Lindin sendir beinleiðis frá George Verwer vitjan

Lindin sendir beinleiðis frá George Verwer vitjan

Fríggjadagin 10. apríl Kl.20.00: Badmintonhøllin í Klaksvík. George Verwer talar. Betesdakórið luttekur. Drama, filmar og aðrar framførslur verða eisini. Leygardagur 11. apríl Kl.20.00 Badmintonhøllin í Klaksvík George Verwer talar. Sola Gratia úr KFUM&K og T.O.S syngja Kl.22.30 Badmintonhøllin í Klaksvík. George Verwer talar. T.O.S. syngur aftur Sunnudagin 12. apríl Kl.11.00: Gudstænasta í Oasuni í Hoyvík. George Verwer talar.…Les meira

George Verwer í Føroyum 10.-12. apríl 2015

George Verwer í Føroyum 10.-12. apríl 2015

OM stovnarin, George Verwer, kemur til Føroyar 10. – 12. apríl 2015, í samband við Aðalfundin hjá OM Føroyar. Ein bólkur er settur at fyrireika vitjanina og í henni eru: Pól Johannesen, Beinta Vang, Rói Norðoy, Ásvald Thomsen og dagliga leiðslan fyri OM Føroyar, Anita & Oddmar Tausen. Fríggjakvøldið 10. apríl og leygarkvøldið 11. apríl…Les meira

Fyrrverandi muslimur, nú kristin, vitjar Bíbliufelagið

Fyrrverandi muslimur, nú kristin, vitjar Bíbliufelagið

Føroyska Bíbliufelagið fær vitjan av einum sera áhugaverdum persóni, sum er flótti og fyrrverandi muslimur úr Iran og nú valkirkjuprestur í donsku fólkakirkjuni. Í sambandi við aðalfundin hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum verður 12. mars í Kelduni í Skálafirði, hevur Bíbliufelagið boðið Massoud Fouroozandeh til Føroya at hava fyrilestur.Les meira

Lindin 15 ár

Lindin 15 ár

24. januar 15 ára stuðulsdagur Nú leygardagin 24. januar hevur Lindin stórt stuðulstiltak. 15 ár eru liðin, síðani Lindin tann 21. januar í 2000 byrjaði at senda gleðiboðskapin um Jesus Kristus til fólk í Føroyum. Fyri stuttum var  ein sendari settur upp í Sandvík og ein í Hvalba. Við 13 sendarum røkkur Lindin í dag…Les meira

“Gjøgnum alt” – Ein nýggj instrumentalfløga við Victor Carlsen.

“Gjøgnum alt” – Ein nýggj instrumentalfløga við Victor Carlsen.

Tað eru nú 5 ár síðani tann fyrra instrumentala fløgan við heitinum “Dreymur og veruleiki” kom út. Tíðin tillagar at ein nýggj átti at koma út, og nú er hon so her. Henda nýggja fløgan hevur fingið heitið: “Gjøgnum alt”, og vil útgevarin við hesum vísa á, at gjøgnum sera broyttar lívsumstøður tey seinastu árini,…Les meira

Systrar geva út nýggja fløgu

Systrar geva út nýggja fløgu

Ein spennandi fløga verður skjótt at fáa í føroysku sølubúðunum. Talan er um bólkin “Systrar”, sum nú koma við síni fyrstu útgávu við í stóran mun egnum løgum og tekstum. Tað eru tær tær fýra systrarnar, Anna Sofía Mellemgaard, Margit Justinussen, Linda Petersen og Rakul Petersen, sum allar eru royndar innan sang og tónleik, ið…Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 27. apríl 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 27. apríl 2015

Bárður á Lakjuni greiðir frá bólkinum T.O.S. (Tollarar og syndarar), sum skulu hava konsert í Miðvágs kirkju Dýrabiðidag 1. mai kl. 19.00. Síðani ringja vit til Johannes Petersen og hoyra um hjálpararbeiði í Moldova. Les meira á www.pilgrims.mono.net. Til seinast hoyra vit ein nýggjan sang hjá Eyðun Jacobsen “Lívsmynstur nýtt”. Eyðun kemur við nýggjari fløgu 14. mai, sum eitur “Á veg heim”

