Á Bylgjulongd týsdagin 5. mai 2020

Á Bylgjulongd týsdagin 5. mai 2020

Vit byrja við at tosa um bøn. Vit ringja til Regin við Skipá, sum eisini greiðir frá tiltakinum “Bøn fyri Føroyar”, sum hevur eina Facebook síðu, har ymisk fólk kring landið biðja hvørt kvøld kl 20 í umleið eitt korter, allan mai mánaða. Síðani prátað vit við Sólrun Poulsen, sum breyt beinið og hevur ikki haft møguleikar at verið úti í fleiri mánaðar og so kom coronakreppan við øðrum avbjóðingum. Hon greiðir frá, at hóast umstøðurnar ber til at liva gerandisdagin saman við Harranum. Lesa áhugaverdar bøkur, binda o.s.fr. Taka ein dag í senn. Seinast í sendingini ringja vit til Hans Sofus Kjærbæk, sum vitnar um eina serstaka uppliving hann hevði fyri góðum ári síðani niðri á Ríkissjúkrahúsinum, har hann fekk hjartastopp og upplivdi at sálin fór úr likaminum og har sum hann kom, var so gott at vera. Yvirlæknin segði, at har var einki lív í einar 7 min.

Vertir: Eydna Háberg & Tór Arni Samuelsen

Hoyr prátið við Regin við Skipá her:

Hoyr prátið við Sólrun Poulsen her:

Hoyr prátið við Hans Sofus Kjærbæk her:

Hoyr alla sendingina her:

Skriva viðmerking