Fyrrverandi muslimur, nú kristin, vitjar Bíbliufelagið

Fyrrverandi muslimur, nú kristin, vitjar Bíbliufelagið

Føroyska Bíbliufelagið fær vitjan av einum sera áhugaverdum persóni, sum er flótti og fyrrverandi muslimur úr Iran og nú valkirkjuprestur í donsku fólkakirkjuni.

Í sambandi við aðalfundin hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum verður 12. mars í Kelduni í Skálafirði, hevur Bíbliufelagið boðið Massoud Fouroozandeh til Føroya at hava fyrilestur.

Massoud er ein spennandi persónur. Hann er føddur í Teheran í Iran í 1970 og er fyrrverandi muslimur. Sum blaðungur drongur flýddi hann úr Iran eftir kurdisku fjøllunum, skaddur og á tveimum høkjum, til Turkalands og víðari til Danmarkar, har hann gjørdist kristin og fór at lesa gudfrøði.

Í 1997 stovnaði hann missiónsrørsluna “Church of Love”, við deildum í Keypmannahavn, Odense, Århus og Malmø.

Í 2014 varð “Church of Love” góðkend sum valmeinigheit av danska kirkjumálaráðnum. Sostatt er Mossoud fyrsti prestur í Danmark, sum er umvendur frá islam til kristindómin.

Massoud hevur skrivað 3 bøkur: “Global Jihad – islams sjette søjle”, “Den forbudte frelse” og “Islam og Kristendom”.

Almennur fyrilestur: Frá islam til Kristus
Í sambandi við aðalfundin hjá Bíbliufelagnum, verður almennur fyrilestur í Kelduni í Skálafirði hóskvøldi 12. mars kl. 20.00, har Massoud Fouroozandeh fer at tala um evnið: “Mín leið frá Islam til Kristus.” Høvi verður eisini at seta Massoud spurningar. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Aðalfundur

Árligi aðalfundurin hjá Bíbliufelagnum, við frágreiðing frá arbeiðinum, framløgu av roknskapi og vali verður í Kelduni 12. mars kl. 19.00. Høvi verður at tekna seg sum lim í Bíbliufelagnum. Skráin kann lesast á heimasíðuni www.biblia.fo.

Lindin 15 ár

Lindin 15 ár

24. januar 15 ára stuðulsdagur
Nú leygardagin 24. januar hevur Lindin stórt stuðulstiltak. 15 ár eru liðin, síðani Lindin tann 21. januar í 2000 byrjaði at senda gleðiboðskapin um Jesus Kristus til fólk í Føroyum. Fyri stuttum var  ein sendari settur upp í Sandvík og ein í Hvalba. Við 13 sendarum røkkur Lindin í dag umleið 90 % av landinum. Sent verður allar vikudagar, alt samdøgrið. Frá fyrsta sendidegi hava trúgvir stuðlar og afturvendandi stuðulsdagar fíggjað allan raksturin av Lindini. Stuðulin er árliga áleið 1,6 mill. Umleið 50 fólk, flestu teirra sjálvboðin, eru onkusvegna virkin í Lindini. Alt hetta ber til, tí so nógv standa saman um Lindina.Les meira

“Gjøgnum alt” – Ein nýggj instrumentalfløga við Victor Carlsen.

“Gjøgnum alt” – Ein nýggj instrumentalfløga við Victor Carlsen.

Tað eru nú 5 ár síðani tann fyrra instrumentala fløgan við heitinum “Dreymur og veruleiki” kom út. Tíðin tillagar at ein nýggj átti at koma út, og nú er hon so her. Henda nýggja fløgan hevur fingið heitið: “Gjøgnum alt”, og vil útgevarin við hesum vísa á, at gjøgnum sera broyttar lívsumstøður tey seinastu árini,…Les meira

Systrar geva út nýggja fløgu

Systrar geva út nýggja fløgu

Ein spennandi fløga verður skjótt at fáa í føroysku sølubúðunum. Talan er um bólkin “Systrar”, sum nú koma við síni fyrstu útgávu við í stóran mun egnum løgum og tekstum. Tað eru tær tær fýra systrarnar, Anna Sofía Mellemgaard, Margit Justinussen, Linda Petersen og Rakul Petersen, sum allar eru royndar innan sang og tónleik, ið…Les meira

Billy Graham á føroyskum.

Billy Graham á føroyskum.

Nú ber til at síggja røður hjá Luis Palau og Billy Graham, tulkaðar til føroyskt. Evangeliska Røddin hevur nú á heimasíðu sínari, evr.fo, undir “video”, nakrar  evangeliskar møtirøðir liggjandi. Luis Palau í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í 1988, Poul Jóhan Djurhuus tulkar. Billy Graham í Essen í Týsklandi 1993, Zacharis Zachariasen tulkar. Henda møtirøðin…Les meira

Heystlegan á Zarepta 10.-15. okt.

Heystlegan á Zarepta 10.-15. okt.

Tilmeldingin til Heystleguna er nú byrjað, og tú kanst melda teg til á www.zarepta.fo. Góð bíbilsk undirvísing, avbjóðingar, samvera, spæl og hugni verða á skránni á Heystleguni í ár, har tey 15 til 17 ára gomlu fara at njóta nakrar heystardagar saman í fyrru helvt av heystfrítíðini.Les meira

Christmas Child

Christmas Child

Seinasta freist at lata skógvaeskjur inn er sunnudagin 26. okt. 2014 Les meira um Christmas Child á www.christmaschild.foLes meira

Ljóðmynd í Lindini páskadagarnar

Ljóðmynd í Lindini páskadagarnar

Nýggj stuttrøð í 2. pørtum hjá M.C. Restorff umtalar amerikanaran, Louis Zamperini (1917-2014), fyrrverandi ótangan, sum seinni gjørdist víðakendur olympiskur rennari og krígshetja.

Tó, tað eru ikki hesi brøgd hansara, sum geva honum heiðursheitið ”American Hero”. Nei, tað er sigurin hjá manninum á sær sjálvum – at honum, við Guds hjálp, eyðnaðist at venda ófantaligum hatri til mildni. Úrslitið? Jú, vinahond rættist fíggindum, og hetta forlátilsið gjørdist ein roysnisgerð, sum hevði síni jaligu árin á øll, ið hittu hann.

Fyrri partur skírhósdag kl. 16 & kl. 22.30
Seinni partur langa fríggjadag – somu tíðir.

Fyrri partur 1. páskadag kl. 17 & kl. 23
Seinni partur 2. páskadag – somu tíðir.
Zamperini-running

Á Bylgjulongd fríggjadagin 27. mars 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 27. mars 2015

Vit hava vitjan av Alvin Doss úr Malaysien, sum greiðir frá síni uppliving av sólarmyrkingini. Eisini sigur hann frá sínum vitnisburði. Samuel Joensen tulkar.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 26. mars 2015

Fyrst hoyra vit Róa Norðoy tosa um “Hvør er Jesus”. Síðani vitjar Pauli Høj í útvarpstovuni og greiðir frá Páskastevnuni, sum verður í Kelduni í Skálafirði 2.-6. apríl.

Vertur: Rói Norðoy
Teknikari: Kristin Akursmørk

Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 24. mars 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 24. mars 2015

Gestur í dag er Jákup S. Joensen sum sigur frá lívi sínum. Jákup hevur stóran áhuga fyri Ísrael og profetium í samband við endatíðina, sum hann eisini tosar um. Serstakt Ísraelskvøld verður í Østrøm 24. mars 2015 kl. 19.30

Vertur: Eydna Háberg
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mánadagin 23. mars 2015

Fyrst er prát við Rúna Højgaard um hvussu hann og familjan upplivdu sólarmyrkingina, sum varð 20. mars. Síðani greiðir Jógvan á Lakjuni frá um tað føroyska málið. Eisini tosar hann um abba sín Victor Danielsen sum hevur umsett Bíbliuna. Til seinast hoyra vit Vinjard Magnussen greiða frá hansara uppliving av sólarmyrkingini.

Vertir: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 19. mars 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 19. mars 2015

Fyrst hoyra vit Mariu hava ein boðksap um sólarmyrking og Jesu afturkomu. Eisini hoyra vit Pól Jóhannesen og Anitu Tausen greiða frá um vitjanina hjá Geoge Verwer, sum verður 12.-14. apríl 2015. Les meira um vitjanina á www.om.fo Vertur: Maria Mørkøre Teknikari: Eirikur Biskopstø Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so…Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 18. mars 2015

Á Bylgjulongd mikudagin 18. mars 2015

Fyrst tosar Dánial um Himmalljósið. Síðani kemur Poul Færø við í sendingina. Vertur: Dánial á Dul Jacobsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 17. mars 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 17. mars 2015

Fyrsti gesturin er Hjørdis Háberg Petersen, sum greiðir eitt sindur nærri frá tí, sum hon tosaði um á altjóða kvinnudegnum. Hjørdis tosar m.a. um støðuna hjá kvinnuni bæði út frá GT og NT. Granna kaffi hevur verið nógva staðni kring landið. Í dag er vitjan av Juliu Zachariassen, sum sigur eitt sindur um Granna kaffi,…Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 16. mars 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 16. mars 2015

Í dag hava vit prát við Ragnar Joensen, Terja Johannesen og Richard Johansen frá bólkinum Blátt Gras. Bólkurin vann heiðurin ársins sangur á Faroese Music Awards, við sanginum “There is room at the tabel”. Til seinast hoyra vit Ólavur Jacobsen greiða frá um at verða rættvísgjørdur av trúgv. Vertir: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen…Les meira