Bøn á Tinghúsvøllinum

Bøn á Tinghúsvøllinum

Eins og í 2015, verður aftur í ár skipað fyri bønartiltaki á Tinghúsvøllinum. Tiltakið verður komandi leygardag 27 august kl. 13, og varir í ein góðan tíma. Eins og seinast er talan um eitt alment tiltak, har øll eru vælkomin at møta upp og biðja fyri okkara landi og fólki.

Sum tað stendur í 1. Timoteus 2.1-4… …Eg áminni nú fyrst av øllum um, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum, 2. fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett – fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði. 3. Hetta er Gudi, Frelsara okkara, gott og tekkiligt, 4. Honum, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.

Skráin er sett upp soleiðis, at fyrst verður felagssangur, har sungnir verða sangir og sálmar, sum flest øll kenna. Síðan verður ein bønarskrá gingin ígjøgnum, har ymisk fólk biðja fyri politikkarum, samfelagnum og til seinast fólki Guds.
Tey, ið fara at standa fyri bønunum eru ymsastaðni úr landinum, og úr ymiskum samkomum, bæði kvinnur og menn. Málið er eisini at hvør einstakur, sum er til staðar, kann luttaka í bønini, á sín egna hátt.

Endað verður við tjóðsanginum, og verður tað sum seinast, verður høvi at gera sum tað stendur í triðja øðrindi: Eg nígi tí niður.

Fyrireikararnir vóna at nógv taka hetta til sín og møta upp komandi leygardag kl. 13.00.

Reg Downey & Andreas Flensted á konsertferð í Føroyum 22. – 28. aug. 2016

image

Kanadiski sangarin Reg Downey og danski klaverspælarin Andreas Flensted vitja í Føroyum frá 22. – 28. august. Teir hava sungið og spælt saman í mong ár, og hava vitjað onnur lond m.a. Kanada og Noregi.
Meðan teir eru í Føroyum fara teir at hava hesar konsertir:

Mánadag 22. August kl. 20.00 í Filadelfia í Havn
Týsdag 23. August kl. 19:30 í Vágs kirkju
Hósdagin 25. August kl. 20:00 í Vesturkirkjuni í Havn
Fríggjadagin 26. August kl. 14:00 á Ellisheiminum í Runavík
Fríggjadagin 26. August kl. 20:00 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
Sunnudagin 28. August kl. 16:00 í Christianskirkjuni í Klaksvík

Konsertirnar hjá hesum báðum eru altíð merktar av meira enn bara góðum tónleiki. Reg Downey hevur serligar gávur at tulka sangirnar, soleiðis at teir bæði geva vón, gleði og eisini kunnu verða skemtiligir.
Hetta er fyrstu ferð at Reg Downey vitjar í Føroyum, meðan Andreas hevur verið her fyrr, tá saman við einum klassiskum fiólspælara.
Teir gleða seg báðir til at møta føroyingum, føroysku náttúruni og eisini føroysku mentanini.
Her eru nøkur dømi um, hvørjar sangir teir fara at framføra:

What a wonderful World
Through the Dark of Night (Martin Smith
You raise me up
Somewhere over the rainbow
Midst og the Storm (Reg Downey)
Song of freedom (Reg Downey)
Love me tender
Bridge over trouble Water
The Holy City (Jerusalem) etc.

Lindin – Stuttbylgjan avloysir Á Bylgjulongd í summar

Lindin – Stuttbylgjan avloysir Á Bylgjulongd í summar

Morgunsendingin Á Bylgjulongd hjá Lindini, sum er millum klokkan 09:00 og 11:00, verður avloyst av Stuttbylgjuni, ið er ein stytt Á Bylgjulongd sending við prátið, tónleiki og innsløgum. Stuttbylgjan byrjar 27. Juni og verður til og við 2. septembur 2016 og verður send millum klokkan 10:00 og 11:00 hvønn gerandis dag. Les meira

TEENSTREET 2016

TEENSTREET 2016

TEENSTREET 2016 VERÐUR Í OLDENBURG Í TÝSKLANDI FRÁ 28. JULI – 3. AUGUST. Tilmelding, ávíkavist sum leguluttakari 13-17 ár, toymisleiðari 21+ ár ella hjálparfólk 18+ ár og upplýsingar um kunningardagin, sum VARÐ 11. juni 2016; og um hvussu tað verður ferðast; um trygdina á Teenstreet 2016 o.a. sæst á heimasíðuni: OM.FO  – TEENSTREET manglar starvsfólk m.a. fýra… Les meira

