Ókeypis konsert við BLÁTT GRAS fríggjakvøldið 15. august kl. 20.00 í Kelduni

Ókeypis konsert við BLÁTT GRAS fríggjakvøldið 15. august kl. 20.00 í Kelduni

Fríggjakvøldið 15. august verður áhugaverd konsert í Kelduni í Skálafirði.
Tað er kendi bólkurin Blátt Gras sum fer á pallin at spæla teirra fangandi og lurtaravinarliga bluegrass/contry tónleik.
Konsertin byrjar kl 20.00

Eisini kemur Eyðun Jacobsen og ein nýggj duo við Dan Leivsson og Johnny Mikkelsen at luttaka á konsertini.

Bólkurin Blátt Gras fer 14. september til USA at innspæla eina nýggja fløgu. Teir fara í Crossroads Studio í Arden NC. Hetta er sama studio sum Zamar og Kvartettin í Betesda innspældu teirra fløgur.

Tað verður multitalentið David Jones sum kemur at produsera fløguna hjá Blátt Gras.

Konsertin í Kelduni fríggjakvøldið er ókeypis, tað verður tó ein innsavnan á konsertini har møguleiki verður at geva eina gávu til bólkin.

Eftir konsertina verður ein góður drekkamunnur at fáa.

Ver hjartaliga vælkomin í Kelduna fríggjakvøldið kl 20.00

Jan Zachariassen gevur út fløgu

Jan Zachariassen gevur út fløgu

Fríggjadagin 6. juni gav Jan Zachariassen út fløgu, sum hann kallar Shine.
Jan er ættaður av Argjum, men hevur seinastu 10 árini búð við familju síni í Malmø. Hann hevur arbeitt við tilfarinum í gott 10 ár, og nú er fløgan loksins liðug. 11 løg eru á útgávuni. 7 løg eru instrumental meðan restin er við sangi.
Stílurin er smooth jazz / westcoast / groovy gospel.

Jan spælir sjálvur bass og guitar á fløguni, og hevur sjálvur tikið upp og lagt til rættis. Nakrir av hinum tónleikarunum eru: Regin Guttesen, Jósva Debes, Finnur Hansen, Óli Poulsen, Linda Petersen og síðani ein útvaldur skari av dugnaligum svenskum tónleikarum.Les meira

Tónleika- og bíbliuferð 27. til 29. juni

Tónleika- og bíbliuferð 27. til 29. juni

Gevandi og hugnalig samvera. Á ferðini niður og heim verða millum annað sangløtur, har Sangbólkurin Keldan úr Suðuroy fer at luttaka. Hetta eru spælarar, sum eru kendir frá kristiligum fundum kring landið. Eisini verða bíbliutímar við Poul Jóhan Djurhuus og Svenning av Lofti meðan siglt verður. Fráferð er av Havnini fríggjamorgunin 27. juni kl. 03.30Les meiraLes meira

Lindin á Hvítusunnustevnu í Sørvági

Lindin sendir hesi møtir beinleiðis frá Hvítusunnustevnuni í Libanon í Sørvági. Leygarkvøldið 7. juni kl.19.00 Møti v/ Sverre Bjørnhaug og Asle Zachariassen úr Norra sum tala. – Lovinda Halgaklett syngur. Sunnudagin 8. juni kl.17.00 Møti v/ Sverre Bjørnhaug og Asle Zachariassen úr Norra sum tala. – Jógvan Steintún og Jákup Suni Lauritsen syngja.

Stuttbylgjan hósdagin 14. august 2014

Stuttbylgjan hósdagin 14. august 2014

Sendingin í dag er úr Klaksvík, og gestur er Kristian Hansen.  Evnið er “Evangelium” – hvat merkir navnið, og hvat fevnir tað um?

Vertir:  Malan K. Olsen og Maria Mørkøre

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”