Á Bylgjulongd hósdagin 11. juni 2020

Á Bylgjulongd hósdagin 11. juni 2020

Gesturin á Bylgjulongd, hósmorgunin 11. juni 2020, var Elin Neshamar í Klaksvík. Elin greiddi frá um grønlendsku-føroysku orðabókina. Eisini tosaði hon um týdningin av, at vit hava eitt mál og eiga orð at bera tað fram við, sum liggur okkum á hjarta.
Elin vaks upp í Grønlandi og dugir grønlendskt. Seint í februar mánaða kom út orðabók úr grønlendskum til føroyskt á Sprotanum. Elin hevur staðið fyri arbeiðinum og arbeiðir nú við føroysku-grønlendsku orðabókini.

Vertur var Rúna Sivertsen og tøkningur var Johnny Olsen.

Hoyr prátið við Elina her: 

Skriva viðmerking