Á Bylgjulongd mánadagin 9. mars 2020

Á Bylgjulongd mánadagin 9. mars 2020

Fyrst er vitjan av Ragnar Sundstein, sum greiðir frá neyðhjálp til Bahamaoyggjar. Ódnin Dorian herjaði á Bahamaoyggjum í sept. 2019. Tann 15. mars fara Rutt og Jóhannus Olsen og Sigga og Ragnar Sundstein yvir at vitja samkomur har við neyðhjálp. Ferðin er fingin í lag saman við Tom Roberts og Bróðir Nicolas. Hjálpin verður veitt til og ígjøgnum lokalar samkomur. Stuðul til samkomurnar har kann flytast á konto 6460-561.509.9 í BankNordik. Biðið, at hjálpin kemur á rætt stað, 2. Kor. 9:12-13. Seinast í sendingini er vitjan av Jóhan Petur Johannesen sum er settur sum missióncoach hjá OM føroyar. Kundi tú hugsa tær at farið út í missión, men veitst ikki hvar? Ella kundi tú hugsað tær at vita meiri um, hvussu tú kanst brúka tínar gávur og førleikar í missión? Ring ella skriva til Jóhan Petur Johannesen tlf. 510069 – tpost: johan.petur@om.org. Hann vil fegin práta við teg og vegleiða teg um, hvussu tú kanst liva títt lív í Guds missión.

Vertir: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen

Hoyr prátið við Ragnar Sundstein her:

Hoyr prátið við Jóhan Petur Johannesen her:

Hoyr alla sendingina her:

Skriva viðmerking