Lindin og EVR sendir møtini beinleiðis

Lindin og www.evr.fo sendir møtini beinleiðis við Franklin Graham og Michael W. Smith.

Samkomur í og einstklingar í Føroyum standa í hesum døgum saman um evangeliskt átak við heitinum ”Hásummarhátíð,” sum verður í ítróttarhøllini á Hálsi sunnudagin 21. juni.

Saman við heimskenda tónleikaranum og sangaranum Michael W. Smith og øðrum fer kendi evangelisturin Franklin Graham at tala í høllini á Hálsi sunnudagin 21. juni. Umframt Michael W. Smith, fara hesi eisini at syngja: Dennis Agajanian úr USA, Johan og Anne Barbour, USA, Óskar Einarsson við ljómliði,. Eisini verða føroyskir sangarar.

Franklin Graham fer at tala á tveimum møtum hendan dagin. Fyrra møtið verður kl. 18.00 og seinna møtið, sum verður kl. 21.30 verður ein serstøk løta, ið ætlað unga fólkinum, har ljómliðið Thousand Foot Krutch og Michael W. Smith fara at syngja.

Franklin Graham er sonur heimskenda evangelistin Billy Graham, sum 96 ára gamal í dag. Sum ungur tók hann frástøðu frá tí andaliga, og hann ikki fara at fylgja í fótafetum pápans. Men 22 ára gamal umlivdi hann eina andaliga kollvelting. Hann var tá staddur í Jerusalem. Síðani 1989 hevur Franklin Graham í miðal hildið 7 stórar evangeliskar fundarøðir um árið. Franklin Graham dag er ein heimskendur og virdur evangelistur, sum ferðast um allan heim. Í september í 2013 hevði Franklin evangeliska fundarøð í Laugardalshøllini í Reykjavík, har 3- 4000 fólk vóru til møtini.

Hjálparfelagsskapurin “Samaritan Purse” (Pengapungur Samverjans), sum Franklin Graham leiðir, hevur virkað í Føroyum í mong ár undir navninum “Cristmas Child.” Felagsskapurin savnar inn gávueskjur til treingjandi børn um allan heim.

Samaritan Purse veitir serkøna hjálp í heimsins vanlukkuraktu og truplu økjum, har menniskjur eru rakt av álvarsomum trupulleikum, kríggi, hungri, jarðskjálvta o.a. Sum dømi kunnu nevnast tann umfatandi jarðskjálvtin í Nepal og Ebola-sjúkan í Liberia. Har kom hjálparfelagsskapurin hjá Franklin Graham, bæði við læknahjálp og hjálparútgerð.

Franklin Graham ber føroyingum hesa heilsan:

“Allir føroyingar vælkomin, og okkara vón er, at tey, sum stríðast við lívsins ivamál og sum ynskja eina nýggja byrjan í lívinum, fara at koma til hásummarhátíð í Ítróttarhøllini.”

Umframt ítróttarhøllina, so er høllin “Dansifrøi” og eitt tjald hjá Tórshavnar Kommunu leigað til endamálið. Har verða sjónvarpsskermar settir upp, so øll síggja og hoyra alt, sum fer fram.

Átakið “Summarhátíð” við Franklin Graham hevur skrivstovu á Starvegi 5 á Hálsi í Havn, Har er eisini bønarløta hvønn yrkadag kl. 16-17. Øll eru vælkomin at leitað hagar hesa løtuna, umframt at seta seg í samband við skrivstovuna á tlf. 25 55 30.

Hoyr Bíbliuna upplisna á føroyskum beint nú

Hoyr Bíbliuna upplisna á føroyskum beint nú

Bíbliuboðrenningin er nú. Tað ber til at fylgja við á hesi leinkju: http://sc4.spacialnet.com:26846/listen.pls Lurta við at taka niður opna hesa fíluna. Tú noyðist møguliga at innstallera VLC-spælaran (riggar eisini á Android): http://www.videolan.org/ Lindin sendir beinleiðis hesar tíðir: Fríggjadagin 5. juni kl.09.00-13.00 kl.17.00-18.00 kl.19.00-22.55 Leygardagin 6. juni kl.00.30-08.30 kl.17.00-20.25 kl.21.35-00.00 Sunnudagin 7. juni kl.00.01-10.00 kl.11.00-13.00 kl.18.00-19.00… Les meira

Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu “Á Veg Heim”

Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu “Á Veg Heim”

