Tónleika- og bíbliuferð 27. til 29. juni

Tónleika- og bíbliuferð 27. til 29. juni

Gevandi og hugnalig samvera. Á ferðini niður og heim verða millum annað sangløtur, har Sangbólkurin Keldan úr Suðuroy fer at luttaka. Hetta eru spælarar, sum eru kendir frá kristiligum fundum kring landið. Eisini verða bíbliutímar við Poul Jóhan Djurhuus og Svenning av Lofti meðan siglt verður. Fráferð er av Havnini fríggjamorgunin 27. juni kl. 03.30 og komið verður til Hirtshals leygardagin 28. juni kl. 12.30. Vit fara úr Hirtshals kl. 15.30, og koma á Havnina sunnukvøldið kl. 22.30.Les meira

Jan Zachariassen gevur út fløgu

Jan Zachariassen gevur út fløgu

Fríggjadagin 6. juni gav Jan Zachariassen út fløgu, sum hann kallar Shine.
Jan er ættaður av Argjum, men hevur seinastu 10 árini búð við familju síni í Malmø. Hann hevur arbeitt við tilfarinum í gott 10 ár, og nú er fløgan loksins liðug. 11 løg eru á útgávuni. 7 løg eru instrumental meðan restin er við sangi.
Stílurin er smooth jazz / westcoast / groovy gospel.

Jan spælir sjálvur bass og guitar á fløguni, og hevur sjálvur tikið upp og lagt til rættis. Nakrir av hinum tónleikarunum eru: Regin Guttesen, Jósva Debes, Finnur Hansen, Óli Poulsen, Linda Petersen og síðani ein útvaldur skari av dugnaligum svenskum tónleikarum.Les meira

Lindin á Hvítusunnustevnu í Sørvági

Lindin sendir hesi møtir beinleiðis frá Hvítusunnustevnuni í Libanon í Sørvági. Leygarkvøldið 7. juni kl.19.00 Møti v/ Sverre Bjørnhaug og Asle Zachariassen úr Norra sum tala. – Lovinda Halgaklett syngur. Sunnudagin 8. juni kl.17.00 Møti v/ Sverre Bjørnhaug og Asle Zachariassen úr Norra sum tala. – Jógvan Steintún og Jákup Suni Lauritsen syngja.

Samfelagsstevna í Vági á Hvítusunnu 2014

Samfelagsstevnan byrjar í Bethel fríggjakvøldið 6. juni kl. 20 við bønarmøti. Síðan verður farið vestur í Ítróttarhøllina leygarkvøldið og 1. Hvítusunnudag. Tað verða bæði uppbyggingar – og evangelisk møtir. Millum møtini 1. hvítusunnudag verður nátturði  vesturi í høllini. Sangluttøka: Felagskór, Keldan o.o. Eisini fara tey ungu at hava opið hús í Bethel  leygarkvøldið og sunnukvøldiðLes meiraLes meira

Stuttbylgjan týsdagin 8. juli 2014

John Færø
John Færø

Fyrst tosar Teresa um heimasíðuna  kristin.fo.  Um 10.30 tíðina ringir hon vestur á Zarepta til John Færø, og tey práta um summarlegurnar og ymist annað.

Vertur: Teresa Damgaard-Jarnfoss

Lurta eftir sendingini her 

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

 

Stuttbylgjan týsdagin 1. juli 2014

"Tí sí, Guds ríki er innaní tykkum." Luk. 17, 21.
“Tí sí, Guds ríki er innan í tykkum.” Luk. 17, 21.

Í morgun eru 2 gestir – Preben Hansen og Jóhan Petur Johannesen, og teir taka saman um stevnuna í Filadelfia í vikustiftinum.  Gestir á stevnuni vóru Eric og Candace Johnson úr Bethel í Redding, California, og høvuðsevnið var Ríki Guds.

Vertur: Eydna Háberg

Lurta eftir sendingini her 

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

 

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 26. juni 2014

online Í útvarpsstovuni er Jenis, og vit hoyra góðan tónleik.  Jenis prátar við Tummas Jacobsen um vikuskiftisstevnu, sum verður í Filadelfia í vikuskiftinum.  Seinni kemur Ann Dahl-Hansen, sóknarprestur á vitjan og sigur frá filminum “Heaven is for real”, sum hon júst hevur sæð í Havnar Bio.

Vertur: Jenis av Rana

Lurta eftir sendingini her 

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”