Á Bylgjulongd hósdagin 2. apríl 2020

Á Bylgjulongd hósdagin 2. apríl 2020

Hósmorgunin vóru Poul Jóhan Djuurhus, Amaliu Hansen, Hannebeth Garðalíð og Tórhild Bjarkhamar telefongestir í sendingini á Bylgjulongd, sum varð send úr Klaskvík.

Poul Jóhan greiddi frá um Bíbliu- og tónleikacruice við Nørrønu í august, sum hann og aðrir skipa fyri. Um tú ynskir at vita meira um ferðina, kanst tú ringja til Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar tlf: 228314 ella Martin Dam Joensen, Smyril Line tlf: 235920

Amalia Hansen er 93 ára gomul og býr á Norðoya Ellis- og Vistarheimi. Mong kenna Amaliu frá tógvhandli hennara, Búnin í Klaksvík, og frá hennara stóra arbeiði, gjøgnum mong, mong ár, í køkinum á Zarepta.

Hannebeth hevur havt lívshóttandi sjúkur tætt at lívinum og mátti tí ikki fáa korona, men tað var júst tað, ið hendi.

Tórhild er lærari í Leirvíkar skúla. Hon endaði sendingina við nøkrum góðum orðum til lurtararnar og eisini hoyrdu vit ein sang av fløgu hennara, “Saman við tær”.

Vertur Rúna Sivertsen. Teknikarar: Rúna Sivertsen og Tór Arni Samuelsen.

Hoyr samrøðuna við Poul Jóhan Djuurhus her:

Hoyr samrøðuna við Amaliu Hansen her:

Hoyr samrøðuna við Hannebeth Garðalíð her:

Hoyr samrøðuna við Tórhild Bjarkhamar her:

Hoyr alla sendingina her:

Skriva viðmerking