Á Bylgjulongd hósdagin 5. mars 2020

Á Bylgjulongd hósdagin 5. mars 2020

Gestur er Bodil Simonsen í Hvannasundi. Bodil greiðir frá um altjóða kvinnubønardagin, sum verður hildin um allan heim fríggjadagin 6. mars. Tiltakið er tvørkirkjuligt og verður hildið í kirkjukjallaranum í Christians Kirkjuni kl. 20:00, í Frelsunarherinum í Havn kl. 19:30 og í Meiniheitshúsinum í Vági kl. 19:30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Í sambandi við bønardagin verður savnað inn til eitt heim í Ghana fyri børn og ung og til eitt heim á Stjørnufjallinum á Vestara Áarbakka í Ísrael. Ynskir tú at stuðla, ber at flyta pening á kontu í BankNordik 6460-4495952.

Vertir: Rúna Sivertsen. Tøkningur: Victor Dánjalsson.

Hoyr sendingina her:

 

Skriva viðmerking