Borgin – Ingálvur av Reyni 100 ár

Sendirøð í sambandi við 100 ára føðingardag hjá Ingálvur av Reyni. Upptøkurnar eru gjørdar bæði í Føroyum og Danmark. Talan er um Kommunuskúla auluna, Ebenezer, Paulus kirkjuna og Nicolai kirkju í Keypmannahavn.

Fløga kom út í 2017 og hevur leingi verið bíðað eftir henni. Ingálvur syngur teir sangir, vit kenna heilt aftur í sekstiárini, sum vóru sannar “landaplágur”. Hetta var bæði evangeliskur sangur og annars lovsongur við tøkk til Harran.

Serstakliga minnast vit um páskirnar teir vøkru passiusálmarnar, sum Victor Danielsen hevði týtt eftir íslendska Hallgrím Pétursson, hesir sálmar, sum vóru frásagnir, ið rørdu okkum, tá sagt varð frá um Jesu líðingarsøgu.

Í onkrari sending hoyra vit at íslendskar sangir, sum røkka á musikalskar hæddir, sum neyvan eru hoyrdar á okkara leiðum áður. Her verður hugsað um millum annað Alfaðir ræður eftir Sigvald Kaldalón. Í desember 2020 eru tað 100 ár síðan Ingálvur av Reyni varð føddur í Tórshavn.

Hoyr 1. sending her:

Hoyr 2. sending her:

Hoyr 3. sending her:

Hoyr 4. sending her:

Hoyr 5. sending her:

Vertur: Ólavur Jøkladal

Skriva viðmerking