Lindin 15 ár

Lindin 15 ár

24. januar 15 ára stuðulsdagur
Nú leygardagin 24. januar hevur Lindin stórt stuðulstiltak. 15 ár eru liðin, síðani Lindin tann 21. januar í 2000 byrjaði at senda gleðiboðskapin um Jesus Kristus til fólk í Føroyum. Fyri stuttum var  ein sendari settur upp í Sandvík og ein í Hvalba. Við 13 sendarum røkkur Lindin í dag umleið 90 % av landinum. Sent verður allar vikudagar, alt samdøgrið. Frá fyrsta sendidegi hava trúgvir stuðlar og afturvendandi stuðulsdagar fíggjað allan raksturin av Lindini. Stuðulin er árliga áleið 1,6 mill. Umleið 50 fólk, flestu teirra sjálvboðin, eru onkusvegna virkin í Lindini. Alt hetta ber til, tí so nógv standa saman um Lindina.

Stóri stuðulsdagurin nú leygardagin 24. januar byrjar kl. 11.00, har sent verður beinleiðis úr Hvalba, útvarpstovuni í Havn og Klaksvík og hildið verður á, líka til høvuðsvinningurin, verður drigin kl. 23.30. Eins og undanfarin ár verða útvarpsprát við gestir, og livandi tónleikur við einstaklingum, m.a. Ari Danielsen, Jónsvein Heinesen, Jórun Pólsdóttir og Ári Samson. Karmarnir um sendingina í Hvalba er bygdaráðshúsið, haðani sent verður frá kl. 11 til kl. 15. Prátað verður við fólk úr Hvalba, Sandvík og aðrastaðir úr Suðuroynni og suðringar luttaka eisini við sangi og tónleiki. Seinni um dagin og út á kvøldið verður sent úr Havn og úr Klaksvík. Vinningar verða lutaðir út til tey, ið stuðla Lindini fast ella geva eina gávu, har høvuðsvinningurin er ein ferð til Ísrael á páskum. Lagt verður upp til ein stuðulsdag við serligum dámi og – upplivingum.

Høvi verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul hjá Lindini, hækka stuðulin ella lata eina gávu. Tað kann gerast á heimasíðuni www.lindin.fo ella við at ringja til Lindina sama dag, har fólk verður at taka telefonina. Tlf. 321377 og SMS 521377.

Vit gleða okkum til dagin við takksemi til tykkum øll, ið stuðla, koma við vinningum, lýða á, luttaka og ikki minst til Hansara, sum gav Son Sín, Jesus Kristus, okkum til loysigjald.

Systrar geva út nýggja fløgu

Systrar geva út nýggja fløgu

Ein spennandi fløga verður skjótt at fáa í føroysku sølubúðunum. Talan er um bólkin “Systrar”, sum nú koma við síni fyrstu útgávu við í stóran mun egnum løgum og tekstum. Tað eru tær tær fýra systrarnar, Anna Sofía Mellemgaard, Margit Justinussen, Linda Petersen og Rakul Petersen, sum allar eru royndar innan sang og tónleik, ið…Les meira

Billy Graham á føroyskum.

Billy Graham á føroyskum.

Nú ber til at síggja røður hjá Luis Palau og Billy Graham, tulkaðar til føroyskt. Evangeliska Røddin hevur nú á heimasíðu sínari, evr.fo, undir “video”, nakrar  evangeliskar møtirøðir liggjandi. Luis Palau í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í 1988, Poul Jóhan Djurhuus tulkar. Billy Graham í Essen í Týsklandi 1993, Zacharis Zachariasen tulkar. Henda møtirøðin…Les meira

Heystlegan á Zarepta 10.-15. okt.

Heystlegan á Zarepta 10.-15. okt.

Tilmeldingin til Heystleguna er nú byrjað, og tú kanst melda teg til á www.zarepta.fo. Góð bíbilsk undirvísing, avbjóðingar, samvera, spæl og hugni verða á skránni á Heystleguni í ár, har tey 15 til 17 ára gomlu fara at njóta nakrar heystardagar saman í fyrru helvt av heystfrítíðini.Les meira

Christmas Child

Christmas Child

Seinasta freist at lata skógvaeskjur inn er sunnudagin 26. okt. 2014 Les meira um Christmas Child á www.christmaschild.foLes meira

Stuðla Lindini

Tú kanst verða við í lutakasti um ymiskar vinningar við gerast ein fastur stuðul hjá Lindini ella flyta eina føðingardagsgávu á niðanfyristandandi konto nr.:
Viðmerk “15 ár”
Eik Banki:………………… 9181 – 128.147.1
BankNordik:……………. 6460 – 498.575.5
Norðoya Sparikassi:… 9865 – 102.130.8
Suðuroyar Sparikassi: 9870 – 101.550.9
Bank Giro:……………….. 9870 – 437.113.6

Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 9. des. 2014

Á Bylgjulongd týsdagin 9. des. 2014

Í dag er Zacharias Zachariassen gestur. Hann greiðir frá barnaárunum í Gøtu, at verða 7 syskin harav 5 eru fødd deyv. Síðani um krígsárini og tíðin tá. Eisini sigur hann frá Guds varðveitslu ígjøgnum alt lívið, og nakrar serligar hendingar úr lívinum hjá honum og hansara, har hann sá Guds verju og varðveitslu. Zacharias endar við at greiða frá tá hann sum 15 ára gamal fekk frelsuvissuna.

Vertur: Teresa Damgaard-Jarnfoss
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mánadagin 8. des. 2014

Fyrst greiðir Henrik Mellemgaard frá hvussu hann saman við teimum í Evangelihúsinum, ynskja umsorgan fyri Tórshavnar bý. Síðani er Vinjard Magnussen gestur og tosa verður um “Størri Jesus”

Vertir: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 6. nov. 2014

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 6. nov. 2014

Gestur er Essa Petersen. Hann hevur búð í Nordepli, men býr nú í Havn. Essa fortelur um mammu sína, og um sín uppruna. Hann vaks upp hjá ommu og abba sínum. Essa fortelur eisini um síni ríku barna ár, og um eina konu sum eitur Fríbjørg. Pápabeiggi hansara var blindur. 8 ára gamal bleiv Essa…Les meira

Bylgjulongd fríggjadagin 5. des. 2014

Jógvan Zachariassen greiðir frá um bókina “At elska og liva”, sum hann og Unn, kona hansara hava skriva. Síðani hoyra vit Victor Carlsen greiða frá um nýggju fløguna hjá honum, sum eitur “Gjøgnum alt”. Vit hoyra eisini nøkur løg av fløguni, sum eisini verður burturluta saman við bókini hjá Jógvan. Vertur: Tór Arni Samuelsen Lurta eftir…Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 4. des. 2014

Á Bylgjulongd hósdagin 4. des. 2014

Í dag er vitjan av Snorra Brend og Kristian Hansen. Snorri tosar um andaliga lívið og tænastuna. Kristian tosar um advent og Guds ætlan um Jesu komu, gjøgnum gamla testamenti. Vertir: Maria Mørkøre og Mala K. Olsen Teknikari: Kristinn Akursmørk Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save…Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 3. des 2014

Fyrst er Mia Jacobsen Kagotho gestur. Fríggjadagin 5. desember fara hon, maðurin Jimmi og dóttirin Naomi heim aftur til Kenya, har tey m.a. arbeiða við at byggja eitt kvinnuheim. Til ber at stuðla tey fíggjarliga á konto í Eik: 379.159.0. Síðani er Poul Færø við í sendingini. Poul hevur biðið Hallgrím Miðberg koma at syngja…Les meira