Systrar geva út nýggja fløgu

Systrar geva út nýggja fløgu

Ein spennandi fløga verður skjótt at fáa í føroysku sølubúðunum. Talan er um bólkin “Systrar”, sum nú koma við síni fyrstu útgávu við í stóran mun egnum løgum og tekstum. Tað eru tær tær fýra systrarnar, Anna Sofía Mellemgaard, Margit Justinussen, Linda Petersen og Rakul Petersen, sum allar eru royndar innan sang og tónleik, ið hava gjørt gamla dreymin til veruleika at geva út sína egnu fløgu.Les meira

Billy Graham á føroyskum.

Billy Graham á føroyskum.

Nú ber til at síggja røður hjá Luis Palau og Billy Graham, tulkaðar til føroyskt. Evangeliska Røddin hevur nú á heimasíðu sínari, evr.fo, undir “video”, nakrar  evangeliskar møtirøðir liggjandi. Luis Palau í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í 1988, Poul Jóhan Djurhuus tulkar. Billy Graham í Essen í Týsklandi 1993, Zacharis Zachariasen tulkar. Henda møtirøðin…

Heystlegan á Zarepta 10.-15. okt.

Heystlegan á Zarepta 10.-15. okt.

Tilmeldingin til Heystleguna er nú byrjað, og tú kanst melda teg til á www.zarepta.fo. Góð bíbilsk undirvísing, avbjóðingar, samvera, spæl og hugni verða á skránni á Heystleguni í ár, har tey 15 til 17 ára gomlu fara at njóta nakrar heystardagar saman í fyrru helvt av heystfrítíðini. Ein serligur hugni á Heystleguni Heystlegan er seinasta…Les meira

Christmas Child

Christmas Child

Seinasta freist at lata skógvaeskjur inn er sunnudagin 26. okt. 2014 Les meira um Christmas Child á www.christmaschild.fo

Lindin sendir beinleiðis á Y2014

Lindin sendir beinleiðis á Y2014

Leygardagin 27. sept. frá kl. 14.00 til kl. 02.00 sendir Lindin beinleiðis á Y2014 í Badmintonhøllini í Klaksvík. Tað ber eisini til at fylgja við á heimasíðuni www.y2014.fo

12-stiga bólkur

12-stiga bólkur

Nú fer 12-stiga bólkurin eftir tí kristiliga modellinum í gongd aftur, og hetta verður sostatt 5. veturin á rað. Hetta vísir seg at vera fruktagott arbeiði, og ringarnir hava breitt seg víðari, enn vit dugdu at ímynda okkum, tá vit byrjaðu hvønn veturin. Tí byrja vit aftur í ár við 2 kunningarkvøldum nú 18. og…Les meira

TÍÐARTJÓVAR! – Mansstevna í Zarepta 19. – 21. september

TÍÐARTJÓVAR! – Mansstevna í Zarepta 19. – 21. september

Nú er latið upp fyri tilmelding til árligu mansstevnuna í Zarepta, sum í ár verður frá fríggjadegnum 19. til sunnudagin 21. september, hesaferð undir heitinum: ”tíðartjóvar”. Mansstevnan er legan, har menn kring alt landið fáa høvi at vera saman við hvør øðrum í góðum og hugnaligum umstøðum í Zarepta, har dentur verður lagdur á góða…Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 16. okt. 2014

Á Bylgjulongd hósdagin 16. okt. 2014

Gestir eru Kristian Martin Petersen formaður í Thabor í Fuglafirði og Tórjun Dahl Jacobsen. Nú sunnukvøldið 19. okt. kl. 18.00 er familjutiltak við sangi. Nátturði er aftaná møtið og møguleiki verður at lata Thabor eina føðingardagsgávu, í samband við at húsið fyllur 90 ár. Christmas Child eskjurnar verða samlaðar inn. Vit hoyra eisini um at Tórjun hevur havt sunnudagsskúla og nú hevur hon sjómanskvinnuringin og er eisini virkin á møtinum.