Vertir: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 24. apríl 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 24. apríl 2015

Fyrst hoyra vit samrøður sum Rói Johannesen hevur gjørt í samband við at hann hevur verði í starvsvenjing í Lindini í 14 dagar. Vit hoyra Hilbert Johannesen, Katrinu Zachariassen, Paulu Guttesen og Beinir Hentze Johannesen. Síðani hoyra vit um Grejsdalens efterskole. Vit hava vitjan av Réne Brorson, Joakim Hjorth, Katrinu Davidsen og Emmy Ingibjørg Sjúrðardóttir Kass.
Les meira á www.grejsdalens.dk

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 23. apríl 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 23. apríl 2015

Kristian Fríðrik Olsen kom fyrst spontant inná gólvi við einari lýsing frá KFUM og K í Klaksvík. Síðani ringja vit til Árna Stefán Hilmarsson og tosað um Ástjørn í Íslandi og legurnar, sum eru har hvørt summar. Hann er leiðari fyri teimum legunum. Til seinast tosað vit við Jógvan Purkhús, sum er trúboðari í Íslandi og sum nú býr í Reykjavík. Hann tosar um Ástjørn, Gideonfelagsskapin og virki teirra í fólkaskúlanum og um samkomuna Akurinn, í Kópavogi, har hann er ein av leiðarnum.

Vertur: Rógvi Joensen
Teknikari: Eirikur Biskopstø

Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 21. apríl 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 21. apríl 2015

30. apríl til 3. mai 2015, verður ein Norðurlensk bønarstevna, sum verður hildin í Oasuni í Hoyvík. Tummas Jacobsen, fyristøðumaður í Filadelfia greiðir frá hesi stevnu, sum er at biðja fyri: “Norðanlond aftur til Kristus”. Meir fæst at vita um skrá, tilmelding v.m. á www.filadelfia.fo Aftaná hava vit eina samrøðu við donsku Else Kas, sum hevur verið ígjøgnum nógv bæði í samband við sjúku og deyða. Maðurin doyði ungur á sjónum og sonin misti hon knappliga, samstundis hevur hon upplivað 2 ferðir at Gud á yvirnáttúrligan hátt hevur grøtt hana.

Vertur: Eydna Háberg
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 16. apríl 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 16. apríl 2015

Fyrst hoyra vit Róa Norðoy tosa um “Kongsveldi Guds”. Síðani vitjar Eivinn Bringsberg í útvarpstovuni og tosar um bøn.

Vertur: Rói Norðoy
Teknikari: Kristin Akursmørk

Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 15. apríl 2015

Á Bylgjulongd mikudagin 15. apríl 2015

Dánial lesur úr Lukas kap. 11 og 12. Síðani kemur Poul Færø við í sendingina. Vertur: Dánial á Dul Jacobsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 14. apríl 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 14. apríl 2015

Fyrst ringja vit til Rannvá Royðutoft, sum er limur í landsleiðsluni hjá Aglow. Rannvá greiðir frá einum serstakum hátíðarhaldið, sum verður 24. og 25. apríl í Kelduni. Hetta er í samband við, at tað eru liðin 30 ár síðani Aglow byrjaði í Føroyum. Síðani er Moses Hansen gestur, hann greiðir frá sínum lívi, bæði áðrenn…Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 13. apríl 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 13. apríl 2015

Fyrst greiðir Jóhannes Ólavsson frá um umbyggingarnar, sum eru í løtuni í Evangelihúsinum. Fyrsta møti vanta tey verður sunnudagin 3. mai. Síðani sigur Sanna Hammer frá um Jeff Fountain, sum vitjar í Føroyum 18.-25. apríl. Til seinast hoyra vit Róa Johannesen, sum er í starvsvenjing í Lindini. Vertir: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen Lurta…Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 10. apríl 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 10. apríl 2015

Fyrst hoyra vit Hera Kjærbo greiða frá um felagsskapin OM og um vitjanina av George Verwer í Føroyum. Eisini práta vit við Victor Dánjalsson um at Lindin fer at samsenda við Stream.fo á OM tiltakinum í Klaksvík 10.-11. apríl. Vertur: Tór Arni Samuelsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka…Les meira