Á Bylgjulongd týsdagin 9. juni 2020


Guds Einglar er evnið í sendingini. Fyrsti gestur er Ólavur Jacobsen, sum tosar um hvat Bíblian sigur um einglar. Aftaná hoyra vit 2 frásagnir um einglavakt og hjálp. Fyrst er tað vitnisburðurin hjá Símun Hansen, sum tá hann stóð í trongstøðu í New York, kom ein vinarligur maður og tók um skøvningin á honum og leiddi hann til rætt stað. Síðani hoyra vit Beintu Háberg Jacobsen siga frá hending, tá Eiler maður hennara var í havsneyð úti á opnum havi saman við einum normanni. Ein polskur bátur sá teir og søgdu við Tórshavn Radio at teir sóu 4 mans í stýrhúsinum.

Vertur: Eydna Háberg  – Teknikari: Jógvan Sune Danielsen

Hoyr prátið við Ólavur Jacobsen her:

Hoyr prátið við Símun Hansen her:

Hoyr prátið við Beintu Háberg Jacobsen her:

Hoyr alla sendingina her:

Skriva viðmerking