Sangløta í Kelduni 3. apríl

Sangløta í Kelduni 3. apríl

Sunnukvøldi 3 apríl kl. 20 verður sangløta í Kelduni í Skálafirði.

Tey sum koma at luttaka eru, Heine Lützen, Kvartettin í Betesda og Eyðun Jacobsen, eisini verður felagssangur sum Terje Vestergaard skipar fyri.

Tað verður ókeypis atgongd, men hendan dagin kemur út nýggja savnsfløga við heitinum Thanks. Á fløguni luttaka, Blátt Gras, Svein í Prestgarði, Zamar, Mark Bishop, Ivan Parker, Kvartettin í Betesda og Eyðun Jacobsen.
Fløgan verður til sølu aftaná sangløtuna og alt sum kemur inn við søluni, fer til hjálpararbeiði á Filipsoyggjunum.
Fløgan verður ikki til keyps í sølubúðunum, men tað er møguleiki keypa hana frá Kelduni ella Eyðun Jacobsen.

Møtir við Hans Berntsen 22.-25. feb. 2016

Møtir við Hans Berntsen 22.-25. feb. 2016

Møti við grøðanarevangelistinum Hans Berntsen verða:

Í Oasuni í Hoyvík:
mánakvøldið 22. feb. kl. 20.00

Á Seglloftinum á Tvøroyri:
týskvøldið 23. feb. kl. 19.30

Í húsinum við Á í Porkeri:
Mikukvøldið 24. feb. kl. 19.30

Í Kelduni í Skálafirði:
Hóskvøldið 25. feb. kl. 20.00

Kom við, sig øðrum frá, tak onnur við- síggj fram til at møta Jesusi sum Frelsara og Grøðara:)

Lindin 16 ár

Lindin 16 ár

Niðri í Rættará, í Østrøm, hevur Lindin øðrvísi stuðulsdag komandi leygardag, 23. januar Eins og á stuðulsdegnum í 2014, verða beinleiðis samrøður millum gestir og útvarpsvertir í glasaðum ljóðrúmi. Ímillum ymsu skiftini koma bólkar og einstaklingar at framføra livandi tónleik‚ m.a. Heðin Askham‚ Systrar‚ Terje Vestergaard og Lisa Frederiksberg‚ Olvheðin Jacobsen‚ Gentukórið í Meinigheitshúsinum og… Les meira

Lindin beinleiðis úr Fuglafirði týsdagin 10. nov. kl. 9.00-12.00

Lindin beinleiðis úr Fuglafirði týsdagin 10. nov. kl. 9.00-12.00

Í morgin týsdagin 10. nov. kl. 9.00-12.00 sendir Lindin beinleiðis frá Ribarhús í Fuglafirði. Práta verður við ymiskar gestir m.a. Frits Johannesen, Oddvør á Lakjuni, Petur Martin Petersen, Páll á Lakjuni og Bernhardina Mikkelsen. Bárður á Lakjuni fer at syngja nakrar sangir. So lurta millum kl. 9.00 og 12.00 í morgin týsdagin 10. nov. Les meira

Samfelagsstevnan í Havn beinleiðis á Lindini

Samfelagsstevnan í Havn beinleiðis á Lindini

Lindin sendir beinleiðis frá hesum møtum á Samfelagsstevnuni 2015 í Havn. Fríggjakvøldið 6. nov. kl. 20.00 Fríggjakvøldið 6. nov. kl. 22.30 Leygardagin 7. nov. kl. 16.00 Leygarkvøldið. 7. nov. kl. 20.00 Leygarkvøldið. 7. nov. kl. 22.30 Sunnudagin 8. nov. kl. 16.00 Tað vil siga, at tey, ið ikki hava møguleika at koma til møtini, kunnu… Les meira

Stuðulsending 31. okt. 2015 kl. 14.00

Stuðulsending 31. okt. 2015 kl. 14.00

Lindin hevur kunningar og stuðulssending leygardagin 31. okt. 2015 frá kl. 14.00 15 ár eru liðin, síðani Lindin tann 21. januar í 2000 byrjaði at senda gleðiboðskapin um Jesus Kristus til fólk í Føroyum. Við 13 sendarum røkkur Lindin í dag umleið 92% av landinum. Sent verður allar vikudagar, alt samdøgrið. Frá fyrsta sendidegi hava… Les meira

Larry Ford í Ebenezer í Havn og Betesda í Klaksvík

Larry Ford í Ebenezer í Havn og Betesda í Klaksvík

Fríggjakvøldið 30. og leygarkvøldið 31. oktobur, syngur kendi Grammy virðislønti tenorurin Larry Ford í ávikavist Ebenezer í Havn og Betesda í Klaksvík. Saman við Larry Ford er klaversnillingurin Alan Tripp, sum, umframt at spæla undir til nakrar av sangunum hjá Larry Ford, eisini skal hava sína egnu framførslu. Sangkórini í Ebenezer og Betesda luttaka eisini á konsertunum. Báðar… Les meira

STÓRMØTINI ’15: “JESUS GER ALT NÝTT!”

STÓRMØTINI ’15: “JESUS GER ALT NÝTT!”

23.-25. okt. skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri stórmøtum í Ítróttarhøllini á Giljanesi. Høvuðstalari er Johnn Hardang úr Noregi og væntandi luttaka fleiri hundraðtals fólk úr øllum landinum. Lindin sendir beinleiðis fríggjakvøldið kl. 19.30‚ leygarkvøldið kl. 19.00 og kl. 22.00 og sunnudagin kl. 14.30 og kl. 18.00 Endamálið við øllum vikuskiftinum er at boða kristna gleðiboðskapin um… Les meira

Christmas Child

Christmas Child

Seinasta freist at lata skógvaeskjur inn er sunnudagin 25. okt. 2015 Les meira um Christmas Child á www.christmaschild.fo Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 26. apr. 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 26. apr. 2016

Í dag er Heilsuhornið á skránni. Prátað verður við Halldis Joensen, forkvinnu í Alzheimerfelagnum, sum greiðir frá demens og Alzheimer sjúkuni. Eisini um at felagið hevur fingið pening til vega, til eina granskingarverkætlan innanfyri økið. Alzheimerfelagið hevur aðalfund mikudagin tann 27. apríl kl. 18.00. í Østrøm. M.a. fer stjørnuskotið innan demens í Danmark, May Bjerre, at halda fyrilestur.
Síðani verður tosað við May Bjerre, sum hevur stovnað eitt serstakt røktarheim til fólk við demens, har nærvera, virðing og umsorgan er í hásæti. Heimið nevnist Dagmarsminde; ein oasa fyri fólk við demens. Síðani er eitt stutt prát við Tummas Jacobsen, pastor í Filadelfia, sum hevur verið í Keypmannahavn og luttikið á stevnuni AWAKE 2016, har Bill Johnson, Randi Clark og Tom Jones vóru talarar. Ógvuliga gevandi og sera góður lovsangur.

Vertur: Eydan Háberg Hansen. Teknikari Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Dagmarsminde

Á Bylgjulongd hósdagin 21. apr. 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 21. apr. 2016

Vit hoyra um felagskapin KRIS og um ráðstevnuna um kynsligan ágang, sum verður í Norðurlandahúsinum hósdagin 28. Apríl 2016. Tilmelding til ráðstevnuna fer fram við at fara inn á heimasíðuna www.kris.fo og trýsta á RÁÐSTEVNAN: SKRÁ OG TILMELDING. Gestur í sendingini er Gvøðbjørg West, dagligur leiðari og ráðgevi hjá KRIS. Gvøðbjørg greiðir frá arbeiðinum hjá KRIS og um fjølbroyttu skánna til ráðstevnuna, har m.a. Lars Sørensen, leiðandi sálarfrøðingur á Psykiatrisk Hospital í Nykøbing, fer at halda fyrlestur um: Seinfylgjur av kynsligum ágangi. Seinast í sendingini er stutt samrøða við Kristian Hansen, har evnið er fyrigeving. Hvussu Orð Guds umtalar hetta og tilgongdina, tá vit møta mót- og ágangi í lívsins viðurskiftum.

Vertur: Maria Mørkøre – Teknikari: Albin Johannesen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 20. apr. 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 20. apr. 2016

Dánjal lesur Luk. 18, 9-14 og Mark 10, 13-27 og hugleiðir um tørvin at sleppa sær sjálvum og egnari rættvísi – og um at taka ímóti ríki Guds og seta álit sítt á Jesus. Síðani kemur Poul Færø við í sendingina og heldur fram við hesum at liva í trúgv og um Anda vísdóms og lesur 2. Kong. 6 ,8-23. Til seinast í sendingini gongur samtalan út frá Rutt kap. 1, um týdningin at fara (tá Gud biður okkum) og ikki at steðga á.

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 19. apr. 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 19. apr. 2016

Fyrst í sendingini hoyra vit um Barnabata. Vit hoyra um hvussu felagsskapurin byrjaði sítt virksemi í Føroyum og hvat felagsskapurin virkar fyri. Gestur í útvarpsstovuni er aðalskrivarin Djóni Eidesgaard. Meira kunning fæst á heimasíðuni: barnabati.fo. Síðani er Hertha Johannesen í útvarpsstovuni. Hon greiðir frá sínum lívi við etingarólagi og hvussu hon upplivdi Gud og bleiv grødd.

Vertur: Eydan Háberg Hansen. Teknikari Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Barnabati

Á Bylgjulongd mánadagin 18. apr. 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 18. apr. 2016

Vit hoyra nógv um TeenStreet 2016 í sendingini. Í útvarpsstovuni eru umboð fyri leiðsluna hjá TeenStreet í Føroyum. Tey eru Elisabeth Christiansen, Randi og Símun J. Hansen. TeenStreet legan verður frá 28. Juli til 3. August 2016. Legugjaldið er eitt sindur ymist, í mun til luttakaran. Fyri vanliga TeenStreet luttakaran er kostnaðurin 2.100 kr. Fyri børn er kostnaðurin 500 kr. Fyri starvsfólk er kostnaðurin 1.100 kr. Ferðakostnaðurin beinleiðis við flogfari til Oldenburg í Týsklandi er 4.300 kr. Pláss er enn í seinna flogfarinum úr Føroyum. Meira kunning og upplýsingar fæst á heimasíðuni: teenstreet.fo.

Vertir: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 15. apr. 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 15. apr. 2016

Fyrst tosa vit við Øssur Kjølbro, aðalskrivara hjá Heimamissiónini. Øssur greiðir frá um Ársmøti, 15.-17. Apríl 2016, sum verður í Leguhúsinum í Nesvík. Leygarmorgunin byrjar við pallborðsfundi við evninum “Sunn veking”. Seinnapartin verður greitt frá virkseminum hjá Heimamissiónini seinasta árið, og um kvøldið er møti við talu, sangi og frásøgn frá Sat-7 Kids. Tað er Rita Elmounayer, sum hevur stovnað og er rekur Sat-7 Kids, ið er ein kristilig sjónvarpsrás í Miðeystri, sum Heimamissiónin samstarvar við. Sunnudagin 17. Apríl verður felags Sat-7-sunnudagsskúli fyri alt landið, har Rita greiðir børnunum frá, og har trý barnakór syngja. Øll eru vælkomin. Eisini verður greitt frá um útbyggingina av Leguhúsinum. Meira kunning sæst á heimasíðuni: Mission.fo. Síðani hava vit vitjan av Svenning av Lofti, frá Atlantic Mission, sum greiðir frá, at Juvel II fer eina trúboðanarferð til Herbridirnar, Orknoyggjar og Hetland. Juvel II fer av Havnini komandi mikudag, tann 20. Apríl kl. 12:00, har ein fráfaringarløta verður. Komið verður aftur til Føroyar tann 10. Mai. Til ber at stuðla hesum tiltakið. Konta hjá Atlantic Mission er: 9181-655.772.6 í Eik.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Juvel II - her í Grønlandi
Juvel II – her í Grønlandi
Á Bylgjulongd hósdagin 14. apr. 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 14. apr. 2016

Fyrst í sendingini hevur Eivinn Bringsberg, sum er vertur í sendingini, bøn og andakt. Evnið í andaktini er: “Loyndarmál Kristusar – sum er Kristus í tykkum”. Eivinn lesur m.a. úr Efs. 3, 3; Kol. 1, 26-27. Síðani er Kári Brynjar gestur í sendingini. Kári greiðir frá sínum uppruna, uppvøkstri, tíðini til skips – saltfiskatúrar við… Les meira

Muffins mikukvøldið 13. apr. 2016

Muffins mikukvøldið 13. apr. 2016

Hesaferð er bólkurin Grassy Ass við í studio. Limirnir í bólkinum eru Bergur Fonsdal Johannesen, Bárður Petersen og Eyðtór á Dalbø Gregersen. Teir greiða frá tá teir byrjaðu at spæla saman, sum tríggir góðir vinmenn, við einum dreymi um at verða rockstjørnur, og tað eru teir væl á veg at blíva. Teir spæla mest á… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 8. apr. 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 8. apr. 2016

í útvarpsstovuni hava vit vitjan av Hera Kjærbo, sum er formaður í nevndini fyri felagsskapin OM Føroyar, ið leygardagin 9. Apríl fer at hava aðalfund, sum verður í skúlanum við Løkin, kl. 10:00 til 12:00. Klokkan 13:00 verður móttøka fyri fráfarandi leiðarunum Anitu og Oddmar Tausen og eisini fyri komandi leiðarninum Johan Petur Johannesen. Greitt… Les meira

Online hóskvøldið 7. apr. 2016

Online hóskvøldið 7. apr. 2016

Gestur okkara er Jórun Pólsdóttir Danielsen, ið saman við manni og dóttir býr í Søldarfirði. Jórun fortelur um uppruna, barnaminnir, ungdómsár og uppvøkstur, m.a. um tilknýti til systur sína og týdningin av at hava eina góða ommu og abba. Hon minnist aftur á sunnudagsskúlan, skúlan og skúlaútferðir og tíðina á studenta skúlanum og hvussu tað… Les meira