararbeiði, sum hon og maðurin Samuel Dunya gera í Ghana. Les meira á www.facebook.com/VisionGhana. Tað ber til at stuðla arbeiðinum við at flyta pening á konto í Bank Nordik 6460 – 408.540.1

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 8. mai 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 8. mai 2015

Fyrst tosa vit við Símun J. Hansen um TeenStreet 2015, sum verður í Offenburg í Týsklandið 1.-8. aug. Tað er brúk fyri fleiri tilmeldingum fyri hjálparfólk og leiðarum. Les meira á www.om.fo undir TeenStreet ella á Facebook/TeenStreet-Føroyar. Síðani hoyra vit Frants Jensen og Majbritt Olsen greiða frá Landsinnsavningini hjá Bláakrossi, sum verður leygardagin 9. mai. Les meira á www.blakross.fo

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 7. mai 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 7. mai 2015

Í fyrra tímanum lurtaðu vit eftir tónleiki og hoyrdu eitt sindur um kongsveldi Guds. Í seinna tímanum er Poli Jascobsen gestur og hugleiðir um Jobsbók. Vertur: Rói Norðoy Teknikari: Eirikur Biskopstø Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 6. mai 2015

Á Bylgjulongd mikudagin 6. mai 2015

Poul Færø er gestur í sendingini. Vertur: Dánial á Dul Jacobsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 5. mai 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 5. mai 2015

Fyrst ringja vit til Mariu Forrestal í samband við at felagsskapurin Pro Vita hevur aðalfund komandi leygardag. Maria greiðir frá arbeiðnum hjá Pro Vita og um aðalfundin, sum verður leygardagin 9. mai í skúlanum á Løgmannabreyt. Kl. 15 heldur Peter Øhrstrøm, professari fyrilestur. Evni: “Hvør menniskjaáskoðan kemur til sjóndar í fosturtøkukjakinum”. Meir fæst at vita… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 4. mai 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 4. mai 2015

Fyrst hoyra vit Sigrun Mohr greiða frá um Umhvørvisvikuna, sum er í Tórshavnar kommunu 2.-9. mai 2015. Les meira á www.torshavn.fo. Síðani hoyra vit Regin Guttesen greiða frá um Parola, sum verður í Italia 5.-13. aug. 2015. Les meira um Parola á www.parola.fo Vertur: Tór Arni Samuelsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka… Les meira