Hjúnakvøld í Kelduni mikukvøldið 22. juni 2016

Hjúnakvøld í Kelduni mikukvøldið 22. juni 2016

Mikukvøldið 22. juni verður hjúnakvøld í Kelduni. Tað eru hjúnini Tina og Max Jalk, ið koma at undirvísa. Tey eru úr Danmark, men búðu í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, har tey vóru partur av Kelduni. Yvirskriftin verður “TRÚGV – VÓN – KÆRLEIKI – í mótgongd líka so væl sum í viðgongd”. Kvøldið byrjar kl.19… Les meira

BÍBLIU- OG TÓNLEIKA- FERÐ TIL  HIRTSHALS 17.-19. juni 2016

BÍBLIU- OG TÓNLEIKA- FERÐ TIL HIRTSHALS 17.-19. juni 2016

Farið verður við Norrønu av Havnini 17. juni kl.03.30 og komið verður til Hirtshals leygardagin kl.12.30 og farið verður úr Hirtshals kl. 15.30. Koma á Havnina sunnukvøldið kl.22.30. Møguleiki verður at vitja í gongugøtuni – og at hyggja inn á gólvi á Malta. Fleiri bíbliutímar og sangløtur verða umborð. Við í ferðalagnum verða m.a. M.C.… Les meira

Høvi at stuðla Føroysku Sjómansmissiónini 26. juni 2016

Høvi at stuðla Føroysku Sjómansmissiónini 26. juni 2016

Tíðindaskriv Sunnudagin 26. juni er talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissiónina í kirkjunum. Alt arbeiðið hjá Sjómansmissiónini verður fíggjað við gávum.Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið. Byrjanin hjá Sjómansmissiónini var í 1918, og hevur hon enn ein virknan leiklut millum sjófólkið. Sjómansmissiónin hevur ein trúboðara í fulltíðarstarvi. Trúboðarin vitjar millum 300 og 400… Les meira

Hotel Ørkin fingið nýggjan formann

Hotel Ørkin fingið nýggjan formann

Í sambandi við 25 ára haldið fyri Ørkina hevur stýrið havt fund og skipað seg av nýggjum. Árni Jacobsen, sum hevur verið í stýrinum síðstu 15 árini og formaður síðstu mongu árini, er farin frá sum formaður og farin úr stýrinum. Nýggjur formaður er Jonhard Joensen. Hann hevur sitið í stýrinum síðani 2003 og verið… Les meira

Stuttbylgjan mánadagin 22. aug. 2016

Stuttbylgjan mánadagin 22. aug. 2016

Vit hoyra Pól Johannesen greiða frá Bíbliuskeiðinum, sum verður í Nesvík í døgunum frá 25. – 28. august 2016. Síðani hava vit vitjan av Reg Downey og Andreas Flensted, ið eru á konsertferð í Føroyum. Teir framføra fyrstu ferð í kvøld 22. august, kl. 20:00 í Filadelfia, Tórshavn. Konsertferðin heldur fram til sunnudagin 28. august. Sí konsert skrá, til vinstu her á síðuni. Hoyr teir greiða frá konsertferðini og um teirra uppruna, uppvøkstur og teirra ymisku upplivingar, hvussu Jesus kom inn teirra lív o.a. Høvi verður at keypa nýggju fløguna hjá teimum á konsertunum.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Stuttbylgjan fríggjadagin 19. aug. 2016

Stuttbylgjan fríggjadagin 19. aug. 2016

Vit hoyra um Bønarátakið, sum verður á Tinghúsvøllinum, leygardagin 27. August 2016, kl. 13:00. Biðið fer at verða fyri landi og fólki. Eyðun Jacobsen, ein av fyrireikarunum er í útvarpsstovuni og greiðir frá. Eisini greiðir Eyðun frá nýggju fløgu útgávuni hjá Svein í Prestgarði, sum eftir ætlan kemur út í oktobur 2016.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Stuttbylgjan hósdagin 18. aug. 2016

Stuttbylgjan hósdagin 18. aug. 2016

Sendingin er merkt av at Føroya Sjómannadagar eru í Klaksvík hesa vikuna. Vit hava tveir gestir. Johild Johannesen greiðir frá Sjómanskvinnuringinum i Klaksvik og um sjómansmøtið, sum verður sunnukvøldið 21. aug. 2016, kl. 18:00 i KFUM. Marianna Jacobsen greiðir frá livinum sum sjómanskona, um familjuna og teirra tænastu i samkomuni.