Vertur: Malan K. Olsen
Teknikari: Kristinn Akursmørk

Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 15. okt. 2014

Á Bylgjulongd mikudagin 15. okt. 2014

Í fyrru helvt hava vit vitjan av hjúnunum Anna Sofía & Henrik Mellemgaard. Anna Sofía er ein av fýra systrum, sum mynda bólkin Systrar, ið júst eru komnar við nýggjari fløgu. Tey greiða frá nøkrum sangum, sum tey bæði, hvørt í sínum lagi, hava gjørt bæði orð og løg til. Seinni er Poul Færø við í sendingini og legði hann út við tankanum um at eldast væl.
Vitja heimasíðuna www.systrar.fo og fá meira at vita um nýggju fløguna

Vertur:  Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 14. okt. 2014

Á Bylgjulongd týsdagin 14. okt. 2014

Gestur er fyrst Gunnvá Arge, sum er við til at skipa fyri eini Lektiucafé í Lonini í Hoyvík. Har kunnu næmingar koma ávísar seinnapartar og fáa hjálp við lektium og annars hugna sær við einum drekkamunni. Meiri fæst at vita á teirra facebook síðu Lektiucafé. www.facebook.com/lektiucafe Seinni í sendingini prátað vit við Sannu Hammer, leiðari fyri “Ung í trúarverki”

Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 13. okt. 2014

Á Bylgjulongd mánadagin 13. okt. 2014

Fyrsti gestur er Lone Lyager. Hon er sosialráðgevi og psykoterapeutur í Danmark og vitjar felagskapin KRIS. Seinni gesturin er Miriam Rasmussen sum greiðir frá um Christmas Child. Vit ringja eisini til Hanus O. Høj, sum hevur fingi bræv úr Rumenia. Les meira um Christmas Child á www.christmaschild.fo
Almennir fyrilestrar við Lone Lyager verða:
Týsdagin 14. okt. 2014 kl. 19:00 í Hoyvíkar Kirkju.
Evni: “Sárið, tú varð latin eftir við – eitt upplegg um seinárin av kynsligum ágangi.”
Hósdagin 16. okt. 2014, kl. 19:00, í Kelduni í Skálafirði
Evni: “Seinárin hjá monnum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi.”
Sí meiri tilfar á heimasíðuni www.kris.fo

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 10. okt. 2014

Á Bylgjulongd fríggjadagin 10. okt. 2014

Fyrst práta vit við Anju Hansen frá sjónvarprásini Iktus. Trupuleikar eru við siginalinum hjá Iktus í løtuni. Síðani er vitjan av Ragnhard Petersen samskipara hjá KFS. Vit hoyra um vitjanina av John Lennox, sum verður 29. okt. – 2. nov. 2014
Sjónvarprásin Iktus: www.iktus.fo og www.facebook.com/iktus.fo
John Lennox vitjan: www.kfs.fo og www.facebook.com/LennoxFO

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 9. okt. 2014

Á Bylgjulongd hósdagin 9. okt. 2014

Í dag hava vit samrøðu við Róa Norðoy. Rói greiðir frá visjónunum og arbeiðnum hjá samkomuni Karis. Tosað verður eisini um heilaga lívið og persónligarhendingar hjá honum. Vertir:  Maria Mørkøre og Malan K. Olsen Teknikari: Kristinn Akursmørk Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…”…

Á Bylgjulongd mikudagin 8. okt. 2014

Á Bylgjulongd mikudagin 8. okt. 2014

Lisið verður úr 2. kapitli í Hebrearabrævinum. Seinni kemur Poul Færø við í sendingina, og tosar um tann einfalda trúskapin ímóti Kristusi. Vertur:  Dánial á Dul Jacobsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 7. okt. 2014

Á Bylgjulongd týsdagin 7. okt. 2014

Vit tosa við Dánjal Poulsen, nevndarlim í Evangelisku røddini (EVR). Hann greiðir frá at tað nú ber til at lurta eftir heimskendu evangelistunum Billy Graham og Louis Palau á heimasíðuni www.evr.fo undir “video”. Teir báðir verða tulkaðir til føroyskt. Eisini er nógva annað gott tilfar á somu síðu undir “netvarp”. Síðani er Silja í Liða…

Á Bylgjulongd mánadagin 6. okt. 2014

Á Bylgjulongd mánadagin 6. okt. 2014

Fyrst ringja vit til Arna Zachariassen og tosa um “Hvat er kristin tónleikur”. Síðani ringja vit til Paula Høj og tosa um “trúgv”. Til seinast ringja vit til Lindu og Rakul Petersen har tær greiða frá um fløguútgávuna “Systrar” Vertir: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina…