Á Bylgjulongd týsdagin 9. feb. 2021

Vit tosað við Svein í Prestgarði um Sóttarløtuna, sum hann hevur á Facebook hvørt sunnukvøld. Hugskotið til sóttarløtuna fekk Svein meðan hann bíðaði úti í Kastrup og fór heim í sóttarhald í 6 dagar. Nú hevur hon skjótt verið í eitt ár, meðan korona sóttin hevur verið.
Fyri 60 árum síðani, 2. febr. 1961, andaðist Victor Danielsen bert 66 ára gamal. Umframt Bíbliutýðingin er ein ørgrinna av bókum, smáritum, sálmum og sangum eftir hann. Vit práta við Jógvan á Lakjuni, sum er abbasonur Victor Danielsen.
9. febr. eru 125 ár síðani trúboðarin Andrew Sloan varð borin í heim. Hann andaðist 15. sept. 1973, 77 ára gamal. Vit hava eina stutta hugleiðing um Andrew Sloan og hoyra Dupultkvartettina syngja “Inn í høgu himmalhøll, sum P.W.Háberg yrkti til 60 ára føðingardagin hjá Andrew. Jens Guttesen eigur lagið.

Hoyr prátið við Svein í Prestgarði her:

Hoyr prátið við Jógvan á Lakjuni her:

Hoyr alla sendingina her:

Vertir: Eydna Háberg & Tór Arni Samuelsen

Skriva viðmerking