Vertir: Malan K. Olsen og Maria Mørkøre. Teknikari: Jógvan Hansen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Stuttbylgjan týsdagin 16. aug. 2016

Stuttbylgjan týsdagin 16. aug. 2016

Vit hoyra um Teenstreet leguna, ið var í Oldenburg í Týsklandi, frá 28. juli til 3. aug.2016. Ringt verður til Vinjard Magnussen úr Sørvági, sum saman við familjuni var á Teenstreet leguni. Greitt verður frá umstøðum, um andaliga felagsskapin, samanhaldi, upplivingum, undirvísing, at knýta vinarbond o.ø. Til seinast er orð at grunda yvir; um at gera tað rætta í røttum tíma. Hugleitt og lisið verður úr Luk. 10, 41-42: “Men Harrin svaraði henni: “Marta, Marta! Tú gert tær stríð og órógv av mongum; men eitt er fyri neyðini. Maria hevur valt hin góða lut, og hann skal ikki verða frá henni tikin.” – Annað skriftbrot: Jóh. 12, 2-8.

Vertur: Eydna Háberg. Teknikari Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Vinjard Magnussen
Vinjard Magnussen
Stuttbylgjan mánadagin 15. aug. 2016

Stuttbylgjan mánadagin 15. aug. 2016

Vit hoyra eitt innslag, ið er ein samrøða við Birgir Sigurðsson úr bólkinum I AM, sum framførdi á Summar Festivalinum í Klaksvík, leygardagin 6. August 2016. Samrøðan er gjørd beint aftaná framførsluna. Eisini hoyra vit Preben Hansen greiða frá uppliving í Cornwall, England, á feriu túri í summar.

Vertur: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Stuttbylgjan hósdagin 11. aug. 2016

Stuttbylgjan hósdagin 11. aug. 2016

Gestir í sendingini eru Joan Marsten, Ásbjørg Hjelm, Uni Gregersen, Evy á Lakjuni og Marjun á Lakjuni. Joan og Ásbjørg hava verið við føroyskum TIM (Teens in mission) í Moldova og Uni, Evy og Marjun vóru við TIM í Albania. Hesi toymi vóru har í summar. Tey greiða frá túrunum.

Vertur: Kristian á Lakjuni. Teknikari: Jógvan Hansen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Stuttbylgjan hósdagin 4. aug. 2016

Stuttbylgjan hósdagin 4. aug. 2016

Hava vitjan av Eyðbjørn og Heðin úr bólkinum I AM. Bólkurin fer á pall á Summar Festivalinum, á Stórapall, nú leygarkvøldið, 6. august 2016, kl. 18:00. Hetta er ein slags “comeback”, hjá bólkinum, sum ikki hevur havt almenna framførslu seinastu 10 árini. Greitt verður frá byrjanini, tónleiki o.ø. og um luttøku á festivalum í Føroyum… Les meira

Muffins mikukvøldið 3. aug. 2016

Muffins mikukvøldið 3. aug. 2016

Vit hava vitjan av teimum tónleikarum – Majbritt Højgaard Johansen og Simun Eyðun Davidsen. Majbritt syngur tveir sangir og fortelur eitt sindur um sangirnar og lívið hjá sær og hvønn týdning Guð hevur fyri hana. Eisini tosa vit eitt sindur um Youth, sum verður i Svøríki fyrst í november 2016. Vertir: Jonna Poulsen og Fróði… Les meira

Muffins mikukvøldið 27. juli 2016

Muffins mikukvøldið 27. juli 2016

Í sendingini hesa ferð, tosa vit við Judit Kass. Judit hevur verið í Kambodja í sambandi við DLM (Dansk Luthersk Mission) í 10 mðr, har hon arbeiddi í einum barnagarði. Vertir: Elisa Fríðfljóð Petersen og Marius Dam Vang. Teknikari: Dann Johannessen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og… Les meira

Stuttbylgjan fríggjadagin 22. juli 2016

Stuttbylgjan fríggjadagin 22. juli 2016

Vit hoyra um árligu ungdómsleguna, sum verður í Nesvík frá 8.-12. aug. 2016. Ringt verður til Jákup Justinussen, fyrireikara av leguni. Legan er fyri ung, 8.-10. flokk. Nógv ymist spennandi verður á skránni, m.a. fara Wilson og Grace Goeda úr Suðurafrika at undirvísa. Eisini verða lovsongsløtur, bønarrúm, kappingar, veitslukvøld o.a. Evnið fyri leguna er: “JESUS… Les meira