”Á veg heim” er heitið á nýggjari fløgu, sum Eyðun Jacobsen letur úr hondum 14 mai. Tað er samkoman Keldan í Skálafirði, ið gevur fløguna út. www.keldan.fo Á fløguni eru 14 sangir, ið allir leggja seg at country gospel stílinum. Flestu sangirnir eru týddir úr enskum, av sera dugnaligum týðarum sum m.a. Árna Jacobsen, Jóhann… Les meira

Lindin sendir hesi møtir beinleiðis á Hvítusunnu

Lindin sendir hesi møtir beinleiðis á Hvítusunnu

Leygardagin 23. mai Kl.19.00: Badmintonhøllin í Klaksvík. Talarar: Símun Pætur á Torkilsheyggi, Jákup Hansen, Arni Simonsen og Svein í Prestgarði. Sangluttøka: Sangbólkurin Keldan Kl.22.00: Badmintonhøllin í Klaksvík. Ungdómsmøti Hvítusunnudagur 24. mai Kl.11.00: Oasan í Hoyvík. Jóhan Petur Johannesen talar Kl.15.00: Badmintonhøllin í Klaksvík Nýggja sangbókin løgd fram Kl.17.00: Libanon í Sørvági – Jeffrey Berstein talar… Les meira

Møtir við Jeff Fountain beinleiðis í Lindini

Møtir við Jeff Fountain beinleiðis í Lindini

Sunnudagin 19. apríl kl. 11.20 Møti beinleiðis úr Kelduni – Jeff Fountain talar Sunnukvøldið 19. apríl kl. 18.00 Møti beinleiðis úr Oasuni – Jeff Fountain talar, evnið er “Vón fyri Evropa?” Les meira um vitjanina á https://www.facebook.com/jeffvitjar Les meira

Møtir við Moses Hansen

Møtir við Moses Hansen

Skráin fyri møtini hjá Moses kunnu tit síggja á hesari leinkju: http://kristin.fo/kendur+praedikumadur+vitjar+foroyar.html og heimasíðuni www.filadelfia.fo Les meira

Lindin sendir beinleiðis frá George Verwer vitjan

Lindin sendir beinleiðis frá George Verwer vitjan

Fríggjadagin 10. apríl Kl.20.00: Badmintonhøllin í Klaksvík. George Verwer talar. Betesdakórið luttekur. Drama, filmar og aðrar framførslur verða eisini. Leygardagur 11. apríl Kl.20.00 Badmintonhøllin í Klaksvík George Verwer talar. Sola Gratia úr KFUM&K og T.O.S syngja Kl.22.30 Badmintonhøllin í Klaksvík. George Verwer talar. T.O.S. syngur aftur Sunnudagin 12. apríl Kl.11.00: Gudstænasta í Oasuni í Hoyvík. George Verwer talar.… Les meira

George Verwer í Føroyum 10.-12. apríl 2015

George Verwer í Føroyum 10.-12. apríl 2015

OM stovnarin, George Verwer, kemur til Føroyar 10. – 12. apríl 2015, í samband við Aðalfundin hjá OM Føroyar. Ein bólkur er settur at fyrireika vitjanina og í henni eru: Pól Johannesen, Beinta Vang, Rói Norðoy, Ásvald Thomsen og dagliga leiðslan fyri OM Føroyar, Anita & Oddmar Tausen. Fríggjakvøldið 10. apríl og leygarkvøldið 11. apríl… Les meira

Fyrrverandi muslimur, nú kristin, vitjar Bíbliufelagið

Fyrrverandi muslimur, nú kristin, vitjar Bíbliufelagið

Føroyska Bíbliufelagið fær vitjan av einum sera áhugaverdum persóni, sum er flótti og fyrrverandi muslimur úr Iran og nú valkirkjuprestur í donsku fólkakirkjuni. Í sambandi við aðalfundin hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum verður 12. mars í Kelduni í Skálafirði, hevur Bíbliufelagið boðið Massoud Fouroozandeh til Føroya at hava fyrilestur. Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 4. juni 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 4. juni 2015

Fyrst er vitjan av Eyðbjørn Jacobsen og Finn Johannessen. Teir greiða frá um sunnudagskúlatiltakið “Summargleði”, sum verður í Klaksvík 20. juni. Eisini hoyra vit um at BUBU gevur nýggja fløgu út skjótt. Síðani er Kristian Hansen gestur og tosar um evnið: “Hvussu kann ein kærleiksfullur Gud loyva líðing”?

Vertur: Maria Mørkøre
Teknikari: Kristin Akursmørk

Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 2. juni 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 2. juni 2015

Sunnudagin 21. juni vera stórmøtir, nevnd Hásummarhátíð, við víðagitna evangelistinum Franklin Graham. Hans Mannegren, samskipari og Svenning av Lofti eru í útvarpsstovuni fyri at siga frá møtunum, sum verða í Ítróttarhøllini á Nabb samstundis sum tey verða víst á stórskýggja í Dansifrøði. Við Franklin Graham kemur heimskendi sangarin Michael W. Smith og aðrir sangarar og tónleikarar. Møtini vera sunnudagin 21. juni kl. 18:00 og kl. 21:30, tað seinna møti er ungdómsmøti.

Vertur: Eydna Háberg
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mánadagin 1. juni 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 1. juni 2015

Vit hoyra um tiltakið “Bíbliu-boðrenning”, sum verður í Kedron í Sørvági 4.-7. juni 2015. Lisið verður gjøgnum bíbliuna uppá umleið 80 tímar. Tiltakið endar við hátíðarhaldið 7. juni kl. 18.00. Bíbliuboðrenningin er byrjað
Tað ber til at fylgja við á hesi leinkju:
http://sc4.spacialnet.com:26846/listen.pls

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 29. mai 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 29. mai 2015

Gestur er Jeffrey Bernstein. Hann hevur ferðast nógvastaðni í heiminum og hevur, í mongum kirkjum og samkomum, boðað boðskapin um hvussu kristin kunnu bera evangeliið aftur til tað jødafólkið, haðani evangeliið upprunaliga er komið. Jeffrey kennir persónliga kallið um, at jødar eiga at vera ein fyrimynd og ljós fyri øll fólkasløg. Hann stovnaði felagskapin “Gates of Zion”, (Portur Zions) sum hann er formaður fyri. Hesin felagsskapur verður stuðlaður við gávun og sjálvboðnari arbeiðsmegi. Endamálið er at røkka jødar við evangeliunum um Messias og upplýsa tey kristnu um jødisku røtur og uppruna teirra, og geva teimum høvi at vera við at fáa jødarnar heim. Gates of Zion hevur heimasíðuna: www.gatesofzion.net – Konta hjá Gates Of Zion í Eik Banka: 9181: 171.530.7

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 28. mai 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 28. mai 2015

Í fyrra tímanum lurta vit eftir tónleiki og hoyra eitt sindur um kongsveldi Guds. Og í seinna tímanum er Arni Zachariassen gestur og tosa verður um evni: “at læra seg at tosa Arabiskt”

Vertur: Rói Norðoy
Teknikari: Eirikur Biskopstø

Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 27. mai 2015

Á Bylgjulongd mikudagin 27. mai 2015

Dánial lesur úr Rómbrævinum kap. 5. Síðani er Poul Færø við í sendingini. Vertur: Dánial á Dul Jacobsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 26. mai 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 26. mai 2015

Fyrsti gestur er Jógvan á Lakjuni, sum tosar um søguna í samband við at fáa sangbøkur á føroyskum. Síðani verður greitt frá nýggju sangbókini hjá Brøðrasamkomuni, sum varð løgd fram alment Hvítusunnudag á samfelagsstevnuni í Klaksvík. Bókin fæst bæði við harðari og bleytari permu og fæst í bókhandlum kring landið. Síðani er vitjan av Paul… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 22. mai 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 22. mai 2015

Fyrst greiðir Jákup Sandberg Joensen frá um Hvítusunnustevnuna í Libanon í Sørvági, sum er 23.-25. mai 2015. Síðani hoyra Eyðun Elttør greiða frá um Samfelagsstevnuna í Klaksvík, sum er 22.-25. mai 2015. Les meira á www.betesda.fo Vertur: Tór Arni Samuelsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 21. mai 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 21. mai 2015

Í sendingini er samrøða við Moniku og Tim Sharp. Tey eru trúðboðarar á Filipsoyggjunum. Vit tosa um teirra dagligdag, avbjóðingar, um at boða evangeliið til ein ónáddan heim. Tey greiða eisini frá um ta sorg, tey hava verið gjøgnum seinastu árini, har tey hava mist so nógv. Vertir: Maria Mørkøre og Anna við Stein Teknikari:… Les meira